Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. apríl 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 14. apríl 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Bygdamenning — økismenning L’etat c’est Moi Staturin, tað eri eg, segði sólkongurin Louis XIV á sinni. Seinni í tíðini høvdu fransar de Gaulle, sum ofta varð samanborin við Louis XIV, tí hann førdi seg fram, sum var hann einaræðis- harri, ið einsamallur mynd- aði statsveldið. Tað tykist sum vit eru ávegis til at góð- taka, at ein “L’etat c’est Moi”-spíri er um at gróður- festa í føroyskari jørð. Feskasta dømið er við- merking landsstýrisins á fullveldissíðuni á interneti- num til røðu Poul Nyrups á Fólkatingi. Forsætisráðharr- in var valla liðugur við røðu sína, fyrr enn Høgni Hoydal hevði pilkað sær 10 brot úr røðuni at gera egnar við- merkingar til. Viðmerking- arnar vóru tann vanliga vassanin runt í sama lítla fati, sum hann ikki sleppur av aftur, men skjótt er undir miðju í eini sevju av ósak- ligheit, hálvum sannindum og stjórmálafrøðiligum út- leggingum av Zakarias Wangskum kvaliteti - t.v.s. útleggingar, sum skjótt hava gingið í barndømi í ára- tíggju. Men tað sum verri var, var at tíðindaskrivið var undir- skrivað: “Føroya Lands- stýri”, hóast heilt vist ikki stundir høvdu verið til at tryggja sær, at landsstýrið stóð aftanfyri skrivið, tí Høgni sat í Keypmanna- havn og skrivaði, meðan landsstýriðsfólkini vóru far- in í allar ættir. Hetta sama gjørdi seg galdandi aftaná samráðing- arnar 17. mars. Anfinn Kallsberg, løgmaður, mátti í uttanlandsnevndini við- ganga, at hann hevði ikki sæð tíðindaskriv landsstýr- isins, tá nevnarlimir spurdu, um hann stóð aftanfyri tað, sagt var. Væl hava vit fingið lands- stýrismannaábyrgd, men so mikið av tí kollektiva mátti verið eftir í landsstýrisá- byrgdini, at teir ikki hvør sær tekna landsstýrið, sum vóru teir hvør sær løgmenn, ja eg meti at sjálvt løgmaður eigur bert at tekna landsstýr- ið, tá hann hevur tryggjað sær, at alt landsstýriskolleg- iið stendur aftanfyri. Høgni Hoydal skapt nýggja siðvenju Men hetta “L’etat c’est Moi” fyribrygdið - ella “Landsstýrið tað eri eg” - er helst enn eitt dømi um tað, sum eg fyrr havi skriv- að, nevniliga at Høgni Hoy- dal útmerkar seg við at skapa sínar egnu nýggju eyðlýsingar (definitiónir) av demokratii, samstundis sum hann hevur skapt heilt nýggjar spælireglur fyri pol- itiskum tjaki, og fyri hvat ein kann loyva sær at nýta av almennum peningi til egna propagandu, partapol- itiska agitatión. Enn verður nýtt ótálmað av almennum fæ til fullveldisagitatión utt- an at nakað verður veitt teimum, sum vilja lýsa aðr- ar møguleikar, t.d. eina sjálvstýrisskipan sum ikki samstundis er tað sama sum loysing. Hetta er langt burturi frá tí, galdandi hevur verið, har politikarar hava verið sera varnir fyri ikki at koma und- ir ta skuldseting, at teir nýta starv sítt á slíkan hátt, at autoriteturin hjá landsstýri- num sum stovni verður skamfílaður í partapolitisk- um tjaki. Minnist at P.M. Dam í 1962 skrivaði fólkapension- istunum bræv. Hetta kundi verið rímiligt aftaná tað skeiðið, har lyftini frá 1958 um at útvega eina fólkapen- sión vóru uppfylt. Hetta bræv var skrivað á brævpappír hansara, men til tess at undirstrika, at tað ikki var landsstýrið, men P. M. Dam, sum skrivaði, var innsiglið í ovasta vinstra horni sett á í svørtum og ikki í reyðun og øll prent- ingin og postgjaldið rindað av P. M. Dam sjálvum. Minnist enn ýlini frá tjóð- veldis- og fólkafloksmonn- um um misnýtslu av autori- teti landsstýrisins, og hetta hóast fordømi var um júst tað sama frá onkrum val- stríði í Danmark, og fyri- brigdið sostatt var kent. Hvørt reaktiónin var rími- ligt ella órímilig skulu ikki dagar takast ímillum her, men mær kunnugt tók P.M. Dam hana til eftirtektar. Atfinningar ikki toldar Í dag verður eingin atfinn- ing tikin til eftirtektar, tvørt- urímóti verða atfinnarar sópaðir av borðinum við uppástandi um, at alt sum er á internetsíðu landsstýr- isins er saklig upplýsing. Fati ikki, at Høgni Hoydal ikki sjálvur fer at klíggja, tá hann skýrir egnar greinar á hesi síðu fyri sakliga upp- lýsing. Fyri ikki at tala um, tað spælið har lesarabrøv við spurningum um full- veldi, sum eru fabrikeraði frammanundan til smíðað svar, har tey sita sum hond í handska. Høgni hevur sjálvsagt ikki skrivað øll hesi postulát, tað situr ein heilur stapsbólkur til at gera hetta arbeiðið. Og sum krúnu á verkið, hava teir nú sett ein propagandasjef. Tí- betur kalla teir hann ikki enn propagandaministara, tí so hevði endurspeglingin, sum fortíðarminni mana fram, ikki verið til at liva við. Hetta er kanska tað, eg eri mest syrgin um. Tá ein so skilagóður unglingi við góðum og hvøssum penni, góðum samfelagsanalytisk- um evnum, og sum eg metti sunnum tonkum um demo- krati og menniskjans virði og virðiligheit kann loypa á bláman rópandi “Fupp og Svindil” um onnur uppskot enn fullveldisins, so vaknar ein við kaldan dreym og sannar, at her er nakað spinnandi galið: Takast á bóli Enn ein roynd til fólkafor- føring og tjóðarneyðtøku, sum vit hava sæð so ofta fyrr. Tað er lítil troyst í vit- anini um, at slíkar royndir altíð miseydnast, tá tíðin líður frá, tí tað gongur ov seint, og í hesum føri hava vit ikki tíðina fyri okkum. Tað tykist, sum skulu vit takast á bóli á fólkaatkvøðu í september uttan at altern- ativir møguleikar nakrantíð skulu koma til viðgerðar. Hetta hóast øll síggja í dag, at skýringin av Heimastýri- slógini sum eina delegati- SEINASTU tíðina hevur eitt nýtt orð ella hugtak stungis seg fram í almenna orðaskiftinum. Tað er „ØKIS- MENNING“. Við hesum verður sjálvandi sipað til hetta at menna tey ymsu økini í landinum - at geva øllum landinum og búplássum í landinum at vera við í tilrættaleggingini av framtíðar samfelagnum. Vit kenna øll orðið ella hugtakið bygdamenning, sum einaferð var eitt tað mest brúkt orðið í tí almenna tjakinum. Í hvønn mun skulu vit royna at varðveita bygdirnar - hvussu veg gongur tað við bygdunum - eru tað so spakuliga við at avtoftast, í hvussu er tær, sum liggja úti í útjaðaranum. Vit høvdu hetta orðaskiftið í 80- unum serstakliga, og nú vit eru farin inn í ár 2000 tykist tað sum um at politikarar og onnur eru við at kveikja nýtt lív í hugtakið og hava valt at tosa um økismenning heldur enn um bygdamenning. FRÁ politiskari síðu hevur man so eisini roynt at gera vart við málið og hava bæði andstøðuflokkar og sam- gonguflokkar tikið málið upp. Men sum altíð er ósemja um, hvussu hetta skal gerast og um nokk verður gjørt. Nú er so eisini komið upp í orðaskiftið, at fullveldið er við at køva ítøkilig stig til at fáa gjørt nakað við økismenningina, tí økismenning kostar. Føroyar eru oyggjaland, og tí er ein fortreyt fyri økismenning ein góður infrastrukturur. Tí vil hann altíð vera sera sen- tralur í tjakinum um økismenning. Men arbeiðspláss, undirvísingarstovnar og rætt og slætt umstøður fyri eini dagligari tilveru á plássunum úti um landi eru sjálvar grundsúlurnar í einum økismenningarpolitikki. SPURNINGURIN um økismenning - um at kunna varðveita verandi bústaðmynstur í samfelagnum, er ikki bara ein spurningur um infrastruktur, arbeiðspláss, skúlar ol. Tað er eisini ein spurningur um at varðveita og hjúkla um okkara mentan fyri ikki at siga okkara mentanarliga arv. Ímyndað vit okkum eitt samfelag, har alt virksemi og lív bara er fyrigongur í einum meginøki, tá skulu vit eisini vera greið yvir, at vit fara at missa burt stór virði, sum eru bygd upp gjøgnum mong mong hundrað ár. Ein kann so seta spurningin, um tað ber til at seta seg upp í móti útviklinginum? Um nøkur meining er í at tvinga fólk og íløgur til pláss í landinum, har fólk ikki vilja vera? Neyvan er nakað hetta ein spurningur um svart ella hvítt eins og í øllum øðrum lívsins viðurskiftum. Spurningurin eftir okkara tykki er í hvønn mun tað ber til og í hvønn mun vit eiga at tilrættaleggja framtíðar útviklingin, soleiðis at hetta gevur ymsu økjunum úti um landið betri gróðr- arumstøður. EFTIR okkara tykki er eingin ivi um, at føroyskir politikarar í hesi nýggju øldini eiga at hava økismenn- ingina sum eitt av sínum fremstu málum. Harvið siga vit ikki, at útviklingurin í hesum landi skal stýrast órationelt og uttan um allar marknaðarkreftir. Eftir okkara tykki má talan vera um eina javnvág, soleiðis at fríu marknaðarkreftirnar ikki fáa heilt frítt spæl eins og tað heldur ikki ber til at varðveita og byggja dupult- funktiónir kring landið við teimum avmarkaðu fíggjar- møguleikunum, sum verða. Tí er talan um ein bæði og politikk. Men kanst tú í landspolitikkinum alla tíðina hava økismenningina í huganum, tá er nógv vunnið. Vit hava júst havt eitt sera hart orðaskifti um Suður- oynna sum miðdepil fyri øllum oljuvirksemi. Tá ein nýggj vinna stingur seg upp er einki meira enn náttúr- ligt at seta spurningin: hví ikki „stýra“ vinnuni til at skapa virksemi í økjum sum eitt nú Suðuroynni. Hin- vegin koppar málið á skal tað lóggevast um, at ein ávís vinna bara skal kunna vera á einum ávísum øki í landinum. Spurningurin er at finna gylta millumvegin, um hann í heila tikið finst. Endaliga avgerðin í málinum verður av summum tulkað sum at økismenningin tapti men av øðrum sum at nú letur man dyrnar standa opnar kortini. Hvussu og ikki, so nyttar lítið um økis- menning bert skal byggja á orð og ikki gerðir. Tí eiga allir politikarar at bróta upp um armar og geva økis- menningarhugtakinum stóran ans. Og royna at geva tí lív. Sosialurin vil gera sítt til at seta ljóskastaran á økismenningina og vónandi fara lesararnir at hjálpa okkum við at siga sína hugsan og koma við hugskot- um. ónslóg kemur ikki at halda, og at í hvussu er ein nýggj sjálvstýrislóg, sum gongur at loysingini ikki fer at kunna takast aftur av nøkr- um parti, men einans kann avloysast av eini nýggjari skipan, sum eventuelt er loysing, um føroyingar tá ynskja slíka. Ein gøglarabutikk Hetta spælið, sum nú gong- ur fyri seg í propaganda- maskinu fullveldisins og á internetsíðu tess undirgrev- ur virðingina fyri landsins ovasta umsitingarliga valdi, og ger landsstýrið til eina “gøglarabutikk”. Vit høvdu nógvar skriv- aðar reglur um stýrisskip- anina, tá hon var karmur um eitt kollektivt landsstýri. Vit hava eisini skrivaðar reglur um verandi stýrisskipan við landsstýrismannaábyrgd. Hvørgin av hesum kann roynast, verða ikki eisini ein hópur av óskrivaðum og et- iskum reglum hildnar, og hava menn ikki fatan fyri, hvat ein kann og hvat ein ikki kann loyva sær í poli- tikki. Serliga tá ein ikki kennir markið ímillum nýtslu og misnýtslu av al- mennum fæ. “Letfærdig omgang med betroede midler” er álvar- som hóttan móti demokrat- iskum skipanum. Sjálvsyv- irmeting í “L’etat c’est Moi”-stíli ikki minni. Atli P. Dam Tórshavnar Manskór syng- ur til tiltak á Tvøroyri leyg- ardagin í sambandi við at túsund ár eru liðin, síðani Føroyar vórðu kristnaðar. Seinni leygardagin hevur kórið kirkjukonsert í Vági. Leygardagin 15 apríl kl. 16.00 hava suðuroyingar møguleika at hoyra mans- kór í dupultstovu Tvøroyrar skúla. Tá syngur Tórshavn- ar Manskór nakrar sangir til tiltak, ið nevndin fyri 1000- ára haldinum av kristnanini av Føroyum skipar fyri. Seinni leygardagin - kl. 19.00 - hevur Tórshavnar Manskór kirkjukonsert í Vági. Í fjør summar var Tórs- havnar Manskór runt oyggj- arnar á sangferð, men rakk ikki Suðuroynni tá. Hetta er tí gott høvið hjá kórinum at bera fram ein part av sang- skrá kórsins. Skráin er fjøl- broytt, har av meginparturin er føroyskur. Tó syngur kór- ið eisini danskt, íslendskt, svenskt, norskt og russiskt á hesum sinni. Tað er nevn- liga soleiðis, at kórið fyri- reikar seg til uttanlandsferð í summar, og hevur tí lagt skránna soleiðis, at tað um- framt at umboða eldri og nýggjari føroyskan kórtón- leik, eisini ynskir at fram- føra eina norðurlendska sangskrá. Leiðari í Tórshavnar Manskóri er Bjarni Rest- orff, og hevur verið tað síð- ani stovnan í 1986. Tórshavnar Manskór til Suðuroyar í vikuskiftinum EDVARD JOENSEN Vit eru komin í svartastu neyð av teimum, sum ikki ikki klára at passa seg sjálv. Hevur tú ein dementan í familjuni, ert tú bundin alt samdøgurðið. Og eru tvey, er reint galið. Tá endar tað bara við, at restin av familj- uni eisini legst fyri. Amalia Poulsen í Havn varðar av tveimum gomlum konum, sum ikki klára seg sjálvar longur. Mamman er 82 ár, og ógifta mosturin er 86. Tær treingja til fulla røkt allan sólarkringin, men fáa hana ikki. Tað er ikki pláss, verður svarað til tær dagligu uppringingarnar, sum gjørd- ar verða til røktarheim, um- lættingarheim, sjúkrahús, læknar, politikarar og hvønn ein nú kann finna upp á at ringja til. Í fýra ár hevur eldra systirin verið uppskrivað til røktarpláss. Tað er langt síð- an, hon varð avskrivað á Ell- isheiminum, tí hon klárar seg ikki sjálv. So eru tað røktarheimini. Men har er listin líka langur um tann við lyftunum upp undir hvørt val. Nú er hon komin á ein »akuttlista«. Men tað sigur tað sama, sigur Am- alia Poulsen. Tí hann er fleiri alin langur, og hon stendur niðalaga. Eftir er so bara tann møguleikin, at fólk, sum hava pláss á røkt- arheiminum, doyggja burt- urav. -Tað er nógv fyri, sigur Amalia Poulsen, at tað skal vera so groft her í landinum, at ein situr við andakt í døg- urðatímanum og bíðar eftir, at Útvarpið hevur eitt andlát á einumhvørjum røktar- heimi. Men soleiðis er støð- an veruliga í Føroyum í dag. Og áðrenn kunngerðin er lisin, er longu telefonstorm- ur á avvarðandi heimi. Fólk liggja skerfløt í luftini at biða pláss til onkran, tey ikki fáa passað. - Guð forbarmi seg fyri støðu, vit eru í, heldur hon. At gomul fólk ikki longur skulu fáa loyvi at liva sína seinastu tíð anstendiga, tí onnur ynskja tey í moldina fyri at fáa teirra røktarpláss. Í einum eldri húsum í Havn búgva tær, systrarnar báðar. Tann yngra er mest- sum heilt dement, og hin er púra burtur. Hon skilir einki petti og uppførir seg, sum eitt dement fólk nú einaferð ger. Tvær vóru stovurnar í húsunum, sum nú eru inn- rættaðar soleiðis, at tær hava hvør sítt kamar har. Eitt baðirúm er gjørt í somu hædd, og so eru tær stati- oneraðar har báðar. Tí tær fara ongan veg soleiðis av sær sjálvum. Báðar eru so illa gongdar, at tær orka ikki at ganga trappur. Hvørki upp ella niður. Og tað, at tær eru óstøð- ugar til fóts, sigur Amalia Poulsen, er ein eyka vandi. Tað er tvær ferðir komið fyri, at heimahjálpin hevur funnið ta eldru systrina liggjandi á gólvinum. Dott- in og ikki ment at reisa seg aftur. Tung er hon á sær, og tí hevur verið neyðugt at boðsent portørunum á Landssjúkrahúsinum at fáa hana aftur í songini. - So tað skilir ein og hvør, at her er talan um tungan røktarsjúkling í orð- sins rætta týdningi, sigur Amalia Poulsen. Hon sigur, at tað er ikki ráðiligt at lata tær sova einsamallar í húsi heldur, so har má fólk sova hjá teimum. Amalia Poulsen vil als ikki góðtaka hesa støðuna. Tað ber ikki til, at okkara ráðandi politikarar virða hesi fólkini so lítið. Tað er beinleiðis óverdugt at enda eitt virkið lív soleiðis. Hon vísir á, at mostir hennara er í umtrent somu støðu sum »Jens Vejmand«, ið.... »høgdi mangan stein, men tá ið hann var deyður, gav ongin honum ein.« Í samfull 45 ár arbeiddi hon sum sjúkrasystir í føroyska sjúkrahúsverkinum. Hevur brúkt alt sítt lív upp á at passa onnur. Men nú, hon er gomul og óhjálpin, liggur hon uppgivin í eini song inni hjá eini mestsum líka dementari systir við eini blæu undir sær og heima- hjálp, sum kemur fýra ferðir um samdøgurðið. Men heimahjálpin er heldur ikki ætlað sum røktarstarvsfólk. Hon hevur sítt at síggja til, og har er einki at seta niður á, sigur Amalia Poulsen. Men hon er sera vónsvikin av, at støðan skal vera so- leiðis í Føroyum í dag. Mostirin fór í september í fjør á sjúkrahús vegna aðra sjúku enn demens. Har varð hon eisini væl hjálpt, og varð verðandi har, til avgjørt eingin møguleiki var at hava hana longri. Síðan hevur hon í tveimum stytri umfør- um verið til umlætting. Men er nú aftur í stovuni hjá systrini, sum framvegis er næstan líka dement, sum hon er sjálv. Familjan slítur seg upp og gongur støðugt við ring- ari samvitsku, tí tey halda seg gera ov lítið. Men í ver- uleikanum gera tey nógv meira, enn tey eru ment. Og soleiðis er tað um tað ganska land. Dømini eru ó- teljandi, vísir Amalia Poul- sen á. Hon endurtekur aftur og aftur, at tey ábyrgdarhav- andi vita ikki, hvussu vána- lig støðan veruliga er í Før- oyum. Føroyingar liva ov leingi Okkara politikarar virða tey gomlu og ov lítið. Tað verður ikki hugsað um og so als einki gjørt fyri óhjálpnar røktar- sjúklingar, sigur ein avvarðandi. Støðan er so vónleys, at fólk sita klár við telefonina, tá Ívar fer at lesa andlátini á middegi. Tá er telefonstormur á sjúkrahúsum og røktarheimum – Tað er nógv fyri, sigur Amalia Poulsen, at tað skal vera so groft her í landinum, at ein situr við andakt í døgurðatímanum og bíðar eftir, at Út- varpið hevur eitt andlát á einumhvørjum røktarheimi. Men soleiðis er støðan veruliga í Føroyum í dag. Og áðrenn kunngerðin er lisin, er longu telefonstormur á avvarðandi heimi. Fólk liggja skerfløt í luftini at biða pláss til onkran, tey ikki fáa passað Mynd: Jens Kristian Vang