Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. apríl 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 14. apríl 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 14. apríl 2000 Danir virða føroysk ynski At meginparturin av dønum taka undir við føroyskum fullveldi, heldur Jóannes Eidesgaard prógvar, at danir virða føroyingar. At danir krevja stutta skiftistíð, heldur hann vera úrslit av ógvusliga útspæli landsstýrissins JOHN JOHANNESSEN Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, heldur tríggjar grundgevingar vera fyri, at triðji hvør dani tekur undir við, at Føroyar fara út úr ríkisfelagsskapinum, eins og vejarakanning í danska blaðnum, Aktuelt, sýndi týsdagin. Men høvuðsgrundgev- ingina heldur Jóannes Eid- esgaard vera, at danir virða føroyingar og tískil eisini føroysk ynski. Hann heldur, at tá danir fáa at vita, at føroyingar fegnir vilja úr ríkisfelagsskapinum, skulu teir eisini sleppa tað. Tó hevur formaður Javn- aðarfloksins eisini tvær aðr- ar grundgevingar. Tann fyrra er, at uppleggið, lands- stýrið legði fyri donsku stjórnina undir fyrsta sam- ráðigarfundinum, var alt ov ógvusligt og provokerandi. – Búskaparligi parturin í hesum útspæli legði upp til, at føroyska skuldin til Dan- mark skal strikast, somu- leiðis sum vit skulu halda fram at fáa blokkstuðul frá dønum langa tíð framyvir. Somuleiðis legið uppleggið upp til, at føroyingar skulu varðveita øll verandi rætt- indi, sjálvt, um vit fara út úr ríkisfelagsskapinum. Hetta hevur sjálvsagt øst danir, staðfestir Jóannes Eidesgaard. – Hesi hørðu krøv úr Før- oyum hava helst birt upp undir eina øsing millum vanligar danir móti føroy- ingum, og tí halda teir, at best man vera at sleppa sær av við Føroyar sum skjótast, sigur Jóannes Eidesgaard. Triðju orsøkina til, at 77 prosent av dønum halda, at Føroyar skulu sleppa út úr ríkisfelagsskapinum, heldur Jóannes Eidesgaard vera, at vitanargrundarlagi millum vanligar danir um Føroyar og støðu tess í ríkisfelags- skapinum er ov vánaligt. Leiðandi spurningur Jóannes Eidesgaard loyvir sær kortini at ivast í, um veljarakannigin, sum PLS Consult hevur gjørt fyri Aktuelt, gevur ta heilt røttu myndina av, hvat danir halda um ríkisfelagsskapin og Føroyar. Í kanningini eru 1017 danir spurdir, um teir eru fyri ella ímóti, at Føroyar verða sjálvstøðugar og har- við fara út úr ríkisfelags- skapinum. Henda spurning heldur Jóannes Eidesgaard tað vera sjálvsagt, at danir svara ja til, um teir virða før- oyingar. Tað sýnir kanning- in eisini, tí 77 prosent svara ja. Men Jóannes Eidesgaard heldur, at úrslitið hevði verið eitt annað, um danir eisini vórðu spurdir, um teir halda, at ríkisfelagsskapurin eigur at halda fram. – Varð hesin spurningur settur, eri eg vísur í, at stórur meiriluti av teimum spurdu høvdu svarað ja, sigur for- maður Javnaðarfloksins. Hann heldur nevniliga, at vanligir danir halda nógv um ríkisfelagsskapin, hóast teir ikki hugsa um hann dagliga, sigur Jóannes Eid- esgaard. Jóannes Eidesgaard á- sannar, at eitt tað er ósam- svar ímillum røðuna hjá danska forsætisráðharran- um undir spurnarorðaskift- inum, tá hann segði, at allir danir ynskja, at Føroyar skulu verða verðandi í rík- isfelagsskapinum og úrslitið av veljarakanningini. Men hann heldur kortini, at nak- að er um orðini hjá Nyrup. Tað heldur hann, at vit høvdu fingið prógvað, um veljarakanningin eisini spurdi, um danir ynskja rík- isfelagsskapin at halda fram. Øsing orsøk til stutta skiftistíð Veljarakannigin hjá Aktuelt sýnir eisini, hvørja hugsan danir hava um, hvussu long búskaparliga skiftistíðin skal vera, fáa Føroyar full- veldi. Úrslitið er heilt greitt. Danir halda, at føroyingar eiga at fáa eina skiftistíð, ið er fýra ár, eins og danska stjórnin leggur upp til. Orsøkina til hetta úrslit ivast Jóannes Eidesgaard onga løtu í. Hann er sann- førdur um, at krevjandi og harða samráðingarupplegg føroyinga hevur øst danir. Teir halda føroyingar vera kravmiklar og frekar, og tí taka teir undir við danska forsætisráðharranum, ið sigur, at føroyingar ikki skulu hava longri skiftistíð enn trý til fýra ár. – Eg haldi, at danir føldu uppleggið sum mannmink- andi, og tí eru teir vorðnir so harðir móti føroyingum, sigur Jóannes Eidesgaard og ger greitt, at var samráð- ingaruppleggið eitt sindur siðiligari, er hann vísur í, at bæði stjórnin og danir høvdu tikið undir við einari longri skiftistíð. – Hatta við stutt skiftis- tíðini er fyrst og fremst ein spontan reaktión av harða upplegginum, staðfestir for- maður Javnaðarfloksins. Høvuðsorsøkina til, at danska fólkið tekur undir við fullveldisætlanin, held- ur Jóannes Eidesgaard vera virðing Ov lítil tíð at koma í dýpdina JOHN JOHANNESSEN Løgmaður harmast um, at ov lítil tíð er setta av til annað umfar av ríkisrættar- ligu samráðingunum mill- um Føroyar og Danmark. Fyrsti fundurin verður í for- sætismálaráðnum í Keyp- mannahavn týsdagin 2. mei frá klokkan hálvgum tvey seinnapartin til klokkan níggju á kvøldi. Hetta held- ur løgmaður vera alt ov stutta tíð hjá pøtunum til at koma í dýpdina av sáttmála- uppskotinum. – Tað er harmiligt, at vit ikki kunnu koma rættuliga á glið við samráðingunum, sigur løgmaður, sum til fá- nýtis hevur roynt at fáa danska forsætisráðharran at seta meira tíð av til fundin. Trupulleikin hjá Poul Nyrup Rasmussen er, at hann skal til almenna vitjan í Kina beint efir samráðing- arfundin, og tí hevur hann ikki møguleika at leingja hann. Løgmaður sigur seg kort- ini hava góðar vónir fyri at fáa nakað burtur úr fundin- um. Hann vísir á, at lands- stýrið hevur fleiri hundrað modell um ymisk sløg av búskaparligum skiftistíðum klár at leggja fyri donsku stjórnina. Men kortini vænt- ar Anfinn Kallsberg, at sam- ráðingarnar fara at verða beinharðar. ê Tr—ndar- g¿tu tel. 31 82 00 ella 21 81 99 29 29 Sosialurin - 311820 NÓGV NÝTT HEIMKOMIÐ TIL PÁSKA HESA VIKUNA EDVARD JOENSEN Talan er um beinleiðis prís- dumping, tá Maersk Air nú fer at lækka prísirnar so nógv, uttan at tosað hevur verið um tað frammanund- an, sum annars hevur verið vanligur príspolitikkur, sig- ur stjórin á Atlantsflog, Magni Arge í viðmerking til tilboðið, Maersk Air legði fram á tíðindafundi miku- dagin. Magni Arge sigur, at teir prísirnir, Maersk Air nú bjóðar fram, standa ikki mát Maersk Air arbeiðir óseriøst Tilboðið, sum Maersk Air kom við um bíligar ferðaseðlar til Danmarkar, er óseriøst, tí talan er um beinleiðis prísdumping, sigur stjórin í Atlantsflog, sum er ørkymlaður og tykist eitt sindur tikin á bóli av Maersk Air við tað, flúgvingin veruliga kostar. Og hann er sann- førdur um, at hetta er ein máti at trýsta tann fátækara kappingarneytan, Atlants- flog, fíggjarliga. Tí tað er eingin ivi um, at skal kapp- ast upp á handan mátan, verður tað tann djypri lummin, sum fer at vinna. Og tá so annar liggur eftirá, fara prísirnir aftur upp loft, og so er einki vunnið hjá tí, sum ferðast skal. Tað kann tykjast freist- andi hjá fólki at taka undir við hasum nú. Tey fáa bíl- igar ferðaseðlar, meðan hetta blóðbaðið stendur uppá, sigur Magni Arge. Men so skjótt annað felagið - og tað verður Atlantsflog - er givið, eru hasi tilboðini eisini horvin, sigur hann. Magni Arge heldur ikki, at vit eiga at lata fríu markn- aðarkreftirnar laga prísirnar á Føroyarutuni, tá vit tosa um flúgving. Hann vísir á, at um Maersk endiliga vildi lækka sínar prísir, kundu teir bara gjørt tað, meðan teir vóru einsamallir. Væl er eingin ógvuslig príslækking hend, síðan At- lantsflog fór at flúgva. Men har eru komnar so nógvar aðrar tænastur, sum ikki vóru, sigur Magni Arge og vísir á, at talið á fráferðum er vaksið helt munandi, eins og stabiliteturin á rutuni er øktur øgiligt, síðan Atlants- flog fór á flog. Hann vil als ikki inn á at samanbera fría kapping í luftini við ta kappingina, sum var á sjónum, tá Smyril Line tók dystin upp við DFDS. Tað vísir hann bara frá sær. Men hann sigur tó, at skal frí prískapping vera um flúgvingina upp á Før- oyar, má eisini vera frítt hjá feløgum uttan fyri ES at flúgva í ES. Og tann møgu- leikin er ikki, sigur Magni Arge. Hann heldur tað vera beinleiðis harraboð úr Dan- mark, at Maersk Air skal royna at trýsta Føroya Landsstýri at geva lovyi at dumpa ferðaseðlaprísin við tveimum daga skotbrái. Hann vónar, at landsstýris- maðurin fer at hyggja at, hvat loysir seg í dag ,og hvat fer at loysa seg í framtíðini. Tað má ikki verða so, at landsstýrismaðurin fer at geva Maersk Air loyvi at flúgva fyri løtuvinning hjá ferðafólkunum í dag. Tí tað fer avgjørt at koma teimum aftur um brekku, tá bert eitt felag verður eftir, sigur Magni Arge, stjóri á At- lantsflog. - Nú má landsstýrismað- urin finna út av, um hann vil hava karráða kapitalismu at virka á Føroyarutuni, ella hann fer at hyggja at, hvat gagnar føroyskum áhuga- málum best, sigur stjórin á Atlantsflog. Magni Arge sigur, at hann er heldur ørkymlaður av teimum signalum, Maersk Air sendir út við hesum til- boðnum. Men hann hevur einki í hettuni, sum setast kann upp ímóti. Tað er als ikki viðgjørt. Men nevnd- arfundur verður í dag, og tá verður málið uttan iva tikið upp. Roynt varð at fáa eina viðmerking frá Finnboga Arge, landsstýrismanni í vinnumálum, men tað eydn- aðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar. Keld Mosgaard Christen- sen, rutustjóri hjá Maersk Air, var á veg aftur til Dan- markar, tá roynt varð at fáa orð á hann, beint áðrenn blaðið fór til prentingar, so tað eydnaðist heldur ikki. – Teir prísirnir, Maersk Air nú bjóðar fram, standa ikki mát við tað, flúgving- in veruliga kostar, sigur Magni Arge, stjóri á At- lantsflog Velbastaðvegur • 110-Tórshavn • Tel. 31 73 00 ella 21 73 00 Drúgvur leygardagur á Bilfríðkan Lagalig fígging til brúktar bilar Verið vælkomin til eitt bilprát Sosialurin - 311820 Vit hava opið leygardagin frá kl. 09.00-17.00. Stórt úrval av nýggjum og brúktum dieselbilum