fríggjadagur 14. apríl 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 14. apríl 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 54 - 14. apríl 2000
Ungir suðuroyingar
í havsneyð
JOHN JOHANNESSEN
Línibáturin Glyvraberg, ið
er ein 50 tonsari, kom illa
fyri í illveðri vestan fyri
Mykines týsdagin. Vindurin
var nógvur við hvirlum upp
í 25 metrar um sekundið og
aldurnar ógvuliga høgar,
millum 10 og 12 metrar.
Hetta gjørdi, at manningin
ikki fekk tamarhald á skip-
inum.
Glyvraberg bað Vaktar- &
Bjargingartænastuna um at
fáa fylgi til lands, men hild-
ið varð, at vaktarskipið,
Gormur, orsakað av illveðr-
inum var ov lítið til
uppgávuna. Tí fekk danska
verjuskipið, Hvidbjørnen,
uppgávuna. Hetta var um
middagsleitið.
Fimm tímar at sigla
Hvidbjørnen setti seg bein-
an vegin í samband við
skiparan á Glyvrabergi og
boðaði honum frá, at hjálpin
fór at vera á staðnum klokk-
an fimm seinnapartin. Stóra
verjuskipið fekk hildið eina
ferð á 20 fjóðringar hóast
høgu aldurnar. Meðan siglt
varð hevði skiparin á Hvid-
bjørnen javnan samband við
skiparan á Glyvrabergi.
Hvidbjørnen var á stað-
num klokkan fimm seinna-
Týsdagin mátt línubáturin, Glyvraberg, úr Hvalba biðja um fylgi til lands, tí
manningin ikki fekk stýrt bátinum orsakað av illveðri. Ikki fyrr enn hósmorg-
unin vann Glyvraberg upp land
partin, sum væntað, og fór
beinan vegin at fylgja
Glyvrabergi til lands. Or-
sakað av illverðrinum gekk
hetta ógvuliga seint fyri seg.
Skipini fingu ikki siglt
skjótari enn 3 fjóðringar um
tíman.
Frá Hvidbjørnen verður
sagt, at Glyvraberg undir
ferðini arbeiddi ógvuliga
hart í sjónum, men kortini
fekk tað bert ein skeivan
sjógv, ið rakti stýrhúsið.
Hesin sjógvur elvdi kortini
ikki til nakran serligan
skaða.
Heima hósmorgunin
Mikukvøldið klokkan átta,
tá skipini bæði vóru komin
suður um Mykines, fór fyrst
radarin og síðani VHF urin
á Glyvrabergi. Hetta gjørdi,
at manningin á Hvidbjørnen
gjørdi av at fylgja línubát-
inum heilt til lands.
Túrurin heim til Hvalba,
har
Glyvraberg
hoyrir
heima, gjørdist drúgvur.
Ikki fyrr enn klokkan var
farin yvir hálvgum eitt hós-
morgunin vóru skipini kom-
in í Suðuroyarfjørð, haðani
Glyvrabeg helt fram inn á
Hvalba uttan hjálp.
Við Glyvrabergi vóru
fimm ungir mans, ið vóru
farnir at royna eftir hávi við
línu.
Aldurnar vóru upp í 12 metur vestasn fyri Mykines týsdagin, tá Glyvraberg heitti á vaktartænastuna um at fylgja
skipinum til lands
Mynmd: Færøernes Kommando
Hóast veðrið var ógvuliga
ringt, fekk Glyvraberg
ongan serliga ringan
sjógv
Mynd: Færøernes Kommando
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálafirði
tel. 44 12 00
VIKA 15
VIKA 15
1 She's all that
1 She's all that
2 The Blair W
2 The Blair Witch Pr
itch Project
oject
3 Runaway Bride
3 Runaway Bride
4 Sex Games
4 Sex Games
5
5 Eyes W
Eyes Wide Shut
ide Shut
6 EDtv
6 EDtv
7
7 Kærlighed ved f
rlighed ved første hik
rste hik
8 Lokkeduen
8 Lokkeduen
9 Arlington Road
9 Arlington Road
10 W
10 Wing Commander
ing Commander
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
Deep Blue Sea
I Kina spiser de hunde
Generalens datter
Petur Prent í Tutl
Í dag letur Petur Prent upp framsýning í Gongini í Havn
Vanligt er, at listafólk
sýna fram í handilshølu-
Páskatónleikur
um vikuskiftið
Konsertir verða í Klaksvík, Gøtu og í Havn. Elsa Sú-
sanna Dalsgaard og Daisy Johannesen syngja saman við
strúkarum úr Føroya Symfoniorkestri
DAGFINN OLSEN
Um vikuskiftið fara Elsa Sú-
sanna Dalsgaard og Daisy
Johannesen at syngja verkið
Stabat Mater eftir G. B.
Pergolesi.
Konsertirnar verða í kirkj-
uni í Klaksvík leygardagin
klokkan 15. Í Gøtu Kirkju
sunnudagin klokkan 15 og í
Vesturkirkjuni
í
Havn
sunnukvøldið
klokkan
19:30.
Tær báðar fara at syngja
saman við strúkarum úr Før-
oya Symfoniorkestri, sum
Martin Mouritsen stjórnar.
Elsa Súsanna Dalsgaard
úr Hoyvík hevur sangin
sum livibreyð. Hon er út-
búgvin sum sangari frá kon-
servatoriuunum í Aalborg
og í Keypmannahavn.Hon
hevur júst fingið starv sum
sangari við operakórið í
Oslo.
Daisy
Johannesen
úr
Klaksvík hevur verið á
sangskúla í Íslandi og tekur
sangtímar í Keypmanna-
havn.
Verkið Stabat Mater eftir
G.B. Pergolesi er sonevndur
páskatónleikur. Hann snýr
seg um Mariu moy, ið syrgir
undir krossinum.
Petur Prent Mikkelsen
Í skránni, sum konsert-
áhoyrararnir fáa, hevur Axel
Tórgarð umsett tekstin til
Føroyskt úr latíni.
Elsa Súsanna Dalsgaard fer saman við Daisy Johanne-
sen um vikuskiftið at syngja verk eftir Pergolesi
Lítið at frætta
Lítið var at frætta frá samráðingunum
millum Fíggjarmálastýrið og Føroya
Lærarafelag í gjár
DAGFINN OLSEN
Eftir at semingsmenninir í
gjár eftir døgurða høvdu havt
partarnar saman í eitt sam-
døgur á Hotel Føroyum, var
lítið at frætta frá samráðingu-
num.
Bert semingsmenninir út-
tala seg undir samráðingu-
num, og teir gingu í gjár
millum partarnar.
Allan Skaalum, ið saman
við Rúna Heinesen er sem-
ingsmaður, segði eftir døg-
urða í gjár, at hetta verður ó-
ivað eitt longri umfar. Hann
væntaði, at teir høvdu nógv
fyri framman, men segði eis-
ini, at orsøk var at halda fram.
Partarnir hava saman við
semingsmonnunum tikið upp
samansetingina av uppgávum
hjá einum fólkaskúlalærara
og tað, ið nýggja lógin krev-
ur. Hetta er prinsippmál hjá
báðum pørtum, har tey eru
ójøvn á máli. Allan Skaalum
helt í gjár, at tað gekk rætta
vegin, men væntaði ikki at
koma við semingsuppskoti í
gjár.
Eldrasambýlið
nærum liðugt
Tað gongur væl við byggingini av eldasambýlinum í Vági
og ætlandi kunnu fólk flyta inn 1. juli í ár
DAGFINN OLSEN
Komið er langt við Eldra-
sambýlinum í Vági.
Jógvan Krosslá, býráðs-
formaður í Vági, sigur, at
arbeiðið er komið rættiliga
langt og at tað mest eru mið-
rúmini, uppihaldsrúm, ið
eru eftir.
Pláss er fyri 12 fólkum,
ið fáa góð rúm við wc og
baði. Tvey dupult rúm eru.
Stigtakarar og kommuna
eru væl nøgd og uppruna-
liga tilboðið hevur hildið
væl, soleiðis, at kostnaðurin
er um 4 milliónir krónur.
Kommunan ger so nakað
afturat við at fríðka um
rundan um húsini, ið standa
væl fyri við góðum útsýni
yvir bygdina og fjørðin.
Komið er væl áleiðis við Eldrasambýlinum í Vagi
Mynd: D. Olsen
num hjá Tutl í Gongini í
Havn. Har sleppa tey at
hava myndir sínar hang-
andi í einar 4 vikur.
Næstur í røðini av
listafólkum, ið sýna fram
í Tutl, er Petur Mikkel-
sen. Betri kendur er gøtu-
maðurin sum Petur
Prent, eftir at hann í mong
ár starvaðist sum prentari
í Havn..
Í dag klokkan 16 letur
hann upp framsýning sína
í handilshølunum hjá
Tutl. Á sýningini eru
oljumálningar og lino-
myndir. Á sýningini hev-
ur Petur Prent 20 myndir
við.
- do -
Annar semingsmaðurin,
Allan Skaalum, væntar
drúgvar samráðingar
UNITED COLORS
OF BENETTON.
Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • Tel. 317661
Leygardagin er opið til kl. 17.00
UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF
UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF
Sosialurin - 311820
UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS
UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS
Nógv nýtt
lekkurt
og gott