Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. apríl 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 14. apríl 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 14. apríl 2000 Samskiftið millum liðini betrast SVEINUR TRÓNDARSON OG JENS KRISTIAN VANG Stutt eftir klokkan seks mik- udagin fekk Alarmsentral- urin boð um, at ein heldur enn ikki ógvuslig ferðslu- vanlukka var hend skamt frá vindmátaranum á vegnum inn móti Sundi, og lítla løtu eftir, vóru øll, sum skuldu vera við í venjingini, sum tað nú einaferð var, farin til verka. Tey vistu bara ikki av, at talan var um eina venjing, og tí arbeiddu tey sum talan var um eina veruliga van- lukku, og tað var júst ætl- anin. Tyrlur, sjúkrabilar, løgregla og sløkkilið Tað var ikki eiti á apparat, sum var sett saman í sam- bandi við venjingina. Tað eru tey fægstu okk- ara, sum hugsa um, hvussu nógv skal skipast og sam- skipast, tá ein vanlukka hendir, men hóast talan var um fleiri ymisk lið, sum skuldu setast í gongd, so gekk tað kortini skjótt fyri seg. Níggju minuttir eftir, at boðini vóru komin Alarm- sentralinum í hendi, var fyrsti bilurin komin á staðið og tað var ein lítið tespilig sjón í bíðaði teimum har. Ein bilur stóð eftir øðrum kjafti upp móti autoverjuni og í honum sótu trý fólk fastkleimd. Hin bilurin, sum var við í ferðsluóhappinum, var ikki so heppin, tí hann var farin á bláman og var sokkin. Men ikki nóg mikið við tað. Ein persónur, sum var Sløkkiliðsmenn í holt við at skera takið av bilinum, fyri at sleppa framat teim- um, sum sótu fastkleimd í bilinum Sjúkrabilarnir stóðu til reiðar at flyta fólkini á Landssjúkrahúsið ... »Ferðsluvanlukkan« hendi einar 500 metrar frá vindmátaranum, sum stendur við vegjaðaran á vegnum inn móti Kaldbaksbotni. Eitt pláss við sera nógvari ferðslu ... Beint eftir klokkan seks fekk Alarm- sentralurin boð um eina ferðslu- vanlukku beint norðan fyri vind- mátaran á Kald- baksvegnum. Tí- betur var hesaferð talan um eina venjing, og fyri- reikararnir eru væl nøgdir við »úrslitið«. – Men eg haldi, at sam- skiftið millum tey, sum eru við eigur at vera bøtt, sigur Hans Dávid Han- sen við í ferðsluóhappinum var so skelkaður, at hann helt til beins niðan í hagan, har hann seinni rendi seg fastan í eini rás, og haðani slapp hann ikki vekk aftur, uttan við hjálp frá tyrluni. Gekk sera væl Tá vit hósdagin tosaðu við Hans Dávid Hansen, sum saman við Jógvani Jensen og Jón Klein Olsen hevði reikað fyri venjingini, lat hann væl at. – Jú, eg haldi, at alt gekk upp á stás. Vit fingu roynt nógv, og tá fleiri av teimum, sum vóru »til arbeiðis« ikki uppdagaðu, at talan var um eina venjing fyrr enn hon var komin væl áleiðis, tá er fyrireikingararbeiðið væl- eydnað, sigur Hans Dávid. Hann greiðir frá, at enda- málið við venjingini er, at síggja hvussu tey ymsiku liðini arbeiða og samar- beiða og tað vísti seg at ganga sera væl. Venjingin var eftirmett beint eftir at hon var liðug, og sambært Hans Dávidi vóru allir part- ar sera væl nøgdir við av- rikið. – Tann reyði tráðurin til eftirmetingina var, at venj- ingin var væleydnað og at »vanlukkan« var sera real- istisk, greiðir Hans Dávid frá. Samskiftið betrast Men hóast venjingin gekk væl, og allir partar vóru nøgdir, so var kortini okkurt at fílast á. Í hesum føri er tað sam- skiftið millum liðini, sum Hans Dávid heldur, at strembað eigur at vera fram ímóti verður bøtt. – Tað er ein trupulleiki, at liðini ikki kunnu tosa saman beinleiðis, og tað eiga vit at arbeiða framí- móti, sigur Hans Dávid Hansen. Hann heldur, at tað í hes- um samskiftistíðum, átti at verið møguligt, at funnið eina brúkiliga skipan, sum allir partar kundu fingið gagn av. – GSM-skipanin er nú her og tað er kanska ein gongd leið, sigur Hans Dávid og leggur dent á, at talan bert er um eitt hugskot. Hann vísir á, at løgreglan hevði samband við tyrluna um VHF, og tann skipanin virkaði væl. – Vit á branstøðini royndu fyri fyrstu ferð at hava sam- band við kavarar okkara, sum fóru niður til bilin, og tað riggaði serstakliga væl. Teir samskiftu eisini sína- millum á sama hátt, og tað er munandi framgongd sammett við, at teir fyrr brúktu tekin og fingramál, so at siga, greiðir Hans Dáv- id frá. Men um samskiftisviður- skiftini verða broytt, og í fall, nær, er ikki gott at vita. Boðini um, at tað hevði verið rætt, at gjørt nakað við júst tann partin av bjarg- ingararbeiðinum, er farin. Og fyri okkum onnur, sum skulu líta á bjargingar- skipaninar, er tað gott at vita, at tað er ein skipan, sum virkar. Tyrlan hjá Atlantsflogi sveimar yvir tveimum løgreglumonnum. Upp- gávan hjá tyrluni var at fáa ein mann, sum fjálturstungin var rýmdur av staðnum, og sum hevði gingið seg fastan í haganum ... – Venjingin eydnaðist sera væl, sigur Hans Dávid Hanse, sum saman við øðrum hevði fyrireikað venjingina. Fjølmiðlarnir vóru bodnir við fyri at síggja hvussu leikur fer tá arbeitt verður. Og synd er at siga, at tað sær tespiligt út ... Vælkomin inn á gólvið DRÚGVUR LEYGARDAGUR Í MÓTASKÁLANUM Opið er til kl. 17.00 Leygardagin lata vit ÷10% av øllum jakkum Páskastásið til ta ungu kvinnuna Sosialurin - 311820 TILBOÐ TILBOÐ Sosialurin - 311820 Vit hava opið til kl. 17.00 leygardagin! Antik velour til dúkar o.s.fr. fæst í 20 ymiskum litum 150 cm. breitt BERT kr. 30,- pr. m.