Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. apríl 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 14. apríl 2000 11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 54 - 14. apríl 2000 TUMMAS Í DALI Økismenning stendur rætt- iliga ovarlaga á politiska breddanum hjá Javnaðar- flokkinum í hesum tíðum, sigur formaður floksins, Jó- annes Eidesgaard. Og við økismenning verður hugsað um, at økini uttan fyri høvuðsstaðin verða eins framkomin og nútímans í umsiting, tænast- um og størvum annars sum høvuðsstaðurin. Jóannes Eidesgaard frøist um, at í dag eru alt fleiri politikarar, sum viðurkenna trupulleikan, sum útjaðarin er í, men hann sigur seg tó verða noyddan at staðfesta, at politikkurin hjá sitandi samgongu hevur ikki broytt óhepnu gongdina. Markanaðarkreftir og økismenning Harafturímóti óttast hann, at politisku ætlanirnar hjá sit- andi samgongu fara at gera støðuna í útjaðaranum verri. - Tað letur til, at í fram- tíðini verða tað bert mark- anaðarkreftirnar, sum ráða fyri, hvar tað vinnuliga virk- semið skal vera, sigur Jó- annes Eidesgaard. - Vit síggja tað í sambandi við endurnýggjanina av fiskiskipaflotanum, og ser- liga týðiliga síggja vit tað í tí ætlaða óavmarkaða handlinum við veiðikvot- um. - Hesin politikkurin førir til, at veiðirættindini verða savnað, har kapitalurin er sterkastur, og tað er einki at ivast í, at tað er kring mið- staðarøkið, at tað verður, sigur hann. Ísland — ongin fyrimynd í so máta - Tað, sum krevst fyri at økja um virksemið í útjaðara- num, er, at politikarar síggja landið sum eina heild, síggja landið sum eitt á- byrgdarøki, uttan mun til hvar teir eru valdir. - Vit kundu - eins og ís- lendingar hava gjørt — í allar mátar góðtikið eina savnan av virkseminum á einum stað — í teirra føri er tað í Reykjavík. - Liberalistiski politikkur- in í Íslandi hevur viðført, at markanaðarkreftirnar hava stýrt gongdini soleiðis, at útjaðarin er avtoftaður í stórum. - Handan gongdin er eitt úrslit av tí valinum, sum ís- lendingar hava gjørt, men henni stríðast vit so avgjørt ímóti her í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard. - Ongin eigur at misskilja viðgerðina av útjaðaranum soleiðis, at Tórshavn ikki framvegis skal vera høvuðs- staður. - Sjálvandi skal Tórshavn vera høvuðsstaðurin við teimum uppgávum, sum hoyra høvuðsstaðnum og miðfyrisitingini til. - Tað, sum er átrokandi, leggur Jóannes Eidesgaard dent á, er, at vit fáa sett mark millum tað, sum sjálv- andi skal liggja í Tórshavn, og tað, sum natúrliga og utt- an trupulleikar kann liggja uttanfyri. Tíðirnar broytast - Tað hevur altíð verið so- leiðis — eisini hjá okkum í Føroyum — at fólk flyta til støð, har livilíkindini eru betur, fremst av øllum har arbeiði er. - Tað var tann tíð, tá fólk í hópatali fluttu til Suður- oyar, serliga til Vágs og Tvøroyrar, tí har var arbeiði at fáa. - Men tíðirnar broytast, og gongdin seinastu árini hevur verið, at tað nú er ar- beiði í almennu umsitingini og í tænastuvinnuni, ið dregur fólk til sín. - Talið á fólki, sum nemur sær útbúgving, er eisini vaksið munandi seinastu árini, og hesi fólk leita sær tey størv, sum hóska til út- búgvingina, tey hava tikið. - Ein stórur partur av hes- um fólki kemur úr útjaðar- anum, men vendir ongantíð heimaftur, hóast hann fegin vildi, tí ongi størv eru til hansara har. Nakað grundleggjandi galið - Virksemið í Føroyum sær nú út til at vera komið í nøkurlunda fasta legu eftir kreppuárini, og fólkatalið er vaksið seinastu mánaðirnar, vísir Jóannes Eidesgaard á, men leggur tó dent á, at til- flytingin tó einamest er til Miðstaðarøkið. - Tvøroyri hevur havt eina sera lítla tilflyting, sum ikki á nakran hátt er sambærilig við hana í Miðstaðarøki- num. Men júst stóri lutfalsligi munurin er áhugaverdur: - At tilflytingin til Suðuroyar als ikki er lutfalsliga eins stór og til onnur stór øki í Føroyum er ein týðilig á- bending um, at her er nakað grundleggjandi galið, sum vit eiga og mugu gera nakað við! Hvat er at gera? Jóannes Eidesgaaard vísir á, at tað er ikki nóg mikið at styrkja høvuðsvinnuna, tí trupulleikarnir í útjaðara- num verða ikki loystir við henni. - Við hesum er ikki sagt, at fiskivinnan ikki skal ger- ast meira lokkandi sum ar- beiðspláss, tí tað er sanni- liga neyðugt . - Heldur ikki ein bøtan av samferðsluni er nøkur loysn, sjálvt um rættiliga nógvar ábøtur verða gjørdar á hesum øki, leggur Jóannes Eidesgaaard dent á. - Tað, sum tørvur er á, er ein grundleggjandi broyting í hugburði: - At fáa fólk at síggja, at tað saktans ber til at fáast við umsiting og tæn- astuvinnu, sjálvt um ein ikki býr í Havn. - Tí eigur at verða rikin ein politikkur, har tað til- vitað verður miðað móti, at har tað ber til, har eigur um- siting og tænastur at verða løgd uttan fyri Havnina. Ikki fyri at byggja upp dup- ulttænastur, men sjálvstøð- ugar eindir. - Hetta skuldi borið væl til, tí vit hava í dag eina tøkniliga menning innan samskifti, at tú kann sita á Stóru Dímun og stýra heim- inum. Ymisk størv í útjaðaranum - Tað er sera týdningarmik- ið, at eitt øki sum Suður- oyggin hevur eina fólka- samanseting í størvum, sum er ein mynd av einum fram- komnum samfelag, sigur Jóannes Eidesgaard. - Við størstu virðing fyri okkara fiskivinnu, so er tað ikki eitt sunt tekin, um øll fólk bert tosa um fisk. Tú mást í vanligu bygdamynd- ini hava fiskimenn, flaka- virkisfólk, útróðrarmenn, ó- faklærd, lærarar, sjúkra- Jóannes Eidesgaard, form. Javnaðarfloksins: systrar, læknar, løgfrøðing- ar, verkfrøðingar, pedagog- ar, sosialráðgevarar, bú- skaparfrøðingar o.s.fr. Jóannes Eidesgaard sigur, at tá ið hann tosar um at menna útjaðaran, so tosar hann ikki um bygdamenn- ing ella smábygdamenning. - Eg tosi um eina økis- menning, soleiðis at skilja, at Suðuroyggin verður sædd sum eitt øki. Alt virksemið í oynni gagnar natúrliga øll- um økinum og øllum bygd- unum í økinum - Hetta setir tað krav til okkum sjálvi, at vit lata rest- ina av landinum vita og kenna, at vit arbeiða sum eitt øki. Togarí millum Tvøroyri og Vág ger Suð- uroynna veika, bert saman- hald í oynni gevur styrki, slær Jóannes Eidesgaard fæst. Hvørjar ítøkiligar ætlanir? - Tá ið spurt verður um meira ítøkiligar ætlanir við- víkjandi útjaðaranum, havi eg hug at vísa á ta semju, sum tykist vera millum ting- menn um at taka stig til at menna útjaðaran. Jóannes Eidesgaard vísir á, at serliga tingmenn úr út- jaðaranum hava sett sær fyri at umrøða málið í fullum álvara og at gera nakað í- tøkiligt. - Vit hava í fyrstu syftu roynt at fingið sjálvan trup- ulleikan og avleiðingarnar lýstar, og síðan er ætlanin at seta upp eina verkætlan fyri, hvussu vit kunnu broyta óhepnu gongdina. - Sum kunnugt hevur Javnaðarflokkurin roynt at fingið eina politiska avgerð í Løgtinginum um, hvar olj- uútgerðastøðin skal liggja; men hetta miseydnaðist tí- verri, av tí at bert tríggir tinglimir uttan fyri Javnað- arflokkin atkvøddu fyri - nevnast kann, at hesir vóru tveir tjóðveldismenn og miðflokkamaðurin. - Onnur mál fara at koma, sum kunnu vera við til at menna útjaðaran, og tey fara vit at viðgera til frama fyri hann, sigur Jóannes Eides- gaard, sum enn einaferð slær fast, at Javnaðarflokk- urin raðfestir viðurskiftini hjá útjaðaranum sera høgt. - Hann skoytir uppí, at tað eyðvitað hevði verið rætt, at eitt málsøki úti í landsstýri- num tók sær av útjaðara- málinum burturav. - Men tíverri verða øll politisk og umsitingarlig orka í landinum í dag brúkt til fullveldisætlanina, so teir veruligu trupulleikarnir sleppa at liggja óloystir. - Tað er tó gleðiligt at kunna staðfesta, at flest allir politikarar í dag duga at síggja trupulleikan viðvíkj- andi útjaðaranum — eftir er bert spurningurin: - Hvat eigur at verða gjørt ítøki- liga? sigur Jóannes Eides- gaard at enda. • Tað er týdningar- mikið, at eitt øki sum Suðuroyggin hevur eina fólka- samanseting í størv- um, sum er ein mynd av einum framkomnum sam- felag. • Tí eigur at verða rikin ein politikkur, sum tilvitandi leggur seg eftir at leggja umsiting og tænast- ur út um Havnina. • Vit hava eina tøkniliga menning innan samskifti, at tú kann sita á Stóru Dímun og stýra heiminum Leggur stóran dent á økismenning Spurningurin um útjaðar- an og um økismenning er av og á frammi í kjaki- num. Sosialurin fer at royna at viðgera hetta stóra mál meira miðvíst, og leggja vit fyri í dag við viðtali, sum Tummas í Dali hevur gjørt. Vit vilja eisini heita á lesar- arnar um at skriva um hetta evnið og annars siga sína hugsan. Sendið til- farið til okkara ella ring- ið. Havnar kirkja Ata Maria Jensen, Brøttubrekku 14 Ása úr Dímun, Trapputún 16 Birita Lilja Simonsen, Smærugøtu 16 B Durita Hansen, Kristiansgøtu 5 Fríða Hentze Magnussen, Tórgarðsgøtu 5 Gunnvá Brockie, Børkugøtu 11 Lisa Randi í Dali, Tórsbyrgi 3 Rannvá Daisy Danielsen, Javnagøtu 5 Rannvá undir Kletti, Í Svanga 10 Andreas Pauli Poulsen, Berjabrekku 105 Bjarni Werner Zachariassen, Kristiansgøtu 7 Brian Vang Poulsen, Birnugøtu 13 Børge Persson, Marinargøtu 22 Eli Hultgren, Brobbersgøtu 8 Hans Arni Bjarnason Thomsen, Hvítanesvegi 43 Hjalti Mohr Jacobsen, Berjabrekku 91 Kristian Gustafson, Smærugøtu 20 Peter Ritter, Fútalág 3 Rói Bjarnason Poulsen, Lützenstrøð 11 Sjúrður Simonsen, Kristiansgøtu 14 Sylvi Hansen, Millum Gilja 42 Tróndur Herason Olsen, Gróthúsvegi 11 Vesturkirkjan Fróði Kristiansson Dahl, Villingardalsvegi 55 Bjarni Enghamar, Landavegi 77 Emil Nolsøe Leifsson, Hetlandsvegi 3 Hallur Eyðfinnson Jacobsen, Dánjalstrøð 1 Jákup Mortensen, Faksagøtu 12 John Martin Bisp Winther, Heygsvegi 29 Jógvan Sigvald Lydersen Jacobsen, Dalagøtu 20 Jógvan Sólheim Heinesen, Niðaragøtu 7 Niels Arge Hammer, Skemmingsgøtu 20 Pauli Reinert Poulsen, Noregsvegi 11 Páll Gazet Patursson, Kirkjubø Páll Mohr Joensen, Grønlandsvegi 49 Remi Olsen, Viðargøtu 11, Argjum Sigtór Lützen, Syðradali Símun Nolsø, Varðabyrgi 30 Suni Roel Joensen, Garðsgøtu 25 b, Argjum Svenn Fuglø Jacobsen, Reyðagøtu 1 Teitur Augustinussen, Millum Gilja 149 Thor Rafnason, Noregsvegi 1 Tummas Eivin Kruse, Vesturgøtu 20 Anna Andrésen, Heiðagøtu 13, Argjum Anna Maria Árnafjall, Velbastaðvegi 4 Fríðgerð Mirjam Stakkslíð, Fjalsgøtu 28 Rannvá H. Augustinussen, Varðabyrgi 32 Beinta Laksá, Argjavegi 57, Argjum Bjørg Dam, Suðurstíggjur 1, Argjum Hósvíkar kirkja Úr Hósvík: Ása Hammershaimb Christiansen Rógvi Klæmint Djurhuus Clementsen Heri Djurhuus Hans Petur Hansen Herman Bogi Jatvarðsson Hermansen Maibritt Mortensen Elsa Maria Magnusardóttir Olsen Úr Hvalvík: Páll Hansen Elisabeth Durhild Jacobsen Jákubina Maria Jacobsen Walther Olsen Úr Streymnesi: Elisa Abrahamsen Birita Maria Joensen Úr Saksun: Marita Svartá Av Langasandi Heidi Højsted Hansen Jóhanna Maria Hansen Úr Tjørnuvík: Dagmar Andreasen Vestmanna kirkja Bjarni Jógvansson Durhuus Niels Kristian Lisberg Mikkelsen Dánial Jákup Baldur Matras Toftum Tórunn Andreasen Margit Durhuus Rúna Durhuus Maud Egholm Annika á Heygum Siri Joensen Torgunn Herlufsdóttir Johansen Emma Poulsen Tordis Kristina á Rógvi Simonsen øll úr Vestmanna Húsa kirkja Erling J. Arntsen, Mikladalur Louisa P. Jacobsen, Torvgøta 18, Klaksvík (Syðradalur) Helgi Juul Petersen, Húsar Petur Petersen,Syðradalur Klaksvíkar kirkja Alvin Ellebye Andersen, undir Fossum 66, Klaksvík Steynir F. Andreasen, Skúlavegi 9, Klaksv. Regin Anthoniussen, Stoksoyrarvegur 43, Klaksvík Jón Hansen, Norðoyri Símun Heimustovu, undir Hæddini 4, Klaksvík Eyðfinn Jacobsen, Haraldssun Jón Jacobsen, Gravarbø, Klaksvík Ólavur Jacobsen, á Brekku 8, Klaksvík Bernhard Brim Joensen, Rættargøtu 7, Klaksvík Jóhan Mikkjalsson Joensen, Garðsendi 23, Klaksvík Magnus Joensen, undir Fossum 32, Klaksvík Poul Nolsøe K. Linklett (Nølli), Heyga- vegi 54, Klaksvík Heri S. Nolsøe, undir Brúnni 35, Klaksvík Rógvi á Tjaldrafløtti Olsen, Uppsala- gøtu 54, Klaksvík Bjarti Ryan Petersen, Víkavegi 38, Klaksv. Klávus Sólheyg, Nýggivegur 6, Klaksvík Allan Gullbrandsson Tungá, undir Brúnni 42, Klaksvík Jóannes Poulsson N. Viðbjørg, Bums- hamarsvegi 30, Klaksvík Biretha V. Joensen, undir Hálsi 57, Klaksvík Sunnvør Olsen, undir Hálsi 7, Klaksvík Ågot P. Sivertsen, Uppsalagøtu 13, Klaksvík Maria Kristina Smith, Bøgøtu 15, Klaksvík Óluva Venned, Skúlavegi 15, Klaksvík Leirvíkar kirkja Ketty Ellingsgaard Petersen, Fuglafirði Rebekka Abrahamsen, Fuglafirði Maiken Joensen, Fuglafirði Tóra Nolsøe Olsen, Fuglafirði Alex Beck, Fuglafirði Linda Eliassen, Leirvík Christian Andreasen, Leirvík Kim Joensen, Leirvík Albert Joensen, Leirvík Esther Maria Boyden Joensen, Leirvík Hjalti Dan Kristmannsson, Leirvík Jan á Líðarenda, Norðragøtu Símun Louis Jacobsen, Syðrugøtu Sverri Jacobsen, Syðrugøtu Birna Jacobsen, Syðrugøtu Martin Emil Hansen, Funningsfirði Katrine Einestrand Kjeld, Funningsfirði Tvøroyrar kirkja Allan Bjærge Poulsen, Froðba Dennis Heðin Bjarnason Kjærbo, Tvøroyri Eyðun Fríði Hammershaimb Nielsen, Fámjin Jens Arne Hammerfoss Leo, Froðba Teresa Hentze, Trongisvági Mariann Mohr Mortensen, Trongisvági Monica Farstad, Sevmýri Annika Vang, Sevmýri Diana Nygaard, á Torvheyggi Konfirmatiónir pálmasunnudag Blómuárið 2000 Býargartnarin í Klaksvík hevur gjørt sítt til at halda merkisárið 2000. Hann hevur sett 2000 leykir niður í grøna økið uttanfyri KÍ-høllina í Klaks- vík, og blomstrini, sum hava skapið 2000, eru nú við at koma fyri seg. KÍ hevði eitt gott ár í fjør, tá besta mansliðið í fótbólti vann bæði landskappingina og steypakappingina. Ár 2000 verður hildin uttan fyri KÍ-høllina, og so er spurningurin um KÍ ætlar at halda árið inn á vøllinum eisini... Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli 25 ár Í 1975 hevði Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúi fyrstu ferð framsýning av handaligum næmingaavrikum. Henda framsýningin var í Kommunuskúlanum Árið eftir og nøkur fá ár fram varð framsýning hildin á Læraraskúlanum, men skjótt gjørdist greitt, at rúmligari høli kravdust, um alt skuldi sýnast fram. Tí varð framsýningin flutt til tann tá nýggja Eysturskúl- an, sum er munandi betur egnaður til hetta endamálið. Í 1975 verður Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli stovnaður í tí líki, hann hevur nú. Tó var kvøldskúli hildin bæði í Havn og aðrastaðni í landinum fyri 1975. Tá fleiri søktu gjøgnum komm- unurnar skúlamyndugleik- arnar um góðkenning eftir lógini frá 11. mai 1935 um »Tilskud fra Staten og Skolefondene til Ungdoms- skoler og Aftenskoler«. Nýggj føroysk lóg um frí- tíðarundirvísing v.m. kom í juni 1983 og henda lógin virkar óbroytt enn. 25. framsýningin verður sett leygardagin 15. apríl 2000 kl. 14.00 á Eystur- skúlanum av Leivur Hansen borgarstjóra og er opin leygardagin til kl. 19. Pálmasunnudag 16. apríl er framsýningin opin millum kl. 14 og 19. Á framsýningini verður eisini sangur og tónleikur at hoyra. Hesar báðar dagarnar hevur Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli eisini framsýning í Veviskúlanum í Gamla Reinsarínum í Tórsgøtu 5. PETUR STEINGRUND, FISKIRANNSÓKNARSTOVAN Partur 1 av 7: Toskur merkt ur á Mýlingsgrunninum Í oktober 1998 vórðu 600 toskar merktir á Mýlings- grunninum. Mynd 1 vísir, hvar toskarnir vórðu merktir (grátt øki) og hvar teir vórðu fingnir aftur (svartir prikk- ar) tað fyrsta árið (frá okto- ber 1998 til september 1999). Tað sæst týðuliga, at sum heild er toskurin sera støðufastur. Ein orsøk kann vera, at toskurin var smáur (55 — 65 cm) og tí ikke enn var farin at ferðast í sama mun, sum stórur tosk- ur vanliga ger. Mynd 1. Toskar fingnir aftur frá oktober 1998 til september 1999. Um ein býtir hetta árið upp í smærri tíðarskeið, kemur fram, at toskurin fyrstu tveir mánaðirnar helt seg í sama umráði, har hann var merktur. Men í tíðar- skeiðnum januar — mars (vanlig gýtingartíð) ferðað- ust summir toskar meir, og tað var eystureftir (tríggir teir eystastu toskarnir). Í tíð- arskeiðnum apríl — juni vóru teir aftur bert fingnir á Mýlingsgrunninum. Um tygum hava fiska- merkir liggjandi, er sera týdningarmikið at senda tey til Fiskirannsóknarstovuna við upplýsingum um inn- sendara, positión og fiski- dato. Eisini er gott at vita skip og upplýsingar um fiskin, so sum longd og vekt. Vit gjalda eyka fyri at fáa fiskin sendan til Fiski- rannsóknarstovuna. Undir øllum umstøðum eru tygum vælkomin at senda tey fisk- amerkir, tygum hava, við teimum upplýsingum, sum tygum nú einaferð hava. Tygum kundu jú vunnið í lutakastinum um 10000 kr, sum verður í september 2000. Í 1998 var vinnarin úr Klaksvík og í 1999 úr Hvannasundi. Fyribils úrslit frá merkingarroyndum í 1998 200 500 1000