hósdagur 20. desember 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 150 — 20. desember 1984
Utjadaraøki mennist!
Fiskaaling fær
fotin fyri seg
i Funningsfirði
Tá vegagerðin millum Funning og Funningsfjørd verður liðug,
fer tað at merkja eina sanna kollvelting fyri allar bygdirnar, ið
liggja við fjørdin. Møguleikarnir hjá bygdunum at skaffa nýggj
arbeidsplåss í samband við havnina, bátahylin og havnaøkid í
Funningsfirði verða tá betri enn nakrantíð.
tíðindablaðið
Sosialurin hevur vitjað í Elduvíkar kommunu og hav vit tosað
við bygdarráðformannin Johan Hammer.
Johan Hammer, bygdarráðsformaður
Johan Hammer er í dag 59
ára gamal. Hann hevur í
heili 16 ár trúliga rekt sína
borgaraskyldu við at vera
í bygdarráðnum til tess at
tryggja kommununi fram-
gongd og menning. Í heili
10 ár hevur hann rekt
starvið sum bygdarráðs-
formaður. Hann er í dag
búsitandi í Elduvík og ar-
beiðir annars sum sveisari
á Skála skipasmiðju.
Bátadrátturin
umvældur
Johan Hammer greiðir
frá, at teir hesi seinastu
árini hava roynt at brúkt
borgarans skattapening
so skynsamiliga og skila-
gott sum gjørligt.
Neyðugt hevur verið vid å-
vísum ábetum eitt nú á
bátadráttin i Elduvík,
sum fyri nekrum árum
síðani fór rættiliga illa av
brimi. Hesi seinastu tvey
árini hevur tískil verið ar-
beitt við at gera ein nýggj-
an bátadrátt í Elduvík.
Í fjør vóru brúktar
200.000 kr., og nú tað
verður gjørt liðugt, liggur
samlaða arbeiði uppá eina
góða hálva mill. kr.
Johan Hammer sigur, at
teir nú hava fingið ein sera
góðan drátt og somuleiðis
er ein verjugarður gjørdur
omanvið, tí tað tverbar so
illa, tá súður er. Nú eru
umsteðurnar sera góðar.
Annars eiga flestu menn í
bygdini opnan bát.
Fleiri bygdir við
Eisini í Funningsfirði eru
iløgur gjørdar í betran av
havnavidurskiftunum, so-
leidis at eisini hinar bygd-
irnar á fjerðinum kunnu
brúka keiina har. Johan
Hammer sigur, at teir fyri
nekrum árum síðani
gjørdu ein sáttmála við
Funnings kommunu um,
at hon skuldi vera við til
at fíggja útbyggjan av
havnalagnum í Funnings-
firði.
— Ég eri sera fegin um,
at fleiri bygdir soleiðis
kunnu arbeiða saman,
leggur hann aftrat.
Á landi er eitt stórt eki
planerað. Tað er tí eisini
sera lætt at sleppa til at
útbyggja keiina enn
meira, tí nú er bert eftir at
stoypa sjálva útsíðuna.
Uppá fyrispurning um
ætlanin er at gera meira
bryggju, sigur Johan
Hammer, at teir helst fara
at leingja atlogusíðuna við
umleið 50 metrum aftrat
norðureftir.
Óferur bátahylur
Annars hevur verið ar-
beitt í tvey ár við at gera
ein bátahyl í Funnings-
firði. Miðað verður ímóti
at gera henda bátahylin
lidnan í ár sigur Johan
Hammer. Tó verður helst
nakað eftir at gera í kom-
andi ári.
Bátahylurir liggur í
Vikini, teir rópa, innanfyri
sjálva keiina. Tað er ann-
ars har grind plagar at
fara á land, men Johan
Hammer heldur ikki, at
bátahylurin fer at órógva
grindadrápið.
Pláss verður fyri umleið
50 bátum. Teir hava longu
bílagt 70 metrar av flot-
brúm úr Danmark. Uppá
fyrispurning um tað bert
verða bátar úr kommun-
uni, sum skulu liggja har,
sigur Johan Hammer, at
avbygdabátar eru so av-
gjørt vælkomnir so leingi
sum pláss er t. d. til várút-
róðurin. Hann vísir á, at
tað hevur verið ein stórur
trupulleiki um várarnar,
at hava nóg mikið av kei-
plássi, tá fleiri bátar koma
til Funningsfirðar. Keiin
er ikki nóg stór sum er og
koma so bæði deksbátar
og opnir bátar aðrastaðni
Bygdarmyndin. Elduvík í dag
frá, verður trongligt við
keiina. So tað er veruliga
tørvur á einum bátahyli
og hevur hetta verið
ynskidreymur mín leingi,
sigur Johan Hammer.
Bátahylurin fer at kosta
einar 3 mill. kr. Tað er
landsverkfreðingsstovn-
urin, sum hevur fylt út til
bátahylin. Grót er koyrt
av Lambareiði og hevur
Marius Joensen úr Funn-
ingsfirði so slættað grótið
út við gravimaskinum.
Vóna at fáa virki
Í dag eru fá arbeiðspláss í
Funningsfirði og Elduvík.
Johan Hammer vónar, at
okkurt virki verður bygt á
havnagkinum, nú so góðar
umsteður vera til tess. —
Vit hava nevniliga plan-
erað ekið við havnina við
tí fyri eyga, at onkur fór at
byggja eitt virki. Eitt fel-
ag varð herfyri stovnað í
Funningsfirði, P/f Grynn-
an, og var ætlanin at
byggja eitt roykivirki,
men kortini steðgaði
henda ætlanin, tí menn
mettu tá ikki, at tørvur
var á fleiri roykivirkjum.
Nú hevur so hetta felagið
fingið loyvi til at reka
fiskaaling. Loyvi er fyri-
bils givið til 10 aliringar á
Funningsfirði.
Fiskaaling stóran
týdning
Sum er hava Viggo Kjeld
og sonur eina fiskaalistød
og eina smoltsteð í Funni-
ingsfirði. Loyvið á sjónum
er til 30 hyljar og á landi
til nekur 100.000 laksa-
smolt.
Eisini er ein kræklinga-
alistød á Funningsfirði,
sum enn ikki er liðugt út-
bygd. Tað er Jan Beck,
sum rekur hesa steðina. Í
letuni liggja har flakar við
trossum.
Johan Hammer sigur
víðari, at enn ein smolt-
stød er við at gerast veru-
leiki í kommununi. Tað er
Johan Hammer, sum er
við at byggja eina smolt-
steð úti á Fossi við Fjarð-
ará.
Felagið hevur longu selt
nakað av laksasmolti.
SEV og fiskaaling
Johan Hammer sigur víð-
ari, at fiskaaling fer helst
at skapa nógv nýggj ar-
beiðspláss í kommununi,
og vónar hann, at SEV
ikki fer at taka vatnið frá
teimum.
— Fer SEV við vatn-
inum, so fer tað at hava
eitt sera óheppið árin á
fiskaalingina her á fjørdin-
um. Ætlanin hjá SEV at
byggja út vatnorkuna
Eysturoynni fevnir eisini
um áirnar, sum renna út í
Funningsfjerð. Verður
vatnið tikið, so verður út-
skiftingin ov vánalig.
Kommunan hevur annars
mótmælt SEV-ætlanini.
Fiskiskapur bert
um várið
Nógvir bátar rógva út av
Funningsfirði, tá várróð-
urin er fyri. Teir avreiða
fiskin í Funningsfirði og
verður hann fluttur við
bili til Lynfrost og Nyk.
Várróðurin plagar at byrja
hálvan februar og heldur
fram til mars mánað út.
Tá gevast bátarnir. Onkur
plagar tó at royna nakað
aftrat, serliga eftir kalva.
Fyrr hevur verið nógv
hummaraveiða á Funn-
ingsfirði. Í letuni hevur
ein fuglfirðingur loyvi at
seta út rúsur á fjørdinum.
Hann hevur sett rusur út
har í fleiri ár.
Í dag arbeiða annars
ikki færri enn 19 fólk úr
kommununi á Skála
Skipasmiðju. — Hetta er
eitt sera gott arbeiðspláss
heldur Johan Hammer
fyri. Sjálvur hevur hann
arbeitt har í 3 ár.
Framhald á síðu 10