hósdagur 20. desember 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Lítið jarðarbrúk
Hóast tað eru 30 merkur
av jerð í kommununi og
áseyðatalið er umleið
1200, so eru tó bert heilt fá
mjólkineyt. Ein bóndi er í
Funningsfirði, ið hevur
eini 20-30 mijólkineyt.
Hetta er eitt nýtt fjós og
hevur hann velt nógv úr
nýggjum.
Einki jarðarbrúk er í
Elduvík, hóast har er
nógvur og góður beur.
Uppá fyrispurning hvussu
tað ber til, at eingin hevur
mjólkineyt og rekur veru-
ligt jarðarbrúk í Elduvík,
sigur Johan Hammer, at
tað er ilt at siga. Hann
heldur tó, at tað er spell,
at henda góða jørdin bert
skal liggja, tí hon er jú rá-
evni til mjólkafram-
leiðslu. Hann vísir tó á, at
onkur arbeiðir við eini ætl-
an at byggja fjós í Eldu-
vík.
Johan Hammer vísir eis-
ini á, at vit liva í eini tíð,
har fólk heldur velja
annað arbeiði enn jarðar-
brúk, har tað kanska er
meiri peningur at vinna,
og har arbeiðið er mun-
andi lættari. Annars vóru
rættiliga nógv mjólkineyt
í bygdini, tá hann var
smádrongur, sigur Johan
Hammer, so tíðirnar eru
nógv broyttar.
Gera byggiklárt
Fólkatalið í kommununi er
ikki vaksið nógv seinastu
10 árini, men nakað er so
kortini bygt og okkurt
bendir á, at kommunan er
í menning. Teir vóru so
mikið óhepnir í Elduvík,
at ein skriða leyp niður á
ekið, har teir skuldu fara
undir eina útstykking og
máttu teir tí ríma higani.
Nú verður so ein nýggj út-
stykkingarætlan gjerd
vestanfyri ánna í bygdini.
Hon liggur hjá Lands-
verkfreðinginum, men er
við at vera klár. — Eg vóni
tí, at tað verður heilt
skjótt, at vit kunnu ávísa
fólki grundstykki her í
Elduvík, sigur Johan
Hammer. Ein umsókn er í
letuni.
Í Funningsfirði er steð-
an eðrvísi, tí har er ein út-
stykkingarætlan gjerd,
sum er góðtikin. Fyri kort-
um eru trý grundstykki
seld og ein umsókn verður
vidgjørd nú. Hetta ekið
verður nevnt Flatum og er
tað omanfyri bygdina.
Kommunan hevur sett
einar 400.000 kr. av í báð-
um bygduzu til útstykk-
ingarvegir. Tað verður so
farið í gongd við teir vegir-
nar fyrst í komandi ári. —
Vit mugu altíð hava
grundstykki klár, um onk-
ur sekir, tí verður onki
bygt, so steðgar vekstur-
in, sigur Johan Hammer,
sum heldur, at bygdirnar
so spakuliga eru við at
mennast.
Ein skúlanæmingur
í Elduvík
Skúlaviðurskiftini eru so-
leiðis, at tað framvegis er
skúlagongd í Elduvík, hó-
ast har bert er ein næm-
ingur í letuni. Skúlin í
Elduvik er rættiliga
gamal og koma ikki fleiri
næmingar, er vandi fyri =
hann verður niðurlagdur.
Í Funningsfirði hevur
ongantíð verið skúli, men
ein privatstova hevur ver-
ið leigað í nógv ár.
— So kom ein donsk lóg
niður yvir okkum, sigur
Johan, og gjørdi hon, at
bernini skuldu til Glyvrar
í skúla, men fyri tveimum
árum síðan innrættaði
kommunan aðra stovuna í
Lærarahúsunum í Funn-
ingsfirði, sum er útleigað
til privatmann. Henda
stovan varð umvæld og
brúkt til skúlastovu og
fóru tey 7 ára gomlu bern-
ini aftur í skúla í Funn-
ingsfirði. Tey eru nú 8 ár
og eru fýra í tali.
Johan Hammer heldur, at
tað koma fimm bern aftrat
komandi ár. Nú má komm-
unan til at finna eina loysn
í hesum málinum. Ein lær-
ari er til báðar bygdirnar.
Hann er fyrrapart í Eldu-
vík og seinnapart í Funn-
ingsfirði.
tíðindablaðið
Bátadrátturin í Elduvík er umvældur og útbygdur
Nr. 150 — 20. desember 1984
Bátahylurin er um at vera liðugur og fer hann at hava sera stóran týdning fyri bygdirnar í framtidini
p
*
Einasta fjósið í kommununi, tað hjá Michael Pattingson í Millum Fjarða