hósdagur 20. desember 1984síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Seperatframsýningar eru
ikki hvenndags-kostur úti
á bygd. Aloftast eru hesar
framsýningar í Havnini og
í Klaksvík.
Havnin hevur allar
meguleikar at menna,
taða og birta uppundir tað
skapandi, men sum tikið
verður til »at ein verð er
uttanfyri Verona< ella
„der er en verden vest for
Valbybakke«. Føroyingar
kundu sagt: »Ein verð er
uttanfyri Torgarå«.
Havnin dregur til sín,
men Havnin er eisini
mennandi. Nógvir impuls-
ar koma higani og leypa
upp um Tórgarð og fara
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — Ivamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
“
ið
HR
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
í Fuglafirði
følandi fram um stræti og
flottar, elta og nerta við
viðkvæmar sálir, ið búgva
millum fjøll.
Í Fuglafirði hava tvey
ungfólk sett eina framsýn-
ing upp í hornorkestur-
rúminum nú um dagarnar
og er hetta ikki hvenn-
dagskostur her í bygdini.
Men hóast tað liggur
mangt í bygdini í duldum
og grør og sprettur umsi3-
ir.
Hesi síðstu árini hava
fleiri ung ment seg í tón-
leiki og sangi og vísir tað
seg, at tey eisini gera seg
galdandi við myndandi
list. Jákup Olsen hevur
saman við norskari
kvinnu, Eva Christen-
Holm, sum er búsitandi í
Fuglafirði, sett hesa fram-
sýning upp-
Vatnlitsmyndir, blý-
antstekningar og nakrir
fáir málningar vóru við á
hesi framsýning. Um Ják-
up er at siga, at hann hev-
ur verið á Varmakeldu-
framsýningini tvey tey
seinastu árini og við á
Ólavsekuframsýningini i
fjør.
Tekningin er grundar-
lagið undir allari mynd-
andi list. Handverkid i
myndini eru oftani eisini
vid til at leggja lunnar
undir framburðin í mynd-
ini. Kanska ofta enda allir
listamenn sum góðir og
ringir handverkarar. Um
tekningarnar hjá Jákupi
er at siga, at flatukenslan
er góð, brúkið av svarta
blýantinum er sera gott,
umhvervið í myndini er
ikki hvenndagsligt men
sjáldsamt.
Góðar vóru kvinnu- og
manslýsingarnar av fólki
higani úr bygdini, her fød-
ir myndin seg sjålva, so
ikki noyðist tann vitjandi
at leita í heilarásunum fyri
at finna fram til eitt gott
úrslit. Somuleidis við
teimum fáu náttúrulýsing-
unum, sum vóru við á
framsýningini.
Jákup er ein góður tekn-
ari og handverkari. Tað,
sum sprettir her, ber boð
um eitt felið fólk, við-
kvæmið, nærlagt. Hetta er
grundarlag undir góðum
listafólki.
Norska Eva Christan-
Holm er grafikari og hetta
sporast í myndum henn-
ara, og somuleiðis er tað
útlendska árinið eisini við
í myndum hennara.
Tað glampandi, sum er
kring okkum í Feroyum,
við elementunum, fangar
útlendingurin beinanveg-
in, men ofta tendrast
henda glóð nó so skart í
myndum teirra. Tað graf-
iska árinið vekir myndir-
nar hjá hesum norska úti-
seta.Elementini vagga
kveikjandi aftur og fram
og í summum myndum
nóg so skart, men sporini
av handverki hennara
man óivað vera tað, sum
foðir og klæðir myndirnar.
Jú, gávur hevur henda
norska kvinnan.
Vit takka teimum báð-
um fyri tiltakið, sum tey
hava gjørt hesar dagarnar
í bygdini og ynskja teim-
um ein góðan byr í fram-
tíðini.
Frits Johannesen