Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið Nr. 151 — 22. desember 1984 eftir Adam Oehlenschlåger Ørvaroddur gjørdi mong brøgdini sum høvdingi, bædi til lands og til vatns. Hann var gitin um øll norður- lond, men á einari av ferðum sínum, helt hann, at tað hevði verið sum ein roynd at farið at sætt meira av stóru verð. Hann sigldi til Sikilsoyar og kastaði akker síni útfyri einari klost- urborg, har abbatin, Hugo beyð hon- um til gest. Hetta var ein heiligdag, og Oddur kom niðan til eitt stórt hús, hvers maka hann aldri hevði sæð. Teir hegu, reyðu múrarnir tóktust honum himmalhegir, við hegum, smelum vindevgum. og tornið enn . hægri, so tað tykti honum vera upp til skýggja, so fuglar, ið ikki ansaðu sær, rendu móti spírinum. Men tað ið var mest undrunarsamt, var at húsið sang! Hann hoyrdi týðiliga eina harða redd koma út haðani, ið ikki kundi stava frá mannatungu, men kravdi aðra stóra blástrahjálp. Har vóru heldur ikki lúðrar, floytur, trummur ella tílíkt. Oddur trein inn, í fylgi við mongd av fólki, ið tyktu honum at vera sjúk og ússalig, tí tey góvu seg og suff- aðu, summi grótu, og ell slettu kalt vatn á seg, úr kari, ið stóð við dyrnar, fyri ikki at svíma. Oddi tykti hetta vera stuttligt at síggja. Stórt gudahov var, mætari enn smáu stokkastovurnar har heima, har gudarnir sótu pyntaðir sum dukkur á træbrýkum. Her hingu tær fagrastu myndir. Har sá hann Óðin í skýggjunum, sum ein gamlan hevd- inga, reyðskortaðan, men við gráum skeggi. Baldur stóð fyri blótstein- inum við gull-kransi um hevur, eins og Ørvaroddur; men kransurin var leysur av hárinum, hann sveimaði omanfyri hevur hansara. Freiu sá hann eisini við yndisligum små- drongi í fevninginum, og mongd av fogrum ljósálvum. Kirkjan sang al- samt, men hann dugdi ikki at síggja, hvaðan ljóðið kom. Vindeyguni vóru full av blómum; men tað vóru sjáld- samar blómur, og legin vindeygu, tí, tá tey tóktust opin, vóru tey kortini heil, og blómurnar vóru sum kleimd- ar upp á vindeyguni, á eina ósjón- liga plátu, ið var kransað við blýggi. Oddur undraðis á, at øll fólkini fullu til kníggja, tá ein lítil klokka ringdi, og lóg og tryglaðu og benaðu við foldaðum hondum, sum var tað lívið tað galt, tó eingin gjørdi teim nakað til meinar. Ørvaroddur tímdi ikki vera stand- andi har sum skuðsjón millum øll hesi ið lógu á knøum, tí hann så væl, at teim dámdu einki at hann ikki eis- ini lá fram eftir grúgvu, sum tey. Men fallið til kníggja hevði Oddur enn aldri gjørt fyri nøkrum. Hann fór tí og setti seg í ein krók, og lýddi á henda vakra sang, ið svartklæddir menn sungu, og hetta tókti honum so undurfagurt, at hann hevði ikki verið fyri slíkum fyrr. Men tá ein av teim svartklæddu steig upp á eitt hásæti, og helt eina langa reðu, ið Oddur ikki skilti eitt orð av, stein- sovnaði hann, og vaknaði fyrst, tá abbatin, ið var eina eftir í hellini, ruskaði í hann. Tað var einki at undrast yvir, at Oddur hevði tikið av, tá abbatin beyð honum i land, og at teir gjørd- ust góðir vinir, ti Hugo var ein nor-" maður, sum á ungum árum var kom- in til Sikilsoyar, í einum krígsskara; var vorðin klerkur, og síðan komin so hegt upp, at hann nú sat sum abbæti yvir klostrinum. Oddur mátti siga honum tíðindi heiman úr Noregi, og takkaði honum mikið fyri, at vera boðin í hetta vakra gudahovið, har Óðin og Freia vóru málaði á veggirnar, og sjálvur Bald- ur hin góði stóð fyri blótsteininum. Hugo abbæti risti kross fyri sær, at Oddur skuldi mistaka seg so, og mælti: >Veitst tú ikki so frægt, at tú er í einari kirkju? Hvussu kanst tú ditta tær, at halda Gud Faðir, Jesus Krist og Mariu moy vera avgudar, og heilaga altarið vera ein blót- stein?« — >Ég veit einki betur at taka tey fyri,< segði Oddur; „veitst tú nakað betri, so er tað gott fyri teg, um tú vil læra meg hetta, so fyri meg við. Eg vil fegin vita nakað um hvíta Krist, hvers navn øll hesi syðru fólkini nevna við so stórari virðing. Er tað tær einki ímót, so verði eg her hjá tær einar tveir mánaðir; mær tervar hvíld og ró, eftir allar hesar vikingaferdirnar«. — >Tú ert vælkomin, segði Hugo og beyð honum við sær innar í klostrið. Abbætin át við tólv munkum í matarhøllini, og hesir undraðust yv- ir henda vakra, stóra fremmanda heidningin, ið ikki skilti eitt orð av tí teir segdu, men meðan hann talaði við abbætin í donsku tungu, uttan at ansa tað, — teir høvdu so nógv at práta um — át Oddur mest alt, á borðinum stóð. „Her er vorðið sum gott at vera,« segði Oddur. >Her er so deiliga sval- ligt í hesum hallunum, sólin brennur sum í nekrum bakarovni um hádagin. Er tað altíð so ræðuliga heitt her« — »Her í Italiu er eingin vetur; men í fjøllunum er kavi og is- Ørvaroddur á Sikilsoy ur,< — >Fjellini her spýggja jú eisini eld,< segði Oddur. >Tað lysti meg at sætt, einaferð, tað má vera ein stór- bar sjån.« — >Ver hjá mær eina tíð,< segði abbætin, so vil tú nokk fáa hetta at síggja. — >Fólk liva væl her hjá tykkum,« segði Oddur. „Eta tit og drekka tit altíð so leski- ligt?« — »Ja, men ikki friggjadagar og leygardagar, tá fasta vit.« — »Njota tit so einki, púra einki?“ spurdi Oddur, >tað hevði eg ikki hildið til.« — >Jú,< svaraði abbætin, „fisk, egg, breyð, vín, salat og annað av grón.< — »Helvtin er ivaleyst,« segði Oddur. >Fiskur, egg og hveiti — tað er jólamatur fyri flestu norð- menn, men tykkara olju og salat kunnu tit hava sjálvir. Við oljuni kunnu gomlu kellingar tykkara smyrja rokkarnar, og eg eti ikki grasið frá rossunum.« Abbætin læi, og hann mátti týða tað ið Oddur segði fyri munkunum. Teir stuttleikaðu sær eisini yvir hetta, og gjørdust góðir við hetta risavaksna barnið, við kempumegi, men sum mátti venjast sum óviti, um annað skuldi spyrjast burtur úr honum, uttan ein stórur slags- bróður. Fyri at læra málið, mátti Oddur læra at kenna bókstavir fyrst. Ein gamal munkur helt skúla fyri smá- børnum hjá fólki har í grannalagn- um, og læt spyrja Odd, um hann vildi læra at lesa hjá honum. Hetta vildi Oddur fegin. Abbætin gav honum eina ABC-bók, vakurt skriv- aða, við einum hana fyrst í bókini. — „Hetta er Heimdals hani,< segði Oddur; »hann stendur á ælabog- anum, og ansar øllum, hann skal eis- ini síggja Odd læra at lesa.“ Abbætin hevði sagt Oddi, at hann fekk skúlafelagar, men um aldur og útsjónd hevði hann einki hoyrt. Oddur var fyrsti maður í skúla næsta dagin, abbætin kom sjálvur við honum. Har stóð eitt langt borð, við beinkjum til báðar síður, og fyri endanum sat skúlameistarin við einum rísi liggjandi framman fyri sær. Oddur spurdi hvat hesin urta- kusturin vildi siga, tað vóru jú eingi blomstur á honum, hann luktaði vist ikki væl. Abbætin segði honum, at av tí, at skúlafelagar hansara vóru bern, máttu tey tyktast við rísi, tá tey vóru let ella óvorðin, við tær er eingin neyð, helt Hugo smílkandi. Oddur tók hetta so álvarssamt, at hann einki láturligt sá í hesum, hann helt tað vera púra beint, at bern vórðu hartaði, ið vóru vanskettin ella óstill, og eisini tað rímiligt, at skúlameistarin ikki nýtti rísið til sín. nttu bernini var hann vanur at kela fyri og kína. Í fyrstani firnaðust tey henda hega, fýrskorna mannin, við tjúkkum, gulum skeggi, men skjótt kunnaðust tey við hann. Hann sat ofta við einum barni á hverjum knæ. Soleiðis gekk væl framá við læruni, var okkurt, ið knípti honum at fata, so hjálptu smáu knæsetararnir honum. Soleiðis lærdi hann skjótt bók- stavir, orð og mál. Tær føgru bøkur- nar vid listarligum myndum, mål- adar i gullgrund dåmdi honum væl at lesa i. Abbætin vildi strax skyra hann til kristnan mann, men Oddur segði: >Tú ætlar væl ikki, at tað skal gangast mær, sum mongum av landsmonnum okkara, ið bara lata seg skýra fyri at fáa ein vakran, hvítan leriftsserk? Lat meg fyrst vita rætt, hver Kristus er, áðrenn eg tilbiði hann !< Hetta tókti abbætin vera skilaliga talu. Tó lærdi Oddur kristindómin betur av munnligari læru enn av lestri. Halgisøgan, ið hugaði honum best, var tann um heilaga Kristoforus. >Tað er mín maður,< segði Oddur, »Eg tæni eis- ini tí sterkasta, og tað kenni eg, er tann hvíti Krist. Nú kunnu tit skýra meg.« Hetta skeddi stutt eftir við stórari hátíð. -y varstu, Umsett hevur Viggo Dalsgaard Onkur, ið lesur hetta, kanska skilir ikki, hví Ørvaroddur og Hugo abbæti talaðu saman á donsku tungu, teir vóru jú norðmenn. Hetta kemst av, at tað mál, ið varð talað um øll norðurlond í fornøld, varð nevnt danska tunga. Soleiðis nevnir t.d. Snorri Sturlason málið ið tá varð talað og skrivað. Umsetarin —