leygardagur 22. desember 1984síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A ——
Nr. 151 — 22. desember 1984
bokarummæli
Hall
Steinbjørn B. Jacobsen :
Hall — skaldsøga
Havn, 1984.
Skaldsøgan Hall er um ein
mann, sum eitur Hallur;
hann hevur verið niðri og
lært til grannskoðara, men
hóast tað nú gongur á eðr-
um ári, síðan hann kom
heimaftur, gongst honum
illa at falla til. Ikki tí, at
honum leingist niður aft-
ur, men hann kennir seg
heimleysan, livir sum í ein-
um tómrúmi, og hóast
hann hevur nógv vinarlig
fólk rundan um seg, tykist
alt honum so óviðkomandi
— hann virkar styggur,
stirvin og trekur, ikki ó-
fyrikomandi, men fjarur.
Tað skal sigast beinan-
vegin, at segan er væl
skrivað og lætt lisin. Fyri
stóran part eru tað ger-
andisligar hendingar, fitt
og »vanlig« fólk, sum her
verða lýst — og við tokka.
Tey verða ikki dømd sum
verri menniskju fyri tað,
at Hallur ikki dugir saman
við teimum.
Her skal ikki verða
greitt frá tilburðum ella
gongdini í seguni, men
eitt sindur um frásegu-
háttin hjá Steinbirni.
Við eygunum hjá Halli
síggja vit nútíðar sam-
felagið, partar av tí. Men
ongantíð verður ein av-
gjørdur dómur ella for-
deming smoygd niður yvir
lesaran. Hallur er ikki
sjálvklókur ella sjálvrætt-
vísur, hann er tvertur-
ímóti ivamaður og smæð-
ist fyri at líkjast burtur úr
fjøldini. — Hann eygleiðir
bilarnar — býarmyndin
verður í stóran mun lýst
við, um nógvir ella fáir
bilar eru á vegnum, sipað
verður til eina syndarliga
ferðsluvanlukku, men
kortini er eingin greið van-
virðing av tí stóra fer-
oyska bilflotanum.
Hallur vitjar ein vin-
mann og konu hansara,
sum errin vísa honum tey
nýggju stóru húsini og alt
tað fína, tey hava drigið
sær upp í reiður. Hallur
evundar teimum ikki, men
hann undrast, tí tey eru so
nógv broytt frá tí hann
kom saman við teimum.
Hallur. Vinstrahallur?
Ella bara lagghallur? Vit
fáa varhugan av, at onk-
untíð hevur verið meira lív
í honum. Onkur sigur um
hann, at hann meðan hann
var niðri var ein av hesum
»reydu fanunum«. Men i
hesum tidarskeidinum,
søgan er um, nevnir hann
einki beinleiðis um sina
politisku áskoðan. Og tå ið
hann verður biðin um at
koma við at fyrireika 1.
maidagshald, sigur hann
treyðugt ja.
Hann fer á fund, uttan
eldhuga, og sama er við
fundarfólkunum flest: tey
koma mest fyri at hava
okkurt at savnast um. Tey
koma dellandi ov seint ella
meta ikki upp, og 1. mai-
dagshaldið, ið vera skal,
tykist tilvildarliga fyri-
reikað. Ein lítil setningur
frá hesum fundi lýsir
greitt tað vanabundna og
ótíðarhóskandi kynsrollu-
býtið: Hallur situr saman
við eini gentu, sum eitur
Annika, og „hóast tey øll
kendu Anniku betur, varð
mest prátað við hann.«
Hallur hevur ikki stóran
lut í hesum 1. maidags-
haldi, men tað forðar ikki
fyri, at hann verður
»hongdur út< í einum blaði
við skendskari umtalu.
'um
tíðindablaðið
Símun Sámal er samstundis komin út á íslendskum.
Tann íslendska útgávan eitur Símun Pétur
Simun Sámal
Søgan um Símun Sámal
snýr seg í hevuðsheitum
gerandisdagin hjá
honum, ein gerandisdag
sum flestu bern í barna-
garðsaldri munnu kenna
til.
Símun Sámal er fýra ára
gamal, hann býr á Hvíta-
nesi saman við mammu
síni og pápa sínum. Hann
gongur í barnagarði, tí for-
eldur hansara arbeiða úti.
Tá hann hevur>frí<, spælir
hann við vinir sínar á
Hvítanesi.
Vit hoyra um hending-
ar, sum fyri vaksin kanska
ikki tykjast at vera so
týdningarmiklar, men
sum fyri bernum kunnu
vera stórhendingar. Sum
til demis hvussu um-
skiftið frá veggustovu til
barnagarð kennist. Ella tá
tey trý, Símun Sámal,
Gunnva og Heini spæla,
at tey sigla úti í verðini
vid »skipinum« og leikurin
gerst so veruligur, at
ræðsla kemur á tey, og tey
fara at ivast í, um skipið
finnur leiðina heimaftur
gjegnum mjerkan.
Tá mamman einaferð er
á skeiði, hugna Símun
Sámal og pápin sær við at
baka piparnetur. Tá hend-
ir eisini eitt lítið óhapp,
sum Símun Sámal tó
sjálvur fær rættað upp-
aftur.
Vit hoyra um sam-
bandið millum abban og
Símun Sámal. Teir báðir
eru ofta saman, tí abbin
býr eisini á Hvítanesi. Ein
spurningur, sum upptekur
Símun Sámal nógv er, hví
omman ikki býr hjá
abbanum meira. Hon er
farin til Danmarkar og
ætlar sær ikki at koma
aftur.
Einasta minus í hansara
annars so fyrimyndarliga
umhvervi er, at omman
manglar. Hetta er eftir
míni meting eisini einasta
minus við bókini sum
heild — ikki at omman er
rýmd, men tann umtal hon
fær. Símun Sámal spyr
upp í saman og skilir ikki,
at omman kann finna
uppá ikki at koma aftur.
Hetta kanska tí hann ong-
antíð fær eitt reiðiligt
svar. Ødrumegin veit abb-
in væl, hví omman er far-
in, hon hevur sjálv sagt
honum tað. Hinvegin slær
hann tað upp í látur og
sigur, at hon er farin í
Síða 15
Daells Varehus at leita eft-
ir bíligum kjólum og tol-
sum hon hevur
mist. Skilji ikki rættiliga,
hvat Martin Næs vil við
hesum; um hann vil lýsa
samlívstrupulleikar í okk-
ara samfelag, verður tað
gjert ov einsíðugt.
Martin dugir ógvuliga
væl at liva seg inn í barna-
sinnið. Tað er eisini her
styrkin í bókini liggur. A
einum einfaldum, lætt-
lisnum máli, sum ikki er
heilt uttan skemtiligan
dám, lýsir hann barna-
verðina. Eisini teir trupul-
leikar bern í dag hava at
dragast við. Tey vaksnu
sum ongantíð koma, tá
inum,
rópt verður á tey, tey
skulu altíð fyrst »bara
vaska upp“ ella »bara
sópa<. Tey vaksnu spyrja
eisini so nógv ístaðin fyri
at práta.
Við hvert hóma vit ein
farra av misnegd við okk-
ara lívshátt. Mest gjegn-
um foreldrini, sum ongan-
tíð hava tíð, men eisini
gjøgnum mannin í buss-
inum, sum biður Símun
Sámal tiga ella fara út.
Samanumtikið er hetta
ein ógvuliga fitt bók, ið í
stødum setur spurnar-
tekin við okkara sam-
felagsskipan, sum ikki
just setir børn i håsæti.
Myndirnar, sum Thora
Sigurðardóttir eigur, eru
sera litfagrar og lívligar.
Tað er ein stuttleiki at
hyggja at teimum.
Eitt íslendskt forlag
hevur staðið fyri útgávuni
av bókini.
mt
Tad gevur trupulleikar å
arbeidsplåssinum. Men
hvat ið meira er, tað fær
Hall at kvaklast við eitt
sindur at fáa ábreiðslur
frá stjóra sínum. Hann
verður illur, men verjir seg
ikki. Men eftir hetta tyk-
ist tað sum meira hepi
verður á tonkum hansara,
vreiðin veksur fram um ó-
megdarkensluna, og hann
setur sær fyri at seta
skjøtul á og sleppa sær
burtur úr tí sporinum,
hann er komin í. Móti end-
anum á seguni setur hann
seg at skriva, kanska eina
skaldsegu. Ella kanska
hann fer at gera okkurt
heilt annað. Vit fáa ið
hvussu er varhugan av, at
har henda segan sleppur,
fer okkurt at henda við
Halli. Okkurt gott —
Onkursvegna ger hesin
endin, at lesarin, sum við
gleði og samhuga hevur
lisið bókina, eisini leggur
hana frá sær við gleði og
góðum treysti til, at sam-
felagið eisini hevur brúk
fyri fólki sum Halli, og at
hansara gávur og lyndi
skulu koma til sættis.
Elin Súsanna Jaocbsen
Í samband við at Jens Beck á Skála fyrr í ár
fylti 80 ár hevur vinmaðurin Albert skrivað
hesa feðingardags- og jólaheilsuna.
Ólavur Halgi
Hann átti mangan vinin
hann eigir nógvar enn
tit kanna hann av navninum
enn telist hann blant menn
um aldurin er høgur
ei leggur hann frá sær
ein hjálp hvar ið tå tørvur er
JENS BECH hann gevur tær.
At siga sigli søgur
úr stóru víðu verð
frá frumskógum til Equador
til Grenlands harsku sker
hann Kina strendur sigldi
ja bæði tjúkt og tunt
frá Hong Kong út til
Singapore
ja tað var honum unt.
At syngja glaðar dagar
tað mangan glaðan ger
JENS BECH vit allir heiðra teg
tað gera vit nú her
vit hava siglt har úti
vit kenna Singapore
ja Notara Steet var góð
tey siga Ave Moore.
Títt næsta lív har úti
um ei í Singapore
vit goyma øll tey minni
tú taldi her umborð
vit hegt í meti seta
tín sið títt mið og mál
tillukku Jens vit metast her
at drekka vinar skál.