Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið Nýggja landsstýrið fer at virka sum ein katastrofunevnd Neyðugt vid strongum tiltøkum fyri at fáa búskapin upp- aftur á rættkjøl. Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við formann Javnaðarfloksins, Atla Dam, um búskaparligu støduna, foroyska samfelagið er í, nú vit skjótt byrja eitt nýtt ár. Vit spurdu fyrst Atla Dam, um tað er av taktisk- um orsøkum, at hann og Javnadarflokkurin hava roynt at mála búskapar- ligu steðu Feroya við so dekkum litum nú upp- undir valið og nú nýtt landsstýri skal skipast. Hann sigur: - Tað er sjálvsagt nær- liggjandi at halda, nú eitt landsstýrisskifti stendur fyri, og Javnaðarflokkurin meguliga verður ein av landsstýrisflokkunum, at tað er eitt taktiskt út- gangssteði at mála við dekkari litum, enn ein fyrr hevur gjert fyri seinni at kunna boða frá, at nú hava tey tiltøk virkað, sum samgongan hevur sett í verk, og núr er tann poli- tikkuri farin at sýna úr- slit, sum samgongan hevur lagt. Samfelags- útbygging út um alt mark Tað var hetta, sum hendi, tá Pauli Ellefsen fyri fýra árum síðani tók við sum legmaður: at hann setti eina mynd upp við fikt- ivum telum, sum skuldu sýna, at tað var eitt stórt samfelagshall. Men at so ikki var, hevur gongdin jú týðiliga prógvað hesi fýra árini, har tað omaná tann politikk, sum framman- undan varð rikin, hevur er £ verið gjerligt at fremja eina velduga samfelagsút- bygging. Men samstundis eina samfelagsútbygging, sum er farin út um alt mark, tá hugsað verður um viðskifti okkara við út- londini. So tað er ikki av taktisk- um grundum, at tey fáu tel og tey figgjarligu útlit, sum sagt er frá, hava verið myrkari. Tað er veruliga nakað, sum er komið fram í teimum samráðingum, sum hava verið um skipan av einum komandi lands- stýri. Eg havi ávarað — Men hvat siga hesi tel okkum? — Tey eru rættiliga nå- greiniliga tey somu, sum eg sjålvur havi åvarad ímóti nú í 3 år, har eg m. a. fyri meira enn tveimum árum síðani vísti á, at við teirri gongd, sum tá byrj- aði, vildi uttanlandsskuld foroyinga verða millum 3 og 3,2 milliardir kr. við árslok 1984. Og tølini, sum nú eru framkomin, sýna at uttanlandsskuldin er3,1 milliard ella 62 % av bruttotjóðarúrteku okk- ara. Hevði hetta verið eitt úrslit ein kundi yvirtikið og broytt frá fyrsta degi, so var kanska ikki so nógv at siga um tað. Men sum so ofta sagt fyrr, so byggir eitthvert stýri á herðarnar á tí undanfarna og tær av- gerðir, sum tiknar eru. hava lagt útviklingin fast- an eina tíð framyvir. — |. ÆÐ KR ga = .. 7 Á á me < Avgerdir binda tvey år fram — Tað er veruliga so í dag, sigur Atli Dam víðari, - at tær avgerðir, sum frá- farandi landsstýrið hevur tikið og framvegis tekur, nú beint meðan tað er á veg út gjøgnum hurðina, tær binda eini tvey ár fram í tíðina, soleiðis at tað er væntandi, at uttan- landsskuld føroyinga um tvey ár nærkast fimm milliardum kr. Og tá er veruliga uppaftur sterri vandi á ferð. Atli Dam vísir síðani til tað, sum hagfreðingar siga. — Teir vísa á, at tað er ikki væntandi, at vit fáa tann stóra veksturin í bruttotjóðarúrtekuni, so- leiðis at uttanlandsskuld- in verður umleið 90% av bruttotjóðarframleiðsluni. Og tá skal so stórur partur av hesi framleiðslu leggj- ast til viks frammanundan til at gjalda rentur og av- dráttir aftur, at ov lítið verður eftir til at reka samfelagið fyri. Tá er tann vandi fyri, sum víst varð á undir valstríðnum, at Fer- oyar kunnu koma undir umsiting av eðrum — lán- gevarunum ella denum. Hann er veruliga í durun- um. Vandin í durunum — Hvussu langt burturi er tann vandin ? — Tað er tað, sum eg sigi, at vit koma í ta stødu, at vit hava eina skuld, sum er meira enn 80% av tí, og p” rr” 1 i Ord: jan Myndir: kalmar sum verður framleitt i hes- um samfelagnum saman- lagt, tá er vandin har. Um tað ikki hesi komandi tvey árini eydnast at fremja tí- lík tiltøk, at tú avmarkar hesa gongdina ella sleppur at broyta nakrar av teim- um avgerðum, sum eru tiknar, so er vandin veru- liga í durunum. — Hverjar kunnu broytast ? — Tað er ógvuliga av- markað. Loyvi til skipa- avgerðir iløgur, sum eru givin, byggisáttmálar, sum eru gjørdir, stuðulsjáttanir, sum eru játtaðar, alt er slíkt, sum torfert er at gera umaftur, tá borgarin hevur fingið sín rætt í hesum máli. — Er tað ikki neyðugt at broyta nakrar av tiknum avgerðum ? — Tað letur seg helst ikki gera, í hvussu so er ikki í sterri mun. Men tí er neyðugt við eðrum og rættiliga strongum tiltøk- um. Stýring og prioritering — Men var tað ikki júst Atli Dam, sum plagdi at siga, at vit eiga ikki at spara okkum burtur úr kreppum, men at fram- leiða okkum úr teimum ? — Tað er rætt. Eg plagdi at siga, at tað ber ikki til at spara seg burtur úr kreppum, og tað ber heldur ikki til at avmarka tað almenna virksemið so PI A OT Neyðugt verður við strongum tiltøkum, tá nýtt landsstýri fer út i Tinganes at stýra Føroyum komandi fýra árini. Nr. 24 — 23. februar 1984 Atli Dam, formaður Javnaðarfloksins nógv, at stórt arbeiðsloysi verður úrslitið. So bert tað loysir onga kreppu. Men sjálvsagt má haldast aftur og sjálvsagt má ein neyv stýring og prioritering til viðvíkjandi tí, sum kortini skal gerast hesi árini. Og harafturat må dentur leggjast á at royna at framleiða seg burtur úr steðuni, soleiðis at brutto- tjóðarúrtekan aftur fer at vaksa. Framleiðslan má broytast Men við teirri gongd, sum verið hevur og við tí stødu, sum feroysk fiskivinna er í í dag, so er ikki so lætt at síggja fyri sær ein vekst- ur, tí bert at oysa fleiri tons og kilo av fiski uppá land, sum hvert sær geva eitt minkandi skiftisavlop til virkini, tað er í sær sjálvum eingin leið. So nakað av tí, sum verið hevur frammi um broytta framleiðslu, sterri góðsking av vørunum, eitt fjølbroyttari úrval í fram- leiðsluni og ein betri seld til eitt sterri tal av keyp- arum, hetta er avgjert neyðugt at fremja, skal bert eitt sindur av javn- vág koma í aftur fram- leiðslu, sum vit í dag eru forir fyri at gjalda aftur við. Farmaskipini — ein proppur Men alt hetta gerst ikki eftir einum degi, og tí eru tær ov stóru ílegur, sum eftir stuttari tíð eru gjørd- ar í ein ávísan part av framleiðslutólunum, so darvandi. Sum eg fyrr havi sagt, eru hesar iløgur í farmaskip vorðin ein proppur í tí búskaparliga æðralagnum. Ílegurnar hver fyri sær hava iva- leyst verið skilagóðar, men í og við at tær ikki geva pening ella kasta nakað av sær at byrja við, og at so nógvar av teimum eru framdar eftir so stutt- ari tíð, so hevur hetta lagt hald á stóran part av okk- ara orku, at tað er so av- markað, hvat gerast kann. Tað er jú soleiðis við ein- um proppi, sum situr í ein- um æðralagi, at fær tú fyrst ein lítlan streym at koma igjøgnum, so gongur skjótari við at fáa tiðnað tann stóra proppin, men sum er, so geva iløg- urnar i farmaskip i løtuni knappliga til rentur. Tær geva ikki til avdråttir cz