Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 24 — 23. februar 1984 tíðindablaðið Sosialurin Síða 9 ein stórur partur av teim- um gevur hall. So íkastið til bruttotjóðarúrtekuna er einki. T.v.s. at tað er onnur framleiðsla enn framleiðslan frá hesum vinnutólunum, sum skal vera við til at gjalda tað, sum gjaldast skal hesa tíð- ina, ti føroyska samfelagið er kortini ein heild, sum skal svara sínar skyldur uttanlands. Tí nyttar tað so lítið at tosa um al- menna og privata skuld, um positiva og negativa skuld. Skuldin er har, og hon skal gjaldast. Tervandi ílegustýring — Er tað ikki eitt sindur hugstoytt at vita sær, at borgarliga landsstýrið hevur lagt munandi størri dent á at byggja upp eina tænastuvinnu heldur enn at gera ílegur í framleið- andi vinnulívið ? — Við teimum avmark- aðu meguleikunum, sum hava verið fyri at fremja fleiri ílegur í fiskiveiði og framleiðslu av fiska- verum, so var tað nokkso náttúrligt at hugsa um farmaskipavinnu sum eina alternativa vinnu, men har skuldi ein stýring havt verið, soleiðis at tú ikki framdi iløgur meira enn eitt ávíst hvert árið í hesa vinnuna, tí tað er so avmarkað, hvat tai av ar- beiðsplássum hetta gevur. Har er tað at vit hava tikið ov rívan til. Og á sama hátt er tað við iløg- um, sum kortini eru framdar í fiskiskipaflotan. Tað fráfarandi landsstýrið var eitt lands- stýri, sum segði at hava sett bann fyri innflutningi av skipum. Kortini eru væl hesi seinnu árini kom- in so nógv nýggj skip inn í vinnuna, sum sjáldan fyrr. Kostnaðarmikil skip, ell somul konstruerað til studning, soleiðis at tað er so sum so við nyttuni av teimum mongu tonsunum vit hava fingið meira upp, tí hvert av hesum hevur verið ógvuliga studnings- krevjandi. Og sum sagt, tær dispositiónir, sum eru gjørdar, merkja, at tað framvegis eru einir 15 til 17 trolarar á veg inn í veiðu eftir hesum somu fiskaslegum til ein vaks- andi studningsterv. Í og við at ein hevur mist eftir- litið við studningsskipan- ini, er ein harvið eisini komin longur út í krepp- una. Stýrd útskifting av fiskiflotanum — Men hevði tú sitid vid rædid, hevdi tu so hildid aftur vid skipailøgunum ? — Nei, tad ber sjålvandi ikki til i fullan mun, men eg havi alla tíðina talað um eina stýrda útskifting av fiskiflotanum, um ein sera neyvt umhugsaðan ílegupolitikk til ávísar veiðihættir, minni troytt fiskasløg og eina avmark- ing, í og við at ein skiftir út í flotanum, so hvert nýtt kemur til. Tað hevði eisini havt tann fyrimun, at ein ikki hevði havt hesa ógvuliga óveruligu prísleguna fyri brúkt skip, sum hevur skapt ein veldugan speku- latiónsmeguleika, sum aftur tappar landskassan og aftur ekir um uttan- landsskuldina. Men gjørt er gjørt, og eg havi fyrr sagt, at vit i åvis- an mun hava medåbyrgd i hesum og mugu so nú royna at stýra frægari, tá ið ein tíð er fráliðin hesi hálvtannað til tvey árini, sum verandi samgonga longu hevur disponerað fyri. Landsstýrið = Katastrofunevnd ! So komandi landsstýrið verður í byrjani at virka sum ein katastrofunevnd, sum må fremja tey mest neydugu tiltøkini fyri at fáa til vega fyrst tað veld- uga hall, sum er i studn- ingsskipanini og síðani orku til at fåa eina posit- iva framleidslu i gongd aftur. Tå eg sigi velduga hallid i studningsskipanini, so er tað so, at jåttadar eru 233 mill. kr. i studuli til fiski- vinnuna i hesum figgjar- ári, meðan brúkið eftir øll- um at dema við teimum studningum, sum sam- tyktir eru og tí veiðu, sum verið hevur og verður, kemur at vera einar 360 mill. So útgangssteðið hjá tí samgongu, sum skal fyriskipa komandi fíggjar- lóg er, at bert á tí eina økinum, grein 16 á fíggjar- lógini, er eitt hall uppá 350 til 400 mill. kr. Konkret tiltøk! — Hvørji konkret tiltøk verða sett í verk, um Javn- aðarflokkurin verður við í eini samgongu ? — Tað er ikki gjørligt at siga í letuni. Fyri tað fyrsta er ikki givið, at Javnaðarflokkurin verður ein av samgonguflokkun- um, hóast mangt er, sum bendir á tað í løtuni og harnæst vildi tað verið skeivt móti teimum flokk- um ein skal samarbeiða við at fara at tosa um ávís konkret tiltøk eitt nú á skattliga økinum, á tolløk- inum og viðvíkjandi býtinum á teir ymsu herð- arnar í samfelagnum, áðr- enn ein endalig og verulig semja er gjørd, og áðrenn ein komandi samgonga hevur havt meguleika at analysera viðurskiftini til fulnar. Tí vit mugu minn- ast til, at tað vit higartil hava havt á borðinum eru tøl, nøkur lyklatøl, sum visa eina munandi verri buskaparstødu enn sit- andi samgonga hevur sagt frå. Analysa neydug Men hesi lyklatøl eru ikki nóg mikið. Tað skal ein analysa til av hverjari einstakari vinnugrein til tess at koma inn á eina aðra gongd. Men sum sagt ein broytt framleiðsla, fleirtáttað framleiðsla, meira vidgjørd framleiðsla og munandi betri sela, tað eru nakrar av teimum fyrstu fortreytunum fyri at nakað av hesum skal halda fram, sum vit liva av í løtuni, tí bert hetta at skera flak, frysta í blokk ella í nakrar fáar serfram- leiðslur er væl nakað sum við tíðini gevur ov lítið til at rinda framleiðslukostn- aðin. Alivinna — ein glotti — Men taka vit alivinn- una, so hevur hon ein stór- an figgjartørv og hvussu kunnu tit ganga hesum tervi á meti, um tað skal ansast eftir hverjum oyra? — Tíbetur er eitt sera positivt og bjart framtíð- arútlit í alivinnuni, og tað eri eg persónliga ógvuliga fegin um, tí sum kunnugt, so byrjaði hetta sum eitt positivt samarbeiði mill- um tað almenna og priv- ata, har tað almenna nú í nekur ár hevur borið kostnaðin av at fáa vinn- una fram til tað hon er í dag, og nú vísir tað seg sum um tað er eitt veru- liga gott framtíðar útlit í hesi vinnuni. So tann vinnan má prio- riterast hegt í. v. s., at hon má hava sín figgjanartørv nektaðan framum so mangt annað í samfel- agnum, sum so má setast longur aftur í reðina. Vit mugu samstundis hava fyri eyga, at ein ikki bert framhaldandi í hesi vinnuni eins og í ov stóran mun hevur verið gjørt i fiskivinnuni, kann koyra við eini skipan, har tað almenna tekur alla á- byrgdina og kostnaðin, meðan tann privati bert tekur vinningin uttan at leggja nakað serliga til sjálvur. Ábyrgdin inn aftur í vinnuna Tað má fíáast meira ábyrgd inn í aftur vinnuna á sama hátt sum ein nú má fáa eina veruliga ábyrgd innaftur í hevuðsvinnuna, fiskivinnuna og í víðari viðgerð av fiskaverum. Har hevur tað tíanverri verið soleiðis, at lands- kassin hevur verið koddin, sovast kundi á, men har tað hevur víst seg at vera ein vinningur, so var hann privatur. — Nú hava fiskifreðing- ar víst á vandan, at ov nógv skip leggjast á fiska- stovnarnar. Verður neyð- ugt at geva skipunum kvotur? — Eisini á tí ekinum vildi tað verið skeivt at sagt, hvat skal gerast, men tað er heilt greitt, at veruliga strong tiltek mugu fremjast, sum tryggja eina skynsama stovnsrekt, tryggja móti ovveiði í teimum einsteku fiskastovnunum t. Y.s. sum trygd, at veiðitrýstið á teir ymsu stovnarnar verður so væl býtt sum gjørligt og við minst meguligum skaðavirkn- ingi, tí livandi rikidømi má sleppa at endurnýggja seg sjálvt. Tá vit eru komin hartil, at vit eru farin at veiða sjálvt tað grundar- lag, sum skal endurnýggja framtidarmøguleikarnar, tå eru vit komin ov langt ut. Strong tiltøk So har verða strong tiltøk at fremja. Å ti almenna økinum verða strong til- tek at fremja. Tað verður ein neyv prioritering at fara fram viðvíkjandi tí, sum skal fremjast av ílog- um og tað skal jú fram- vegis fremjast nógv av iløgum og tað skal fram- vegis nógv rekast á al- mennum grundarlagi so sum sjúkrahús, skúlar, vegagerðir o.a., sum eru almennar uppgåvur, ið ikki kunnu leggjast deyð- ar hesi komandi árini. — Klára tit at halda tey mongu vallyftini um berg- hol, vegir og havnir? — Tað er torført at siga, men meiningin er at leggja eina slíka prioritering, so- leiðis at ein kann klára sum mest, um ein so verð- ur noyddur at halda eitt sindur aftur at byrja við. Karmar mugu setast Tað mugu setast upp karmar m.a. viðvíkjandi årligum iløgum. Og tað er heilt greitt, at ein kann ikki hava eina velduga nýggja havnaætlan gang- andi samstundis sum SEV fremur hundraðmillióna í- løgur og samstundis sum landsverkfreðingurin fremur hundraðmillióna í- løgur og samstundis sum sjúkrahúsverkið skal fremja hundraðmillióna í- legur og onnur eki skulu fremja hundrað millióna kr. ílegur. Her må ein karmur setast fyri hvert eki og fyri tað samlaða virksemi einsvæl og ein karmur má setast fyri lán- tekur uttanlands útyvir tað, sum sitandi lands- stýri longu hevur bundið okkum til komandi. — Men skulu tit til at minka um játtanir til yms- Fiskaaling er ein av glottunum. ar stovnar so sum lands- verkfreðingsstovnin fyri bert at taka hann sum demi, so fer tað at hava vid sær arbeiðsloysi ! — Setur ein ein karm fyri ílegurnar og minkar í einum stað, so verður hann framvegis útfyltur við tað, at virksemi er á einum eðrum stað, og minkar ein í einum stað so verður virksemi í einum eðrum. Tað er greitt, at ein vil ansa eftir ikki at fremja skerjingar har, sum tær gera mest megu- ligan skaða við at skapa arbeiðsloysi. Tey veiku skulu bera minst — Men hesi strongu tiltek tú her sipar til, mugu fara at merkjast í samfelagn- um, hvussu og hver fer at merkja tað ? — Tað er heilt greitt, at allir borgarar koma at merkja hetta í fyrstu syftu í hvussu er, og eitt av teimum vallyftum sum Sosjalurin telf. 11820 givin eru, er at royna at lata vera við at lata teir veikaru herðarnar bera ov nógv av hesum byrðum. Tað vilja vit royna at halda, men harí liggur samstundis, at mark er fyri, hvat kann fremjast av veldugum reformum eitt nú innan sosiala sekt- orin og viðvíkjandi lenar- ábótum hjá vanligu lenar- stættini. Tað er greitt, at í fyrst syftu verður tað av- markað, hvussu nógv vit kunnu gera har. Men so hvert vit fáa lagt nakrar av hesum byrðunum yvir á herðar, sum orka at bera betri og so hvert vit fáa ell tey eki í samfelagnum, har óskattaður peningur virk- ar og har eitt óskattað for- brúk fer fram, annaðhvert inni í feløgum ella yvir av- skrivingar ella yvir spekulatiónsvinningar, har eingin verulig virðis- øking liggur aftanfyri — so hvert tú fær tikið hetta upp í skattaskipanina, so hvert eru meguleikar fyri at lætta aftur. Framhald