Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-01-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. januar 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mútler Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Tingið eigur at siga nei til apartheid FØROYA LØGTING kemur saman aftur mánadagin. Tá byrjar ein nýggj tingseta. Tá byrjar helst eisini eitt nýtt tíðarskeið við eini nýggjari stjórn. Fýra flokkar hava funnið saman og hava teir allir samtykt eitt samgonguskjal, sum arbeiðast skal eftir komandi fýra árini. Í hesum skjali eru ávís mál nevnd. Men sjálv- sagt eru mong mál og spurningar, sum fara at verða løgd fyri tingið komandi árini, ikki nevnd i skjalinum. Ta hevði tað verið alt ov rúgvismikið. TAÐ ER heldur ikki óvanligt, at tingið ger samtyktir um mál, sum snúgva seg um viðurskifti úti í stóru verð — at tingið vísir sína misnegd ella samhuga við eitthvert aðrastaðni. VIT FARA tí her í blaðnum at bera eina áheitan víðari til Føroya Løgting. Áheitanin er frá Desmond Tutu, tí litta suðurafrikanska prestinum, sum júst hevur fingið fridarheidursløn Nobels fyri arbeiði sítt til frama fyri teimum littu í heimlandinum. Henda åheitan er eitt ynski um, at øll rætt- vísishugsandi fólk og lond venda rasuskilnaðarpolitikkinum í Suður- afrika — APARTHEID — bakið. At m.a. politikarar í ødrum londum royna at leggja trýst á hvíta minni- lutastýrið í Sudurafrika soleiðis, at tað sleppur rasuskilnaðarpolitikki sínum. FØROYA LØGTING hevur áður gjørt samtyktir um mál, sum eisini hava áhuga fyri og viðvíkja ðrum londum. Eitt nú samtykti løgtingid, at før- oyskt øki skal vera kjarnorkuvåpna- fritt øki. Ein slik avgerå hevur skapt virðing fyri okkum aðrastaðni. Samtykkir legtingið nú at mótmæla rasuskilnaðarpolitikkin í Suðurafrika, vísa vit samstundis samhuga við tann trælkaða litta meirilutan har. Tað skapar virðing fyri fólki okkara. VIT EIGA sjálvsagt ikki at leggja okkum út í innanhýsis viðurskifti í einum geðrum landi, men tað er oddagrein skylda okkara sum borgarar í einum demokratiskum samfelag at stuðla teimum, ið líða undir órættvísi, um ikki annað so moralskt. EINKI rætthugsandi menniskja eigur at góðtaka, at milliónir av littum suðurafrikanarum verða trælkaðar av einum fátali av hvítum. Vegna húðalit sín hava tey littu ikki atgongd til somu og frægu skúlar sum tey hvítu ella til somu arbeiði, og heldur ikki til somu bústaðir osfr. Almennir bygn- inaar, viðalundir, baðstrendur, mat- og drykkjustovur, frítíðarpláss osfr. eru bert roknað til tey hvítu. Her hava tey littu onga atgongd. HVÍ er hetta so, og hvat verður endin, spyr presturin Desmond Tutu! Hesin kirkjunnar maður hevur staðið fram í sínum kristna starvið og víst á hetta órættvísi. Hann hevur áhaldandi og við stórum dirvi talað at apartheid — í sínum heimlandi og í ødrum londum. Hann ynskir ikki vápnað stríð við tey hvítu. Hann ynskir at broyta viður- skiftini á ein friðaligan hátt. VIT hoyrdu og sóu hann í sjónvarp- inum nú um dagarnar, har hann heitti á øll heimsins lond um at leggja trýst á hvíta stýrið í Suðurafrika. Hann segði, at verður hetta ikki gjørt, so kann væl henda, at tey littu missa tolið og fara í hernað ímóti teimum hvítu. Hetta ynskir kristni presturin Tutu ikki. Hann vil, at tey littu og tey hvítu skulu liva lið um lið — í friði og sóma — men við somu møguleikum. HETTA gerst tó bert, um umheimurin letur hvíta stýrið í Sudurafrika vita, at hann tekur als ikki undir við apart- heidpolitikkinum, sum førdur verður. Og Føroyar eru ein partur av umheim- inum. Vit lata ti åheitanina frå Des- mond Tutu fara vidari inn um tinggått og vóna at tikið verður væl ímóti henni. jamú = - Nr. 2 — 5. januar 1985 »Vinnusnildi« Nu skal takast rivan ti, um skil aftur skal fåast å sorada buskap okkara Nógvastaðni er lítið at heinta, hetta bæði smámanninum og so kallaðum vinnurekandi, hóast mikil munur er i hvussu ymsir av teimum seinnu eru fyri. Vit hava tíðanbetur altíð hesum landi átt fólk, ið hættaði sær undir vinnulig tiltok, hóast iva- somu útlitini. Tíðanbetur hava vit eisini havt og hava tað enn gott verkafólk á øllum ekjum til fremjan av alskyns virkisætlanum Sum gamal andi skal eg tó loyva mær at vísa á vandan í, at ábyrgdin fyri vinnuligum úrslitum ikki longur liggur hjá vinnuni Sjálvur hevði eg skip í mong ár. Eginpeningurin var lán í fastari ogn, nakað av jorð og so í húsunum. Rættuliga væl gekst ong- antíð. Tó so, eg baksaðist við hetta heili 14 ár og vóru tað ikki so fáir sum hesu árini fingu sína út- komu burturúr hesum strevi. Men sum frá leið mátti eg gevast. Ég sat eftir við húsunum, men jørdina, sum eg satt at siga ikki hevði stórvegis hug til ella skil fyri at gera nakað við, misti eg. Eg legðist uppí og átók mær fyrifallandi arbeiði, til eg fyri nøkrum árum síðani gavst. Havi havt eitt nekun- lunda áhugavert lív, mein- ing hevur so í ellum forum verið við tí, men nakað ríkidemi kom eg ikki til, heldur hinvegin, men frein yvir, at síggja egin bern eins og bernini hjá skips- feløgum mínum vaksa »sorgleyst« var okkum skipsfeløgum besta lønin fyri strevið. Men avskrivingar, sum vit kenna tær í dag, ella sum tær nú vera nýttar, komu okkum ikki til hugs. « VIL OV lía al privat flestu skip, útvið helming av proviantinum etin í landi av vinum og kenn- ingum, suður og norð í ótíð uppá skipið, leigan út í dýra dóma av egnum húsum til amboð hjá egnum báti, amboð, ið eins væl kundu ligið út ja Guð aleina vitið, hvat ikki nú verður keypt uppá nakkan á hesum vanlukku ferðir skipum kallað >revisorsnild Ér urslit av hesum »revisor magiid«, so hava hesir roknskapartrællar = verið samfelagnum til sterstu ólukku. Men tíðanbetur eru énn vinnulívspersónar, ið nekunlunda duga sær hógv í so máta og hava í huga privata ogn og nýtslu og hvat má tilkoma vinnuni. Mín vón skal bert vera, at teir menn, sum nú standa fyri vinnu okkara, og sum frá tí almenna hava fingið betur semdir enn nakar undan teimum, av ollum alvi leggja seg eftir at skyna á, hvat privat er, hvat vinnunar partur er og hvat »keis- arans< er. Kunnu teir ikki tað, so hava teir svikið álitið, sum vit gjøgnum landskassa og aðrar almennar stuðuls- skipanir hava sýnt teimum. Tað má og skal arbeiðast dúgliga í hesum landi og ikki minst nú um ræður at fóta okkum aftur. Tíðirnar broytast, so eisini vit, men vágiligt er sum uppfatan feroyngsins av veruligum arbeiði er broytt. At liva av at keypa og selja hver til annan er Eysturoyar Røktar- og Ellisheim Runavík Søkt verður eftir 1 hjálparfólki til klædnavask o.a. 20 tímar um vikuna. Kunnleiki til seyming ein fyritreyt. 1 hjálparfólk til køkin 20 tímar um fikuna. Umsóknin I L en én in - ag e | i SeMasta 180) 19. jan, 1999 ikki nóg mikið fram leiðslan til útflutnings má ekjast, helst ikki bert nøga men meira í ul flutningsvirði. Men líta vit okkum íkring í Føroya landi, so mugu vit ógvast yvir, hvussu nógv fólk í mun til íbúgvaratalið sum veruliga livir, fyri ikki at siga florerar, av at keypa og selja. Júst hetta hevur verið vanlagna íslendinga. Vit kunnu við rætti ilskast inná teir stórkeyp menn, ið áður sótu á ellum handli og skipum. Hesir menn, sum eins nóg fólkið sun 11 skipa roknskaparligi hurlu vasin hjá hesum ongantíð var, tað hann er hjá okkara vinnurekandi í dag. Vinna var fyri teimum vinna og handil handil. Eg skal verða hin sein- asti til at ynskja gomlu tíðirnar aftur í Feroyum, men neyðugt er avgjert, at vit nú veruliga gera okkum greitt, hverja merking vit leggja í ávíka- vist vinnu og handil. Gott handilsfólk er góður gripur fyri land sum okkara, sum tørvar so nógv uttaneftir. Ikki minni gripur er gott ídnað- arfólk, ið setur æru í gott ídnaðarverk landinum at frama. Men fólk, sum bert fjeppast uppií hesum ella hasum handilsliga ella ídnaðarliga bert fyri at troyta »holini«, skuldu tikið sær annað fyri. Vón mín skal vera, at nýggja landsstýrissam- gongan strax fer til verka fyri við greiðari reglugerð- um enn higartil at áseta hvat rætt er ella ikki. Hin- vegin ber ikki til at lóg- geva fyri vinnuligum ella eðrum morali, men kanska eitt sindur av tiltrongdari uppruddan hevði tálmað teir grimastu nakað. vinnulívsmaður