fríggjadagur 14. januar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 9 - 14. januar 2000
Solei›is virka
n‡ggju gjøldini
Brúkar telefonina sjáldan. Tosar
eina samrø›u um dagin og eina
um kvøldi›. Hvør samrø›a er 3
minuttir.
Mi›aln‡tsla: 10 samrø›ur um sam-
døgri›, av teimum 1/3 um dagin og
2/3 um kvøldi›. Harafturat eru
samrø›ur til fartelefon.
Hevur 7 telefonir. Tær 7 telefon-
irnar hava hvør í mi›al gó›ar 5
samrø›ur hvønn yrkadag, herav
eisini uppringingar til fartelefon.
Tel 30 30 30 · Fax 30 30 31 · www.tele.fo
Smábrúkarin
Familjan
Miðalstóra virkið
Verandi
1.februar 2000
Munur
Minuttgjald - fastnet dag
0,70
0,38
-45,7%
Minuttgjald - fastnet nátt
0,35
0,24
-31,4%
Minuttgjald - GSM dag
2,80
2,40
-14,3%
Minuttjgald - NMT dag
1,90
1,70
-10,5%
Minuttgjald - NMT nátt
0,95
0,90
-5,3%
Uppringingargjald
0,30
0,40
+33,3%
Mána›argjald fastnet
89,00
115,00
+29,2%
Mána›argjald ISDN
135,00
175,00
+29,6%
Mána›argjald fartelefon
89,00
115,00
+29,2%
Á›renn
201,50
Aftaná
194,50
Sparing
6,70 kr
Sparing
3,33 %
Talvan vísir gjøldini vi› mvg, sum tey ver›a frá 1. februar 2000.
Á›renn
563,95
Aftaná
503,40
Sparing
60,55 kr
Sparing
10,74 %
Á›renn
2.858,00
Aftaná
2.439,00
Sparing
419,00 kr
Sparing
14,66 %
Føroya Tele hevur seinastu árini mi›víst arbeitt fram ímóti at fáa skapt tær
ney›ugu fortreytirnar fyri at lækka telefongjøldini í Føroyum.
Nú hevur Føroya Tele enn einafer› lækka› minuttgjøldini at galda frá
1. februar. Her eru nøkur dømi um, hvussu broytingarnar virka.
Fyri fólk, sum als ikki brúka telefonina, ver›ur ein hækking upp á 26 kr. um mána›in.
Omanfyri er bert rokna› vi› uppringingum frá fastari telefon, og uttanlandssamtalur eru ikki tiknar vi›.
Legg til merkis, at tú sparir upp í 45% av minuttgjaldinum.
Síggj neyvaru útrokningarnar fyri roknistykkini omanfyri á: www.tele.fo
SANSIR TEL 355 355
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Fjølmiðlarnir bera í dag
boðini um, at starvsfólk á
landssjúkrahúsinum verða
søgd úr starvi komandi dag-
arnar.Einasta grundgeving-
in fyri hesum uppsøgnum
sigst vera neyðugar sparing-
ar vegna ov lága játtan á
løgtingsins fígggjarlóg, t. v.
s. at hesar uppsagnir eru
ikki grundaðar á neyvt út-
greinaðar kanningar, ið
vísa, at tørvur ikki er á nú-
verandi tali av starvsfólk-
um, og at hetta tí eigur at
verða minkað.
Neyvan er nakar føroy-
ingur, ið ikki kennir vána
støðuna, heilsuverk okkara
er í eftir áralanga fíggjarliga
niðurpíning. Dagligi tørvur-
in er fleiri starvsfólk, júst
tað mótsatta av tí, leiðslan
leggur upp til. Í staðin fyri
at fara inn við einari bøtandi
hond, verður steinur lagdur
oman á byrðu teirra, ið
frammanundan royna at fáa
niðurpínda heilsuverkið at
hóra undan.
Dupult ørkymlandi er at
frætta, at partur av uppsagn-
unum sigst verða neyðugur
fyri at fíggja enn eitt lag
oman á ein yvirbygning,
hvørs
vøkstur
seinastu
mongu árini als ikki stendur
mát við veruleikan, ein yvir-
bygningur, hvørs leiðsla
higartil ikki hevur megnað
at stýrt stovninum- tvørtur-
ímóti.
Miðflokkurin heitir stað-
iliga á landsstýriskvinnuna
at steðga fráboðaðu upp-
sagnarætlanunum og at at
krevja leiðslu landssjúkra-
húsins at standa til svars fyri
Áheitan á landsstýriskvinnuna
í Almanna-og heilsumálum
ómenniskjaligu og bein-
leiðis skaðiligu ætlanir sína
Vinarligast
vegna Miðflokkin
Jenis av Rana,
løgtingsmaður
Sjúkrarøktarstjórin
er nú settur
EIRIKUR LINDENSKOV
Frá 1. apríl at rokna verður
Marin Vang, sjúkrasystyr,
sett sum sjúkrarøktarstjóri
á Landssjúkrahúsinum.
Marin Vang tók prógv
sum sjúkrasystir í 1969.
Hon tók víðariútbúgving til
deildarsjúkrasystir og sjúkr-
asystralærara á Danmarks
Sygeplejerskehøjskole
í
1978 og framhaldsútbúgv-
ing innan leiðslu í sjúkra-
røkt á Danmarks Sygeplej-
erskehøjskole í 1998. Um-
framt hetta hevur hon tikið
lut á fleiri eftirútbúgvingum
og skeiðum innan sjúkra-
røkt, pedagogikk, leðislu og
fyrisiting.
Hon hevur havt leiðandi
størv innan fleiri sjúkrahús
í Danmark. Eitt skifti var
hon
fyristøðukvinna
á
Sjúkrasystraskúla Føroya.
Nú Marin Vang tekur við
starvinum sum sjúkrarøkt-
arstjóri á Landssjúkrahúsi-
num, kemur hon út einum
starvi sum varafyristøðu-
kvinna á Diakonissestiftel-
sen Ældrecenter á Frede-
riksberg.
Grindir í Føroyum í 1999
Dagur
Hvalvág Hvalir Skinnatal
Slag
14.
mars Tórshavn
132
1.357
grindahvalir
15.
juli
Sandavágur 112
809
grindahvalir
25.
juli
Bøur
72
449
grindahvalir
2.
aug.
Klaksvík
196
2.077
grindahvalir
30.
aug.
Vágur
15
68
grindahvalir
4.
sept. Klaksvík
4
48
grindahvalir
8.
sept. Vestmanna
34
423
grindahvalir
28.
sept. Leynar
43
266 1/2
grindahvalir
Tils.
8 grindir við
608 grindahvalum uppá 5.398 1/2
ella 269 gyllin og 18 1/2 skinn
Góðskutrygging í fiskiídn-
aðinum olg Innaneftirlit í
fiskiídnaðinum. Hesi eru
heitini á tveimum bókum,
sum eru útkomnar. Bøkur-
nar eru úrslit av ein i verk-
ætlan, sumhevur til enda-
máls at gera frálærutilfar
um innaneftrilit í fiskiídn-
aðinum. Verkætlani er fíggj-
að av Fiskimálastýrinum.
Bókin »Góðskutrygging í
fiskiídnaðinum«
viðger
vandamál fyri góðskuna á
matvørum úr fiski, so sum
bakteriur, virus, eiturevni,
sníkar og annað. Bíkin
viðger eisini vanligt mikro-
lívfrøðiligt eftirlit og krøv-
ini til trygging av heilsu-
góðskuni á sjómati grundað
á
altjóða
viðurkendu
HACCP-skipanina. Herum-
framt eru kaptilar um rein-
gerð og sóttreinsan í fiski-
ídnaðinum og krøv til inn-
rætting av fiskavirkjum.
Zakaris Svabo Hansen hev-
ur týtt úr donskum eftir bók
hjá Hans Henrik Huss. Bók-
in er 108 blaðsíur og kostar
150 kr.
Hin bóklingurin, »Innan-
eftirlit í fiskiídnaðinum«
viðger uppbygging av eini
innaneftirlitsskipan á fiska-
virki ella verksmiðjuskipiæ.
Øll myndugleikakrøv við-
víkjandi innaneftirliti verða
viðgjørd og greitt verður
frá, hvørjar skipanir ein fyr-
itøka kann seta í verk fyri
at lúka krøvini. Bókin gevur
á henda hátt ítøkiliga leið-
beining um uppbygging og
íverkseting av einum innan-
eftirlitskervi. Rithøvundur
er Janet Fríða Johannesen.
Bókin er 70 blaðsíður og
kostar 100 krónur.
Bøkurnar, sum báðar fá-
ast í bókahandlunum, eru í
fyrsta lagi ætlaðar til skeði
í innaneftirliti. Á skeiðum,
sum Fiskivinnuskúlin skip-
ar fyri, fara tær at verða
nýttar. Fyrsta skeiðið byrjar
31. januar. Bøkurnar fara tó
eisini at verða brúktar í van-
ligari undirvísing á Fiski-
vinnuskúlanum eins og at
tær veru viðkomandi fyri øll
fiskavirki og virki, sum
virka aðrar matvørur enn
tær úr fiski.
Kistan við
HERMAN JACOBSEN
ættaður úr Víkarbyrgi, búsitandi í Havn
fer frá Landssjúkrahúskapellinum hósdagin kl. 17.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin
kl. 13. Sálmabókin verður brúkt.
Familjunnar vegna
Hilmar og Danjal Johan Jacobsen
Jarðarferð
Tvær bøkur um frálæru
innan fiskiídnaðin
Svartkjaftagullið
ORÐIÐ svartkjaftur er aftur at síggja og hoyra
í almenna orðaskiftinum. Hesin pinkufiskur,
sum fáur av okkum hevur givið stórvegis fær
um nú í mong ár, hóast hann er gullverdur
fyri stóran part av okkara fiskivinnu, er nú
aftur komin í „rampuljósið“. Tað er bráddliga
aftur „in“ at tosa um svartkjaft.Orsøkin er tann,
at um ikki so langa tíð verður hesin stovnurin
kvoteraður, og hetta merkir, at føroyingar
koma at fáa eina kvotu, sum neyvan røkkur til
alla ta vinnu, sum í dag antin beinleiðis ella
óbeinleiðis livir av hesum fiski.
SENDINGIN í sjónvarpinum mikukvøldið um
júst svartkjaftin var ein av teimum góðu. Við
relevantum spurningum og fjølbroyttum vinkl-
um megnaði verturin - sum ikki einaferð - at
seta ljóskastaran á eitt sera álvarssamt mál.
Hvør eigur svartkjaftin, hvat fáa vit burtur úr
honum, hvussu skal hann býtast í framtíðini
osfr? So mikið týdningarmikil er hesin fiskur
fyri føroyska samfelagið, at hann fer uttan iva
at eiga stóran part av almenna orðaskiftinum
næstu tíðina. Mangt bendir á, at svartkjafta-
gullið, ið svimur í føroyskum sjógvi, er og
verður ikki minnandi týðandi enn tað svarta
gullið, sum møguliga liggur undir havsins
botni. Sera forvitnisligt og áhugavert at tað at
kunna staðfesta, hvussu stóran týdning eitt
einstakt fiskaslag hevur fyri so stóran part av
flotanum, fyri flakatrolararnar, fyri rækjubát-
arnar, fyri nótabátarnar, fyri Havsbrún og fyri
alivinnuna. Soleiðis kundi verið hildið fram at
reksa upp allar tær vinnugreinar, sum antin
beinleiðis ella óbeinleiðis liva av svartkjaft-
inum.
HESIN fiskurin hevur jú verið brúktur sum
býtisfiskur við russar og norðmenn serstakliga
í mong mong ár. Vit hava fingið dýrar rækjur
og tosk í býti fyri svartkjaft. Og nú alivinnan
er komin fyri at verða og tekur seg meira og
meira inn á vanligu fiskivinnuna, er nettup
svartkjafturin eitt av svarunum til hesa succes.
Svartkjaftur er nevniliga týðandi partur av
fóðrinum hjá alifiski.Men hvussu verður, tá
kvotuavmarkingarnar koma? Verður tá nokk
til allar tær ymsu vinnugreinarnar, til flaka-
trolarar, rækjubátar, nótabátar og fóðurvirki?
Nú er so eisini tað nýggja komið inn í myndina,
at vit fara at gera matvøru burtur úr svart-
kjaftinum úti á feltinum. Hetta er roynt fyrr við
minni góðum úrsliti. Nú verður so aftur settur
skjøtil á eitt nú við framleiðslu av surimi. At
man í størri mun fer at brúka svartkjaft í
beinleiðis matvøruframleiðslu er bara at fegn-
ast um. Tað er so ein fjøltáttan av vinnuni.
EIN spurningur, ið tó hevur verið lítið frammi,
er støðan hjá stovninum. Eru vit við at niður-
fiska hann? Tá taka vit tilverugrundarlagið
undan okkum. Og hvat við øðrum fiskastovn-
um, sum liva av svartkjafti? Her eru mangir
spurningar at umrøða, og tí eigur tjakið um
svartkjaftin at fáa eitt týðandi pláss í miðlunum
í komandi tíðum. Er svartkjaftagullið við at
gleppa okkum av hondum?