fríggjadagur 14. januar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 9 - 14. januar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 9 - 14. januar 2000
Les í morgin
Fyrsta violinin
kostaði 9 rublar
Nicolaos Kapnas er komin úr sovjettiska
lýðveldinum Usbekistan, umvegis
Grikkaland og Belgia, til Føroya. Hann
hevur spælt violin, síðani hann var 9 ára
gamal, og nú er hann musikklærari í Før-
oyum. Les søguna um mannin, sum hevur
tikið ferðina úr tí kommunistiska Sovjett-
samveldinum til frælsa vestureuropa
Toleransa
er boðskapurin
»William Heinesen hevði ikki verið
William Heinesen, um hann skrivaði á
føroyskum. Ein stórur partur av
spenninginum í málinum stavar nettupp
frá, at William er føroyingur, sum skrivar
um Føroyar á donskum,« skrivar Jógvan
Isaksen millum annað á 100 ára degnum
hjá mæta rithøvundinum
og mangt annað
Í seinasta innanhýsis blað-
num hjá norsku SM-Grupp-
en stóð, at eitt felag í bólk-
inum, ið kallast SM Triplex,
er við at gera avtalu við In-
jector Door um umboðan av
trollemmum teirra. Blaðið
vísir á góðu úrslitini frá
royndum við trollemm-
unum, bæði á Det Danske
Norskt felag selja
trollemmarnar úr Vági
Institut for Fiskeriteknologi
og á trolroyndir hjá føroysk-
um, donskum og norskum
skipum.
SM Gruppen væntar sær
nógv av russiska marknað-
inum, og í løtuni verður ar-
beitt uppá at koma inn á
marknaðin á amerikansku
vesturstrondini og Alaska.
Síðani stendur New Zea-
land fyri tørni.
Umframt avtaluna um
umboðan av trollemmunum
úr Vági arbeiða SM Grupp-
en og Injector Door eisini
við ætlanum um licensfram-
leiðslu av lemmunum til
suður- og miðamerikanska
marknaðin.
Norska
SM-Gruppen
hevur fyri stuttum keypt
virkið Datronik, ið føroy-
ingurin Arnbjørn Durhuus
eigur. Felagið Datronik, ið
m. a. er kent fyri undir-
vatnsmyndatól til aliringar,
virkaði fyrr í Føroyum, men
flutti til noregs undir krepp-
uni.
Helgi Larsen hevur uppfunnið framkomnu trollemmarnar, sum eru gjørdir við flogtøkni sum fyrimynd
Mynd: John Johannessen
Norska SM-Gruppen skal umboða føroysku Injector Door trollemmarnar á
norska og á russiska marknaðinum - og seinni eisini í New Zealandi. Arbneitt
verður eisini við eini licensavtalu um framleiðslu
Góði laksaprísurin seinastu
mánaðirnar hevur merkt, at
útflutninigurin í 1999 var
væl størri enn vænta. Hetta
kemur hinvegin at ávirka
forsøgnirnar fyri útflutning-
in í ár.
Alarar hava seinastu mán-
aðirnar tikið allan tann fisk-
in, ið var búgvin at slakta,
fyri at njóta gott av góða
prísinum. Seinastu tølini
vísa, at samlaði útflutning-
urin í 1999 kom upp á
34.416 tons av laksi og síl-
um í kruvdari vekt, sum
svarar til uml. 41.000 tons í
rundari vekt, móti 20.362
tons í 1998.
Meðaprísurin 23,5 kr
Enn eru ikki neyvar útrokn-
ingar gjørdar av meðalprís-
inum, men mett verður at
hann hevur ligið um 23, 50
pr. kg. Hetta merkir, at út-
flutningsvirði í 1999 av alda
fiskinum var uml. 950 mió.
kr í mun til 430 mió. í 1998.
Fyrr í ár var mett, at útflutn-
ingurin í 1999 fór at liggja
um 35.000 tons í rundari
vekt, og at útflutningurin fór
at økjast til 48.000 túsund
tons í ár 2000. Stóra og
framskundaða tøkan í 1999
merkir, at útflutningurin í ár
verður á sama støði.
Laksaútflutningurin
tvífaldaður
Slíkar forskjótningar við
marknaðarprísinum eru ikki
óvanligar. Í 1998 hendi júst
tað øvuta. Vegna vánaligan
prís seinast á árinum, var
slagt útsett til fyrra part av
1999. Útflutningurin í 98
var tí bert 20.362 tons í
rundari vekt, meðan hann
var 22.205 tons í 1997,
skrivar Vinnuhúsið í tíðind-
askrivi.
Bíðilistar leingjast munandi
ÁKI BERTHOLDSEN
– Verða fleiri sparingar
framdar á Landssjúkrahús-
inum, ja ..... so er onki eftir.
Helena Dahl Olesen,
deildarssjúkrasystir á B6 á
Landssjúkrahúsinum dylir
ikki fyri, at hon er skelkað
av, at spariknívurin enn
einaferð er settur á Lands-
sjúkrahúsið.
Tað var á leiðslufundi
mikudagin, at sjúkrahús-
leiðarin, Jákup Mørkøre,
kunngjørdi, at tað verður
neyðugt at spara góðar
tríggjar milliónir í ár fyri at
halda játtanina.
Tað merkir, at 20-27 fólk
skulu sigast upp í næstum,
alt eftir, hvussu harðliga
farast skal fram.
Og sum ikki einaferð
verður tað aftur nú røktar-
økið, sum verður harðast
rakt av sparingunum.
Tí upp til 12 sjúkrasystr-
ar skulu sigast úr starvi, alt
eftir, hvussu langa uppsagn-
artíð, tær hava.
Tær flestu hava seks mán-
aða uppsøgn.
Ætlanin var, at uppsagn-
irnar skulu sendast teimum
í hesi vikuni.
Nógv longri bíðilistar
Eftir, hvat skilst, er ætlanin
hjá ovastu leiðsluni ikki, at
virksemið á Landssjúkra-
húsinum skal minkast, hó-
ast upp til 12 sjúkrasystar
verða sagdar úr starvi.
Tí ætlanin hjá leiðsluni er
nevniliga ikki, at talið á inn-
leggingum skal lækka, hó-
ast deildirnar nú fara at
verða verri mannaðar, enn
tær hava verið.
–Men tað er heilt ómøgu-
ligt, staðfestir deildarsjúkra-
systirin á B 6 beinanvegin.
–Vit hava spart hvørt ein-
asta ár øll kreppuárini.
– Men samstundis er talið
á innleggingum og viðgerð-
um munandi hækkað
– Og tað sigur seg sjálvt,
at fyrr ella seinni koma vit
til eitt mark, har tað ikki ber
til at spara meiri.
– Og tað markið er longu
rokkið.
Helena Dahl Olesen sig-
ur, at tað svitast ikki, at tær
sparingarnar, sum ætlanin
nú er at seta í verk, fara at
føra til, at færri fólk verða
løgd inn á landssjúkrahúsið.
Tá ið manningartalið
aftur nú skal minkast, ber
heilt einfalt ikki til at taka
ímóti líka nógvum sjúkling-
um, sum vit hava gjørt, sig-
ur hon.
– Og tað merkir so aftur,
at bílilistarnir til tær ymsu
viðgerðirnar fara verða
longri framyvir, enn teir
longu eru.
Sum eitt dømi vísir deild-
arsjúkrasystrini á, at á medi-
sinsku deild vóru 4.412 fólk
innløgd í 1998.
Í 1999 var talið uppi á
4.582 fólkum, sum vórðu
innløgd á medisinsku deild.
Men hesa seinastu tíðina
hava tey ásannað, at tað er
ov nógv við teirri manning
tey hava, so tey hava roynt
at skorið tað niður, tí hvørja
ferð eitt fólk verður innlagt,
er tað ein heilt ávís manna-
gongd, sum skal fylgjast.
Og tað er eitt mark fyri,
hvussu nógv fólk tað
yvirhøvur ber til at leggja
inn.
Og við teimum sparing-
unum, sum ætlanin nú er at
seta í verk, ivast hon ikki í,
at talið á innleggingum
munandi niður.
Sostatt fara bíðilistarnir at
leingjast munandi, leggur
hon afturat.
Men hvørjar innlegging-
arnar vera, eru sjálvandi alt-
íð í samráð læknarnar.
Long bíðitíð á inten-
sivu deild.
Hon vísir á, at sjálvt á int-
ensivu deild er langur bíði-
listi.
– Har eru tey longu nú
farin at skriva sjúklingar
upp til kanningar, innlegg-
ingar og viðgerð í juni mán-
aða, so hara er talan um eina
bíðitíð uppá 5 til 5 1/2 mán-
aða.
Og tað sigur seg sjálvt, at
hóast allir sjúklingar, sum
hava bráðfeingis hjálp fyri
neyðini, sjálvandi verða
innlagdir, er tað sera óhepp-
ið, at tað er so long bíðitíð
á eini intensivari deild.
Hon vísir eisini á, at fleiri
deildir hava longu brúkt
meiri pening hini árini, enn
tey hava fingið játtað, so at
tær koma allar í tað nýggja
árið við skuld, sum eisini
skal avgreiðast.
–Men hetta er bara ein
tekin um, at vit hava mangla
fólk hini árini, og at vit hava
verið noydd at boðsent
fólki, sum annars hava havt
frí, til arbeiðis.
– Og so at skerja uppaftur
meiri í ár, ber slett ikki til,
uttan at tað fær avleiðingar.
Dygdin ikki nóg góð
Helena Dahl Olesen sigur,
at allar tær mongu sparing-
arnar raka eisini sjúkling-
arnar á tann hátt, at dygdin
í viðgerðini er ikki nóg góð.
– Longu sum er, mugu vit
ásanna, at dygdin er ikki
tann besta.
– Vit hava ikki nóg góðar
stundir til hvønn sjúkling.
Ikki minst merkist hetta á
tíðini, sum vit hava til at
upplýsa
sjúklingin
um
sjúkustøðuna, um viðgerð-
ina, um, hvussu hann sjálv-
ur skal bera seg at og annars
um alt tað, sum tað er neyð-
ugt at práta við hann um.
– Tað hava vit ov lítla tíð
til, sum er, og tað er eitt
afturstig fyri viðgerðina.
Deildarsjúkrasystirin
leggur afturat, at hon torir
at siga, at hetta gevur eisini
baksláttur á tann hátt, at
fólk verða innløgd aftur av
tí at tey ikki hava fingið so
góða viðgerð og upplýsing-
ar sum tey áttu, fólk, sum
annars ikki høvdu verið inn-
løgd, um alt var, sum tað
átti.
20-27 sigast úr starvi
ÁKI BERTHOLDSEN
Ímillum 20 og 27 fólk skulu
sigast nú upp á Lands-
sjúkrahúsinum.
Hetta er avleiðingin av
teimum sparingum, sum
leiðslan á Landssjúkrahús-
inum ætlar at seta í verk í ár
fyri at kunna halda játtanina
á fíggjarlógini.
Løgtingið hevur í ár játtað
Landssjúkrahúsinum
193.863 milliónir til lønir.
Men skuldi tað havt fing-
ið nóg mikið til lønarhækk-
ingarnar uppá 6,35%, og til
útreiðslurnar uppá 1,6 milli-
ón til tað nýggju leiðsluna í
sambandi við bygnaðar-
broytingarnar, skuldi játtan-
in verið 3.248 milliónir
hægri.
Men afturat hesum koma
upphæddirnar, sum ymsar
deildir hava brúkt ov nógv
árini frammanundan og sum
skal vinnast innaftur. So-
statt verður neyðugt at siga
onkustaðni ímillum 20 og
27 fólkum úr starvi, alt eftir,
hvussu harðliga fram verður
farið var boðskapurin frá
Jákup Mørkøre, sjúkrahús-
leiðara, á leiðslufundinum
mikudagin.
Ikki minst verður røktar-
økið hart rakt av sparing-
unum, tí upp til 12 sjúkra-
systrar skulu sigast úr starvi.
Harafturat skulu eitt ella
tvey fólk sigast upp á lab-
oratoriunum, umframt trý
fólk, sum koyra sjúkrabilin
í Eysturoynni. Samstundis
er ætlanin at privatisera
sjúkraflutningstænastuna í
Eysturoyvvi.
Eisini er ætlanin at siga
tveimum fólkum upp á
snikkaraverkstaðnum
og
fýra fólkum á maskinverk-
staðnum.
Men harafturat er ætlanin
at leggja vekslaran, húsa-
vørðarnar og sjúkraflutn-
ingstænastuna saman.
Sum er, sita tvey fólk
hurð um hurð og taka tele-
fon um næturnar og hildið
verður, at tað er nógv mikið
við einum fólki. Men um
dagin skal ein portørur
hjálpa til og samskipa tæn-
asturnar hjá portørunum.
Samstundis skal fólkið í
vekslaranum á skeið at læra
seg at taka ímóti samrøðum
um bráðfeingis sjúkraflutn-
ing. Somuleiðis er ætlanin
at samskipa portørarnar og
húsavørðarnar, tí í báðum
førum er talan um flutning
og goymsluvirksemi.
Við hesum broytingum er
mett, at fýra størv kunnu
sparast. Fyri ein part verður
tó talan um nátúrliga frá-
gongd.
Jógvan Jensen, leiðari á
sjúkraflutningstænastuni,
heldur, at umskipingarnar
hjá portørunum, húsavørð-
unum og sjúkraflutnings-
tænastuni í Eysturoynni eru
fult út forsvarligar.
– Tað er ongin orsøki til,
at tvey fólk ansa telefonini
um náttina, tí tað er leingi
ímillum, at hin ringir. Og
at privatisera sjúkraflutn-
ingin í Eysturoy, er roynt
fyrr í Vágum og í Sand-
oynni, har teir, sum koyra
sjúkrabil, fáa løn fyri hvønn
túr og ikki fasta løn. Tað er
ein skipan, sum virkar av-
bera væl. Og hann dugir
heldur ikki at síggja mein-
ingina í, at bæði portørar og
húsavørðar skulu koyra so
nógv runt við og eftir varu.
– Við eini felags leiðslu
hevði borið til at samskipa
flutrningin, so at hann bleiv
nógv effektivari, sigur hann.
Sparingar hava ført við sær, at sjálvt á intensivu deild eru langir bíðilistar. Og spar-
ingarnar, sum nú verða settar í verk, fara at føra til enn longri bíðilistar til ymsar
kanningar og innleggingar, tí tað fer ikki at bera til at hava líka nógvar innleggingar
við skerdari manning
Á intensivu deild er bíðitíðin longu upp ímóti hálvum ári.
Tað slepst ikki undan, at sparingarnar, sum ætlanin nú er
at fremja á Landssjúkrahúsinum, fara at raka sjúkling-
arnar meint, sigur Helena Dahl Olsen, deildarsjúkrasystir
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur nú lagt sína árligu spariætlan fram
Hýrurin ringur
Helena Dahl Olesen segði
okkum í gjáramorgunin, at
hýrurin á Landssjúkrahús-
inum er í botni.
Men hon helt, at tey
høvdu enn ikki fatað, tað
sum var hent og at reak-
tiónin var ikki komin enn.
Og tey trúðu enn onki
uppá, at hetta verður veru-
leiki.
Men nú verður so bara
bíða eftir, hvat fer at henda.
Álitisfólk
mótmæla
Álitisfólkini á Landssjúkrahúsinum
mótmæla harðliga uppsagnunum
JOHN JOHANNESSEN
Álititsfólkini á Lands-
sjúkrahúsinum mótmæla
í yvirlýsing hósdagin
harðliga teimum 27 upp-
sagnunum, sum tey siga
vera álagdar frá Almanna-
og Heilsumálastýrinum.
Álitisfólkini góðtaka
ikki, at uppsagnirnar
verða framdar, uttan at
starvsfólkini verða tikin
upp á ráð, og krevja tey,
at um meira skal sparast í
heilsuverkinum, so mugu
politikararnir siga, hvørj-
ar funktiónir skulu burtur.
Afturat hesum krevja á-
litisfólkini, at ein enda-
málsorðing verður gjørd
fyri
sjúkrahúsverkið.
Hendan endamálsorðing
skal staðfesta, hvat vit
vilja við heilsuverkinum,
hvørjir sjúklingar skulu
viðgerðast og hvørjar
funktiónir skulu skerast
burtur.
– Játtanin til Lands-
sjúkrahúsið er enn ikki
komin upp á tað støðið,
sum hon var í 1992. Síð-
ani tá eru fleiri nýggjar
funktiónir álagdar Lands-
sjúkrahúsinum uttan, at
peningajáttan er fylgd
við, siga álitisfólkini.