Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 9 - 14. januar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 9 - 14. januar 2000 27 uppsagnir nýtt fyri fíggjarnevndini Fíggjarnevndarformaðurin sigur seg undrast á stóra uppsagnartalið, Landssjúkrahúsið meldar út. Undir fíggjarnevndarviðgerðini varð roknað við eini lækkan á 5 starvsfólk JOHN JOHANNESSEN Bjarni Djurholm sær tríggj- ar orsøkir fyri, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum nú meldar út, at 27 fólk mugu sigast úr starvi. Ein møguleiki er, at Hel- ena Dam á Neystabø og em- bætisfólkini í Almanna- og Heilsumálastýrinum hava feilmett tørvin hjá Lands- sjúkrahúsinum í tí tilfari, ið varð latið trivanaðrnevndini til viðgerðina av fíggjarlóg- aruppskotinum. Ein møguleiki er, at Karsten Hansen og embæt- isfólkini í Fíggjarmálastýr- inum ikki hava endurgoldið Landssjúkrahúsinum kom- pensatiónina á 4,6 prosent fyri vøksturin í lønarút- reiðslum, ið eru mettar at vera 6,5 prosent. Seinasti møguleikin er, at leiðslan á Landssjúkrahús- inum ikki dugir at raðfesta og stýra útreiðslunum. Hoyrdu um fimm størv Bjarni Djurholm vísir á, at sambært tølunum, fíggar- nevndin fekk frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, eru 687 størv á Landssjúkrahús- inum. Í fíggjarlógarupp- skotinum varð roknað við einari lækkan í starvsfólka- talinum á 5 fólk, soleiðis, at tað eftir eina náttúrliga útskifting vóru 682 starvs- fólk eftir á Landssjúkrahús- inum eftir stuttari tíð. – At neyðugt verður at siga 27 fólkum er fullkomi- liga nýtt fyri mær og als ikki í samsvari við tær upplýs- ingar fíggjarnevndin hevur fingið í málinum. Tølini, ið vóru fyriløgd okkum, eru als ikki í ætt við hasi tølini, sum sjúkrahússtjórin nú meldar út. Fíggjarnevndarformaður vísir í hesum sambandi á, at fíggjarnevndin bert kann fyrihalda seg til tey tølini og tær upplýsingar, hon hevur fingið frá Almanna- og Heilsumálastýrinum. Um tað, sum í løtuni hendir, bert er ein ræðu- mynd, sum sjúkrahússtjórin hevur sett í gongd, veit Bjarni Djurholm ikki at siga. Hann vísir á, at tíðin má vísa, um tað er sjúkra- húsleiðslan ella myndug- leikarnir, ið siga ósatt. Klaksvíkin hækkað Í sambandi við óskilið á Landssjúkrahúsinum ynskir Bjarni Djurholm at skoyta uppí, at Klaksvíkar Sjúkra- hús í fíggjarlógaruppskoti- num fekk lægri játtan í mun til hini sjúkrahúsini. – Fíggjarnevndin mælti tó tinginum til at hækka játt- anina til Klaksvíkar Sjúkra- hús. Hetta varð gjørt, men talan var um eina játtan á 4,6 prosent, ið samsvarar við tað endurgjaldið, fígg- armálaráðharrin vildi geva fyri lønarhækkanina, sigur Bjarni Djurholm og vísir á, at munurin millum tey 6,5 proentini, hækkanin kostar sjúkrahúsunum og tey 4,6 prosentini, ið verða endur- goldin. Tolir ikki heitið Hvat galið er í málinum um Landssjúkrahúsið, dugir Bjarni Djurholm ikki at meta um, men hann sigur seg vera noyddan at stað- festa, at sjúkrahúsið ikki longur tolir at bera sítt heiti. – Sjúkrahúsið er í so ván- aligum standi og hevur so stóran tørv á tólum, at tað skal nógv til, áðrenn tað kann dagførast, so tað aftur tolir heitið Landssjúkrahús, sigur hann. Í sama sambandi vísir hann á, at sjúkrahúsið aftur- Bjarni Djurholm hevur onga ábending fingið um 27 uppsagnir á Landssjúrahúsinum undir viðgerðini í Fíggjarnevndini Umvæla høvuðsmaskinuna á Lómi Maskinan á Lómi verður í hesum døgum høvuðsumvæld á Tórshavnar Skipasmiðju JOHN JOHANNESSEN Seinastu viku sóðust vakt- arskipið Gormur og Skúm- arin hjá Tórshavnar Skipa- smiðju fara sleipandi út eftir Havnarvág, og mikudagin sóðust tey koma sleipandi inn aftur við skipinum. Tórshavnar Skipasmiðja hevur áttikið sær arbeiðið at høvuðsumvæla maskinuna á Lómi, mála botnin og gera annað viðlíkahaldsarbeiði. Fyri at koma til at mála botnin á Lómi er sjálvsagt, at skipið má takast upp. Men Lómur er so mikið stórt skip, at tað ikki ber til at taka hann upp á Tórs- havnar Skipasmiðju. Tí var tað, at Gormur og Skúmarin fóru sleipandi inn í dokkina á skipasmiðjuni á Skála við honum. Tórshavnar Skipasmiðja eigur skipasmiðjuna á Skála, og tí valdi hon at senda Lóm inn á Skála at fáa botnin málaðan, meðan skipið kortini lá uttan mask- inu. Frá Skipafelagnum Før- oyar frætta vit, at Lómur skal vera liðugt umvældur 20. januar. Lómur og systurskipið, Blikur, eru ikki heilt nýggj skip, og tí hyggur reiðaríðið allatíðina eftir nýggjum skipum, men sum Sosialur- in skilir, er einki skip funn- ið, og sostætt eru ongar ítøkiligar ætlanir um at skifta skipini út enn á sinni. Vaktarskipið Lómur og Skúmarin hjá Tórshavnar Skipasmiðju fóru í seinastu viku sleipandi inn á Skála við Lómi, har botnurin skuldi málast Vandi fyri miðsavnan Løgmaður er ikki fullvísur í, at vit fáa fleiri landspolitik- arar, verða Føroyar gjørdar til eitt valdømi Løgmaður ivast í, um vit fáa betri landspolitikarar av at gera Føroyar til eitt valdømi at játtanini fyri í ár, eisini hevur fingið eina játtan til medicoteknisk tól, harímill- um fýra milliónir til rønt- gen. Umframt tað við medico- teknisku tólunum, hevur fíggjarnevndin einki fingið at vita um nakran vanda á Landssjúkrahúsinum í sam- bandi við viðgerðina av fíggjarlógini. JOHN JOHANNESSEN Løgmaður heldur tað vera avgerandi, at politikarar virka fyri alt landið. Men hann er ikki sannførdur um, at loysnin at røkka hesum máli er tann, sum Jákup Sverri Kass, tingmaður Sjálvstýrisfloksins, vísir á í viðmerkingum til fyrispurn- ing um valskipanina, hann hevur orðað løgmanni. Jákup Sverri Kass, ting- maður, heldur, at føroyska valskipanin sum skjótast eigur at verða broytt. Hann vísir í fyrispurningi til løg- mans á, at verða Føroyar eitt valdømi, so noyðast polit- ikarar at hugsa landspolit- iskt. Harafturat heldur hann, at hetta fer at noyða allar politikarar at seta seg í samband við alt Føroya fólk, og ikki bert tey, sum búgva í júst teirra valdømi. Við hesum grundgeving- um spyr hann løgmann, um landsstýrið í løtuni arbeiðir við nøkrum ætlanum um at broyta føroysku valskipan- ina soleiðis, at øll valdømini verða løgd saman til eitt. Men løgmaður ivast í, um hetta er fragasta loysnin. Hann vísir á, at tað ikki er vist, at vit røkka málinum um at fáa meira gjøgnum- førdan landspolitikk, um vit broyta valskipanina og fáa miðsavnað politikararnar á tingi til at vera frá miðstað- arøkinum. Løgmaður ivast nevniliga í, um tað er heilt rætt av Jákup Sverra Kass at sam- anbera løgtingsval við fólkatingsval, har Føroyar eru eitt valdømi og nógvir av atkvøðuslúkarunum nevniliga eru av bygd. Tó fer løgmaður sjálvsagt at viðgera fyrispurningin og svara honum í tinginum. Men tað verður eftir sjónar- miðum samgonunnar og ikki persónligum, staðfestir hann. Mynd: Álvur Haraldsen EYÐUN KLAKSTEIN Rás 2 er nú klárt við síni fyrstu skrá. Hóast rásin hevur verið í luftini í meira enn ein mán- að, hevur eingin verulig skrá verið gjørd. Men eftir at programleiðari varð sett- ur á rásini, hevur verið ar- beitt dúgliga fyri at fáa gjørt eina skrá. Og seinasta vikan hevur givið úrslit. Nú kunnu fólk lesa í millum annað Hygg og hoyr her í blaðnum um, hvat er á skránni hjá kapp- ingarneytanum hjá Útvarpi Føroya. Óla Jákup Rólantsson, programleiðari á Rás 2, sigur, at fyrsta skráin er merkt av, at orkan hjá rásini er avmarkað, men hann vónar, at tað fer at bera til at betra skránna framyvir. Millum teir rættir, sum lurtararnir hjá Rás 2 fram- yvir fáa á borðið, er prát við skip og sjófólk, sending um húsamarknaðin og eina breyt, sum framvegis koyr- ir, hóast sendingin hevur mist hevltina av navninum, síðani hon flutti úr ÚF og á Rás 2. – Vit hava fingið nógv hugskot frá fólki, sum halda at tað manglar okkurt í út- varpinum, og onkur av hes- um hugskotum hava vit av- gjørt at brúka, sigur Óla Jákup Rólantsson. Millum hesi hugskot er sendingin, har prátað verður við skip og sjófólk. Ætlanin er, at hendan sending skal geva lurtarunum tíðindi um, hvar tey ymsu skipini eru, hvat tey fiska, nær tey koma heim og hvussu annars gongur. – Hetta halda vit hevur manglað í útvarpinum, og vónandi kunnu vit framyvir geva fólki fleiri upplýsingar um skipini og fiskiskap, sig- ur Óla Jákup Rólantsson. Ítróttur og andaligt tilfar Rás 2 fer eisini at gera eina sending um føroyska húsa- marknaðin, har prísir, útboð og eftirspurningur fara at verða tikin fram. Ítróttur og barna- og ung- dómstilfar er eisini á skránni. Ítróttur verður fyri tað mesta umrøður undan ítrottarkappingum, tí Rás 2 hevur ikki loyvi at senda beinleiðis frá ítróttarkapp- ingum. Hendan rættin eigur Útvarp Føroya einsamalt. – Vit hava merkt stóran áhuga millum tey ymsu ser- sambondini fyri, at ítróttar- kappingar verða viðgjørdar, áðrenn tær fara fram, tí í løtuni er mesta umrøðan eft- ir at kappingarnar hava ver- ið, sigur Óla Jákup Rólants- son. Kirkjur og samkomur sleppa eisini upp í part á Rás 2, hóast andaliga rásin Lindin skjótt fer at senda. – Tað er stórur eftirspurn- ingur eftir andaligum tilfari, og tað skal eisini hava inni- vist hjá okkum, sigur Óla Jákup Rólantsson. Rás 2 fer millum annað at senda frá gudstænastum og møtum. Rás 2 hevur gjørt skrá Fyrsta skráin hjá Rás 2 er merkt av tónleiki og undirhaldi, men øðrvísi útvarpstilfar er eisini á skránni Løgtingið er við Á fyrstu skránni hjá Rás 2 er nógvur tónleikur og undirhaldssendingar, með- an langt er ímillum veruligu tíðindasendingar og tær journalistisku sendingarnar. – Vit hava ikki orku til at fara undir gravandi journa- listikk, men vit ætla at gera onkrar slíkar sendingar, sig- ur Óla Jákup Rólantsson. Ein tíðindasending verður tó á skránni allar dagarnar, og henni fer fyrrverandi út- varpsmaðurin Sonni Smith fyrst og fremst at taka sær av. Sendingin Løgtingið er ætlað eini gjøgnumgongd av teimum málum, sum eru fyri í løgtinginum. Rás 2 ætlar at greiða frá uppskot- um og viðgerðini, tey fáa í tinginum. Seriøsar sendingar Einasta rásin, føroyingar hava at samanbera við, tá tað kemur til kappingar- neytar hjá Útvarpi Føroya er Atlantic Radio, sum langt síðani er farið í søguna. Nýggja rásin sigur seg hava lært av teirri rásini. – Vit vita, hvussu vit ikki skulu gera, og fólk skulu verða púra vís í, at vit fara at leggja okkum eftir at gera seriøsar sendingar, sigur programleiðarin á Rás 2. –<Vit fara als ikki at góð- taka ónærisligan ella ófantaliga málburð á rásini, og vit fara at leggja okkum eftir at brúka gott føroyskt mál. Atlantic Radio fekk skot- ið í skógvarnar, at teir nær- um førdu undirgravandi virksemi móti føroyska málinum. Rás 2 ætlar sær ikki at koma í somu somu støð, og programleiðarin, sum hevur eina fortíð í ÚF, sigur, at Rás 2 fer at krevja sama seriøsitet av sínum sendingum, sum Útvarpið ger. –<Men ein munur millum okkum og Útvarp Føroya er, at teir fáa lurtaragjald frá øllum føroyingum. Tað fáa vit ikki, og tí hava vit í byrj- anini avmarkaða orku til at gera sendingar, sigur Óla Jákup Rólantsson. Vilja hava føroyska lóg fyri fjølmiðlar Landsstýrið fer at leggja uppskot fyri tingið um at gera føroyska fjølmiðla– ábyrgdarlóg. Orsøkin er, at danska løgmálaráðið ikki vilja góðtaka broyting- arnar, sum løgtingið vil hava í donsku lógini, áðrenn hon verður lýst í Før- oyum EYÐUN KLAKSTEIN Landsstýrið fer nú at mæla til, at ein føroysk fjølmiðla- ábyrgdarlóg verður gjørd. Ætlanin hevur annars ver- ið at lýsa donsku lógina fyri Føroyar, men danska løg- málaráðið hevur boðað frá, at tað vil ikki góðtaka tær broytingarnar, sum løgting- ið krevur í donsku lógini, áðrenn hon skal lýsast í Før- oyum. Tí heldur landsstýrið, at rættast er at fara undir ar- beiðið at gera eina føroyska lóg fyri fjølmiðlarnar. Stríðið í málinum um donsku lógina er tann so- kallaða fjølmiðlanevndin, sum skal setast á stovn í Føroyum. Hendan nevnd hevur til uppgávu at viðgera klagur frá fólki, sum halda seg verða illa viðfarnar av fjølmiðlunum. Í Danmark eru átta limir í fjølmiðlanevndini, og javnvág er millum limirnar hjá fjølmiðlunum og hjá al- menninginum. Løgtingið samtykti í 1997, at í før- oysku fjølmiðlanevndini skulu fjølmiðlarnir bara eiga tveir av seks limum, meðan hinir limirnir verða umboð fyri almenningin. Hetta vil løgmálaráðið ikki góðtaka, eins væl og tað heldur ikki vil góðtaka, at teir skulu gjalda fyri ar- beiðið hjá nevndini. Í Dan- mark eru tað fjølmiðlarnir sjálvir, sum gjalda fyri nevndina. Fyrireika uppskotið Høgni Hoydal, landsstýris- maður í lógarmálum, sigur, at hann í løtuni situr og fyri- reikar eitt uppskot, sum fer at mæla til, at arbeiðið við at fáa donsku lógina lýsta í Føroyum verður steðgað. Í- staðin verður farið undir at gera eina føroyska fjøl- miðlaábyrgdarlóg. Metingin hevur annars verið, at fjølmiðlaábyrgdar- lógin er danskt málsøki, men Høgni Hoydal heldur, at tað ber til at tosa fyri, at føroyingar sjálvir kunnu gera lóg fyri fjølmiðlarnar. Tað heldur landsstýrið í hvussu so er vera best, nú løgmálaráðið ikki vil góð- taka broytingarnar hjá løg- tinginum, og so er spurn- ingurin um løgtingið hevur somu áskoðan. Høgni Hoydal væntar, at hann verður liðugur við uppskotið hesa vikuna, og so skal tað leggjast fyri flokkarnar, áðrenn tað verður borið í løgtingið. Rás 2 sendir nú fyri fyrstu ferð eftir eini veruligari skrá støðirnar kring landið Heimabio Leiga videofilmar á hesum støðum: Statoilstøðin í Gundadali tel. 314770 Statoilstøðin í Kollafirði tel. 421083 Statoilstøðin í Saltangará tel. 449133 Statoilstøðin í Klaksvík tel. 457353 Statoilstøðin í Sørvági tel. 332001 Statoilstøðin í Sørvági tel. 332001 Statoilstøðin í Leirvík tel. 443360 Nýggir filmar hvørja viku THE MUMMY NOTTING HILL LOKKEDUEN THE MATRIX