týsdagur 27. november 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 140 — 27. november 1984 tíðindablaðið EN Tú) Síða 3
Samarbeiðið millum
Miðvág og Sandavåg
skapt framburðin
Seinasta hósdag hevdu vit
her í Sosialinum samreðu
við Hans Jergensen,
bygdaráðsformann í Mið-
vági. Av onkrari mis-
skiljing varð samarbeiðið
millum Miðvág og Sanda-
vág ikki nevnt í hesi
greinini.
Hans Jergensen sigur í
eini viðmerking, at tá
tosað verður um framburð
í Miðvági, so er hesin nær
tengdur at samarbeiðin-
um millum Miðvág og
Sandavág. Uttan eitt slíkt
samarbeiði hevði helst
ikki verið tann fram-
burður, sum talan er um.
Hans Jørgensen sigur, at
báðar bygdirnar hava í
dag fleiri oki, sum tær eru
felags um. Eitt nú er
flakavirkið Snarfrost, alt
havnarlagið í Miðvági og
skúlin á Giljanesi felags
fyri bæði Miðvag og
Sandavág. Tað er júst
hetta samarbeiði, sum
hevur skapt stóran part
av ellum framburðinum í
Miðvági, sigur Hans
Jergensen.
Hvat viðvíkur skipun-
um, sum avreiða til flaka-
virkið, kom okkurt skeivt
fyri. Neptunus eigur
felagið Samfrost, ið er
heimahoyrandi í Sanda-
vági. Venus og Mars eigur
felagið Nípan í Sandavági,
Leivur í Hesti er eisini
heimahoyrandi í Sanda-
vági, og sama er við
Vágakletti.
Nipuberg, Festuvarði
og Hamraberg hoyra
heima í Miðvági.
jan
Japanskir aliringar
á Hotel Føroyum
Mikukveldið kl. 19 verður
ein fundur á Hotel Før-
oyum, har greitt verður
frá og filmur verður vístur
um eitt japanskt aliringa-
slag, sum enn ikki hevur
verið roynt í Feroyum.
Ein umboðsmaður frá fyri-
tøkuni MITSUI & CO í
Tokio kemur til Feroya í
hesum sambandi.
Talan er um eitt slag av
aliringum, sum sigst at
egna seg serstakliga væl
til feroysk viðurskifti.
Ringarnir eru royndir í
Noregi, Skotlandi og Ír-
landi við sera góðum úr-
sliti.
Ringarnir eru gjørdir år
gummievni, og hetta ger,
at teir klåra seg munandi
betur enn aðrir ringar i
ringum veðri. Royndir
hava eisini víst, at fisk-
urin veksur nógv skjótari í
hesum ringunum enn í
ødrum aliringum. Tað er
p/f Óli Arge, sum er um-
boð fyri hesar aliringar, ið
verða gjørdir á Bridge-
stone-verksmiðjunum í
Japan.
jan
Vilja hava
småbarnaskula
Tann nógva sethúsabygg-
ingin í Havn hevur við
sær, at tervur er á fleiri
skúlum. Hetta er eitt mál,
sum nevndin í Eigarafel-
agnum Undir Brúnni ar-
beiðir við. Í hveld skal hon
hava fund um hetta málið.
Ætlanin er at skriva bý-
ráðnum eitt bræv, har
heitt verður á myndug-
leikarnar um at fara undir
at gera ein smábarnaskúla
í hesum nýggja íbúðarek-
inum, sum fevnir um eini
300 til 400 hús. Í hesum
ekinum eru umframt
eigarafelagið Undir
Brúnni trýonnur eigarafel-
og. Tey eru Yviri á Flat,
Ovari Ternuryggur og
Niðari Ternuryggur. For-
maður í eigarafelagnum
Undir Brúnni, Magni
Dalsgaard, sigur í sam-
reðu við Sosialin, at tað
hevur skund at avgreiða
hetta málið, soleiðis at
bernini ikki eru vaksin,
áðrenn ein skúli er klárur
at taka í nýtslu.
jan
Miðvágur/Sandavágur
Flakavirkið gevur
støðugt arbeiði
Til hetta petti í greinini
skal vidmerkjast, at
Sandavágur eigur helm-
ingin av hesum virki
(vegna fólkatrot).
Av skipunum, sum av-
reiða til Snarfrost, hoyra
samb. álmanakkan hesi
heima í Sandavági: Nept-
unus, Venus, Mars, Vága-
klettur og Leivur í Hesti.
Havnin skapti
grundarlagið
Her skal viðmerkjast, at
Miðvágur og Sandavágur
eiga Miðvágs-Sandavágs
Havn og hava verið felags
um allar útbyggingar av
havnini, í mun til skatta-
inntekuna í bygdunum.
Sama er galdandi fyr
skúla og ítróttarhell á
Giljanesi, eins og aðrir
stovnar, sum Heilsumið-
stoð og Ellis- og rektar-
heim, eftir åvisum mynsti
verða
oynni.
Samarbeiðið bygdanna
millum hevur sum heild
verið sera gott, og eigur tí
einki at verða skrivað,
sum kann bera á tað borð
at skapa misnegd millum
fólk.
riknir av allari
0.J.
Framhald av sidu 1
skyldur mótvegis limun-
um, tá hon her ikki ein-
gang gevur okkum teir
neyðugu upplýsingarnar.
Eg visti einki um hesa
vacuumperioduna, sum eg
tó ikki trúgvi uppá, ti boð
teirra til min vóru: »Vit
samrådast ikki meira vid
teg, hatta er prisurin, tu
fær fyri fiskin, basta«.
Christian Olsen sigur
vidari, at aktadi hann
bodini frå Fiskasøluni, so
varð fiskurin seldur tann
mánadagin 8 dagar aftan
á tann 24. september fyri
tann prís, hann tá fekk.
Og hann var 3.308.000 kr.
Fekk loyvi
at selja sjálvur
— Annars kann eg upp-
lýsa, sigur Christian
Olsen víðari, at Fiska-
selan seldi eitt parti av
fiski fyri Nordafar í
august. Tað var eisini
óskildur fiskur, og var
prísurin tá 15 kr. kilo. Nú
kemur Fiskaselan so aftur
og bjóðar okkum ein
nýggjan pris, og fyri ta
somu steddina er prísurin
lækkaður við 1,50 kr. kilo
í mun til tað, teir seldu í
august. Hetta gjedri eg
vart við. Men stødan var
tann, at teir søgdu, at teir
vildu ikki samráðast um
fiskin fyri meg meira, og
tá fekk eg eitt telex um,
hvussu eg skuldi fyrihalda
meg, um eg skuldi selja
sjálvur. Eg havi so fingið
eitt loyvi frá Feroya
Fiskaselu at selja fiskin
sjálvur. So tá Jermund
sigur, at tað, eg havi
gjørt, er strafbart, so má
tað vera ti, at teir loyva at
gera straffbar ting. Fiska-
selan sigur í telexi til mín.
at tá eg havi uppfylt
ávísar treytir, kann eg
selja sjálvur. Og tá teir so
hava fingið pengarnar fyri
tað, teir hava figgjad hjá
okkum, so er als einki
meir at tosa um.
Fiktivt endurgjald
— Jermund Vågadal
tosar eisini um eitt endur-
gjaldskrav, sum Fiskasøl-
an hevur fingid frå keyp-
aranum og sigur, at hann
sum nevndarlimur i Nor-
dafar kemur at standa fyri
einum persónligum kravi,
sum kann kosta sær hús
og heim !
Til hetta sigur Christian
Olsen: — Nú veit eg ikki,
hvusssu ognarviðurskift-
ini hjá Jørmund Vågadal
eru, men eg veit, at lands-
kassin veðheldur ikki fyri
sethúsunum hjá nekrum
av nevndarlimunum í Nor-
dafar. Teir eru nevndar-
limir í einum partafelag,
har ávíkavist landsstýrið
og bankarnir veðhalda fyri
teimum flestu lánunum.
Jermund sigur so, at
hann royndi at byggja
upp Nordafar í 1982 og 83,
meðan einki er hent í 1984.
Til tað er at siga, at undir-
ritaði varð settur sum
stjóri í Nordafar 10. juni
við afturvirkandi kraft til
1. juni í 1984. Í ti tíðar-
bilinum, sum var áðrenn i
1984, hevur Jermund
Vágadal sitið sum stjóri í
Nordafar, og sostatt havi
eg ikki havt nakra ávirkan
á ta planlegging, sum var
gjørd fyri 1984. Er so
einki hent og einki bygt
upp í 1984, so má Jer-
mund Vágadal standa til
svars fyri tí fyrru helvtini.
Hinvegin vil eg siga, at
var eg hann, so hevði eg
ikki rost mær fyri tí, sum
hendi í 1982 og 83, tí givið
er tað, at hesi bæði árini
hevur Nordafar eitt hall
uppá 11 mill. kr.
So at briksla mær, at eg
einki havi gjert, haldi eg
Jermund skuldi havt tagt
við tí eg havi ikki havt
meguleika at gjert stór-
vegis broytingar síðani eg
kom.
Idiotar!
Adrastadni sigur Jørmund
Vágadal, at tað kann ikki
vera rætt at ein maður við
ongum kunnleika yvirhev-
ur kemur fram við so
grovum skuldsetingum
um marknaðarviðurskifti.
Hverja viðmerking hevur
tú til hesi herðu orð ?
— Um Jermund Vága-
dal metir meg sum idiot,
verður so hansara egna
meting. Eg skal ikki meta
um hann, tí hann er valdur
av legtinginum sum
nevndarlimur í Nordafar,
og hann hevur enntá fing-
ið ein hægri sess í Feroya
Fiskaselu, so eg rokni
neyvan við, at hann als
ongan kunnleika hevur.
Men skulu vit meta um
persónin Jermund Vága-
dal, nú hann kemur við so
persónligum álopum á
meg, so fari eg at biðja
fólk lesa tær greinar hann
slongdi út við fyri valið
fyri ávíkavist 6 og 4 árum
síðani. Har finna vit
muruna í manninum, har
hann m.a. segði, at øll,
sum ikki høvdu somu pol-
itiska áskoðan sum hann,
vórðu heiðin.
Starvið !
— Væntar tú, at hetta mál
fær avleiðingar fyri títt
starv i Nordafar?
— Eg fekk sum sagt
loyvi frå Føroya Fiskasølu
at selja sjålvur. Tad er
undirskrivað av Birgir
Danielsen og mær vitandi
er hann framvegis stjóri í
Feroya Fiskaselu. Skal eg
missa starvið, so vil eg
gjalda tað. Hatta endur-
gjaldskravið, ið Jørmund
Vágadal tosar um, er
fiktivt, tað er bílagt. Nord-
afar hevur enn einki end-
urgjaldskrav fingið frá
Feroya Fiskaselu, og eg
rokni heldur ikki við, at
tað kemur. Teir geva
neyvan loyvi at selja utt-
an um og koma so aftur
við einum endurgjalds-
kravi,. So ert kann tað nú
heldur ikki vera.
Eg vil fegin lata mítt
starv fara uppá hesa sak.
Eg eri heilt sannferdur
um, at eg havi borið meg
rætt at, go sum eg segði í
fyrru grein míni, her er
berkur komin á sovsina
hjá Feroya Fiskaselu. Og
um ein maður sum eg, sum
Jermund Vágadal vil gera
til komplett idiot, kann
finna út av at selja fyri ein
prís, sum Fiskaselan ikki
kemur nær í námind av, so
er tað betri at hava idiotar
í arbeiðinum.
Enn hevur Fiskaselan
ikki fingið prísir fyri
óskildan fisk sum eru
hægri enn tað eg havi fing-
ið, sigur christian Olsen at
enda.
jan
Ein lítil viðmerking til
Jørmund Vågadal, fyrr-
verandi
stjora
ingahavnini.
Vit undirritadu tola ikki,
at tú kemur fram i
Dimmalætting og vaskar
tær um hendurnar viðvíkj-
andi atburði Fiska-
selunnar.
Vit kenna teg og tín
framgangshátt. Vit vilja tí
ráða nevndini fyri Norda-
far at fáa teg burtur hað-
ani skjótast meguligt, so
nýggi
hasin Nordafar-
Føroy-
stjórin kann arbeiða í friði.
Meira skal ikki verða
sagt á hesum sinni.
Manningin á
m/b »Miu« 1982