Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 140 — 27. november 1984 Innflutningurin ferðir sterri enn útflutningurin - BØ y s tidindabladid islendsk farmaskip i Havn. Í mongum førum eru Føroyar fyrsta landið, islendsk virki útflyta til. Islendingar duga betur at selja okkum vørur enn vit teimum. Tann 1. sept- ember høvdu vit keypt fyri umleid 28 mill. kr. år Islandi. Samstundis var islendski innflutningurin ur Føroyum bert slakar 700.000 kr., upplýsir Ólafur Davíðsson, stjóri i Utfluttningsmidstød iånadarsins í Reykjavík Hann væntar, at feroyski innflutningurin úr Íslandi í ár kemur upp á einar 40 milliónir í okkara krónum Hetta er eitt lítið tal heildarútflutninginum hjá Íslandi, sum til | september var næstan 5 mia. kr. (14,7 mia isl. kr.) Men Feroyar eru av- gjørt ikki uttan tydning sum marknaður hjá is- lendskum ídnaðarvirkjum, sigur Olafur Davíðsson Nógv virki royna seg fyrstu ferð sum útflytarar júst við at selja verur sínar til Foroya. — Tað er gott hjá teimum at byrja í einum landi, sum liggur so nær við Ísland og eftir is- lendskum máti eru Fer oyar ein stórur og góður marknaður, sigur Ólafur Davíðsson. Utfluttningsmidstødin hevur handilsstovu Havn, og er hon tann fyrsta uttanlands. I vetur verður settur ein markn- aðarfulltrúi í New York. Sáttmáli er gjørdur mill- um handilsmálaráðið og uttanríkismálaráðið um, at marknaðarfulltrúar fáa innivist í íslendsku sendi- stovunum. 300 virki Utfluttningsmidstød idn- aðarsins er sjålvstødugur stovnur undir Félagi is lenskra idnrekenda, is- lendska iånadarfelagnum. Felagid er gamalt, stovn- ad i 1933, og i ti eru eini 300 virki. Hetta er virki, sum ikki hava beinleiðis við fiskivinnuna at gera. Flakavirkini hava sína egnu útflutningsmiðsteð Í løtuni leggja vit sterstan dent á fram leiðslumenning og útflutn- ing. Vit hjálpa fyritøkum at koma í gongd og fylgja teimum til tær nekun- lunda fóta sær, sigur Ólafur Davíðsson Utflutningsmidstødin hevur millum 10 og 15% av islendska utflutning- inum. Hon er ikki so gomul sum felagid, byrj- aði í 1969. Hennara arbeiði er at selja uttan- lands verur hjá limunum inadarfelagnum hd Síða 5 Tá ein sigur A noyðist ein eisini at siga B Fólkaflokkurin hevur rættiliga fingið blóð á tonnina eftir úrslitið á løgtingsvalinum, og miðar eftir sama úrsliti við býráðsvalið í Havn. Allar snildir verða brúktar, millum annað at fáa góðvarin sam- bandsfólk at seta krossin við bókstav fólkafloksins. Rumbul kom í hjá sambands- fólki i høvudsstadnum, tå tey å forsidu og bak- sidu målgagnsins síðsta hosdag sóu svart á hvitum >XA — ein politikkur ið ber tila. Hava vit ikki longur B? spurdu sambands- fólk sambandsfólk. Nei, var svarið, tað sær út til, at hesaferð hava vit A. Og tað mugu vit so minnast til. Men gakk! Fregnar- tænasta sambandsins avdúkaði lúnsku ætlan samgongupartnarans. Hetta við Anum var veruliga »svart« á hvít- um. Ein lýsing frá fólkaflokkinum í sama teigi sum brennivíns- og bjórseljarar lýsa. Og longu leygardag- in kom friður aftur á sambandsfiokkin. >Sambandsflokkurin i Havn hevur lista B« stóð á forsíðuni á Dimmu og undir greinini ein áheitan í tøkum tíma: >Varið tykkum fyri bókstev- unum«. Ja, tad krevur sitt at vera alment lysingar- blad. hd Karin farin Karin Kjølbro er givin sum blaðstjóri á 14. Sept ember. Nýggjur blaðstjóri var ikki settur í gjár, men ongin ivi er um, at tað verður John Dalsgarð, sum í nekur ár hevur starvast sum blaðmaður á Fjúrtanda. Væl gitt (ella talt) Antin er tað sera beinrakið gitt ella havur hann gloymt tvey merki, tá hann hevur talt. I øllum førum var Leivur Thomsen í Havn bert tvey merki við síðuna av, tá hann skrivaði talið 12.893 á seðilin. sum gav honum tær 2.000 kr., vinningin í kappingini hjá Postverkinum á framsýningini í SMS. Rætta talið var 12.895 frímerki. 5.000 seðlar vóru við í kappingini, men ongin var so nær rætta talinum sum Leivur Thomsen, Pedda við Steinsgetu 12 í Havn