Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

mmm Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Fyrsti tingfundur Í DAG kemur tingið saman til sín fyrsta fund aftaná løgtingsvalid 8. november. Á HESUM fundi verður tingið skipað við formanni, næstfor- manni og tveimum skrivarum. Tá verða valbrøvini eisini kannað og góðkend. EITT TAÐ FYRSTA málið, sum tingið síðan fer at viðgera, eru broytingarnar í tingskipanini og stýrisskipanarlógini. Hesar broyt- ingar vórðu samtyktar av sein- asta løgtingi, men fyri at hesar skulu koma í gildi, skulu tær eisini samtykkjast av nývalda løgting- inum. TA HESAR broytingar eru enda- liga avgreiddar, má nýval av for- mansskapi fara fram av nýggjum. Eftir broytingunum skal tingið skipa seg við formanni, trimum tíðindablaðið Argjavegur 26. 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn. Telefon 118 20. tveimum næstformonnum og skrivarum. Í dag er bara ein næst- formaður í tinginum. NÚ tingið kemur saman til sín fyrsta fund eftir valið, er eingin nýggj samgonga skipað. Í 1970 var samgongan frá 1967 endur- skipað, og tá var landsstýri valt 10. desember. Men hetta var ó- vanliga tíðliga. Sum oftast eru vit komin nakað út í januar mánaða, áðrenn nýggjar samgongur hava verið skipaðar. TINGINGARNAR um skipan av nýggjari samgonu hesu ferð kunnu lættliga taka nakað av tíð. Hetta er helst eisini rætt og neyð- ugt fyri at finna eitt so nýtiligt samgongugrundarlag sum gjørligt. EIN KOMANDI samgonga fær nógvar trupulleikar at dragast við, og tí er tað av stórum týdn- ingi, at fleiri mál verða nágreini- liga kannað og gjølliga umrødd, áðrenn ein samgonga verður skipað. TRAKTOR FUNDUR Fundur fyri teir, sum ætla at keypa sær traktor nú ella í nærmastu framtíð, verður á Búnaðarfelagnum hósdagin 29. nov. kl. 13.00. Føroya Búnaðarfelag Hoyvíksvegur 59 - tlf. 11841 3800 Tórshavn Nr. 140 — 27. november 1984 ritiðarheim Bern og ungdómur er framtíð okkara, ti vilja vit arbeiða fyri, at tey fáa best meguligu umsteður at liva og mennast i. Sum samfelagið er vorð- ið, er ein av stóru trupul- leikunum hjá nógvum familjum, at heima, tá børnini koma úr skúla. Hesi børn hava tí bert eingin er tveir møguleikar, um tey ikki hava eina ommu, abba ella annan góðan at fara til: antin at vera einsamell heima ella at ganga úti og mala. Tað nýtast ikki kann- ingar til at prógva, at tørvurin á fritidarheimum er alstórur. Tey fritidaritr- iv, Havnin hevur at bjóða børnum og ungdómum, sum t.d. ítrótt, skótaar- beidi o.a. er alt ov lítið Tað sæst týðiliga í SMS, kioskum og hetta grillbarrum, tilikum stoðum eru fritidarheim hjá børn- um í Havnini í dag. Hverjar eru fylgjurnar av hesum? Eitt vita vit: Kriminali- teturin millum bern og ung er vaksandi, og kemst tað m.a. av, at tey ikki hava nóg nógvar megu- leikar at nýta síni evni og orku til nakað positivt. Havnin hevur skyldu at bjóða børnum og ungdómi sinum meguleikar at mennast og nýta síni evni. Ein loysn er at seta fri- tíðarheim á stovn. Ikki eitt stórt, men fleiri smá ymsastaðni í býnum, har oll born, sum hava tað fyri neyðini, kunnu koma bæði áðrenn og aftan á skúlatíð. Um kveldið kunnu helini nýtast til ungdómsarbeiði. Eitt av stenvumiðum kvinnulistans er at seta á stovn smærri fritidarheim ymsastaðni í býnum har born kunnu kenna seg trygg har bernini hava møgu- leika at nýta síni evni og sína orku til eitthvert mennandi har fólk eru at taka sær av børnunum og eisini syrgja fyri, at tey passa onnur møgulig fritidaritriv, so foreldrini kunnu kenna seg trygg har ungdómar kunnu hitt- ast í staðin fyri at ganga úti og mala ella tað sum verri er Hetta er bert eitt av teim- um mongu málum, sum kvinnulistin vil arbeiða fyri. STUÐLIÐ TI KVINNU- LISTAN VELJIÐ LISTA K Sigrid Arge Rannvá Hanusardóttir Ragna Hegnesen Borgarhjert K. Petersen Trygg ferðsla fyri oll í Havn Hetta er yvirskrift á grein í Sosialinum nr. 138 frá 22. nov. í ár, skrivað av Heðin Mortensen, býráðs limi. Kanska hevur hesin sami longu gloymt, at undirritaði í Dimmalætt- ing nr. 41 frá 5. april i ár hevði eitt lesarabræv um vantandi ferðslutrygd, og fekk Eyðun Joensen, sál- arfrødingur, av sama brævi hugskot til eina grein, sum stóð at lesa í Sosialinum nr. 43 frá 7 apríl í ár, har hann eisini visti á sama ábyrgdarloysi viðv. ferðslutrygdini Eisini verður í Sosialin- um frá 12. juli í ár av ein- um, sum nevnir seg Pritt, gjørt vart vid just hetta sama. At hetta ikki tå fekk m. a. Hedin at vakna er bert spell. Heðin hevur kanska eisini gloymt, at settur varð spurningur til hans- ara og Arnstein Niclassen, sum báðir tá sótu í tekn- isku nevnd hjá Byrådn- um. nevndi gott nokk í brævi minum, at eg ætlaði mær ikki út í nakað blað- kjak, men at hesir fólka- valdu hirdu mær íkki svar, væntaði eg ikki. Spurningar um ferðslu- trygd áttu og eiga at vera ein sjálvsagdur rættur hjá borgaranum, og eigur ikki at nýtast sum valagn, nakað sum haramar meg og mong onnur, og ikki minst tey, sum vegna vantandi ferðslutrygd yv- irhevur hava felt sviðan, uttan at teir politisku fadrarnir at sama ábyrgd- arloysi og eftir ollum at døma ikki hava rørt hond frå sidu at bøta um, — fyri at endurtaka Eyðun. At so er, váttar Heðin jú í grein síni, har hann nevn- ir, at KOMANDI býráð skal syrgja fyri, at m.a súklubreytir verða gjerd- ar. Ein annar spurningur er ti, hvi hava tit, sum sitið hava nú i 4 ár, ikki gjørt okkurt við hetta? Tormóð Mouritsen HONDA lakærust garanti -findes ikke bedre