hósdagur 29. november 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 141 — 29. november 1984
nógv virksemi
Fiskivinnan og landbúnaðurin á Sandi eru í besta blóma
— arbeiði er til allar hendur. Nú verður so miðað ímóti at
fremja enn eina havnaútbygging. Hon fer at kosta einar
30 mill. kr.
Jákup Birgir Mohr hevur
rekt starvið sum bygdar-
ráðsformaður i Sands
kommunu hesi seinastu 8
árini. Hann stillar upp aft-
ur til bygdarráðið hesa-
ferð. Vit spurdu Jákup
Birgir Mohr, hvat hevur
havt sterst týdning fyri
kommununa hesi seinastu
árini.
Til tað sigur hann, at
flakavirkið Borgin man
vera stersta kollveltingin í
kommununi tey nógvu
seinastu árini. Flakavirkið
hevur nú tvey ár á baki.
Arbeiði er til eini 60—70
fólk á virkinum. Tað er
fólkið og kommunan, sum
eiga virkið. Sands
kommuna er stersti parta-
eigarin, síðani eiga Skála-
víkar og Húsavíkar
kommunur nakað í virki-
num, harnæst er Arbeiðs-
mannafelagið á Sandi
partaeigari, landið somu-
leiðis og síðani eru tað ein-
staklingar á Sandi og í
grannabygdunum, sum
hava sett pening í flaka-
virkið, so talan er her um
eitt fólksins virki.
Virkið verður útbygt í
letuni. Tað vísti seg nevni-
liga skjótt, at helini vóru
ov lítil, og at tervur var á
meiri maskinorku. Henda
útbyggingin er um at vera
liðug. Hon fevnir um eina
skeri- og eina pakkilinju
aftrat. Møguleiki verður
tá fyri umleið 20—30 ar-
beiðsplássum aftrat á
virkinum. Her verður so
serstakliga hugsað um tíð-
ina, tá skúlarnir hava frí
og meguleiki er at fáa fólk.
Pláss fyri tveimum
flakavirkjum
— Nógv varð tosað um, at
flakavirkið á Sandi fór at
taka fisk frá tí verandi
virkinum í Skopun.
Bygdarmyndin. Sandur í dag (foto Hegni Djurhuus)
Hvussu hevur gingist við
hesum ?
— Tað er rætt, at menn
tosaðu um, at virkið fór
helst ikki at fáa nokk av
ráveru, og at tað fór at
taka av ráveruni frá virk-
inum í Skopun. Tað hevur
tó víst seg, at bæði virkini
fáa nokk av råvøru. Í fjør
tók Borgin ímóti 3600
tonsum og higartil í ár
hevur virkið fingið 3800
tons. Virkið í Skopun hev-
ur ikki fingið minni av rá-
veru av teirri orsek. Ann-
ars er gott samarbeiði
millum bæði flakavirkini í
oynni, sigur Jákup Birgir
Mohr, ið situr sum for-
maður í nevndini fyri virk-
ið.
30 mill. kr.
í havnina
Grundarlagið undir flaka-
virkinum á Sandi eins og
so nógva aðrastaðni kring
landið, er ein góð havn.
Áðrenn virkið varð bygt,
fór tí fram ein rættiliga
stór havnaútbygging. Eitt
stórt eki varð sprongt út
og planerað í samband við
hesa havnautbygging, og
her varð so flakavirkið
lagt. Samstundis varð
grótið brúkt til at gera ein
stóran grótgarð, sum verj-
ir móti brimódnini og ger
havnina kyrra. Eisini var
ein ferjulega gjerd til
Smyril. Hetta arbeiði
byrjaði í 1982 og varð lið-
ugt í 1983. Tað kostaði
umleið 30 mill. kr. Síðani
kom flakavirkið og við tí
nógv nýggj skip til bygd-
ina. Í dag hava Sandur og
bygdirnar rundan um eini
15 skip í steddini úr 20
tonsum og meira. Tað eru
so eisini einir 30 deksbátar
og opnir bátar, ið avreiða
til virkið.
Men nú er vorðið so
Síða 11
0, |
Jákup Birgir Mohr, bygdarrådsformadur
trongligt i havnini, sigur
Birgir Mohr víðari, at
slepst ikki í gongd við enn
eina havnaútbygging
skjótt, so verður tað ikki
arbeiðsligt.
Henda útbyggingin er
skitsuprojekterað og
roynd í havnalaboratoriin-
um í Keypmannahavn, og
hon snýr seg í stuttum um
at gera ein stóran havna-
hyl sunnan fyri flakavirk-
ið, soleiðis at havnin verð-
ur rúmligari. Síðani skal
innsiglingin dýpast. Tann
nýggi hylurin verður einar
7 metrar djúpur. Samtíðis
skal tað stóra grótið, sum
kemur upp úr hylinum,
brúkast til at gera stóra
grótkastið enn betri og
longri.
Við hesi útbygging fær
bygdin eina sterri, djúpari
og tryggari havn. Útbygg-
ingin er mett til at kosta
einar 30 mill. kr.
A ————————————
Trygg havn í
ódnarveðri
— Nær væntar tú,
kann gerast veruleiki ?
— Um legtingið ger av at
seta eina nýggja havna-
ætlan í verk komandi ár,
nakað, sum vit vóna og
vænta, so haldi eg, at tað
er rætt at halda, at vit fáa
pengar á ætlanina, soleið-
is, at vit kunnu byrja og
vera lidnir eftir 2—3 árum.
Verður henda útbygg-
ingin ikki framd, kann
hetta fáa óhepnar avleið-
ingar fyri flakavirkið. Tað
fer at verða ringt at ar-
beiða, og vandi er so fyri,
at bátarnir fara at ríma, tí
tað er alt ov trongligt sum
er. Tað verður so heldur
eingin meguleiki at endur-
nýggja seg, heldur Jákup
Birgir Mohr fyri.
tað
Verður
ingin
havnaútbygg-
framd, so verður
Framhald á síðu 12