Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 197 - 15. oktober 2002 Nr. 197 - 15. oktober 2002 3 Fríggjakvøldið vísti Dagur og Vika ein stóran veðr í Vági. Og leygarkvøldið kom veðrurin á slakti- borðið og stór mann- fjøld var savnað í bilhúsinum hjá Tom Willy Magnussen at fylgja við, hvussu leikur fór, nú hesin stóri veðrur lat lív og vektin kundi avgerast SLAKT Orð/myndir: Dagfinn Olsen Leygarkvøld er í Vági. Ymiskt er á skránni og ymiskt er at fara til. Men tað tykist, sum stór mann- fjøld hevur sett alt til viks, fyri at hittast í einum vælút- gjørdum bilhúsi. Bilhúsið eigur Tom Willy Magnussen og tað er eisini hann, ið eigur ein so ovur- stóran veðr, at sjálvt Svf hevur ómakað sær at vitja veðrin nakrar dagar áðrenn høvdið verður kappað av At dagurin er komin, veit veðrurin einki um, men tað eru tað mong onnur, ið vita, tað er eyðsæð. Eini 120 pund hava menn mett, at veðurin vigar. Og teir tykjast samdir. Klokkan er farin framvið 20, og eini 20 - 30 fólk, mest mannfólk, men eisini kvinnur og børn, standa spent og bíða. Hann er ávegis, vita fólk at siga. Kalt er at bíða. Fleiri fólk leggjast afturat og ímeðan bíðað verður, gongur prátið um stóra veðrin, vekt, seyð og frálíku útgerðina í snøgga bilhúsinum, sum eisini hevur spæl undir loftinum, sum er alt van- ligari er nú á døgum, so menn sleppa frá at tumma, tí skinnið verður drigið av við spælinum. Og ein freistast at siga, at tað gongur sum eitt spæl. Veðrurin So upprennur løtan. Veðr- urin verður leiddur í túnið og inn í bilhúsið. Ikki verður hann lagdur á borðið beinanvegin. Fyrst sleppur hann at ganga síðstu fetini, meðan hann verður handl- aður. Menn meta um. Jú, eini 120 pund er ikki av leið, onkur sigur meira, onkur minni. Ikki øll hava hug at fáa henda risan ov nær og halda seg undan, tá veðrurin kemur teimum ov nær. Børnini, sum ikki øll røkka so væl upp til henda risan, eru tó spent og halda seg framat. Gjørt verður av at viga veðrin livandi. Tvær vektir skulu til og eftir mikið stríð er greitt, at hann vigar 135 kg. Og vónirnar eru góðar, tí annar veðrur, ið vigaði 130 pund, hevði at enda eina vekt uppá 117 pund. Skotið fellur Og so verður veðrurin lagdur á borðið, sum gevur seg undir vektini. Byrsan verður sett fyri pannuna og skotið fellur. Samstundis er hetta startskotið til eina spennandi løtu. So er at svæva. Sveitin - og sveittin - rennur og baksað verður við at fáa høvdið av. Stutt- ligt at vita hvat høvdið vigar. Jú, seks og eitt hálvt kilo! So at tumma. Nei, tað er ikki sum at siga tað. Tað krevur sín mann. Og tað skal vísa seg, at tað krevur meira enn ein mann. Teir skiftast, meðan onkur skemtilig sál heldur fyri, at helst verða teir noyddir at fara innum ein túr, fyri at fáa skinnið leyst. Mannfjøldin er nú farin uppum tey hálvthundrað í tali og væl kemur við, at menn fáa okkurt at sløkkja tostan við. Væl sær út og eftir at skinnið er fingið av, gongur skjótt. Fleiri ferðir gevur borðið seg, sum vildi tað rópt neyðarróp, men tað heldur. Vektin Brátt er stóra løtan heilt nær. Krovið skal vigast. Tó er tað so stórt, at fleiri skulu til at lyfta og gott er at hava spælið. Tað er líka við, at ikki ber til at viga, tí krovið tekur í gólvið, men tað gongur. Vektin sigur 113 pund. Menn tykjast troyttir, skuff- aðir, tó onkur sigur seg hava mett júst eini 110 til 115 pund. Veðrurin, ið vigaði 130 kg livandi, gav 117 pund. Hesin vigaði 135 livandi, men hilnaðist so ikki líka væl. Tríggir mans hongja krovið upp og tungt er, so lagið er ikki heilt av leið.. Sama kvøld er annar veður flettur, ið vigaði 110 ound. Men 113 pund er nú ein stórur veðrur og ikki nakað, ein sær á hvørjum degi, er semja um, meðan tað tynn- ist í flokkinum í bilhúsinum og øll tey mest óviðkom- andi leggja leiðina út í myrkrið, eina stórhending ríkari. Hetta sigur Tom Willy Magnussen, sum átti stóra veðrin, ið dripin varð í Vági leygarkvøldið SLAKT Dagfinn Olsen - Eg eri nøgdur. Ein hevur ikki loyvi til at vera ónøgdur, sigur Tom Willy Magnussen, sum átti stóra veðrin, sum varð dripin í Vági leygarkvøldið. • - Hann vigaði 135 kg livandi, men hilnaðist ikki so væl í mun til tað. Men hatta er helst ein hin stinnasti, sum dripin er í Vági. Onkur eldri maður helt fyri, at størri seyð hevði hann ikki sæð, sigur Tom Willy. • - Vit høvdu tað stuttligt og tað sosiala hevur nógv at siga, sigur Tom Willy, sum enn ikki hevur hoyrt nakað við- víkjandi krovmeistara- skapinum, sum Restorff brygjarí stendur fyri, har vinnarin fær seks kassar av øli. • - Alt er ikki dripið enn og onkur stórur veðrur sigst vera í Porkeri, so nú fáa vit at síggja, sigur Tom Willy. • Hann sigur, at alt í alt var hetta ein stuttlig hending leygarkvøldið og morgunin var komin, áðrenn síðsti maður fór til hús. Tøkk Góðu tit øll, sum við blómum, gávum og fjarritum gjørdu mær 75 ára føðingardagin 2. okt. so góðan og minnisríkan, vil eg takka so hjartaliga. Jógvan Róin Eg eri nøgdur Stór fjøld fylgdi við veðrinum síðstu løtuna Teir viga veðrin áðrenn hann verður flettur Veðrurin skilir ikki, hvat alt hetta fólkið vil So er næstan liðugt og spenningurin økist Sambært Oljumála- stýrinum hava nógvar seismiskar kanningar verðið gjørdar í før- oyskum sjógvi, og seinastu tríggjar vikurnar hevur seismikkskip hjá norskum seismikk- felagi gjørt kann- ingar undir Føroyum SEISMISKAR KANNINGAR Heini í Skorini Áhugin fyri upplýsingum um føroysku undirgrundina tykist vera vaksandi, og tal- ið av seismiskum kanning- um í føroyskum sjógvi hev- ur verið stórt. Seinastu tríggjar vikurnar hevur enn eitt seismikkskip gjørt kanningar undir Føroyum, og er hetta eitt leiguskip hjá norska seismikkfelagnum Inseis Terra, sum síðani selur úrslitini av kanning- unum til oljufeløgini. Sambært Oljumálastýrin- um, sum hevur givið norska felagnum loyvi, hevur talan verið um vanligar seismisk- ar kanningar. Úrslitini av kanningunum vera ikki greið fyrr enn um nakrar mánaðir. Oljumálastýrið hevur ikki upplýsingar, um seis- mikkfelagið ger kanningar fyri ella hevur avtalu við nakað ávíst føroyskt ella útlendskt oljufelag, og at hetta ikki er arbeiði hjá oljumálastýrinum at leggja seg út í. Eitt annað seismikkfelag við navninum Western hev- ur eisini dúgliga gjørt kanningar undir Føroyum í seinastuni, og tykist hetta vera ein ábending um, at eftirspurningurin um úrslit av seismiskum kanningum í føroyskum sjógvi tykist vera stórur millum ymsu oljufeløgini. Allir loyvishavarar gjørt kanningar Sambært Oljumálastýrin- um hava sostatt heilt nógv- ar seismiskar kanningar verið gjørdar undir Føroy- um, og áhugin millum olju- feløgini tykist vera stórur. Sesongin fyri seismisk- um kanningum er frá 15. apríl til 1. november, og tískil endar tíðarskeiðið fyri kanningum á hesum sinni í næstum. Orsøkin til hesa tíðarfesting er, at fiskurin skal hava frið at gýta. Í tíðarskeiðnum, sum nú fer aftur um bak, hava allir loyvishavarar í føroyskum havøkið gjørt kanningar. Agip undir at finna boristað Arbeiði at tilbúgva seg til møguliga oljuvinnu fer sambært Oljumálastýrinum avgjørt at halda fram, og m.a. fer oljufelagið Agip undir kanningar í framtíðini – ein sokallað boristaðs- kanning. Ætlanin við hesi kanning er at finna stað, har hóskandi er at hava oljuborðpall. Hetta slagi av kanningum kemur tó ikki undir seism- iskar kanningar, við tað kanningar nar hjá Agip mest vera á sjálvum hav- botninum at vita, um hóskandi er at hava oljuboripall. Føroysku oljufeløgini eru ikki operatørar men hoyra undir størru oljufeløgini. Føroya Kolvetni hoyrir undir Agip, og tí verður Føroya Kolvetni óbeinleið- is inni í myndini í kanning- unum, sum Agip í fram- tíðini fer undir, tá hóskandi stað skal finnast at bora eftir olju. Seismiskar kanningar vaksandi Seismikkskipið Polar Princess hevur seinastu vikurnar gjørt seismiskar kanningar fyri norska felagið Inseis Terra C M Y K 3 2