týsdagur 15. oktober 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 197 - 15. oktober 2002
Nr. 197 - 15. oktober 2002
5
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Politiið í Runavík fekk um
vikuskiftið tvær fráboðanir
um telefonónáðir. Talan er
um tvær kvinnur, sum hava
boðað politinum frá.
– Sak verður ikki gjørt
burturúr málinum, tí tele-
fonónáðirnar hava ikki
innihildið hóttanir, og tá
hóttanir ikki eru, so verður
ongin sak. Men sjálvt um
man ikki hóttir, so kann
man gott brúka grovt mál,
og verða óbehagiligur, sig-
ur vakthavandi á politistøð-
ini í Runavík.
Í øðrum førinum hevur
politiið funnið útav, hvør
ringjarin var, og hevur poli-
tiið eisini havt samband við
hann, har viðkomandi er
biðin um at uppføra seg
betri í telefonini.
Onnur kvinnan hevði
nummarvísara, men av tí at
nummarið var dult, so visti
hon ikki, hvør hevði ringt.
Men politiið í Runavík
sigur, at nógv minni av
slíkum málum eru frammi,
síðani fólk hava fingið sær
nummarvísara.
Tveir nýggir
millumleiðarar eru
settir í føroyska
politistaliðnum
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Settir eru tveir nýggir
millumleiðarar í føroyska
politistaliðnum. Tað eru
politistarnir
Kristjan
Martin Joensen og Kristian
Dahl. Teirra starvsheiti er
nú varapolitikommiserar.
Kristjan Martin Joensen
er 43 ára gamal. Hann
byrjaði sum politistur í
1983, og starvaðist sum
politistur í Danmark, til
hann kom til Føroya í 1988.
Seinastu tíðina hevur hann
røkt starvið sum sýslumað-
ur í Runavík. Hesum virk-
semi heldur hann fyribils
fram við, sigur fútin í tíð-
indaskrivi.
Kristian Dahl er 37 ára
gamal. Hann byrjaði sum
politistur í 1988. Fyri tað
mesta hevur hann starvast í
Havn, undantikið eitt ár,
har hann hevur verið polit-
istur á Tvøroyri. Kristian
Dahl skal fyribils røkja
starvið sum vaktleiðari á
politistøðini í Havn.
Aðrar broytingar
Fyrrverandi sýslumaðurin,
Kári Thorsteinsson, byrjar
aftur í politinum tann 1.
november í ár. Hann hevur
eitt skifti verið í farloyvið,
og harafturat hevur hann
virkað sum skrivari hjá
Kommunuskipan Føroya.
Kári Thorsteinsson hevur
havt ymisk leiðarastørv
innan løgregluna. Seinast
sum sýslumaður í Runavík
frá 1993 – 2001. Nú hann
byrjar aftur, verður tað sum
dagligur leiðari á Av-
greiðsludeildini á politi-
støðini í Havn. Hansara
starvsheiti er nú politi-
kommiserur.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Sunnunáttina fekk poli-
tiið í Havn eina fráboðan
um harðskap. Tað var
ein, sum varð álopin
niðri við Føroya Banka
niðri í miðbýnum. Hetta
málið verður nú kannað.
Somuleiðis sunnunátt-
ina var eitt lítið innbrot í
Gullhorninum. Onkur
hevði brotið sýnisglugg-
an inn, og tikið tað, sum
lá innanfyri.
Annars sigur politiið í
Havn, at vikuskiftið
hevur verið ógvuliga
friðarligt. Onkur hevur
verið inni og sovið rúsin
av sær, og eisini hevur
ferðmátingar verið gjør-
dar
í
Kollafirði,
á
Oyggjarvegnum og við
Leynavatn. Her vórðu
tveir tiknir fyri at koyra
ov skjótt.
Harðskapur og innbrot
í býnum
Telefonónáðir
Tveir nýggir leiðarar innan løgregluna
– Okkum tørvar 16
góðar reinskerarar,
sigur virkisleiðarin á
Tavuni, Kári Egholm
Jacobsen.
ARBEIÐI
Vilmund Jacobsen
Í Leirvík er stórt fram-
leiðsluvirksemi innan fiski-
vinnuna. Í bygdini eru ikki
færri enn trý hampilig
fiskavirkir umframt knetta-
virkið, sum er eitt minni ar-
beiðspláss.
Virkini, talan er um, eru
Tavan,
fiskavirkið
hjá
Kjartani Joensen og høvda-
virkið.
Tað er greitt, at skulu øll
hesi virki hava nóg mikið
av arbeiðsfólki, er neyðugt,
at fólk eisini koma úr øðr-
um bygdum til Leirvíkar at
arbeiða. Men tað er ikki
óavmarkað, hvussu nógv
fólk eru tøk aðrastaðni, tí í
flestu grannabygdum er
eisini nógv at takast við.
Í Leirvík arbeiða tí eisini
fleiri avbygdafólk og út-
lendingar, eitt nú póllakkar,
jugoslavar og russar.
Seks útlendingar
Kári Egholm Jacobsen,
sum er virkisleiðari á Tav-
uni í Leirvík, sigur, at tey
hava einar seks útlendingar
á virkinum í løtuni.
– Millum hesar er onkur
fótbóltsspælari við konu,
og fyrr í heyst komu eisini
tveir jugoslavar til arbeiðis
á virkinum.
Hann sigur, at útlending-
arnir fyri tað mesta arbeiða
í
summarhálvuni,
fara
heimaftur um heystarnar og
koma síðan aftur, tá ið tað
byrjar at vára.
– Men nú hava vit eisini
bíðilista við útlendingum.
Fólk, sum arbeiða her, hava
samband við vinir og kenn-
ingar í heimlandinum, og
har eru fólk, sum vilja
sleppa heim til Føroya at
arbeiða.
Kári sigur, at vanliga fáa
hesi fólk eitt arbeiðsloyvi,
sum varar í 3 mánaðir ella
meira, og hetta loyvi kann
so endurnýggjast. Skulu
útlendingar koma higar at
arbeiða, er neyðugt, at tey
bæði hava játtan frá ar-
beiðsgevara uppá arbeiði
og arbeiðsloyvi frá myn-
dugleikunum.
Tavuni vantar 16
reinskerarar
Nú gullaksavertíðin er lið-
ug, arbeiða tey upsa á Tav-
uni. Tey arbeiða í tveimum
vaktum við 30-35 fólkum á
hvørji vakt. Fyrra vaktin er
til arbeiðis frá kl. 8-16 og
seinna frá kl. 16 til midnátt.
– Í løtuni vantar okkum
16 góðar reinskerarar. Vit
hava søkt eftir fólki í bløð-
unum, men tað vísir seg
ikki at nytta nakað, sigur
virkisleiðarin.
Hann sigur, at fáast ikki
fleiri reinskerarar, er ikki
óhugsandi, at Tavan noyðist
at gevast við aðrari vaktini.
Spurdur, hvussu útlend-
ingarnir roynast, letur Kári
Egholm Jacobsen, væl at.
– Tey roynast væl sum
arbeiðsfólk, og fleiri teirra
hava góðar útbúgvingar,
sigur virkisleiðarin at enda.
Stórur tørvur á arbeiðsfólki
í Leirvík
Í Leirvík er nógv fiskaarbeiði, og stórur tørvur er á arbeiðsmegi.
Tí arbeiða bæði avbygdafólk og útlendingar eisini á fiskavirkj-
unum í Leirvík
Nýggjur drápsháttur skal
menna norsku alivinnuna
SVALBARD
Vilmund Jacobsen
Fyrr í heyst fiskaðu nógv
fólk laks á firðunum á
Svalbard.
Sagt verður, at tað er
heilt óvanligt at fáa laks um
hesar
leiðir.
Men
hitabroytingar í sjónum og
havstreymar hava elvt til, at
nógvur laksur hevur leitað
sær
norður
til
hesar
fjarskotnu leiðir.
Forboð
Stuttleikin hjá Svalbards-
fólkunum vardi ikki leingi,
tí
meðan
fiskiskapurin
gekk uppá tað besta, setti
sýslumaðurin á Svalbard
forboð ímóti hesi veiði.
Tey einastu, sum kundu
halda fram at fiska eftir
forboðið, vóru tey, sum
sýslumaðurin læt fáa eitt
fyribils fiskiloyvi.
Hetta loyvi fingu ikki øll,
skilst.
Avgjørt er, at laksurin,
sum veiddur verður inni á
firðunum á Svalbard, skal
kannast.
Við at køla fiskin
niður fyri slakt og
harvið minka um
strongdina, leingist
tíðin, til deyðsstív-
leikin kemur í fiskin
ALIVINNA
Vilmund Jacobsen
Ein nýggjur drápsháttur ger
tað møguligt hjá norskari
laksaframleiðslu at virka
fiskin betur eftir, at hann er
dripin. Hátturin ger, at laks-
urin kann útflytast "deyðs-
feskur", sum norðmenn
taka til og eisini víðari
góðskaður við fyrimunum,
sum alivinnan ikki hevur í
dag.
Granskarin, Per Olav
Skjervold, hevur arbeitt við
spurninginum um feskleika
í fleiri ár. Hann hevur skriv-
að og nú eisini vart dokt-
araritgerð um evnið.
Skjervold
heldur,
at
nýggi drápshátturin og
fileteringshátturin
kann
vera við til at tvífalda vinn-
ingin í norskari alivinnu.
- Í dag verða bara 2% av
fiskinum víðari góðskað
útyvir tað at skera fiskin í
tvey. At alifiskurin ikki
verður meirvirkaður, kann
fáa álvarsligar fylgjur fyri
norsku alivinnuna, sigur
Skjervold.
Deyðsstívleikin
Nýggi hátturin snýr seg um
at køla fiskin niður, meðan
hann enn er livandi, soleið-
is at hann ikki gerst
strongdur fyri slakt. Á
henda hátt tekur tað eisini
longri tíð, til fiskurin stívn-
ar, soleiðis at hann kann
virkast. Vanligt er, at laks-
urin liggur í 2-6 dagar eftir
slakt, áðrenn deyðsstív-
leikin (rigor mortis) fer úr
fiskinum, soleiðis at fram-
leiðslan kann byrja.
Við at køla fiskin niður
fyri slakt og harvið minka
um strongdina, leingist
tíðin, til deyðsstívleikin
kemur í fiskin. Hetta ger
tað møguligt hjá ídnaðinum
at flakaskera og beina
burtur bein, áðrenn fiskurin
gerst stívur og ringur at
arbeiða við.
Á henda hátt hevur
norski ídnaðurin longu eitt
fleiri dagar langt "for-
spring" mótvegis øðrum
kappingarneytum, tá ið
ræður um feskleika og
dygdir sum fastleika og
reyða litin í laksinum.
Eitt skump...
Drápshátturin við at køla
fiskin niður fyri slakt, er
høvuðsevnið í doktararit-
gerðini
hjá
Per
Olav
Skjervold, sum hann vardi
á norska landbúnaðarhá-
skúlanum síðst í september.
Higartil hevur norski ídn-
aðurin verið fyri atfinning-
um, tí laksurin verður út-
fluttur óvirkaður.
Kappingin úti á altjóða
marknaðinum er hørð, men
norðmenn meta, at gransk-
ingin hjá Per Olav Skjer-
vold fer at geva laksaídnað-
inum eitt rættiligt skump í
rætta endan.
Laksur inni á firðunum
á Svalbard
Verður laksurin niðurkøldur fyri slakt, gerst hann minni strongdur og stívnar seinni
C
M
Y
K
5
4