týsdagur 15. oktober 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 197 - 15. oktober 2002
Nr. 197 - 15. oktober 2002
7
Ein altjóða kapping í
talvi fer í hesum døg-
um fram á Hotel Norð
á Viðareiði. Fimm út-
lendskir telvarar eru
komnir til Føroya at
telva í móti fimm av
okkara frægastu telv-
arum. Í hesum sam-
bandi var lítil mót-
tøka hildin í býráðs-
salinum leygardagin
TALVKAPPING
Solby A. Eliasen
Móttøkan byrjaði við, at
Steinbjørn Jacobsen, borg-
arstjóri beyð øllum at vera
vælkomnum til Klaksvíkar.
Síðani helt Rani Nolsøe,
formaður í Talvsamband
Føroya røðu. Hann tosaði
millum annað um týdningin
fyri føroyska telving, at
hesin møguleikin til at telva
móti sterkum útlendskum
telvarum er til staðar. Hann
legði eisini dent á, at uttan
stuðulin frá vinnulívinum
og øðrum fyritøkum í
Føroyum, so hevði tað als
ikki kunnað latið seg gjørt
at hildið kappingina.
Og nógv varð eisini gjørt
fyri at ein lættliga kundi fáa
eyga á stuðlarnar. Á einum
lítlum veggi beint aftanfyri
Rana og hinar, sum eisini
hildu røðu henda dagin,
hingu skelti við teim ymsu
stuðulunum.
Aðrir, sum eisini hildu
røðu henda dagin, vóru,
Jákup Mikkelsen fyri JFK
Heilsølu og so Mogens
Nielsen, sum er altjóða
dómari og eygleiðir kapp-
ingina at alt fer fram, sum
tað skal.
Á hesi móttøkuni fór
lutakastið fram, um hvussu
teir skuldu spæla fyrsta
umfar. Teir vórðu róptir upp
eftir ratingtølunum. Tað vil
siga, at tann sterkasti fór
fyrst og so niður eftir. Rat-
inglistin, sum gingið var
eftir, var tann altjóða
ratinglistin.
Ein fyri og annar eftir
komu telvararnir upp eftir
eini gávu frá Klaksvíkar
Kommunu,
har
millum
annað ein bóklingur um
Klaksvíkar Kommunu var. Í
hesum bóklinginum stóð so
eitt tal, sum segði hvørjum
viðkomandi telvari skuldi
telva ímóti í fyrsta umfari.
Eyðun Nolsøe kom upp
sum tann níggjundi í røðini,
og hann segði skemtandi: "
Hvar er so hatta fýratalið"?
Og so tók hann ein bólk-
ling, og heppin var hann, tí
inni í stóð fýratalið. Tað
bleiv ein lítil látur eina løtu.
Hví tað var so umráðandi
fyri Eyðun at finna fýra-
talið, greiddi Rani Nolsøe
frá aftan á lutakastið.
Tað er soleiðis, at um ein
tekur tøl frá eitt til fimm, so
fær ein fimm hvít talv og
fýra svørt. Og tað er ein fyri-
munur í talvi, líka sum tað er
,at hava servuna í tennis.
Kappingin
Talvkappingin
byrjaði
leygardagin og tá varð
telvað
einaferð.
Síðani
vórðu tvey talv sunnudagin
og so tvey um dagin inntil
mikudagin, tá kappingin
endar. Kappingin fer fram á
Hotel Norð á Viðareiði
undir framúr góðum um-
støðum, har telvararnir
eisini búgva.
Rani Nolsøe, formaður í
Talvsamband Føroya sigur,
at orsøkin til at kappingin
fer fram í Norðoyggjum er,
at hann byrjaði upp á fyri-
reikingarnar har, og so var
tað so líka til, at kappingin
bleiv
løgd
í
Norður-
oyggjum.
Talv er eitt av teimum fáu
spælunum, sum ikki er
baserað upp á hepni, um
ein hyggur at tí frá einum
óobjektivum sjónarhorni.
Tað vil siga, at um ein
ikki heldur tað vera heppið,
at hin ger eitt mistak. So
hevur spælið sum so onki
við hepni at gera. Tað er eitt
spæl, har alt verður strateg-
iskt lagt til rættis og tað
skal sera nógv konsentra-
tión til. Ein má vera væl-
fyrireikaður til eina tílíka
kapping sum hesa, og
høvdið má vera klárt.
Henda altjóða kappingin
kann sigast at vera ein
styrkisroynd hjá teimum
føroysku telvarunum. Hvør
telvari skal telva níggju talv
hvør, og um tað eydnast
einum at vinna seks av
teimum, so hevur viðkom-
andi ognað sær ein triðing
av heitinum sum IM meist-
ari. Tað, sum verður kallað
ein IM norm. IM stendur
fyri International Master.
Og tað er ein sera heiður-
ligur tittul innan talv. Men
henda kappingin gevur sum
sagt bert ein triðing (ein
norm) av tittlinum. So skal
viðkomandi telva í tveim-
um kappingum aftur at fyri
at ogna sær hinar báðar
triðingarnar. Ein vinnur
bert ein triðing í hvørjari
kapping. Og føroysku telv-
ararnir hava sjálvsagt sett
sær sum mál at fáa fyrsta
IM normin í kassan í hesi
kappingini.
Men sum gongdin hevur
verið í kappingini higartil,
so letur tað til, at føroysku
telvararnir missa ov nógv
stig longu í byrjanini. Tað
kann tí fara at verða torført
at vinna tað innaftur. Men
enn eru fleiri umfør eftir, so
onki er avgjørt enn.
Kappingin endar sum sagt
mikudagin.
1st Klaksvík International
Kim Pilgaard kom við
í 1st Klaksvík Inter-
national av tilvild. Á
móttøkuni í Býráðs-
salinum í Klaksvík
leygardagin nýtti
Sosialurin høvi til at
fáa eitt prát við IM
meistaran
TALVKAPPING
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Hægst rataði
telvarin í 1st Klaksvík
International, Kim Pilgaard
kom við av tilvild. Ein
hevði givið avboð, og so
varð hann spurdur, um
hann hevði hug at verða
við.
Hann sigur, at hann hevur
spælt í Spania í tvey ár nú,
og orsakað av, at hann so
tilvildarliga kom við í hesa
kappingina, so hevur hann
ikki havt so góða tíð til at
fyrireika seg. Men hann
ivaðist ikki og segði ja
beinanvegin, tí tað er ikki á
hvørjum degi, at hann fær
ein tílíkan møguleika, sigur
hann.
Hann letur avbera væl at
umstøðunum til at telva á
Viðareiði.
– Tað eru fantastiskar
umstøður. Har er friðarligt
og perfekt til at telva, sigur
hann.
Um kappingina sigur
Kim Pilgaard, at tað eru
fleiri sera áhugaverdir og
evnaríkir telvarar millum
føroysku luttakararnar í
kappingini. Hann nevnir
eitt nú Hans Kristian Sim-
onsen
og
John
Arna
Nilssen.
Hann greiðir frá, at hann
trekti nummar sjey í luta-
kastinum, og tað merkir, at
hann skal telva fimm svørt
og fýra hvít talv.
– Tað er ein vansi, men
nú fáa vit at síggja, hvussu
leikur fer fram, sigur hann.
Kim Pilgaard vann IM
tittulin sum 32 ára gamal,
og tað verður mett at vera í
tí eldra endanum fyri at
vinna ein tílíkan tittul.
Hann hevur telvað, síðani
hann var 15 ára gamal og
fyri tveimum árum síðani
segði hann sítt starv upp
fyri at telva fulla tíð.
Kom við upp á avboð
IMmeistarin Kim Pilgaard
kom við í 1st Klaksvík
International vegna avboð
hjá einum øðrum
Eyðun Nolsøe er ein
av føroysku telvarun-
um í 1st Klaksvík
International. Á mót-
tøkuni leygardagin
trekti hann fýratalið,
sum merkti, at hann í
fyrsta umfarinum
skuldi møta Kim Pil-
gaard, sum var tann
hægst rataði av teim-
um á altjóða
ratinglistanum
TALVKAPPING
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Á móttøkuni leygardagin
segði Eyðun, at henda
kappingin er ein góð venj-
ing til Olympiaduna, sum
verður seinni í hesum
mánaðinum.
Hann segði eisini, at
hann fór at fáa sína sak fyri
beinanvegin, tí hann skuldi
møta tí sterkasta. Hann
segði, at hann var bæði
spentur, glaður og nervøsur
fyri hesum møguleikanum
at telva ímóti so sterkum
telvarum.
– Kim Pilgaard er rataður
200 stig hægri enn eg á list-
anum, so eg fari ikki at
gráta, um eg tapi. Tað er
púra vist. Men eg hevði
verðið avbera glaður fyri
ein javnleik, segði Eyðun
leygardagin.
Og seinni leygarkvøldið,
tá fyrsta umfar var av, frætt-
ist at Eyðun Nolsøe og Kim
Pilgaard høvdu telvað javnt.
Eyðun segði eisini leyg-
ardagin, at tað er eitt upp-
livilsi bara at fáa møguleika
til at telva ímóti hesum
útlendsku telvarunum.
Hann tosaði eisini hetta
at fyrireika seg til eina
tílíka kapping.
– Tað kann so at siga ikki
lata seg gera í dag, um ein
telvari ikki hevur teldu.
Allir telvarar í dag hava
teldu, so ein kann hyggja
eftir og fylgja við talvum á
netinum.
Leygardagin
klokkan
fimm byrjaði so fyrsta um-
farið av kappingini, og sum
sagt, so eydnaðist tað Eyð-
uni Nolsøe at telva javnt í
móti Kim Pilgaard.
Sunnudagin telvaði hann
so í móti Ólavur Simonsen
í øðrum umfari, og tað talv-
ið tapti hann. Meðan hann
vann ímóti Hans Kristian
Simonsen í triðja umfari.
Saman við øllum hinum
telvarunum, skal Eyðun so
telva tvey talv um dagin,
inntil mikudagin, tá kapp-
ingin endar.
Venjing til OL
Eyðun Nolsøe vónaði undan
umfarinum leygardagin, at
hann fór at fáa javnleik
ímóti Kim Pilgaard. Og tað
eydnaðist honum
1st Klaksvik International: Lutakast fór fram á móttøkuni, um
hvør skuldi møta hvørjum í fyrsta umfari á hotellinum á
Viðareiði leygardagin
Tað kemur neyvan
uppá tal at flyta
Stuðulsstovnin til
Runavíkar, í hvussu er
ikki fyribils. Ikki ein
króna er sett av í
fíggjarlógaruppskotin
um til at flyta stovn-
in, og landsstýris-
maðurin í mentamál-
um hevur enn ikki
tikið nakra avgerð í
málinum
STUÐULSSTOVNURIN
Jón Brian Hvidtfeldt
Líkt er til, at avgerðin, fyrr-
verandi landsstýrismaðurin
í mentamálum Torbjørn
Jacobsen, tók fyri góðum
tveimum árum síðan um at
flyta Stuðulsstovnin úr
Havn til Runavíkar, ikki
verður framd í verki kort-
ini.
Síðan politiska útmeld-
ingin um at flyta stovnin
kom á sumri 2000, hevur
stovnurin at kalla livað í
óvissuni. Eftirmaðurin hjá
Torbjørn
Jacobsen
í
Mentamálastýrinum, Óli
Holm, staðfesti fyri góðum
hálvum øðrum ári síðan í
svari uppá fyrispurning í
Løgtinginum, at avgerðin
um at flyta stovnin til
Runavíkar stóð við, og
hann setti eisini í verk eina
kanning av støðuni hjá
Stuðulsstovninum. Kann-
ingin vísti, at mótstøða var
innanhýsis á stovninum
móti at flyta til Runavíkar,
og síðan er einki hent í
málinum.
Tá Annlis Bjarkhamar í
summar tók við sum lands-
stýrsmaður í mentamálum
boðaði hon frá, at framtíðin
hjá
Stuðulsstovninum
skuldi takast upp til nýggja
viðgerð. Landsstýrismað-
urin vil hava greiðu á, hvør
uppgávan hjá Stuðulsstovn-
inum verður í framtíðini, og
hvar og hvussu henda upp-
gáva kann røkjast best.
Hesar spurningar verður
framvegis arbeitt við í
Mentamálaráðnum,
men
niðurstøða er ikki gjørd. Tí
hevur Annlis Bjarkhamar
enn ikki tikið støðu í málin-
um.
- Tað er greitt, at politiska
útmeldingin hjá undan-
manni mínum um at flyta
Stuðulsstovnin stendur við,
til ein onnur avgerð er tikin,
sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon vísir tó á, at eftir
hennara tykki er skilabest
at fáa eina mynd av, hvønn
profil
Stuðulsstovnurin
skal hava í framtíðini,
áðrenn stovnurin verður
fluttur.
Millum
annað
verður arbeitt við, í hvønn
mun tað ber til at saman-
fletta ráðgevingaruppgávur
við tær uppgávur, sum
Stuðulsstovnurin
í
dag
røkir.
Eingir pengar til
flyting
Hóast spurningarnir um
framtíðarstøðu
Stuðuls-
stovnsins hava verið nógv
umrøddir í Mentamála-
ráðnum, so ber til at lesa
burturúr fíggjarlógarupp-
skotinum fyri næsta ár, at
stovnurin neyvan verður
fluttur fyribils. Hóast tað
fyriliggur ein politisk av-
gerð um at flyta stovnin, so
er ikki ein króna sett av til
endamálið næsta ár, og
heldur ikki í langtíðar-
ætlanunum er nøkur játtan
at hóma.
Annlis Bjarkhamar vil
ikki siga, hvørt manglandi
játtanin skal tulkast sum
um at avgerð longu er tikin
í Mentamálaráðnum um, at
Stuðulsstovnurin
ikki
verður fluttur kortini. Hon
ásannar tó, at skuldi hon
komið til ta niðurstøðu, at
rættast er at flyta stovnin,
so kann tað gerast sera
trupult at finna pengar til
endamálið, tá einki er sett
av í fíggjarlógaruppskotin-
um. Til ber sjálvsagt at játta
pengar við eini eykajáttan-
arlóg, men mest sannlíkt er
tó, at landsstýrismaðurin
verður noydd at finna
pengarnar aðrastaðni á
verandi játtan til útbúgving
og gransking, skal stovn-
urin flytast. Út frá hesum er
mest sannlíkt, at Stuðuls-
stovnurin, eisini næsta ár
fer at húsast í hølunum hjá
Mentamálaráðnum
við
Hoyvíksvegin í Havn.
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum sigur, at hon
vónar at fáa greiðu á, hvør
framtíðar uppgávan hjá
Stuðulsstovninum
skal
vera, innan heilt stutta tíð.
Eftir nýggjár verður
farið undir fyrstu
fyrireikingarnar til
bygging av nýggjum
hølum til HT-útbygg-
ingina í Klaksvík.
200.000 krónur eru
settar av til fyrireik-
ingarnar í fíggjar-
lógaruppskotinum
fyri næsta ár
SKÚLABYGGING
Jón Brian Hvidtfeldt
Eins og fleiri aðra staðni í
landinum hevur Tekniski
skúlin í Klaksvík eisini tørv
á fleiri og betri hølum. Tí
verður í næstum farið undir
fyrstu fyrireikingarnar til at
bøta
um
viðurskiftini,
serliga hjá teimum, sum
eru knýtt at HT-útbúgv-
ingini, ið gevur eitt teknisk
studentsprógv.
Í fíggjarlógaruppskotin-
um fyri næsta ár eru
200.000 krónur settar av til
endamálið, sum í uppskot-
inum hevur fingið heitið
»Norðoya
skúladepil«.
Annlis Bjarkhamar, lands-
stýrismaður í mentamálum,
sigur, at pengarnir eru
ætlaðir til at fyrireika
nakrar
langtíðarætlanir,
sum skulu fremjast, tá pláss
aftur er á íløgusíðini á
fíggjarlógini.
Eftir nýggjár skal ein
byggifyririekingarnevnd
setast, sum skal finna út av,
hvør besta loysnin er fyri
hægri teknisku útbúgving-
ina í Klaksvík. Annlis
Bjarkhamar sigur, at í
fyrstu atløgu verður arbeitt
við, at HT-útbúgvingin í
Klaksvík skal fáa seks
skúlastovur afturat. Um-
framt at tað fer at bøta
munandi um umstøðurnar
hjá teknisku studentaskúla-
næmingunum, so fer út-
byggingin eisini at geva
betur pláss á restini av
Tekniska Skúla í Klaksvík,
har HT-næmingarnir í dag
húsast.
Landsstýrismaðurin
sigur, at tað er greitt, at
200.000 røkka ikki langt í
hesum
høpi,
men
at
pengarnir fyrst og fremst
eru settir av til eina lang-
tíðarætlan, sum um nøkur
ár skal síggjast aftur í
Klaksvík. Annlis Bjark-
hamar sigur, at málið er at
fáa tær fimm verandi mið-
n á m s ú t b ú g v i n g a r n a r
(Student, HF, HT, HH og
Fiskivinnuskúlan), sum í
dag virka sum fimm sjálv-
støðugar eindir, knýttar
tættari saman, fyri á tann
hátt at skapa nakrar betri og
fjølbroyttari útbúgvingar.
Sum liður í hesum mál-
setningi er so ætlanin at
menna Norðoya skúladepil.
Fyrireika Norðoya
skúladepil
Stuðulsstovnurin
ikki fluttur fyribils
Annlis Bjarkhamar hevur
enn ikki tikið støðu til, hvørt
Stuðulsstovnurin skal flytast
ella ikki. Men staðfestast
kann, at ikki ein króna er sett
av til endamálið í fíggjar-
lógaruppskotinum fyri næsta
ár
C
M
Y
K
7
6