týsdagur 15. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 197 - 15. oktober 2002
Nr. 197 - 15. oktober 2002
9
Ein av teim komandi
døgunum gevur eitt
svenskt utgávufelag
út fløgu, sum inni-
heldur tónleik eftir
Sunnleifi Rasmussen.
Samstundis verður
dugnaligi føroyingur-
in heiðraður við virð-
isløn frá norðurlensk-
um tónleikaráði
TÓNLEIKUR
Ragnhild Ellingsgaard
Fløgan ber heitið "Sur-
rounded", og inniheldur
hon tónleik, sum Sunnleif
hevur skrivað í árunum
1995 - 2000. Talan er um
tónleik, sum hevur tilknýti
til Føroyar, og í tveimum av
verkunum verða tekstir hjá
rithøvundanum
William
Heinesen eisini nýttir.
Fimm verk eru at finna á
fløguni, sum íslenska Cap-
utensemblen hevur spælt
inn.
Tónleikurin á fløguni
gevur eina persónslýsing av
einum dugnaligum ungum
manni, sum við støði í jazz-
tónleiki eisini fær íblástur
aðrastaðnis frá.
Í verkinum "Arktis" fyri
mezzosopran,
klarinett,
hørpu, slagverki og cello
skapar hann eitt ljóðum-
hvørvi, sum fangar hug-
lagið í tí arktisku ferðini hjá
Williami Heinesen, meðan
ein í verkinum "Mozaik/-
Miniature" kann minnast
aftur á fyrstu symfoniina,
sum Sunnleif hevur skriv-
að, eisini nevnd "Oceanic
Days".
Tað er svenska útgávufel-
agið BIS, sum gevur út
fløguna. Sama felag hevur
áður givið út fløguna
"Cantus Borealis. Wind
Music from the Faroe Is-
lands/Reykjavik
Wind
Quintet" í 2000, har fleiri
kendir føroyskir kompon-
istar vóru við.
Rannvá Kunoy hevur
prýtt vakra fløguhúsan, har
reyði og svarti liturin troka
seg framat.
Heiðraður við
virðisløn
Umframt nýggju fløguút-
gávuna hevur Sunnleif eis-
ini fingið tað æru at verða
heiðraður við virðisløn frá
norðurlenskum tónleika-
ráði.
Virðislønin verður latin
av Nordiska Rådet, og inni-
ber hon eina peningagávu
áljóðandi 350 000 danskar
krónur. Hetta er samstundis
fyrstu ferð, at ein kompon-
istur frá teim sjálvstýrandi
økjunum (Føroyar, Áland
og Grønland) fær hesa virð-
isløn.
Virðislønina fær Sunnleif
fyri "Oceanic Days", hans-
ara fyrstu symfoni, og verð-
ur hon handað Sunnleifi
tann 29. oktobur á eini
hugnaløtu í Helsingfors.
Á somu hugnaløtu verður
eisini 50 ára føðingardagur-
in hjá Nordiska Rådet
hátíðarhildin
Tónleikarin Sunnleif Rasmussen:
Heiðraður av Nordiska Rådet
Svenskt útgávufelag gevur út
nýggja fløgu við verkum av
Sunnleifi Rasmussen.
Rannvá Kunoy hevur hevur
prýtt fløguhúsan
Tann 29. oktobur verður Nordiska Rådets Musikpris handað
Sunnleifi í Helsingfors. Hetta er ein virðisløn áljóðandi 350
000 danskar krónur
Nósa Barnaprix 2002 á Oyrabakka:
Durita skal í finaluna
Eydnan á Oyrabakka
var leygarkvøldið
karmur um eitt
kvøld, sum fult og
heilt var ætlað yngra
ættarliðnum. Og í
meldrinum av tón-
leiki, royki og sápu-
bløðrum varð enn ein
finalistur funnin til
Nósa Barnaprix 2002
NÓSA BARNAPRIX
2002
Ragnhild Ellingsgaard
Lagt var upp til eitt stórt
kvøld, tá næst seinasta und-
anumfarið av Nósa Barna-
prix leygarkvøldið fór av
bakkastokki.
10 luttakarar millum 7 og
14 ár vóru við í kappingini,
og av teimum skuldi ein
finalistur
finnast,
sum
síðan sleppur við í final-
una, sum verður á Kambs-
dali í novembur mánaða.
Umleið 360 fólk vóru
savnaði í Eydnuni, og saman
við vertunum báðum, Ang-
elu úr Fres og Baby James,
varð skjøtul settur á eitt
kvøld, sum skuldi vísa seg
heilt at liva upp til allar tær
væntanir, sum fólk framm-
anundan høvdu sett sær.
Vertir í essinum
Ein og ein komu luttakarar-
nir inn á pallin, sum var
pyntaður við ballónum.
Onkur hevði dansigentur
undir liðini, meðan onnur
stóðu einsamøll framman
fjøldini og framførdu lagið,
sum tey høvdu valt sær.
Talan var um kend føroysk
barnaløg, har tónleikurin var
lagdur á fløgu, meðan lut-
takarin sjálvur setti rødd til.
Fyrireikararnir
høvdu
skipað fyri, at eitt stórt ljós-
show varð sett til hvørja
framførslu, umframt at
sápubløðrur eisini duttu
undan loftinum og út yvir
teir fremstu áhoyrarnar.
Lagt varð til brots kl.
19.00, og síðani varð ferð
sett á. Ímillum hvønn lut-
takara komu Angela og
Baby James inn á pallin og
fortaldu onkra stuttliga
søgu um næsta luttakaran.
Og tey bæði komu framúr
væl frá hesi uppgávu. Ferð
eftir ferð fekk Baby James
mannfjøldina at bresta útúr,
meðan Angela eftir besta
førimuni royndi at halda stýr
á tí kúllaliga lítlabeiggjan-
um. Skemtiligu viðmerk-
ingarnar hjá teimum báðum
rakti plett nærum hvørja
ferð, og hetta má sigast at
verða eitt gott bragd, tá
hugsað verður um, at áhoyr-
arafjøldin rakk heilt frá
barnavognum til ommur og
abbar.
Græt av gleði
Tá allir luttakararnir høvdu
verið á pallinum, kom stóri-
beiggin hjá Baby James,
James Olsen, á vitjan. Hann
skuldi undirhalda fjøldina,
meðan dómararnir stungu
høvdini saman fyri at finna
útav, hvør skuldi sleppa
víðari í finaluna.
Og endiliga upprann so
løtan. Saman við Angelu og
Nósa komu allir luttakarar-
nir út á pallin, og skilliga
sást, at børnini vóru spent.
Áhoyrarafjøldin var eins
spent og luttakararnir, og
allur salurin kókaði nú av
berum spenningi,
James og Angela takkaðu
stuðlunum fyri teirra avrik,
og síðani kom spennandi
avdúkingin.
Á fyrsta plássi hetta
kvøldið lá Durita Djurhuus
av Eiði, og sleppur hon
sostatt víðari í finaluna.
Umframt hetta skal hon eis-
ini saman við hinum final-
istunum syngja inn eina
fløgu, sum verður útgivin í
sambandi við finaluna.
Nr. tvey gjørdist Durita í
Brekkunum, meðan Ester
Nónsgjógv Kristiansen end-
aði á einum triðja plássi.
Eingin ivi var um, at
genturnar vóru glaðar fyri
tey plássini, sum tær høvdu
fingið í kappingini. Tann
eina av teimum gjørdist
enntá so fegin, at hon bæði
rópti og græt av gleði.
Sum skilst vóru áhoyrar-
arnir eisini samdir við
dómarunum, tí fagnaðar-
brestirnir í salinum mundu
ongan enda fingið. Okkurt
tárið fekk eisini sníkt seg
framat hjá onkrum, tá vinn-
arin av kappingini slapp
framat
mikrofonini
og
framførdi lagið Heimið hjá
Brandi Enni enn einaferð.
Sum heild eitt sera væl
eydnað tiltak á Oyrabakka
leygarkvøldið, har børnini
kundu hugna sær við
dreyminum um eitt lív
millum stjørnurnar. Hetta
kvøldið vóru tað tó børnini
í Eydnuni, sum vóru tær
veruligu stjørnurnar.
Durita Djurhuus av Eidi kann nú droyma um eitt lív millum aðrar sangstjørnur. Hon gjørdist
nummar eitt á næst seinasta undanumfarinum av Nósa Barnaprix 2002, og sleppur hon sostatt
víðari í finaluna
Áðrenn november
mánaður er runnin
hevur landsstýris-
maðurin við kirkju-
málum verið á fýra
fundum við føroysk
umboð innan kirkj-
una og á einum fundi
við donskum embæt-
isfólki. —Tá vita vit,
hvussu langt er eftir á
mál, sigur Annlis
Bjarkhamar
FÓLKAKIRKJAN
Heri á Rógvi
Næsti hálvurannar mánað-
urin ella so fer at hava stór-
an týdning fyri arbeiðið at
yvirtaka
Fólkakirkjuna.
Annlis Bjarkhamar, lands-
stýrismaður við kirkjumál-
um, sigur, at hon innan ein
mánað skal á fýra fundir
við ymisk føroysk umboð.
Ein fundur verður við bisp,
Hans Jákup Joensen og ein
við dómpróstin, Bjarna
Bæk. Eisini skulu Jákup
Reinert Hansen, formaður í
Prestafelagnum og Edvin
Joensen, formaður fyri
Landsfelagið fyri kirkju-
ráðslimir, á fund við Annlis
Bjarkhamar, áðrenn 30
dagar eru runnir.
Ikki nokk við tí, men í
november mánaði koma
donsk embætisfólk til Før-
oya at fundast. Hesi koma
frá Kirkeministeriet, og
saman við føroysku embæt-
isfólkum verður fundur hild-
in um víðari leistin í sam-
bandi við yvirtøkuna av
Fólkakirkjuni.
Fundurin
verður á embætismanna-
stigi, sigur Annlis Bjark-
hamar.
Betri tóni
Í sambandi við arbeiðið at
yvirtaka
Fólkakirkjuna
hava nógvar ákoyringar
verið móti Annlis Bjark-
hamar fyri ikki at gera, sum
tað stendur skrivað í sam-
gonguskjalinum, t.e. ikki at
taka allar partar við í
samráð.
Annlis Bjarkhamar sigur
sjálv, at hon ongantíð hevur
ætlað at hava nakra dulda
dagsskrá, og soleiðis verður
tað heldur ikki í framtíðini.
Teir fýra fundirnir við
føroysk umboð verða –
sambært Annlis Bjark-
hamar – kunnandi, har
greiða kann fáast á nøkur
ivamál. Eisini ætlar Annlis
at tosa nærri um, hví kjakið
um Fólkakirkjuna fór so-
leiðis av sporinum herfyri.
Og tónin er vorðin munandi
betri, heldur Annlis Bjark-
hamar.
Sjálvt samráðingarupp-
leggið er rættiliga fastlagt,
men fundarluttakararnir fáa
møguleikan at gera við-
merkingar.
– Tað vóru fleiri, sum
mettu, at dialogurin í sam-
bandi við yvirtøkuna ikki
var nóg opin. Hetta havi eg
tikið til eftirtektar, og vit
royna at halda góðar og
opnar fundir, har alt verður
greitt staðfest, sum fer fram
á fundinum. Allir partar
ynskja skipað viðurskifti,
sigur Annlis Bjarkhamar.
Hóast prestarnir og onnur
óivað hava sínar meiningar
um yvirtøkuna av Fólka-
kirkjuni, so ger Annlis
Bjarkhamar púra greitt, at
avgerðin um yvitøku ella
ikki er og verður politisk.
Tingið fær eisini møgu-
leikan at siga sína hugsan,
tá málið verður viðgjørt í
einum orðaskifti, tá málið
er búgvið til tess. Annlis
sigur, at tingfólk greitt hava
víst áhuga fyri at fáa eitt
orðaskifti.
Nýta verandi
lógarverk
Annlis Bjarkhamar vísir
staðiliga aftur, at ætlanin er,
ella nakrantíð hevur verið,
at yvirtaka fólkakirkjuna,
uttan at lógarverk fylgir
við.
– Tað hevur ongantíð
verið ætlanin bara at yvir-
taka, uttan at vita hava
nakað lógarverk. Vit skulu
yvirtaka og so nýta verandi
lógarverk, áðrenn nakað
annað verður sett í gildi,
sigur Annlis Bjarkhamar.
Eitt álit er skrivað um
bygnaðin av fólkakirkjuni,
men ógreitt er, nær hesin
verður tikin í nýtslu. Eisini
skal bygnaðurin og lógar-
verkið samtykjast fyrst av
Føroya løgtingi.
Annlis Bjarkhamar vil
ikki seta nakran dag, tá
Fólkakirkjan er endaliga
yvirtikin.
– Hetta verður gjørt so
skjótt, vit eru klár. Hendan
næsta tíðin vil vísa okkum,
nær vit kunnu koma á mál,
sigur Annlis Bjarkhamar.
Fólkakirkjan stór fet nærri yvirtøku
Àðrenn november mánaður
er runnin hevur Annlis
Bjarkhamar verið á fimm
fundum, sum vera rættiliga
avgerandi fyri víðari
gongdina í sambandi við
yvirtøkuna av Fólkakirkjuni.
Mynd: Jens Kristian Vang.
– Tað verður ikki við
mær í samgonguni, at
eitt uppskot um skrá-
sett parlag fer niðan í
tingið, sigur Jógvan
Lakjuni, tingmaður
fyri Fólkaflokkin.
Seinastu viðmerking-
ar frá Høgni Hoydal
koma illa við hjá hon-
um, og hann heldur,
at fólk hava lyndi til
at verða ósaklig móti
fólki við aðrari fatan
SKRÁSETT PARLAG
Heri á Rógvi
Í leygardagsblaðnum fekk
kjakið um skrásett parlag
enn ein kapitul, tá Høgni
Hoydal, landsstýrismaður í
lógarmálum, gjørdi greitt,
at hann ætlar at bera málið
um skrásett parlag niðan í
tingið. Hann vil fyrst og
fremst fáa eitt aðalorða-
skifti í tinginum, men hann
heldur seg ikki aftur við at
fara í tingið við einum lóg-
aruppskotið. Ein av hansara
boðskapum er, at skal tað
ikki verða loyvt at skráseta
seg í parlag sum samkynd-
ur í Føroyum, so verður tað
tingið, sum skal taka ta
avgerðina.
– Eg havi einki ímóti, at
vit tosa um málið í løgting-
inum í einum aðalorða-
skifti. Tað verður tó ikki við
mær í samgonguni, at eitt
uppskot um skrásett parlag
fer niðan í tingið. Lands-
stýrismaðurin í lógarmál-
um kann sjálvandi, eins og
allir tingmenn, leggja øll
uppskot fyri tingið, ið hann
sjálvur ynskir, men við
einum uppskoti um skrásett
parlag frá samgonguni er
eingin samgongu longur,
sigur Jógvan á Lakjuni,
tingmaður fyri Fólkaflokk-
in og formaður fyri Rættar-
nevndina hjá Løgtinginum.
Hann er heldur ikki í iva
um, at tað eru fleiri við
honum, sum ikki ynskja at
vera partur av einari sam-
gongu, har eitt tílíkt mál
verður borið niðan í tingið.
Fleiri av orðingunum hjá
Høgna Hoydal heldur Jógv-
an á Lakjuni vera langt úti,
sum hann tekur til.
– Eg meti, at tað er ein
stórur partur av føroyska
fólkinum, sum metir málið
um samkynt parlag vera eitt
átrúnaðarligt mál. Málið er
so tætt knýtt at bíbliuni, at
tað verður av sær sjálvum
eitt átrúnaðarligt mál. Tað
skal Høgni Hoydal so
heldur ikki gera av, sigur
Jógvan à Lakjuni.
Eins og Høgni Hoydal í
blaðnum leygardagin, so
ynskir Jógvan á Lakjuni eitt
sakligt kjak um evnið.
Hann heldur, at tað er
skeivt, tá fólk hava lyndi til
at kalla hann og aðrar, sum
ikki eru fyri skrásettum
parlagi fyri samkynt, fyri
fundamentalistar og annað.
– Tað er ein snaring av
veruleikanum, tá fólk vilja
skíra okkum, sum eru ímóti
skrásettum parlagi fyri
samkynd, fyri fundamental-
istar,
sigur
Jógvan
á
Lakjuni.
Sambært
Jógvani
á
Lakjuni er tað Høgni Hoy-
dal sjálvur, sum eigur
ábyrgdina av, at málið
hevur fingið eina tílíka
vend, tí tað er hann, sum
hevur tikið málið fram.
Samd samgonga
Jógvan á Lakjuni sigur, at
teir í samgonguni ikki hava
frætt nakað um, at málið
um skrásett parlag fer niðan
í tingið.
– Vit vóru fyri nøkrum
mánaðum síðani til sam-
gongusamráðingar, og tá
hoyrdu vit ikki eitt orð um
hetta málið. Vit hava tosað
um at yvirtaka persóns-,
familju- og arvarætt. Vit
tosa um at yvirtaka um-
sitingina av einum málsøki.
Tað passar als ikki, tá
sagt verður, at vit ikki vilja
taka støðu í málinum. Tað,
at vit hava øðrvísi lógir
galdandi í Føroyum enn í
Danmark, vísir, at vit hava
eina støðu til málið, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Hann metir, at lógin um
skrásett parlag er ein lóg
fyri seg. Hann vísir til lóg-
ina í Danmark, sum er eitt
sjálvstøðug lóg, ið loyvir
samkyntum at skráseta seg
í parlag, t.e. lov om registr-
eret ægteskab. Tað er hesa
lógina, ið Jógvan í Lakjuni
fyri alt í verðini ikki vil
hava setta í gildi í Føroyum.
Formaðurin í Rættarnevnd-
ini ásannar, at samskiftið
innanhýsis í samgonguni
ikki er av tí besta, tá menn
ikki vita, hvat hinir gera.
Eftir hansara fatan er tað
fyrst og fremst ímóti náttúr-
uni, at samkynd skráseta
seg í parlag. Og so er tað
sjálvandi eisini knýtt at
hansara kristna uppvøkstri.
– Hjá mær er tað heilt
ótrúliga langt úti, at eitt
samfelag kann loyva tveim-
um av sama kyni somu
rættindi sum einum hjún-
um. Í mínari verð eru hini
Norðanlond farin langt av
leið við at loyva skrásettum
parlagi. Tey eru í mínari
verð tilafturskomin, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Jógvan á Lakjuni um skrásett parlag:
Ímóti náttúruni
Jógvan á Lakjuni sigur
kortanei til, at samkynt
uppskot um skrásett parlag
fyri samkynt fer niðan í
Løgtingið.
Mynd: Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
9
8