Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 197 - 15. oktober 2002 Nr. 197 - 15. oktober 2002 11 FISKAVIRKING Edvard Joensen – Vit hava ongan skund við at privatisera Fiskavirking, men støðan hjá grunninum er tó púra greið: Fiskavirk- ing skal seljast til hægst- bjóðandi sigur formaðurin í Framtaksgrunninum, Niels Winther Poulsen. Hann leggur aftrat, at alt verður selt undir einum. Í løtuni verður bíðað eftir eini frá- greiðing um bygnaðin í fiskivinnuni, sum Vinnu- málaráðið hevur sett í gongd og sum skuldi vera liðug í november. Niels Winther Poulsen sigur, at áðrenn Fiskavirk- ing verður selt, so verður sølan fráboðað í góðari tíð. Hvat viðvíkur møguligum útlendskum áhugamálum í eini slíkari sølu so vísir nevndarformaðurin á, at nevndin hevur bara eitt at halda seg til, og tað er at selja til hægstbjóðandi. Um so er at myndugleikarnir ynskja, at meirilutin av partaeigarunum skulu vera føroyskir, so kann løgtingið bara gera tað við lóg. Kemur slík lóg, so hevur Framtaksgrunnurin eisini at laga seg eftir tí . Niels Winther Poulsen heldur sjálvur, at tað besta fyri Fiskavirking er, um fyritøkan verður privatiser- að, tí harvið fær hon betri arbeiðsfrið. Tað er eingin góð loysn at privatisera Fiskavirking, nú fyri- tøkan gongur so væl. Leiðslan og mátin fyritøkan verður rikin uppá kann ikki gerast betri. Tað heldur fyrrverandi nevndarformaður í Framtaksgrunninum, Sverri Hansen, sum í dag er stjóri í Vest- nordengrunninum FISKAVIRKING Edvard Joensen Hóast hann dagliga situr á skrivstovuni í Reykjavík, so er hann framvegis føroy- ingur við stórum áhuga fyri føroyskum viðurskiftum. Sum stjóri í Vestnorden- grunninum er tað eisini hansara ábyrgd at fylgja við, hvat hendir í føroyska samfelagnum og her ser- stakliga vinnulívinum, sum eisini ger brúk av láni- møguleikunum hjá Vest- nordengrunninum. Maður- in vit tosa um er Sverri Hansen, sum sat sum nevndarformaður í Fram- taksgrunninum turbolentu árini í 90-unum. Sjálvur heldur Sverri Hansen, at føroyingar í dag hava eitt hava eitt væl kon- soliderað og professionelt vinnulív. Hevur man tol og vil geva fleiri av verkætlan- unum frið at menna seg, so er ein góð framtíð fyri framman heldur hann. Men skal man hava nógv orðaskifti um fyritøkurnar, so er tað nakað, sum troytt- ar og darvar bæði leiðslur og virki. Her sipar hann ikki minst til orðaskiftið, sum hevur verið um Fiska- virking. – Sjálvandi skal tú vera opin fyri einum tjaki í ein- um samfelag, men tað er spurningurin, hvussu tú fær eitt konsturktivt tjak og kann fáa tað ment soleiðis, at tað er styrkjandi fyri fyri- tøkurnar heldur enn, at tað skal skapa ótryggleika. Hvat heldur Sverri Han- sen tá um Fiskavirking og tjakið um at fáa tað selt! – Eg haldi, at tað hevði verið mest náttúrligt at latið fyritøkuna fingið frið og latið hana sloppið at ment seg enn meira. Vit mugu minnast til, at hon var ógvuliga slitin tøkniliga sæð, og tað tekur sína tíð at uppgradera hana. Eg trúgvi at gevur man tol og bíðar, so fær tú eina fyri Føroyar betri fyritøku. Hann heldur ikki, at vit fáa eina betri loysn við Fiskavirking við at priva-ti- sera fyritøkuna. Leiðslan og mátin fyritøkan verður rikin uppá kann ikki gerast betri. Uppá fyrispurning um tað ikki er óheppið, um føroyingar fáa eitt vinnulív, sum verður at líkast Royal Greenland modellinum, har tað er tað almenna, sum eigur og rekur vinnutólini sigur Sverre Hansen, at í prinsippinum er eitt skott millum Framtaksgrunnin og politikararnar. Saman- borið við t.d Grønland er Fiskavirking langt frá tí t.d. Royal Greenland stendur fyri. Fiskavirking er ein stórfyritøka í Føroyum men langt frá ein monopolfyri- tøka. Sum búskaparfrøðingur hevur Sverri Hansen eisini stóran áhuga fyri tí polit- iska orðaskiftinum í Eur- opa, har verður lagt upp til, at alt skal vera so liberalt. Sjálvur heldur hann, at man hinvegin eisini kann reka fyritøkur í einum samfelag við eini blandingsbúskapi. Fiskavirking kann gerast ein enn sterkari og meira vælrikin fyritøka, sum eis- ini dregur restina av fiski- vinnuni við sær. Eg trúgvi, at tann samlaða føroyska fiskivinnan er inni í eini gongd, sum ger, at man fær eitt styrkt kappingarføri. – Men tað almenna sær møguleika at fáa nakrar pengar í kassan verður Fiskavirking selt? – Eg haldi at hatta er eitt misskilt orðaskifti. Fram- taksgrunnurin er ein vinnu- rekandi grunnur. Tað, sum landskassin hevur til góðar hjá grunninum, er 93 mill. kr. í einum láni. Um løg- maður sigur at hann vil hava pengarnar fyri Fiska- virking í kassan, so veit eg ikki hvønn tíðarkarm hann hugsar um. Tað eru teir ein- astu pengarnir, sum kunnu førast aftur til landkassan. Hinir pengarnir eru enda- liga givnir til ein vinnurek- andi grunn og kunnu ikki førast aftur til landskassan. Tí er spurningurin, tá tú selur Fiskavirking, at tað eru ikki pengar, sum koma í landskassan men sum koma inn í Framtaksgrunnin. Tað eru so pengar, sum hann kann arbeiða víðari við so ella so. Útlendskur kapitalur Ein spurningur, sum sting- ur seg fram við jøvnum millumbili er í hvønn mun útlendskur kapitalur skal sleppa at keypa seg inn í føroyskt vinnulív. Henda spurningin kennir Sverri Hansen eisini aftur frá síni tíð sum nevndarformaður í Framtaksgrunninum, tá bæði Fiskavirking og Kósa- virkið vórðu endurreist við føroyskum kapitali. Tá hevði man føroyskar loysn- ir, og tað vóru føroyingar, sum vóru við til at mynda ta gongd, sum tá bleiv. – Vit eru partur av einum altjóða samfelag, og tí kann man ikki útiloka útlendskar íleggjarar, men her er eisini talan um allar samfelags- ressurirnar, sum man tá keypir ella selur av landin- um. Sverri Hansen ivast ikki í, at tað í oljuvinnuni verður talan um útlendskan kapital men hann loyvir sær at ivast í, um føroyingar eru so fegnir um, at tann útlendski kapitalurin eisini skal vera dominerandi í flotanum og fiskiídnaðinum. – Men verður Fiskavirk- ing selt, heldur tú so, at útlendingar skulu hava møguleikan at keypa fyri- tøkuna ella eiga meginpart- in í henni? – Hetta er sjálvandi ein politiskur spurningur. Men vil man hava møguleika fyri at ávirka tí? Selur tú Fiskavirking út úr Fram- taksgrunninum á tí fría marknaðinum, so verða tað sjálvandi teir nýggju eigar- arnir, sum koma at gera tað av. Og so mugu politikar- arnir taka støðu til, hvat teir vilja. Frá tí tíðini eg sjálvur sat sum stjóri í Framtaks- grunninum sá eg helst, at Fiskavirking var á føroysk- um hondum, og tað geri eg framvegis. Fiskavirking er ein so mikið stórur aktørur á føroyska marknaðinum, at skal fyritøkan halda fram sum ein eind, so eigur hon at verða á føroyskum hond- um. Sverri Hansen er ann- ars onga løtu í iva um, at tað er rætt – skal Fiskavirk- ing privatiserast – at tað verður selt samlað. Tað er annars Framtaksgrunnurin, sum suverent ger av, um Fiskavirking skal seljast og hvussu. Landsstýrið hevur ikki loyvi at leggja seg út í avgerðir hjá grunninum. Hann kann tó koyra nevnd- ina frá. Tvær ferðir hevur landsstýrið valt ikki at afturvelja nevnd. Annars kann landsstýrið lóggeva á økinum. Sverri Hansen var nevnd- arformaður í Framtaks- grunninum frá januar 1995 til desemeber í 98. Tá hann kom inn í grunnin visti hann ikki, at høvuðsupp- gávurnar hjá grunninum vórðu at rekonstruera Fiskavirking og Fiskasøl- una. Hetta bleiv so arbeiðið og var Sverri Hansen eisini við til at taka avgerðir, sum vórðu ópoppulerar tá. Sum stjóri í Vestnorden- grunninum, ið hevur høv- uðsskrivstovu í Reykjavík, roynir Sverri Hansen eisini at fylgja við gongdini í Føroyum. Grunnurin letur sum so eisini nógv lán til føroyskt vinnulív, og tí er tað eisini partur av arbeiðs- uppgávuni at fyglja við, hvat hendir í føroyskum vinnulívi. Og tað er sum slíkur eygleiðari, at hann eisini ger sær sínar mein- ingar og metingar um eit nú um Fiskavkirking, sum einaferð var hansara høv- uðsarbeiðsøki. – Latið Fiskavirking frá frið í nøkur ár er hansara greiða boð. Sverri Hansen hevur út- búgving sum búskaparfrøð- ingur frá lærda háskúlanum í Århus. Hann kom til Før- oya í 1988 og var eitt skifti á Skála Skipasmiðju og var síðani í fleiri fyritøkum fram til 93, tá kreppan var í hæddini. Tá fekk hann starv sum lærari á Handilsskúl- anum á Kambsdali. Har var hann í tvey ár til hann tók við sum stjóri í Framtaks- grunninum. 1. februar ár 2000 tók hann við sum stjóri í Vestnorden-grunn- inum og hevur sitið har síð- ani. (Lesið samrøðu við Sverra Hansen um arbeiðið í Vestnordengrunninum og hvat hann heldur um før- oyskt vinnulív í dag í seinni blað.) Sverri Hansen, fyrrverandi nevndarformaður í Framtaksgrunninum: Latið Fiskavirking fáa frið í nøkur ár Niels Winther Poulsen, nevndarformaður í Framtaksgrunninum: -Vit hava ongan skund Sverri Hansen, fyrrverandi nevndar- formaður í Framtaks- grunninum og í dag stjóri í Vestnorden- grunninum er javnan heima í Føroyum í sambandi við lániumsóknir. Hesaferð legði hann eisini leiðina fram- við fiskivinnu- økið á Vestaru vág í Havn Sverri Hansen, búskaparfrøðingur: – Fiskavirking kann ikki fáa betri le|ðslu og verða betri rikin enn hon er tað í dag. Latið tí fyritøkuna koyra víðari sum er Yvirgangsfelagsskapu rin hjá Osama bin Laden verður settur í samband við ta blóðugu atsóknina á Bali leygarkvøldið YVIRGANGUR Árni Joensen: Bumbuatsóknin á indones- isku frítíðaroynni Bali leygarkvøldið, sum higartil hevur kravt 190 mannalív, líktist sambært serfrøðing- um ikki teimum atsóknum, sum hava verið í Indonesia fyrr. Fleiri keldur vilja vera við, at tað var ein bólkur hjá yvirgangsfelagsskapin- um al-Qaeda, sum skipaði fyri atsóknini. Víst verður á, at amerikanska fregnar- tænastan CIA fleiri ferðir hevur ávarað indonesisku myndugleikarnar um, at al- Qaeda var í ferð við at fyri- reika eina blóðuga atsókn. Harafturat er alment kent, at myndugleikarnir í Malaysia, Singapore og á Filipsoyggjunum hava tikið fleiri indonesar seinastu mánaðarnar, tí illgruni er um, at teir hava havt sam- band við felagsskapin hjá bin Laden. Nógv bendir á, at teir indonesisku myn- dugleikarnir hava ikki tikið amerikansku ávaringarnar í nóg stórum álvara. Fyrr enn nú. Síðani einaræðisharrin Suharto fall í 1998, eru ávísar demokratiskar settar í verk í Indonesia, men myndugleikarnir í Jakarta hava kortini víst lítlan áhuga í at skipa eitt veruligt demokrati. Fleiri serfrøð- ingar í indonesiskum viður- skiftum siga, at júst hetta hevur verið ein orsøk til, at fleiri víðgongdir bólkar hava sæð dagsins ljós sein- astu árini, og harðskapur og yvirgangur hevur eisini støðugt vundið upp á hesi í hesum sama tíðarskeiðin- um, siga teir. Høvuðsstøð hjá al- Qaeda Men flestu serfrøðingarnir eru eisini á einum máli um, at bumbuatsóknin á Bali líkist ikki teimum atsókn- unum, sum indonesiskir felagsskapir hava skipað fyri. Tað, sum hendi leygar- kvøldið, var eitt annað slag av yvirgangi, og tí bendir alt á, at tað var onkur uttan fyri Indonesia, sum legði atsóknina til rættis, siga serfrøðingarnir. Amerikanska fregnar- tænastan CIA segði í einari frágreiðing fyri stuttum, at tekin er um, at nógvir limir í al-Qaeda hava leitað sær til Indonesia, og at landið skjótt kann gerast høvuðs- støð hjá felagsskapinum. Útlendskir diplomatar í Jakarta siga, at teir indon- esisku yvirgangsfelags- skapirnir eru vorðnir meiri harðrendir í seinastuni, og í hesum sama tíðarskeiði eru teir indonesar, sum bardust við al-Qaeda í Afghanistan, komnir heimaftur. Illgruni um prest Avstralsku myndugleikarn- ir hava illgruna um, at tað var tann hernaðarligi islamski felagsskapurin Jemaah Islamiyah, sum skipaði fyri bumbuatsókn- ini á Bali. Hesin felags- skapurin er fleiri ferðir sett- ur í samband við al-Qaeda, og hóast altjóða samfelagið leingi hevur lagt trýst á indonesisku myndugleik- arnar fyri at fáa teir at handtaka leiðaran í felags- skapinum, er hann ikki tikin. Myndugleikarnir í Avstralia, Singapore og Malaysia hava í seinastuni ávarað um, at Jemahh Islamiyah fyrireikaði eina blóðuga atsókn. Tey trý londini vilja vera við, at presturin Abubakar Ba'asyr stendur á odda fyri hesum felagsskapinum, men í Indonesia siga myndugleik- arnir, at teir hava eingi prógv ímóti honum. Í gjár varð framvegis leitað eftir trimum donskum kvinnum, sum ikki vóru komnar afturíaftur aftan á bumbu- spreingingina YVIRGANGUR Árni Joensen: Danska uttanríkisráðið boðaði sunnudagin frá, at tríggjar danskar kvinnur í aldrinum 18 til 21 ár vóru ikki komnar afturíaftur aftan á ta ógvusligu bumbuspreingingina á Bali. Tær tríggjar vóru á einum skúlaskeiði. Danska sendistovan í Jakarta hevur sagt, at sjey ella átta danskir ríkisborg- arar vórðu lagdir á sjúkra- hús, men at eingin teirra hevði fingið álvarsligan skaða. Næstan 300 danir vóru staddir á Bali um vikuskift- ið, men eftir boðum frá uttanríkisráðnum í Keyp- mannahavn vórðu teir flutt- ir til Thailands í gjár. Tveir sviar doyðu í bumbuatsóknini. Tríggjar norskar gentur vóru á diskotekinum, sum varð sprongt í luftina, men tær sluppu óskalaðar frá atsóknini. Hava illgruna til al-Qaeda Næstan 300 danir á Bali Spreingingin var so sterk, at náttklubbin Sari varð javnaður við jørðina Veljararnir í Serbia fáa rættiliga góða venjing í hesum tíðum. Herfyri skuldu teir velja nýggjan forseta, men tá einki val- evni fekk meiri enn 50 prosent av atkvøðunum, skuldi umval til. Tað var um vikuskiftið, men hóast annað valevnið nú fekk nógv meiri enn helmingin av atkvøðun- um, hjálpti tað ikki. Tí nú var minni enn helm- ingurin av veljarunum á vali, og tað ber ikki til. Serbiska vallógin sig- ur, at minst 50 prosent av veljarunum skulu at- kvøða, fyri at valið kann verða góðkent. Tá upp- teljingin var liðug, høvdu bert góð 45 pros- ent verið og valt, og tískil er valið ógildað. Annars vann tann hóvligi Vojislav Kostu- nica seinna valumfarið. Hann fekk sambært valnevndini umleið 67 prosent av atkvøðunum. Nú noyðast serbisku politikararnir og veljar- arnir at brynja seg til eitt nýtt valstríð, tí sambært vallógini verður nú byrjað av nýggjum. Í dag er forsetaval í Irak, og sum vant verður roknað við, at Saddam Hussein fer at fáa meiri enn 99 prosent av at- kvøðunum. Men samstundis eru iraksku andstøðuleiðar- arnir, sum búgva í út- legd, farnir at keglast. Hvítu Húsini í Washing- ton hava sagt, at tey eru til reiðar at tingast við seks útlagnar irakskar andstøðubólkar, og ætl- anin var, at umboð fyri hesar felagsskapirnar skuldu halda ein fund í Amsterdam í síðsta mánað. Men fundurin varð av ongum, og nú er fráboðað, at umboðini fara at royna at hittast í Bruxelles seinni í hesum mánaðinum. Amerikanarar hava serliga hug at samstarva við felagsskapinum INA og leiðara hansara, Ayad Allawi, sum fyrr var limur í Bath-flokkinum hjá Saddam Hussein, men trupulleikin er, at leiðslan í einum av hin- um andstøðufelagsskap- unum vil ikki síggja Ayad Allawi. Einstakir amerikansk- ir politikarar og heryvir- menn hava ávarað Bush- stjórnina ímóti at líta á teir iraksku andstøðufel- agsskapirnar. Ein flogfar hjá svenska flogvápninum noyddist seinasta fríggjadag til Sankta Pætursborg eftir Silviu drotning. Drotningin skuldi upprunaliga fara til Stockholm við einum flogfari hjá SAS, men fekk boð um at setast aftur, eftir at flogfelagið fekk eitt teldubræv, sum boðaði frá, at fleiri flog- før hjá felagnum fóru at verða sprongd í luftina, rindaði felagið ikki 15 milliónir krónur. Hóast svensku myn- dugleikarnir ikki tóku hóttanina í fullum álv- ara, varð avgjørt at senda eitt hernaðarflog- far til Russlands eftir drotningini. Mong munnu hava sæð amerikanska filmin »Alive« um tað uru- guayanska rugbyliðið, sum var í einum flogfari, sum datt niður í Andes- fjøllini tann 13. oktober í 1972. 45 fólk vóru í flogfarinum, men tveir mánaðir aftan á van- lukkuna vórðu 16 teirra funnin aftur á lívi. Tá tey neyðstøddu ferðafólkini ongan mat høvdu eftir, hildu tey seg ikki hava annað í at velja enn at eta sínar deyðu felagar. Á tann hátt eydnaðist teimum at halda sær á lívi í tí nógva kuldanum høgt uppi í fjøllunum. Á 30 ára degnum fyri vanlukkuna vóru fleiri av teimum 16 komin saman nærhendis staðn- um, har flogfar teirra datt niður. Ein teirra greiddi frá, at teir báðir mánaðirnir uppi í An- desfjøllunum høvdu lært seg, at ein eigur ikki at stúra fyri deyðanum, men liva lívið til fulnar. Nyttuleyst val Ósamdir mótstøðumenn Silvia fekk bumbuhóttan Alive - 30 ár seinni C M Y K 11 10