týsdagur 15. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Henrik Larsen var
ikki nøgdur um
føroyska avrikið fyri
steðgin, men hann
var tó glaður um, at
liðið reistist somikið
væl, sum teir gjørdu
LITAVA-FØROYAR
Jákup Mørk
Álvur Haraldsen
KAUNAS: Lagið á Henrik
Larsen man onkuntíð hava
verið betri, enn tað var eftir
landsdystin móti Litava.
Føroyska liðið hevði í einar
tríggjar fjórðingar av dyst-
inum verið niðurspælt av
litaviska landsliðnum, og
hetta var venjarin eisini
skjótur at ásanna, tá fjøl-
miðlafólkini eftir dystin
royndu at fregnast, hvat
hann helt um dystin.
Og hann ásannði eisini,
at litaviska liðið hevði
uppiborið sigurin.
- Vit spældu í dag ímóti
einum liði, sum er nógv
betri enn skotska liðið, sum
vit møttu fyri einum mán-
aði síðani. Ta ferðina komu
vit alla tíðina fram til
møguleikar, men tað høvdu
vit sera ilt við at gera hesa-
ferð, helt hann fyri, men
hann ásannði kortini, at
føroyska liðið eisini hevði
havt havt sínar møguleikar.
- Sjálvandi høvdu vit tað.
Hasa seinastu løtuna er tað
ov vánaligt, at vit ikki
skora, tí misnýtir tú slíkar
møguleikar í altjóða dyst-
um, so kostar tað. Tað vita
bæði eg og leikararnir, og tí
er tað stórt spell, at vit
brenna slíkar møguleikar.
Dómarin hjálpti
Um sjálvan dystin segði
Henrik annars, at hann
roknaði við, at trýstið á
føroyska málið fór at verða
stórt, og serstakliga lat
hann illa at fyrstu 20
minuttunum, sum mest sum
bert vórðu spældir eftir
hæli, men hann harmaðist
kortini um brotssparks-
dómin, sum viðførdi fyrsta
málið hjá Litava.
- Eg veit ikki, hvat hann
dømir fyri, og tað haldi eg
heldur ikki, at spælararnir
gjørdu. Yvir høvur haldi eg,
at dómarin als ikki var
okkum til vildar, og tað var
eisini nakað, sum eg segði,
tá eg sá, at talan skuldi vera
um ein jugoslaviskan dóm-
ara. Hinvegin er tað nokk
ikki so nógv, sum vit fáa
gjørt við tað. Summar dyst-
ir hevur tú góðar dómarar
og aðra tíðir ikki, og tað
mugu vit so bara arbeiða
útfrá.
- Eg skal tó leggja aftur-
at, at eg eri væl nøgdur um
hugburðin hjá leikarunum,
tá vit fóru inn til seinna
hálvleik. Teir vístu tá, at
fyrri hálvleikur als ikki
hevði verið nóg góður frá
teirra síðu, og við eitt
sindur av hepni kundu vit
kanska eisini vent dystin-
um, men tað krevur so, at tú
skorar nøkur mál, og tað
gjørdu vit ikki. Kanska
skuldu vit til komandi venj-
ingarnar roynt at latið spæl-
ararnir skotið frá málstrik-
uni, og vita, um teir fingu
bóltin inn, sigur hann hálv-
smílandi.
Skulu spæla í 90
minuttir
Onkur vildi kanska róð
uppundir, at ein orsøk til
trýstið, sum føroyingarnir
komu undir, er 4-4-2 spæl-
skipanin, har spælið skal
flytast longur niðan á vøll-
in, men hesum vildi Henrik
Larsen als ikki taka undir
við.
- Sjálvandi kundu vit valt
at spæla meira defensivt,
men eg rokni við, at hatta
liðið nokk hevði skorað
móti okkum kortini, og so
er tað altso stuttligari, um
tú sjálvur kanst spæla eitt
sindur frameftir.
Í seinna hálvleiki vístu
vit jú eisini, at vit megnaðu
at spæla upp til hinar. Allir
sum ein lyftu leikararnir
seg, og sum sagt eri eg væl
nøgdur við tað. Men vit
mugu ásanna, at hugburð-
urin skal verða tann rætti í
90 minuttir, um vit skulu
fáa nóg nógv burturúr. Í
øllum førum fáa vit trupul-
leikar móti Týsklandi, um
hugburðurin ikki verður
betri enn tað sama, segði
Henrik
Larsen
heldur
speiskliga at enda.
Nr. 197 • týsdagur • 15. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Venjarin: Vit vóru
ov seinir í gongd
John Petersen dugdi
illa at síggja nakra
orsøk fyri, at dómarin
skuldi døma brots-
spark, tá hetta varð
gjørt
LITAVA-FØROYAR
Jákup Mørk
Álvur Haraldsen
KAUNAS: Tað var John
Petersen, sum varð gjørdur
til »syndara«, tá jugoslav-
iski dómarin leygardagin
dømdi brotsspark til Litava.
Tá vit eftir dystin hittu
John, segði hann tó, at hann
hevði ilt við at skilja hesa
avgerðina:
- Eg veit ikki ordiliga,
hvat hann dømdi fyri.
Linjuverjin segði, at eg
hevði togað í troyggjuna á
einum leikaria, og dómarin
segði meg hava trýst hann,
so eg veit ikki ordiliga, men
hatta var so ikki brotsspark.
- Tað kann kanska vera,
at hann bar í bøtuflaka fyri
hendingina beint áðrenn, tá
hann ikki dømdi, men undir
øllum umstøðum var hatta
keðiligt. Vit vóru akkurát
um at koma so spakuliga
fyri okkum, og tí var tað
sera tungt at fáa eitt slíkt
mál ímóti sær, segði John
Petersen at enda.
Í morgin fer før-
oyska landsliðið
undir sína størstu
avbjóðing nakran
tíð, og spenning-
urin kring hetta
tykist vera stórur
TÝSKLAND-
FØROYAR
Jákup Mørk
Álvur Haraldsen
HANNOVER: Flogfarið
hjá Atlantic Airways við
fótbóltslandsliðnum og
einum 40 viðhaldsfólk-
um settist tíðliga seinna-
partin
sunnudagin
í
Hannover, har føroyska
ferðalagið skal halda til
komandi dagarnar.
Í mun til dystin í Litava
er einki at ivast í, at
áhugin fyri hesum dyst-
inum er munandi størri.
Sum sagt, so vóru eini 40
viðhaldsfólk við á ferðini
í Litava, men hetta talið
verður fleirfalda kom-
andi dagarnar. Longu
sunnukvøldið kom eitt
leiguflogfar frá Atlantic
Airways til Hannover, og
umframt hetta eru eisini
mong, sum leggja leiðina
framvið Danmark á veg-
num. Bussferðir í hópa-
tali eru fyriskipaðar úr
bæði Keypmannahavn og
Jútlandi, og roknað verð-
ur við, at eini 500 før-
oysk viðhaldsfólk verða
á staðnum, tá dysturin
verður blástur ígongd.
Eisini í týsku miðlun-
um er áhugin fyri dystin-
um stórur. Mest sum øll
tey stóru bløðini hava
seinastu vikurnar havt
rúgvusmikið tilfar um
Føroyar og føroyskan
fótbólt, og hóast tey
sjálvandi rokna við ein-
um sigri, so verða ávar-
ingartekin av ymsum
slag send út. Ikki minst
mundi hepni javnleikurin
hjá skotum í Føroyum
gera sítt til, at so er.
John kennist ikki við
brotssparkið
Klárt til
stórdystin
Føroyska fótbóltslandsliðið kom til Hannover sunnu-
dagin, og komandi dagarnar fara teir so at fyrireika seg
til størstu ítróttarligu avbjóðingina, sum føroyska
fótbóltslandsliðið hevur havt
- Misnýtir tú slíkar møguleikar í altjóða dystum, so kostar tað,
heldur Henrik Larsen, sum harmast um, at bólturin ikki vildi
í kassan síðstu løtuna
- Linjuverjin segði, at eg hevði togað í troyggjuna á einum
leikara, og dómarin segði meg hava trýst hann, so eg veit ikki
ordiliga, men hatta var so ikki brotsspark, sigur John Petersen
13
12
Nr. 197 - 15. oktober 2002
Pipar & Salt
aftur í studio
TÍÐINDASKRIV
Vegna Pipar & Salt/
Sjúrður Skaale og Jákup
Veyhe
Sjúrður Skaale og Jákup
Veyhe, sum í 1998 góvu út
fløguna Pipar & Salt, fara
nú aftur í studio at spæla
inn nýggja fløgu.
Talan verður ikki um
eina tónleikafløgu í van-
ligum týdningi, men eina
fløgu, sum er ein saman-
renning av fleiri listar-
greinum.
Fløgan kemur væntandi
út til jóla.
Frá Hondbóltssambandi Føroya
Broyttir dystir í 1.deild monnum og kvinnum fram til 06.11.02
vegna manslandsliðið, ið fer til Grønland og er burtur 27.10-02.11
Mikudagur 13.11.02
A 116 H71-StÍF
1d. menn
20.00
Hoyvík
(fluttur aftur frá 30.10)
Sunnudagur 20.10.02
A 111 Neistin-Tjaldur 1d menn
16.00
á Hálsi
(fluttur aftur frá 16.10, so dysturin liggur
beint eftir dystin hjá kvinnunum.)
Sunnudagur 20.10.02
A 115 StÍF-VÍF
1d menn
16.00
Skála
(fluttur fram frá 27.10)
Mikudagur 23.l0.02
D 114 Kyndil-Tjaldur 1.d kvinnur 18.30
Hálsi
(fluttur fram frá 27.10)
Mikudagur 23.10.02
A 114 Kyndil-Tjaldur 1d menn
20.00
Hálsi
(fluttur aftur frá 16.10)
Sunnudagur 03.11.02
A 119 KÍF-VÍF
1d menn
16.00
Hoyvík
(fluttur aftur frá 02.11)
Sunnudagur 03.11.02
D 117 Kyndil-VB
1d kvinnur 17.00
Hálsi
(fluttur aftur frá Hoyvíkshøllini kl 14.30)
Sunnudagur 03.11.02
A 120 Kyndil-H71
1d menn
18.30
Hálsi
(fluttur aftur frá Hoyvíkshøllini kl. 16.00)
Mikudagur 06.11.02
A 117 Tjaldur-KÍF
1d menn
20.00
Runavík
(fluttur aftur frá 30.10)
Mikudagin 06.11.02
A 118 VÍF-Kyndil
1d menn
20.00
Vestmanna
(fluttur aftur frá 30.10)
Fíggjarlógaruppskotið er ikki gott. Tann politiska
raðfestingin er ov vánalig, og eisini er tað full-
komuliga ábyrgdarleyst, bevíst at halda lógar-
festar útreiðslur uttanfyri fíggjarlógini.
Útreiðslusíðan er ivaleysa stór, hóast okkurt øki
við øðrvísi raðfesting kundi fingið væl meiri á
fíggjarlógini. Vilhelm Johannesen hevur til bæði
hesa og seinastu fíggjarlógarviðgerð, gjørt vart
við ein ótálmaðan vøkstur í kostnaðinum av um-
sitingini. Uppundir val tosa politikarar eitt sindur
um hetta, men so tykist tað verða gloymt. Tað er
ein sannroynd, at ongantíð eru útreiðslurnar til al-
menna umsiting øktar so nógv, sum undir Ann-
finn Kallsberg. Føroyingar hava snøgt sagt ikki
ráð til at hava eina miðfyrisiting, ið fer at tátta í
hálvtannaðhundrað milliónur í rakstri um árið.
Umsitingin er styrkt seinastu árini hoyrist
mangan. Hvat er vorðið betur? Gamaní kann man
siga, at almennu útreiðslurnar verða betur kon-
trolleraðar, men hvat er vunnið, um man betalir
fleiri ferð spardu upphæddina í árligum rakstri.
Tað ber til at missa pening úr lummanum. Um
man vil tryggja, at man ongan pening missir
burtur á hendan hátt, so kann man betala einum
manni at ganga aftanfyri seg og heinta upp, so
hvørt. Hetta er sjálvandi eitt deyðføtt hugskot, tí
ein og hvør dugir at síggja, at tað, man sparir fer
fleiri ferð út aftur í løn til mannin.
Umsiting skal til, og hava vit nógv góð fólk, ið
gera sítt besta til dagligt í umsitingini. Trupul-
leikin er ein skeivur bygnaður, og kann einstaka
starvsfólkið ikki lastast fyri tað. Ábyrgdina av
hesum hevur politiska leiðslan, og hevur hon ikki
verið sína uppgávu vaksin. Tað eru fleiri ár síðani,
at spurnartekin varð sett við Finn Norman
Christensen bygnaðin, ikki minst á hesum stað.
Um, man spardi t.d. 1/3 av umsitingarkostn-
aðinum hjá landinum, so var ivaleyst av peningi
til at sloppið undan mannminkandi støðuni, har
man sker á sjúkrahúsverkinum, soleiðis, at
standurin er verri, enn hann var í svárastu
kreppuárum, tá spart var av neyð. Bíðilistar í
heilsuverkinum eru ein skomm, ið kom í ringastu
kreppu, men í dag gerast teir longri í bestu árum.
Teir stovnar, ið veita eina beinleiðis tænastu til
borgaran áttu at fingið fyrst, og so sá man, hvussu
nógv var eftir til umsiting. Tað hevði noytt
umsitingina at hugt at felags innkeypi, felags
løgdeild o.s.fr. Eitt er vist, og tað er, at núverandi
útreiðslustøðið til almenna umsiting kann ikki
halda fram.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Raðfestið av nýggjum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Helgi Abrahamsen
Fíggjarlógaruppskotið fyri
2003 vísir, at samgongu-
flokkarnir hava harliga
brúk fyri blokkstuðlinum
úr Danmark. Av teimum
630 mió. krónunum, sum
landskassin skal hava úr
danska ríkiskassanum í
komandi ári, skulu heilar
628 mió. krónur nýtast til
rakstur, íløgur og avdráttir
av lánum, meðan bert 2
mió. krónur verða settar á
bók.
Ja so týdningarmikil er
blokkstuðulin fyri sam-
gonguflokkarnar, at teir
hava slept tí gamla ynsk-
inum um at minka blokkin
burtur, og hava ístaðin
"fryst hann fastan", sum tað
nú eitur. Hetta, siga teir,
skal gera blokkin til ein al-
samt minni part av før-
oyska búskapinum so hvørt
sum búskapurin veksur
(um hann veksur). - Men
hvat nú um búskapurin ikki
veksur, ella verður fyri
afturgongd? Ja so verður
tann fastfrysti blokkstuðul-
in ein alsamt størri partur
av samlaða føroyska bú-
skapinum, men tað má eitt
sjálvstýrislandsstýri sjálv-
sagt ikki nevna. Tá er betri
at "meta at búskapar-
vøksturin heldur fram".
Mangt er broytt síðani
2001
Tá yvirtøkulógin var til 1.
viðgerð í løgtinginum í
august í fjør segði Høgni
Hoydal
millum
annað
soleiðis: "Eg havi sagt tað
fyrr, eg kann endurtaka tað,
at tann størsti vandin fyri
føroyskan búskap, eftir
mínum tykki, er at man ikki
minkar blokkstuðulin, men
at man í staðin í populismu
gyklar fólki fyri at man
kann brúka nakrar pengar,
sum vit ikki hava trygd fyri,
til pensjónir og hvørt av
sínum. Sjálvsagt skulu allar
okkara vælferðarskipanir,
pensjónir og annað fíggjast
við okkara egnu inntøkum,
tað er tað einasta trygga
frameftir."
Nú er fíggjarlógaruppskot-
ið fyri 2003 komið. Blokk-
stuðulin minkar ikki, og
pengarnir, sum vit "ikki
høvdu trygd fyri" í 2001
eru kortini á ein ella annan
hátt "frystir fastir". Hesir
pengarnir eru nú við til at
fíggja okkara vælferðar-
skipanir,
sum
annars
skuldu fíggjast við "okkara
egnu inntøkum", tí tað
skuldi vera tað "einasta
trygga
frameftir".
Blokkstuðulin verður ikki
settur á bók, sum Karsten
Hansen annars vildi vera
við fyri einum ári síðani, og
útreiðslur landskassans eru
øktar heilar 944 mió.
krónur síðani 1998.
- Ja skjótt broytist í
okkara lítla samfelag, hvørs
leiðarar einaferð ætlaðu at
taka fullveldi.
Sjálvstýrislandsstýrið byggir sín
fíggjarpolitikk á danskan blokk
C
M
Y
K
12