týsdagur 15. oktober 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 15. oktober 2002
15
Hóast hann undir
Henrik Larsen hevur
verið greitt fyrsta val
til annan av mið-
verjusessunum, so vil
Jón Rói Jacobsen ikki
hoyra talan um, at
hann skal eiga nakað
pláss á landsliðnum
LITAVA-FØROYAR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
KAUNAS: Aftur hesa ferð
stóð Jón Rói Jacobsen eina
sterkastu í myndini av før-
oysku landsliðsleikarunum.
Hóast sín unga aldur tykist
hann soleiðis longu nú hava
sett seg rimmar fast á annað
av
miðverjaplássunum,
men sjálvur vildi Jón Rói tó
ikki siga nakað um, at hann
nú átti fast pláss á liðnum.
– Tað er tað nokk eingin,
sum kann siga uttan víðari.
Har eru góðir leikarar, sum
standa klárir á beinkinum,
so tað kann verða heilt
skjótt, at onkur av teimum
kemur inn, so eg kenni meg
ikki vísan í nøkrum sum
helst, sigur hann.
Gleðir seg
Um sjálvan dystin helt Jón
Rói eins og hinir, at før-
oyska liðið var undir einum
øgiligum trýsti fyrstu løt-
una.
– Eg veit ikki hví, men
vit fingu einki at rigga, og
tí vóru vit alla tíðina undir
trýsti.
Seinna
hálvleik
fingu vit tó broytt nakað,
og seinastu 25 minuttirnar
áttu vit at hava skorað í
hvussu so er eitt mál.
Spurningurin til miku-
dagin er helst, at um føroy-
ingar vóru undir somikið
stórum trýsti av nøkrum
meira ella minni ókendum
litavum. Hvussu verður tað
so, tá nøvn sum Ballack,
Klose og Kahn fara at
standa hinumegin. Men
hesum var Jón Rói ikki so
nógv fyri at tosa um.
– Tað er ikki fyrr enn nú,
at eg fari at hugsa um tað.
Vit kunnu bara loyva okk-
um at taka ein dyst í senn,
og nú fara vit so at fyrireika
okkum til Týsklands-dyst-
in, men tað er púrasta klárt,
at eg gleði meg. Mær dám-
ar væl stórar avbjóðingar,
og hetta er so avgjørt ein av
teimum størstu, helt Jón
Rói Jacobsen at enda.
Rógvi Jacobsen iðraði
seg sjálvandi um
møguleikan, sum
hann misnýtti nakað
fyri leiklok, tá hann
brádliga gjørdist leys-
ur í litaviska brots-
teiginum
LITAVA-FØROYAR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
KAUNAS: Størsti føroyski
málmøguleikin í dystinun
móti Litava var uttan iva
tann, sum Rógvi Jacobsen
fekk tólv minuttir fyri leik-
lok, tá hann púrasta einsa-
mallur skeyt í krovið á mál-
verjanum úr fimm metra
fjarstøðu.
Eftir dystin fingu vit
orðið á Rógva, og vit
spurdu hann, hvussu hann
upplivdi støðuna, tá møgu-
leikin beyðst.
– Andrew lat bóltin fara
víðari til mín, tá hann varð
sendur innfyri. Eg gjørdist
eitt sindur kløkkur, tá eg
brádliga stóð púra leysur
framman fyri málinum. Eg
ætlaði fyrst at senda bóltin
inn við nærmastu stong,
men onkursvegna broytti eg
støðu í skotløtuni, og ístað-
in skeyt eg bara beint fram.
– Og tað er einki sum eit-
ur, at eg eigi at skora upp á
handan kjansin. Eg ivist
ikki í, at fekk eg túsund
slíkar afturat, so eg skorað
upp á teir allar, men akkur-
át hasa ferð skuldi tað bara
ikki verða.
Um sín leiklut í dystinum
helt Rógvi annars, at tað
eydnaðist honum hampu-
liga væl at gerast partur av
spælinum, tá hann varð
skiftur inn.
– Tað tóktist fyri mær,
sum um vit høvdu hampu-
ligt pláss á miðjuni. Kanska
vóru teir troyttir ella kanska
slappaðu teir eitt sindur av.
Undir øllum umstøðum gav
tað okkum møguleika at
leggja trýst á, og sum tú
sjálvur veitst, so fingu vit
eisini møguleikar, men tað
gekk bara ikki at skora.
Landsdysturin leygar-
dagin var dystur
nummar 50 hjá
Øssuri Hansen í
føroyska landsliðs-
búnanum. Nú eru
fýra farnir um teir
hálvthundrað dyst-
irnar á landsliðnum
LITAVA-FØROYAR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
KAUNAS: Tá Øssur Han-
sen gjørdi av at koma við
aftur á føroyska fótbólts-
landsliðið gav hetta honum
samstundis ein møguleika
at gerast fjórði føroyski
landsliðsleikarin,
sum
rundaði 50 dystum. Og tá
vit eftir dystin spurdu hann,
um hetta var nakað serligt
fyri seg, segði hann av-
gjørdur, at tað var tað.
– Sjálvandi er tað tað.
Ikki bara at eg eri tann
fjórði, men yvir høvur at
hava spælt 50 ferðir á
landsliðnum, tað er nakað
serligt. Og tað var eisini ein
av orsøkunum til, at eg
broytti støðu. Eg meini so
við, at tað vildi í øllum før-
um verið keðiligt at verið
standandi á 49 dystum, tá
eg nú hevði møguleikan at
runda tey hálvt hundrað.
Sjálvan dystin kundi Øss-
ur tó eins og hinir hugsað
sær øðrvísi, men hann helt
kanska, at hetta kundi hava
nakað at gera við virðing-
ina, sum føroyingar høvdu.
– Tá vit spældu her fyri
nøkrum árum síðani, vóru
vit undir einum veldugum
trýsti, og tað var kanska
tað, sum vit óttaðust hesa-
ferð. Liðið hjá teimum var
als ikki so gott hesaferð,
sum tað vit tá spældu ímóti,
men virðingin hjá okkum
var for stór, og vit taptu
nokk dystin upp á fyrra
hálvleikin. Tað er tað nokk
eingin av leikarunum, sum
er ósamdur við mær í.
Jón Rói kannar sær ikki sessin
Rógvi brendi størsta kjansin
Øssur hevði »gullbrúdleyp«
– Mær dámar væl stórar
avbjóðingar, og hetta er so
avgjørt ein av teimum
størstu, heldur Jón Rói
Jacobsen um komandi dystin
móti Týsklandi
– Fekk eg túsund slíkar afturat, so eg skorað upp á teir allar, heldur Rógvi Jacobsen um stóra møguleikan, sum hann brendi
leygardagin
15
14
Nr. 197 - 15. oktober 2002
Landsliðsvenjarin
heldur, at Jákup
Mikkelsen hevur betri
útspørk enn Jens
Martin Knudsen, og tí
varð hann tikin fram
um í kappingini um
føroyska málverja-
sessin
LITAVA-FØROYAR
Jákup Mørk
Álvur Haraldsen
KAUNAS: Tað vóru fleiri,
sum undraðust á, at tað
varð Jákup Mikkelsen, sum
byrjaði í føroyska málinum
leygardagin. Jens Martin
Knudsen spældi seg í øllum
førum ikki av liðnum, tá
skotar vitjaðu fyri einum
mánaði síðan, og sjálvur
helt Jákup Mikkelsen í
leygardagsútgávu okkara,
at hann ikki roknaði við
einum plássi millum steng-
urnar.
Hendan støðan helt sær
fram til leygarmorgunin.
Jákup Mikkelsen segði í
øllum førum sjálvur, at
hann als ikki grunaði nakað
undan seinastu venjingini.
- Henrik segði við okk-
um, at nú fóru vit at venja
deyðbóltar, og at hann fór
at nýta teir ellivu, sum
skuldu byrja inni. Fyrsta
navnið, sum hann rópti, var
mítt, og sjálvandi var eg
glaður.
Tá Jákup varð settur á
beinkin móti skotum, var
grundgevingin, at hann ikki
spældi á besta liðnum í
Molde. Tað ger hann fram-
vegis ikki, men sjálvur
heldur málverjin, at dystar-
venjingin er heilt góð.
- Eg spæli dyst hvørja
viku sum teir flestu aðrir
eisini gera, og mótstøðan er
hampuliga góð. Onkun tíð
spæla vit móti góðum
liðum og aðrar tíðir er lítið
at gera, men soleiðis vil tað
altíð vera.
Sparkar ov stutt
Jens
Martin
Knudsen
gjørdist sostatt taparin í
málmanskappingini hesa-
ferð. Og grundgevingin
hesaferð var ein.
- Henrik segði við meg
undan dystinum, at hann
tók Jákup framum, tí út-
spørkini hjá honum koma
einar 5-10 metrar longur
niðan, og tað má eg so bara
góðtaka.
Spurdur, hvørt hann ætl-
aði at gera enn eina roynd
at vinna sessin aftur á
landsliðnum, segði Jens
Martin, at sjálvandi ætlaði
hann tað.
- Tað er kanska ikki so
nógv, sum eg fái gjørt, fyri
at betra útspørkini. Men vit
vita, at tað er sera hørð
kapping um plássið, og tað
er skjótt at tað kann ganga
báðar vegir, so eg má bara
royna at hanga í og gera
mítt besta, sigur Jens
Martin Knudsen at enda.
Útspørkini eru munurin
á málverjunum báðum
Hóast avrikið móti
litavum ikki var nak-
að at reypa av, so er
liðskiparin á lands-
liðnum als ikki bang-
in um, at virðingin
fyri týskarum fer at
verða ov stór
LITAVA-FØROYAR
Jákup Mørk
Álvur Haraldsen
KAUNAS: At síggja før-
oyska
landsliðið
spæla
fyrra og seinna hálvleik
leygardagin, var sum dagur
og nátt. Serstakliga seinasta
triðingin
av
dystinum
gjørdist talan um eitt satt
føroyskt trýst á litaviska
málið.
Eftir dystin fingu vit orð-
ið á føroyska liðskiparan,
Óla Johannesen og spurdu
hann, hvør orsøkin var til,
at tað var somikið stórur
munur á báðum dystarhálv-
unum.
- Í hálvleikinum ásann-
aðu vit allir, at her mátti
okkurt henda. Tað, sum vit
høvdu víst fram til tá, var
snøgt sagt ikki nóg gott.
Móti Skotlandi vístu vit,
hvat vit megna, tá spælið
hjá okkum riggar, og allir
sum ein vóru vit samdir
um, at vit ikki vístu í nær
námind sama spæl hesa-
ferð.
- Í seinna hálvleiki eydn-
aðist tíbetur hjá okkum at
reisast. Teir megnaðu held-
ur ikki at halda somu ferð á
spælinum alla tíðina, og tá
teir møddust, vóru tað so
avgjørt vit, sum vóru við
yvirlutan, og eg eri vísur í,
at fingu vit skorað eitt mál,
so hevði seinasta løtan
blivið heilt spennandi.
Serstakliga í fyrra hálv-
leiki sást føroyski skiparin
hava nakrar orðadráttir við
dómaran, og tá vit eftir
dystin spurdu um hetta, helt
Óli fyri, at hann noyddist at
gera okkurt.
- Hasin dómarin var nú
ikki
serliga
góður.Teir
fingu allar teir smáu dóm-
arnar til sín fyrimun, og
hetta royndi eg at vísa á. Og
eg helt eisini, at vit fingu
okkurt burturúr hesum. Í
øllum førum gjørdist hann
meira uppmerksamur uppá,
hvat hinir gjørdu, so tosið
hjá mær tænti sínum enda-
máli í so máta.
Ræðast ongan
Tá spælið gekk somikið illa
móti Litava, kundi onkur
kanska óttast dystin móti
týskarum, sum nú er á
skránni, men Óli Johanne-
sen helt tó ikki, at hetta var
nakað at óttast.
- Sjálvandi vita vit, at
tann dysturin er enn tor-
førari, men hetta er ein
uppgáva, sum vit hava glett
okkum til leingi. Her
sleppa vit at spæla móti
nøkrum av heimsins bestu
leikarum, og tað er altíð
nakað, sum man gleðir seg
til. Og eg eri púrasta vísur í,
at innsatsturin frá hvørjum
einstøkum leikara verður
100% til tann dystin. Tað
eigur hann sjálvandi altíð at
vera, men onkursvegna var
tað bara ikki so, tá vit byrj-
aðu dystin leygardagin, og
tað var stórt spell.
Spurdur, um virðingin
fyri týsku stjørnunum ikki
kann gerast ov stór, sigur
Óli, at tað er hann ikki
bangin um.
- Vit skulu sjálvandi altíð
hava virðing fyri mótstøðu-
liðunum. Vit kunnu snøgt
sagt ikki loyva okkum at
lata vera. Men hinvegin
haldi eg ikki, at tað er so at
vit óttast nakran. Vit eru
eftir hondini nógvir á lið-
num, sum hava verið við
nóg so leingi. Og sjálvt um
vit nokk ongan tíð hava hitt
eitt so sterkt lið, so hava
møtt nógvum góðum leik-
arum, og vit vita, hvat vit
sjálvir kunna, so eg ivist
ikki í, at vit fáa ein góðan
dyst mikudagin, sigur Óli
Johannesen at enda.
Óli: Lat bara týskararnar koma
Jákup Mikkelsen visti av ongum fyrr enn leygarmorgunin, tá Henrik Larsen gav honum boðini undir seinastu venjingini, og Jens
Martin Knudsen staðfestir, at tað skjótt kann ganga báðar vegir
- Sjálvt um vit nokk ongan
tíð hava hitt eitt so sterkt lið,
so hava vit møtt nógvum
góðum leikarum, og vit vita,
hvat vit sjálvir kunna, heldur
føroyski liðskiparin, Óli
Johannesen
C
M
Y
K
14