leygardagur 1. desember 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Olja í
undirgrundini
— hvat so?
Í 1980 JÁTTAÐI undanfarna lands-
stýri pening til royndarboringar í
Vestmanna og í Lopra. Um stutta
tíð koma úrslitini av hesum bor-
ingum út í bók. Ált bendir á, at
bæði olja og gass eru í føroysku
undirgrundini.
SOSTATT ER TAÐ í tókum tíma,
at ein loysn fæst í undirgrundar-
málinum. Javnaðarflokkurin hev-
ur víst á eina nýggja leið í hesum
spurningi. Í heyst fingu sjónar-
miðini hjá javnaðarflokkinum
undirtøku frá danska javnaðar-
flokkinum. Loysnin er í stuttum
tann, at målsøki Føroya undir-
grund verdur gjørt til føroyskt
sermål, soleiðis at avgerðarrætt-
urin í øllum málum, sum viðvíkja
undirgrundini, kemur å føroyskar
hendur.
FLOKKURIN ER TIL reidar at gera
avtalu vid rikismyndugleikarnar
um eina tilika loysn. Ein slik
avtala skal sjálvandi tryggja
hinum pørtunum í ríkinum ávís
framíhjárættindi fram um aðrar.
Her verður talan um framíhjárætt-
indi at fremja iløgur, tá føroyskur
peningur ikki røkkur og um at lut-
taka, tá føroysk orka ikki er til
stadar. Hetta vil sjålvandi eisini
tryggja hinum pørtunum í
rikinum lut í møguligum ágóða úr
undirgrundini.
OLJU- OG GASSINNTØKUR úr
undirgrundini høvdu komið væl
vid, og vildu hesar inntøkur bøtt
um ta vånaligu búskaparligu stød-
una, føroyska samfelagið er í.
Men i øllum hesum mugu vit ansa
tíðindablaðið
Argjavegur 26.
3800 Argir.
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn.
Telefon 118 20.
væl eftir, at vit ikki leypa á
bláman við tí ursliti, at vit ikki
grynna í land aftur. Tí er tað eisini
av sera stórum týdningi at av-
gerðarrætturin liggur hjá okkum
sjálvum — hjá heimastýrinum.
Fyri at tryggja eina skilagóða
loysn í hesum máli er tað neyðugt
at vit fáa eitt landsstýri við javn-
adarluttøku.
VANDAMÅLINI, SUM stinga seg
upp eru fleiri. Vit mugu ansa eftir,
at fremmanda ávirkanin og árinið
á føroyska samfelagið ikki gerst
ov stórt. Vit mugu eisini ansa
eftir, at ein rímilig javnvåg verður
millum tær verandi vinnugrein-
irnar og eina komandi oljuvinnu.
Fáa vit pening burtur úr undir-
grundini, má ein munandi partur
nýtast til iløgur í aðrar vinnugrein-
ir, soleiðis at vit ikki liggja í svart-
asta arbeiðsloysi, tá og um olju-
keldurnar eru tómar.
ØLL VITA VIT av royndum i
gðrum londum, at har, sum olju-
vinnan tekur seg upp, er talan
ikki bert um fyrimunir, men eisini
um vansar. Her hava bretar, het-
lendingar og norðmenn gjørt
sínar royndir. Hesum royndum
eiga vit at læra av, og tí er tað av
stórum týdningi, at vit seta
okkum inn í teirra vidurskiftir,
áðrenn vit taka stig til nakað í
undirgrundini.
MEN FYRST AV gllum mugu vit
fáa eina loysn í undirgrundarmál-
inum. Her vil javnaðarflokkurin
leggja alla orku í at loysa málið á
skilabesta hátt.
Nr. 142 — 1. desember 1984
Sjálvgleði og
trúverdugheit
Eg var henda dagin les-
andi í nýggja blað okkara
Suðuroyar-Tíðindi, har eg
datt niður á grein, sum
hevur viðmerking uppi-
bornað. Hetta kundi eins
væl verðið gjørt í sama
blaði, men mær tykist, at
tað nú um dagarnar mest
hevur rúmd til greinir frá
býráðsvalevnum, og alt
gott um tað, so eg fari at
leita mær aðrar vegir.
Greinskrivarin, eg hugsi
um, Er dánjal Bjark-
hamar, býráðslimur, í
Vági. Greinin er av sama
format, sum ein javnan
hevur sæð tær frá hansara
hond í eðrum (floks)blaði.
Hetta, at hann sjálvur ella
onkur nevnd, hann situr í,
hava fyrireikað ella er
komin væl á leið við ella
avrikað eitt stórmálið fyri
og annað eftir.
Tað, hann seinast sigur
seg hava drigið upp undir
land, er ellisheim, eldra-
íbúðir, barnagarður og
vøggustova. Ongan av
hinum býráðslimunum
hevur ein hoyrt grett um
hesi sinsationellu tiltek,
sum tykist mær so ófati-
ligt, at eg eri farin at ivast
í trúverdigheitini hjá hes-
um persóni.
Eitt annað, ið sermerkir
tíðindini frá hesum manni
er, at hann ongantíð nevn-
ir pengar ella letur okkum
skattaborgarar vita,
hvussu mikið hesar herlig-
heitir hansara kosta okk-
um, og hvussu peningurin
er útvegaður. Er tað rætt,
og tað er tað tíverri helst,
at kommunan fleiri tey
seinastu árini hevur havt
eina tunga fíggjarsteðu at
dragast við, so er tað ó-
hugsandi, at Bjarkhamar
bert kann seta slangu í
kommunukassan og rinda
hverjum sítt í hondina fyri
ellisheim o. s. fr.
Nei, Bjarkhamar, ætlar
tå tær mina atkvødu og
fleiri vid minari til byråds-
valið, so mást tú i blød-
unum nágreiniliga greiða
frá teknisku og ikki minst
fíggjarligu síðunum av
stórmálum tínum, um
nakar skal taka teg fyri
fult, men tú mást bera
skjótt at, tí 4. desember
nærkast í hverjum.
Setir tú teg hin vegin
ikki feran fyri hesum, tá
vil eg mæla ellum vág-
bingum frá at manna bý-
ráðið við tíðindafróðum
persónum av hasi sorter-
ingini. Tað er ein menn-
iskjarættur at fantasera,
hóast eg altíð havi hildið,
at bernini her skulu hava
framíhjárættin, tí best
klæðir tað hesum aldurs-
bólki, men at ein býráðs-
limur letur fantasi fáa
slíkt tamarhald á sær, at
einasta fríingin úr fantasi-
heiminum eru almennu
fjølmidlarnir, tað skapar
iva um kvalifikatiónirnar
hjá manni at stýra eðrum.
Vágbingur
Kvinnur og byråd
Tað frekasta, sum higartil
er skrivað í agitatiónini til
býráðið er komið frá
kvinnum, sum bjóða seg
fram til býráðsvalið.
Mær dámar illa at
leggja upp í valstríð, tá eg
sjálv ikki eri uppstillað,
men eg eri noydd í hesum
fori at gera tað.
Kvinnufelagið — gjørdi
eitt megnargott arbeiði, tå
tað legði fyri vid góðari
upplýsing til kvinnur —
hverji rættindi tær hevdu
í heimi og úti í samfel-
agnum — og hverja
ábyrgd —.
Ein fylgja av hesum
var, at nógvar kvinnur
fóru at fáa áhuga fyri t.d.
politikki. Og tá kvinnu-
felagið ikki skuldi vera
partapolitiskt í sínum
virki, var tað heilt náttúr-
ligt, at kvinnur gjørdust
limir í ymsum valfeløgum.
Malla Samuelsen varð
vald á kvinnulista, tí tá í
tíðini var stillað upp í
nummarreð, og við tað, at
so fáar kvinnur vóru limir
í politiskum feløgum, var
tað sjálvsagt, at flest allar
år kvinnufelagnum at-
kvøddu fyri henni.
Tidir og lógir
broytast
Vallógin verður so broytt
soleiðis, at stillað verður
upp í bókstavarað. Fleiri
kvinnur eru nú vorðnar
meira politiskt medvit-
andi — takkað veri m.a.
Kvinnufelagnum.
Jona Heuriksen varð
vald á politiskum lista!
Tit skriva ikki eitt orð um,
hvat hon avrikaði, meðan
hon var í býráðnum. Hví?
Var tað tí, at hon var tann
einasta, sum vísti seg sum
ein maður við at mótmæla
olju og gasstangunum á
Vidanesi? tá loyvi skuldi
endurnýggjast.
Nei, tað vita tit kanska
einki um?
Velja kvinnu bert tí hon
er kvinna er ov bíligt. Í
øllum teim størru plássun-
um í Feroyum gera tey
partapolitiskar listar.
Javnaðarflokkurin hevur
eisini stillað upp í eitt
mannaminni. Aldri hevur
tað verið gjørdur munur á,
um tú vart maður ella
kvinna — hevur tú áhuga
og áræði, so hevur Javnað-
arflokkurin havt boð eftir
tær. Eg meti, at hinir
flokkarnir hava havt
nakað somu steðu.
At ditta sær til at
skriva, at >... burtursæð
frá Jonu í tí eina ferinum,
so hava kvinnurnar bert
verið til pynt á hesum list-
um...
Eg meti, at kvinnur,
sum hevdu ætlað at at-
kveða fyri kvinnulistan-
um, nú venda tykkum
bakið vegna henda frek-
leika, tit her koma fram
við alment.
Javnaðarflokkurin eins
og aðrir flokkar velja m. a.
fólk í nevnd. Sjálv havi eg
verið formaður í Suður-
streymoyar Javnaðarfelag
— havi verið blaðstjóri í
Sosialinum — havi í
knappliga 20 ár sitið í
barnavernd (vald úr Javn-
aðarflokkinum) verið í
nevnd Feroya Handil-
skúla í 15 ár (vald av
landsstýrinum).
Eg havi eisini upplivað
at sitið í Tórshavnar bý-
ráð (sum eykalimur) og á
Feroya Legtingi (sum
eykalimur) o. s. fr.
Tit áttu at kunnað tykk-
um eitt sindur um politisk
viðurskifti, áðrenn tit
leggja eftir Javnaðar-
flokkinum, sum lættliga
kann mótprógva tí, tit
frambera.
Eg hugsi neyvan, at
Fólkaflokkurn setti
Hannu Joensen sum pynt
á listanum, tá hon varð
uppstillað har. Vit mugu
bert finna okkum í, at fólk
ikki ynsktu okkum, tá vit
fingu ov fáar atkvødur,
ella áttu vit at borið okk-
ara sjónarmið greiðari
fram.
Mín áheitan á javnaðar-
fólk er tann sama, sum
stóð í brævinum, vit fingu
frá valfelag okkara:
Veljið kvinnur á Javn-
aðarlistanum.
Hanna Lisberg