leygardagur 1. desember 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 142 — 1. desember 1984
tíðindablaðið
Fleiri parkeringsøki
— tryggari ferðsla
Vágur er ein bygd í
vekstri. Nú ið býráðið
arbeiðir við at útvega fólki
grundeki til húsabygging,
fer fólkatalið at okjast og í
kjalarverrinum á hesum
eisini ferðslan.
Mangan, tá ið ein hoyrir
eldri fólk greiða frá teirra
gerandislivi sum yngri
undrast ein á, hvussu ein
so lítil tjóð sum Feroyar
hevur megnað at broyta
samfelagsmynstrið nær
sagt so fundamentalt,
sum til ber í eitt so stutt
tíðarskeið. Getumyndin í
dag er sum ein kappróðr
arspurtur, har ell koyra á.
Men skalt tú klára at vera
við, klára at seta fetur
undir egið borð og sam-
stundis klára tínar skyld-
ir, mást tú eisini stridast
fyri ti.
Tað vit í mongum før-
um siga, at dagurin byrjar
við at fáa bern ansaði,
fara til arbeiðis, brúka ein
part av døgurdatimanum
til erindir og á veg heim
skulu bern heintanst og
innkeyp gerast. — At
hava ein bil í dag er tí hjá
teimum flestu bæði neyð-
ugt og náttúrligt, og vit
mugu góðtaka, at hann er
komin fyri at verða ver-
andi
Men í ellum kappróðri
liggur ein bátur aftastur. Í
hesum spurti er eftirbát-
urin mannaður við býráðs-
limum. Hesi hava eftir øll-
um at dema ikki skilt, at
hevur ein ikki tamarhald á
ferðslumynstrinum, so eru
akferini ikki longur tæn
arar okkara kunnu
vera ein harðrendur harri
Eitt tað mest átrokandi
málið í hesum viðfangi er
parkeringsekini. Her í
Vági er einki parkerings-
eki millum itrottarhøllina
og gamla skúla. Í miðbýn-
um eru tvey smá eki, sum
síðan tey vóru »gjørd«,
hava sæð út sum fyribils-
loysnir, við stórum hylum
og ongum avmerkingum.
Hetta ber í sær, at alla-
men
staðni á vegnum standa
bilar parkeraðir, og hevur
tað manga sorgarleikin
fort við sær. Ti bern, ið
skulu yvir um ein veg,
síggja ikki bilferðsluna
uppum hesar parkeraðu
bilarnar, og tey renna so-
statt óvitandi um vandan
tvertur um vegin. Prógva-
fast er, at tað vóru færri
álvarsom Ohapp, um bilar
ikki sluppu at parkera á
høvudsvegnum, men
kundu verið åvistir til par-
keringsøki.
Tað mátti verið sjálv-
sagt, at tey ráðandi
gjørdu tað, ið gerast
kann, fyri at børn og
onnur so trygt sum megu-
liga kunnu ganga í og úr
skúla. Takið gongu-
breytina, ið er millum veg-
in og parkeringseki vekk,
og latið okkum heldur fáa
eina undir skúlanum, har
er tervur á henni.
Ebba Kjærbo
Vágur
Heilsan til
Sverra Midjord
Tað verður sagt, at fólk,
ið hava serligan áhuga
fyri samfelagsvidurskift-
um, hava eitt eyka-gen,
sum ger, at tey, hóast
mangan harðan andróður,
kortini halda á við hesum
arbeiði uttan at fáa person
ligan vinning av hesum.
Millum hesi telist borg-
arstjórin á Tveroyri
gjøgnum mong år, Sverre
Midjord. Hann er tann
lokalpolitikkari, sum hev-
hevur fingið sterstu undir-
tøku millum javnaðarvelj-
arar á Tveroyri, síðan P.
M. Dam, sáli. Ja, so stóra
undirteku, at tú kanst
siga, at fólkið hevur valt
hann beinleiðis til borgar-
stjóra.
Tá tú veitst, at tú hevur
so stóra undirteku millum
bygdarfólkið, er tað væl
skiljandi, at tað hevur
verið ein stór og tung av-
gerð, tú av heilsuligum or-
sekum var noyddur at
taka, við ikki at lata teg
stilla upp aftur til býráðs-
valið í desember.
Hesi 18 árini, tú hevur
sitið í Býráðnum, tey 17
sum borgarstjóri, gloymdi
tú ongantíð, hvar rótin
rann, sum tú sjálvur plag-
ar at taka til, og hevur
tú saman við fakfelogun
um 0. ø. tikið stór og tung
tøk til frama fyri verka-
fólkið og yin í síni heild.
Vit kunna nevna nekur:
Flakavirkið, trolararnir,
Ellis- og Rektarheimið,
Ítróttarhellina í Trongis-
vági o. s. fr.
At tú altíð hevur verið
tveramaður og suðuroy-
ingur er eingin loyna, og
vísti tú tað eisini tær ferð-
ir, tú hevur umboðað Suð-
uroy á Legtingi.
Kring um alt landið ert
tú kendur sum ítróttar-
maður burturav, og eru
mong foreldur takksom
fyri tað ungdómsarbeiði,
tú hevur gjert á plássinum
og innan ÍSF, har tú hevur
sitið sum stjórnarlimur í
mong ar
Við hesun
vilja Vit vegna | roðbiar
fáu orðum
Sóknar Javnaðarfelag
takka tþr fyri tað arbeiði,
tú hevur gjert fyri at gera
hugsjónir felagsins til
veruleika. Ikki er komið á
mál enn, men við tínum og
veljaranna stuðli fara vit
framhaldandi at arbeiða
fyri endamáli felag okk-
ara: Frælsi, Javnaður og
Breðralag.
Froðbiar Sóknar
Javnaðarfelag
FERÐSLUTRYGD
| er at fara yvirum
| bert undir
FF grønum ljosi
bem
Kommunuvalid í Klaksvík
Skúlaútbyggingin
úti um bygdirnar
Tey seinastu árini hava
vit útbygt skúlaverkið
munandi úti um landið.
Vit hava fingið stórar fel-
agsskúlar í fleiri stoðum,
so flest ell ungfólk nú
hava meguleika fyri eini
10 ára skúlaútbúgving.
Harafturat hava vit
fingið HF-skeið í Klaks-
vík og Suðuroy, og nú
eisini Studentaskúla i
Eysturoy. Hetta kunna
vit, sum so flest øll, vera
negd við.
Spurningurin, sum nú
eigur at verða reistur, er,
hvar hesi ungu fara eftir
lokna skúlagongd úti á
bygdunum. Nekur fara
uttanlands ella til Havnar
at fáa sþr hægri útbúgv-
ing, men hvat við restini?
Ofta hevur verið tosað
um, at sjómansskúlarnir
bert útbúgva fólk til
eksport. Nakað hevur og
kanska er um hetta, men
spurningurin er, um bygd-
irnar ikki eisini útbúgva
teirra ungdóm til eksport,
men ikki so nógv til út-
landið, men harafturímóti
til »innanlendis eksport«,
og her hugsi eg um til
Havnar. Tad hevur ofta
harmað meg, hvussu nógv
ungfólk við góðari skúla-
gongd fara úr Klaksvík til
Havnar, tí onki er at gera
hjá teimum við tí skúla-
gongd, tey hava fingið í
Klaksvík.
Í Havn er jú alt, flestu
stóru almennu og hálv-
almennu skrivstovurnar,
sum eisini hava eina
tænastuskyldu yvir fyri
' bygdunum liggja har
Flestu virkir, sum eisini
hava tænastuskyldur uti
um bygdirnar, liggja eisini
i Havn. Hesir stovnar og
hesi virkir krevja oftast
fólk við minst 10 ára
skúlagongd ella meira, so
um tey ungu skulu gera
brúk av síni skúlagongd,
so eru tey sjálvandi noydd
at flyta til Havnar.
Onkur tjóðveldismaður
úr Havn setti hetta so-
leiðis upp, at skuldi
Havnin fingið fisk í mun
til fólkatalið, so fekk hon
ov lítið, og so varð lítið til
bygdirnar, men hann
gloymdi bert at nevna, at
um bygdirnar skuldu
fingið sín part av almennu
stovnunum Vv.m., so
kanska gekk líka upp.
Spurningurin hjá okk-
um er tí, hvussu vit venda
hesi skeivu gongd, so vit
ikki bert »eksportera«
ungdóm. Kommunufelag-
ið hevur roknað út, at
Havnar kommuna fær
einar 400—500 mill. kr. í
innteku frá almenna virk-
seminum í Havnini.
Heetta er mguliga rætt,
men spurningurin er held-
ur, hvussu vit skulu fáa
ein part av tí almenna
tænastuvirkseminum, sum
líka so natúrliga kann
liggja úti á bygd, fluttan.
Eg veit væl, at ringt
verður beinleiðis at flyta
núverandi stovnar í heil-
um líki út á bygdirnar, og
so kanska siga fólk upp,
men tað eru ekir, sum nú
og í komandi tíðum skulu
útbyggjast. sum eins væl
kunna fyri
uttan
uggja
Havnina, eitt nu Il fiski-
vinnuútbúgvingin og sjó-
mansútbúgvingin.
Stóran týdning hevur
tað tí, at Feroya Komm-
unufleag setur bólkar,
sum royna at finna útav,
hverjir partar av almennu
virksemunum eins væl
kunna liggja úti hjá
kommununum, sum undir
landsstýrinum. Hetta vil
sjálvandi hava við sær, at
vit eiga at hugsa um at
gera sterri kommunalar
eindir enn í dag, tí tær
smáu kommunurnar
makta ikki serliga stórar
uppgávur. Her eiga menn
kvinnur at leggja alt smá-
ligt bygdaklandur til síðis
og hugsa um at víðka
sjónarringin munandi, um
nekur framtíð skal vera í
at tosa um kommunalt
sjálvstýri meira.
Tá kommunurnar kunna
vísa á, at tær kunna taka
fleiri uppgávur upp á seg,
sum 5å dag liggja undir
landsstýrinum, eigur
spurningurin at vera, hver
ið skal fíggja hetta. Her
kann vera nevnt, at fyri
tað fyrsta kann nakað
gerast við fíggjarliga býti
av skattinum millum
kommunu og land, men
hetta er kanska ikki rætti
vegurin.
Heldur eigur at vera
hugsað um blokkstuðul
frá landskassanum til
kommunurnar. Hvussu
stórur hesin skal verða
veldst sjálvandi um
hvussu nógvar og stórar
uppgávur verða lagd
Framhald á síðu 15