leygardagur 1. desember 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8 tíðindablaðið B | S É | | | | | | | Nr. 142 — 1. desember 1984
Heðin Mortensen skrivar:
Byýraðið er við til at geva
itrottinum góðar karmar
at virka undir
'I Føroyum hava vit mong
fritidaritriv til tey ungu,
men mangan hoyrir ein, at
tey ungu hava tað alt ov
lætt, og at tey fáa alt for-
erandi.
Hetta er ikki so.
Nógv tilboð eru til tey
ungu, men harvið at siga,
at tey fáa alt forerandi, er
nakað tvætl.
Tá vit geva teimum
ungu tilboð, so er tað eins
nógv fyri at sleppa sam-
felagnum undan trupul-
leikum, sum stinga seg
upp, um tey ungu einki
hava at taka sær til.
Gott í Havn
Ein stórur partur av. til-
boðunum til tey ungu er
innan ítróttin. Mangan
verður hetta frítíðaritriv
lítið virt, men allar kann-
ingar vísa, at hetta hevur
ómetaligan týdning.
Í Havn stendur rætti-
liga væl til á hesum eki-
num. Rammurnar eru
rættiliga góðar, og teir
mongu ítróttarleiðararnir
— sum væl at merkja ar-
beiða fyri einki — gera eitt
megnararbeidi.
Svimjihøllin
Ja, hvør vildi i dag verid
hesi fråliku svimjuhøll fyri
uttan? — Hart strid
stóðst av henni í sinari tid,
tá menn skuldu taka av-
gerð í hesum byggimáli.
Men ásannast má í dag, at
rætta avgerðin varð tikin.
Svimjihellin er til alstórt
gagn og ikki minni gleði
fyri fjøldina — ung sum
eldri, frisk sum rerslu-
brekað — og við serligum
týdningi, tá hugsað verð-
ur um at rekja heilsuna.
Tríggjar hallir
Vit hava, sum er, tríggjar
ítróttahallir í Havn, um-
framt fimleikahallirnar í
skúlunum, og hugaligt er
at vita, at tær verða nýtt-
ar á besta hátt. Tær
standa sanniliga ikki tóm-
ar.
Uttandura hava vit
tveir fótbóltsvallir. Ljós-
steyrar eru rundan um
tann niðara vellin, og pen-
ingur er avsettur til eisini
at fáa ljós á tann ovara
vellin.
Kunstgras
Fótbólturin hevur stóra
atdráttarmegi, og má tí
gerast alt fyri, at hann
kann mennast, og á ein
slíkan hátt, at hann kann
koma á altjóða steði.
Rættast hevði verið at
fingið kunstgras á vallir-
nar.
Nakrar royndir verða
skjótt gjørdar við kunst-
grasi, og vísir tað seg, at
hetta er tað rætta, so eiga
vit saman við eðrum
kommunum í landinum at
arbeiða fram ímóti at fáa
frasvallir til fótbóltin.
Hetta kostar nakað í
ilegging, men verður ikki
dýrt í viðlíkahaldi.
Tveir tennisvallir eru í
gerð, so spennandi verður
at fáa lív aftur í gamla
Tennisfelagið. Nevnast
kann, at innan Havnar
Badmintonfelag er ein
tennisdeild. Hetta er ein
ítróttargrein, vit hava
saknað leingi.
Heðin Mortensen
Aheitan á
borgarar
i Torshavn
Varið tykkum ímóti lov-
orðum frá fólkafloksmonn-
um við býráðsformannin-
um á odda.
Er býráðsformaðurin
veruliga so reiðiligur, sum
hann gevur seg út fyri at
vera? Hevur hann borið
sín part av samfelagsbyrð-
uni, líka stóran part sum
miðalborgarin? Tað hava
vit borgarar krav uppá at
fáa at vita skrivliga.
Hevur Fólkaflokkurin
við býráðsformanninum á
odda ikki av ellum alvi
roynt at forðað teimum á
likningardeildini at gjøgn-
umganga roknskapirnar
hjá B-skattgjaldarum,
t.v.s. handilsfyritokum
og hví?
Eg síggi í Dagblaðnum,
at býráðsformaðurin bjóð-
ar seg fram at stýra og
umsita okkara bý. Gevi
tær eini góð ráð: Sópa fyri
egnum durum fyrst.
Vanligur skattgjaldadi
í Havn
Veganetið er fyrst av øll-
um fyri bilarnar, tad sæst
tyduliga. Men, í ferðsluni
er eisini annad enn akfør
at finna:bern, vaksin,
eldri — í stóli ella vogni,
til gongu ella á súkklu.
Tú kanst ikki spara
tær tryggleika til
Mangastaðir í Havn eru
vegirnir illa upplýstir, tí
Mangastaðir í Havn eru
vegirnir illa upplýstir, tí
sparast skal um streym-
nýtsluna. At slekkja ann-
aðhvert ljós er kanska í
lagi ávís stoð, men at gera
tað í miðbýnum og við
Ferðsla og
tryggleiki
vegir við nógvari ferðslu
er vitleyst.
Kavaruddingin er dýr,
men spurningurin er, um
tað er biligari at borgar-
arnir liggja arm- og bein-
brotnir. Tann eina veturin
í hesum brátt farna val-
skeiðnum mátti útvegast
eykafólk á sjúkrahúsum
at taka sær av arm-, bein-
og eðrum brotum, tí býur-
in skuldi spara, segði
borgarstjórin!
Nei, tað eru ikki bert
bilarnir, ið skulu koma
heilskapaðir fram, men so
sanniliga eisini tey til
gongu.
Hegu kantsteinarnir
gera tað mangan trupult
og við hvert ómeguligt
hjá fólki við barnavognum
at hætta sær yvir um eitt
vegamót. Rerslubrekað
eru eisini illa fyri í hesum
sama sambandi. Enn havi
eg ongantíð sæð ein koyri-
stól kunna hoppa einar
20-30 cm upp ella niður,
men ein tílík uppfinning
hevði verið kærkomin í
Havn.
Bernini hava ikki altíð
lætt við at koma um veg-
irnar á veg í skúla, og ofta
er mesta ferðslan á veg-
um, ið liggja beint uppat
skúlum. Okkurt mátti
kunnað latið seg gjert ant-
in at beint ferðsluna ann-
an veg ella >tarnað< henni
somikið, at hon ikki gong-
ur so skjótt fram við skúl-
um og dagstovnum og har
annars nógv skulu yvir-
um.
Ynskir tú tryggari
ferðsluviðurskifti, setir tú
kross tín við lista C, Javn-
aðarflokkin.
Martin S. Eidesgaard
Per Gaard, valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Havn:
Skil má fáast
á Bussleiðina
Sum bussleiðin var skipað
ta fyrstu tíðina, var nógv
at finnast at henni. Fyrst
og fremst, at bussarnir
ikki hildu koyriætlanina.
Ofta sá tað út, sum teir
koyrdu sum best bar til,
so nógv fólk, serliga tey
sum skuldu fram til ávísa
tíð, ikki kundu brúka
bussarnar, men noyddust
at hava bil sjálvi.
So varð bussleiðin >priv-
atiserað<. Tað vil siga, at
býráðið, sum nú er, gav
ávísum persónum eina
peningaupphædd fyri at
yvirtaka bussarnar, og nú
skudi alt vera so sera gott.
Men hvat hendir? Fólk
yvirhevur noyðist fram-
vegis at brúka egnan bil,
skulu tey koma fram til
tíðina. Bussarnir koyra
framvegis sum best ber til
og leggja javnan túrar
burtur ímillum, so fólk
mugu standa í langar tíðir
og bíða, um tey ikki kunnu
fara í egnum bili.
Tað liggur rættiliga nær
at spyrja um koyriætlanin
er so trong, at tað ikki ber
til at halda hana, ella um
tað eru bussferararnir,
sum ikki duga á at skyna
klokku. Tað vildi í hvussu
so er verið legið, um teir
royndu at saga ta grein
av, teir sjálvir sita á.
Tá bussleiðin varð um-
skipað og »privatiserad«,
var ein nýggj skrivstova
opnað, sum skuldi taka
sær av rakstrinum — eitt
starv til ein góðan vin —
men um tú ringir hagar at
klaga, verður tú helst ugg-
aður við, at tað skal fáast í
rættlag, men einki hendir.
Og klagurnar eru nógvar.
Fólkið í Havnar komm-
unu má kunna krevja, at
skil kemur á bussleiðina,
so fólk kunnu brúka henda
meguleika. Ferðslan í
Havn er vorðin so nógv,
og so ringt er ofta at finna
eitt stað at seta ein bil, at
tað er einki at ivast í, at
nógv fleiri hevdu koyrt
við bussunum, um tey
kundu litið á teir. Tað
hevði heilt sikkurt eisini
sæst aftur á rakstrarúr-
slitinum.
Per Gaard
Ellis- & Avlamis-
heimid i Vågum
søkir sjukrahjålpara at arbeida fyri-
bils 64 tímar uppá 4 vikur. Umsókn
við avriti av prógvi v.m. verður at
senda til heimið áðrenn 10. desember
1984.