Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-04, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 1984síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 143 x týsdagur 4. desember 1984 javnaður breðralag 57. árg. % kr. 5,- Í Ti lista i Havn Í dag skulu vit velja býráð og skúla- råd. Valstríðið i blødunum er av og nú liggur hjá veljarunum at avgera, hverji skulu stýra býnum næstu fýra árir.i. Listi C hevur greitt og týðiliga víst á, hvat hann vil. Hann hevur ikki lovað „gull og grenar skøgir«, sum tikið verður til. Men valevnini á lista C hava sagt sína hugsan um, hvat terv- ur er á, hvat er galið og hvat tey ymisku valevnini vilja virka fyri, um tey verða vald. Aftan fyri lista C stendur eitt virkið felag, Suðurstreymoyar Javnaðarfel- ag, sum alt valskeiðið vil síggja til, at tey valdu virka eftir stevnuni hjá lista C og at hesi eru virkin. Tað hevur ikki minsta týdningin. Vit hava víst á, hvat tervur er á og hvat vit vilja gera á íbúðarekinum, tí sosiala, hverjar tænastu í býnum vit vilja betra, at vit vilja reka ein mið- vísan fíggjarpolitikk, og ikki minst hava vit sagt okkara hugsan um steðuna á tí vinnuliga økinum — sum tann einasti listin. Á legtingsvalinum fyri slekum mánað síðan slóu tit veljarar í Havn- ini, í Hoyvík, á Hvítanesi og í Kald- bak manngarð um lista Javnaðar- floksins. Líka so týdningarmikið tað er at vera væl umboðaður á løgtingi fyri at reka ein politikk, sum skal gagna fólkinum, skapa sterri rættvísi og skapa trivnað, líka so týðandi er tað at vera væl umboðaður í býráðnum og skúlaráðnum. Listi C vil geva ell- um eina rættvísa viðgerð. Seinasta áheitan okkara til tykkum veljarar er tí: standið saman um lista C. Veljið kvinnur og menn á lista C. Listi C er til dystin fúsur ! Jøhann Mortensen Getusópari i Havn: Hotel Føroyar til håborg fyri gomul og sjuk og kannið møguleikan at brúka part av ti til kollegii til ungdómin, skrivar Tórfinn Smith, valevni býráðsvalið á síð 5 javnaðarfloksins til 7N Folkaflokkurin ætlar at privatisera alt sjálvt gøtusopingina Eg eri stórliga bangin fyri, at ell kommunan sum hon er, verður privatis- erað, um fólkaflokkurin fær ov nógva makt her í býnum eftir valið týs- dagin. Tað er ein av getusóp- arunum, í Tórshavn, ið sigur hetta í samreðu við Sosialin. Hann ynskir ikki at verða navngivin av ótta fyri teimum avleiðingum hetta kann fáa fyri hann. Getusóparin ivast ikki í, at ætlanin hjá Poul Mich- elsen og fólkaflokkinum annars er at privatisera sum mest, eitt nú sjálvt reinhaldið av býnum. Eg beri ótta fyri, at vit getusóparar verða upp- sagdir og at arbeiði okk- ara so verður latið upp í hendurnar á onkrum priv- atum felag. Í dag eru getusóparar- nir í Havn bert seks í tali og hetta er alt ov lítið til at kunna taka sær av teim- um vaksandi uppgávun- um. So steðan í dag er longu sera trupul hjá hes- um starvsbólkinum. Getusóparin sigur víð- ari, at tíðindi ganga um, at tað eisini á eðrum komm- unalum økjum skal privat- iserast. M.a. hevur verið talan um at privatisera grótbrotið, vaskiarbeiðið á kommunalum stovnum, renovatiónina, og hevur onkur nevnt, at privatir skulu fáa loyvi at skipa eitt slekkilið. — Eg veit ikki, hvat hes- ir fólkafloksmenn hugsa, tá teir fara so langt við privatiseringini. Tað næsta verður so, at okkara heilsuviðurskifti eisini verða privatiserað, soleið- is at ávís fólk kunna vinna elsini sær pening burtur úr teim- teimum sjúku og veiku Hetta er nakað, sum longu er farið at taka seg upp í Danmark, har teir kon- servativu sita við valdið. Getusóparin heldur fyri, at ætlanin hjá fólkaflokk- inum við Poul Michelsen á odda er at seta sína egnu í lyklastørv i kommun- unum og i teimum feløg- um, id skulu yvirtaka virk- semið hjá kommununi, so- leiðis, at hetta kann tryggja flokkinum atkveð- ur í framtíðini eisini. i Amerika Herfyri bóru vit tíðindini um, at umboð fyri SEV vóru farin til Noregs at kunna seg við norsku royndirnar við ávísi nýggj- ari boriútgerð. Hetta er tann útgerðin, sum skal brúkast til ætlaðu vatnorkuút- byggingina í Eysturoynni. Nú frætta vit, at umboð fyri SEV og H&S eru farin til Amerika — USA ella SEV og H&S Canada, at kanna boriútgerðina. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa nakað at vita, um talan er at keypa meguliga út- gerð í USA ella Canada og um hver skal keypa hesa útgerð. jan