týsdagur 4. desember 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Valgreinirnar
prógvaðu tørvin
á fritiðarheimum
Tað ber ikki til at seta tíðina aftur og
koyra mammurnar heim, tí hver skal so
gera teirra arbeiði? Mammuløn er ein illa
umhugsað loysn. Bíðilistarnir til barna-
garðar eru so langir, at tervur er á fleiri
stovnum aftrat bara í Havnini. Frítíðar-
heim eiga at verða í vanligum húsum í
býarpertum, har fólkini búgva. Hetta og
mangt, mangt annað hava vit prátað við
triggjar barnapedagogar um.
Vit hittust ein dag í vikuni
á tí nýggja stovninum í
Hoyvík, Ingrid Dals-
gaard, formaður í Peda-
gogfelagnum og arbeiðir í
Hoyvík, Winny Hansen,
nevndarlimur í felagnum
og arbeiðir á veggustov-
uni við Velbastaðvegin, og
Katrin Petersen, sum er
leiðari á stovninum í Hoy-
vík og sum fyrr var for-
maður í Pedagogfelagn-
um
Ongantíð áður hava so
nógvar valgreinir skrivað-
ar í Feroyum verið um
familjupolitikk og um við-
urskiftini hjá bernum og
ungum. Beði til løgtings-
valið og til kommunu-
valið. Sumt av tí skrivaða
hevur verið meira mesn
enn skilatos. Vit hildu tað
vera vert at taka ell sjón-
armiðini, sum eru komin
fram, og tosa um tey. Sum
pedagogar skuldu tær
tríggjar jú havt vitan á
hesum ekjum.
Tervurin er har
— ØIl vita, at tørvur er á
frítíðarheimum. Tervurin
hevur verið í nógv ár men
er bara meira eygsýnligur
nú, fleiri og fleiri kvinnur
fara út at arbeiða. Tí er
heldur eingin grund til at
kanna tervin.
Eisini hava nógv for-
eldur skrivað bern síni
upp til frítíðarheim hjá bý-
ráðnum. Sjálvt um einki
frítíðarheim er, stendur
frítíðarheim við á sama
umsóknapappíri, sum
brúkt verður, tá fólk sekja
um barnagarðs-, veggu-
stovu- og dagrektarpláss.
Tað gjerdu t.d. fleiri for-
eldur at bernum, sum
gingu í barnagarðinum við
Velbastaðvegin.
Nógv vita ikki síni liv-
andi ráð, tá bernini eru
blivin so stór, at tey skulu
í skúla. Í fyrsta flokki
hava tey bara tríggjar
tímar um dagin. Foreldr-
ini arbeiða átta tímar.
Hvar skulu bernini so
vera? Summi eru so væl
fyri, at tey hava
eina
ommu ella onnur skyld-
fólk at fara til. Tað hava
ell ikki. Haraftrat tíma
bernini ikki altíð at fara til
familjuna, tá tey eru bliv-
in eini åtta-niggju år.
So ganga tey bara og
vála. Nekur fara til ítrótt
ella skótar, men tað er ikki
nekur loysn. Tað ber ikki
til hjá teimum smáu. Allur
teirra dagur verður harvið
eisini ov skipaður, og eing-
in tíð verður til at spæla
Harvið fáa tey ikki tær
neyðugu royndirnar til tað
vaksna lívið. Tað ber ikki
til at skula undirhaldast
altíð. Loysnin við ítrótt-
inum er heldur ikki altíð
so nýtilig, tí langt er hjá
nógvum niðan í ítróttar-
hallirnar, og foreldur tora
ikki at lata bernini fara
einsamøll i tí nógvu ferðs-
luni.
Bíða í skúlanum
Eitt er eftir skúlatíð. Men
tey smáu skúlabernini
byrja ikki altíð tíðliga í
skúlanum. Foreldrini
skulu avstað klokkan
átta.
— Tað er heilt vanligt,
at smá bern fara í skúla-
garðin langt fyri, at teirra
tímar byrja. Har ganga
tey so og bíða. Tað kann
vera tí, tey sjálvi ikki tora
at vera einsamøll, ella tí
foreldrini ikki vilja lata
tey vera einsamøll heima.
Hygg bara í skúlagarðar-
nar, hvussu nógv smá
ganga har! Lærararnir
hava roynt at gjørt okkurt
við tað, men ilt er at gera
við, tí bernini hava onga-
staðni at fara. Tey til
bernini hevði eitt frítíðar-
hús verið gott.
Vanlig hús
— Tá vit tosa um frítíð-
arheim, hugsa vit ikki um
fínar stórar stovnar við
hegni uttanum. sjálvandi
skulu húsini standa trygg
fyri ferðsluni. Eitt frítíðar-
heim kann vera eitt van-
ligt hús, har vaksin fólk
koma at
eisini kunnu
práta, fáa sær ein drekka-
munn 0. a. Tad kann eisini
væl gerast í teimum
gomlu býarpertunum.
— Tey skulu, ið hvussu
er, vera har, sum bernini
búgva, í teirra egna býar-
parti. Bústaðarekini eru
nú ofta heilt avfólkað um
dagin. Tey eru steindeyð
um dagin og virka ikki
fyrr enn eftir skúlatíð.
Skúlar, barnagarðar, ar-
beiðspláss, handlar, alt
liggur langt burturi.
— Tað gav at bíta á
fostulávint, tá vit her í
Hoyvík fóru út at ganga
grýlu við bernunum.
Ongastaðni var eitt menn-
iskja at síggja
Tí halda vit eisini, at
íbúðarbyggingin vestan-
fyri Sundsvegin er ógvu-
liga dámlig, við bæði smá-
ídnaði, barnagerðum og
eðrum í sjálvum býling-
inum.
Hugsa so um
byggingina úti í Havnar-
dali. Har er einki uttan
hús. Ikki so frægt sum ein
handil.
— Okkum dámar ikki
uppskotið um at brúka
skúlarnar sum frítíðar-
heim, tí tað er sum nevnt
ikki bara ein spurningur
um tíðina eftir skúlatíð.
Haraftrat eru tað so fáir
tímar, frá tí at skúlin
gevst, til kveldskúlin
byrjar.
Eini 600 bíða eftir
barnagarðsplássi
Tey seinastu 11 árini eru
komin 30 veggustovu-
pláss og uml. 130 barna-
garðspláss aftrat í Havn-
ini. Men sama tíðarskeið
er Havnin vaksin nógv, og
fleiri kvinnur eru farnar út
at arbeiða. Harvið er terv-
urin á veggustovu- og
barnagarðsplássum eisini
øktur nógv.
Tá fólk sekja býráðið
um pláss til barnið í dag-
røkt, barnagarði ella
vøggustovu, fáa stovnar-
nir avrit av umsóknini. Til
stovnin i Hoyvik eru
komnar yvir 400 umsókn-
ir, sum ikki eru játtaðar.
Pedagogarnir meta, at
talið fyri Havnina eigur at
liggja um 600.
— So siga politikararnir,
at vit hava dagrektina.
Men dagrektin virkar ikki
nóg væl. Fólk ringja ofta
til okkara og spyrja um
barnagarðspláss, tí tey
eru ónegd við dagrektina.
Tað sigur seg sjålvt, at
viðurskiftini eru meira
trygg, um bernini eru á
dagstovni. Har verða
bernini ikki uppsegd. For-
eldur noyðast ofta at
verða heima, um dagrekt-
in er sjúk, so skifta tey
dagrekt o. a. Tað er heldur
ikki lætt at vera dagrekt
einsamøll við fimm bern-
um í ymiskum aldri, sum
hver krevur sítt. Dagrekt-
armamman skal eisini
hava feriu, og so mugu øll
a
På
laga seg eftir hverjum ødr-
um.
Hjá nógvum er dagrekt-
in ein neyðloysn, men tað
er eisini tey, ið velja dag-
rekt fram um stovn, ser-
liga tá bernini eru heilt
smá. Tey halda tað vera
betri.
— Men trýstið á dag-
stovnunum er stórt.
Hvenn dag venda foreldur
sær til okkara og spyrja
Nr. 143 — 4. desember 1984
—IT—IV—.0070ivVøvtvsGtG35Ílði3305
um pláss. Tey eru ráðaleys
og mugu klára seg við
neyðloysnum fyri nakrar
dagar ella vikur í senn og
fáa bernini passað hjá
familju og vinum.
— Nógv fólk hava bara
eitt barn. Tað er ógvuliga
keðiligt hjá teimum bern-
unum at vera heima, tí tey
hava ongan at spæla við
har. Øll onnur børn eru á
Framhald á síðu 15
Fara út við børnunum
Tað er nógv ødrvisi at
vera í barnagarði nú í mun
til fyri nekrum árum
síðani.
Tað er broytt, síðan
útbúgvið fólk koma á
stovnarnar at arbeiða.
Fyrr arbeiddu tey so nógv
inni, legdu mestan dentin
á tað kreativa. Vit fáast
framvegis við tað, men vit
leggja kortini sterri dent á
at venda okkum úteftir,
fara út við børnunum.
T.d. óveðursdagin í
seinastu viku, lótu vit
okkum væl í og fóru út í
vindin, út at síggja vatnið
í áunum 0. a. Tað ber jú til
at lata seg í eftir veður-
lagnum.
— Vit fara eisini ofta
oman í fjøruna at fanga
krabbar, fiska ella bara út
at spæla. Vit í Hoyvík eru
heilt nógv niðri á Boða-
nesi. summi fara ofta út at
vitja stovnar, ellisheim og
virki. A Mjólkarvirkinum
hava vit verið fleiri ferðir.
Vit hava verið í bónda-
garðinum á Vatnaskerð-
um, tey á Velbastaðvegn-
um hava verið á garðinum
í Havnardali. Tey hava
eisini verið í fjósunum í
Havnardali og riðið á ross-
um. So velta vit epli og
gera annað úti.
— Tað eru nógv bern, ið
sjáldan eru úti, ið hvussu
er ikki saman við foreldr-
unum. Fara kanska í SMS
ella út at vitja fólk.
— Annars fortelja vit
nógv fyri børnunum. Her
verða nógvar bekur lisnar.
Tey fáa segur, men vit for-
telja eisini annað og
syngja fyri teimum.
— Vit royna at hava
bernini við í tí dagliga ar-
beiðinum, t.d. eru tey al-
tíð við til at vaska upp. Og
so fara vit á bókasavnið
og í Norðurlandahúsið, tá
nakað er at fara til.
Foreldur vitja
— Sambandið hjá okkum
við foreldrini er so neku-
lunda. Tey koma higar
hvenn dag við og eftir
børnunum, summi hava
hug at pråta og fåa ein
drekkamunn. Annars
hava vit foreldrafundir,
sum tey koma til og til
jolaveitslu. Ein leygardag
um summarið plaga vit at
hittast øll tydliga um
morgunin at mála, smíða
og rudda bæði foreldur og
børn. Tey hava køkur við,
og vit gera kaffi. So fáa oll
degurða. Tá koma so at
siga øll, og tað plagar at
vera ógvuliga hugnaligt.
rj