týsdagur 4. desember 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 143 — 4. desember 1984 tíðindablaðið EN Jurin Síða 3
Jóhann Mortensen, valevni Javnaðarfloksins, skrivar:
Vit mugu beta
umsteðurnar hjá
útróðrar- og
smábátaflotanum
Skal Tørshavnar Havn ikki gerast eftirbát-
ur og missa inntøkumøguleikar, má farast
undir útbyggingina skjótast til ber. For-
fjónaða útróðrarvinnan má fáa betri virkis-
umstoður, sigur Jóhann Mortensen, val-
evni Javnaðarfloksins í hesi grein
Synd er at siga, at útróðr-
ar- og trolfloti okkara
hevur góðar arbeiðs-
umsteður her í hevuðs-
staðnum.
Hvussu ofta síggja vit
ikki teir, sum flyta stóran
part av okkara útflutn-
ingsveru til lands, standa
og beta og umvæla reiðs-
skap millum alt annað
órudd og verða órógvaðir
av eðrum flutningi, trukk-
um og bilum.
Ein liður at beta hesi
viðurskifti er at fáa vest-
ara havanarlag skipað, og
skapa umsteður hjá flota-
num við plássi at beta á,
Smáskipa- og smábáta-
flotin hevur stóran týdn-
ing fyri húsarhaldið — og
tí eisini fyri landshúsar-
býráðsval, umstødurnar
hjá smábátaflotanum
munandi bettar.
Bátahyl i
Alakersvik
men enn er verri enn so
plåss fyri øllum båtunum.
Tí hava vit skotið upp i
valskrå okkara at gera
verjugarðin uttan fyri
Álakersvík lidnan við
atløgusidu, fáa reinsað
Álaker og leggja út flot-
brýr har. Og ikki útfylla
Álakersvík, sum skotið er
upp í eini útbyggingar-
Listi C mælir til at gera brimverjugarðin við Álakersvík lidnan, gera eina bátahavn
har, skipa havnagkið og skapa betri umsteður hjá smáskipa- og smábátaflotanum
fyri býin og trivnaðin.
Fyri unga ættarliðið hevur
tað týdning at hava
atsteður at fáast við bát
og sjógvin, eins og tað
hevur týdning fyri býar-
samfelagið, at vit hava ein
góðan útróðrarflota. So-
leiðis, at vit kunnu varð-
veita henda siðaarvin, og
soleiðis at tey ungu kunnu
læra at vera virkin í
vinnuni frá ungum árum
við t. d. at egna.
Skulu vit ikki
missa farmaflotan
má havnaútbygg-
ingin fremjast
beinanvegin
men sterri týdning fyri
havnini —
vestanfyri.
Skal havnin hjá okkum
ikki gerast eftirbátur, má
skjótast meguligt farast
undir ætlaðu havnaút-
byggingina eystanfyri við
goymsluplássi uttan fyri
eystara molan við ellum
teim meguleikum og hent-
leikum, sum ein nútímans
havn eigur at hava.
Verður ikki farið undir
hesa útbyggingina beinan-
vegin, kann roknast við at
onkur onnur havn her á
meginøkinum tekur seg
saman og byggir havn
sína út. Og tað er lagað
manni, tá tunnilin er
sprongdur igjøgnum
millum Kaldbaksfjørp og
Signabø, at flyta farm til
Havnar. Og tå er inntøku-
grundarlagið hjá Tórs-
eystan- og
Núverandi óarbeiðsliga
steða er ikki haldbar leingi
aftrat. Tað síggja vit
hverja ferð fleiri skip eru
her, tá alt er um hvert
annað vavt.
Men virkisfýsnu valevn-
ini á lista C vilja virka fyri
at fáa gongd á havnaút-
byggingina so skjótt tað
letur seg gera.
Vilja tit havnini væl —
veljið lista C !
Jóhann Mortensen
valevni á Lista C
i i sku aldi ; iði ætlan fyri havnaøkid. Tórshav , inn- ,
vid egningarskúrum, haldið. Í farna valskeiði in fy) r fórshavnar Havn og inn» þavnar Havn av álvara
stampagoymslum og er, sum skotið varð upp í Báturin hevur nógv at tekugrundarlag hennara farið at rilla
goymslurúmum. valskrá okkara til síðsta týða fyri einstaklingin, hevur útbyggingin av
Á fysta uppstillingar- eru nógvar kvinnur virkn- Men ikki bara eir, men
Eisini í valblaði sinum
leggur Kvinnulistin eftir
Javnaðarflokkinum
Álopið er grov reinging av veruleikanum og er Kvinnulistanum
til lítlan heiður, heldur formaðurin í Suðurstreymoyar Javnað-
arfelag, Jóhann Mortensen
Í valblaði sínum brúkar
Kvinnulistin eina heila
hálva síðu til eitt álop á
Javnaðarflokkin her í Suð-
urstreymoy.
Orsøkin til ålopid er, at
Kvinnulistin hevur fingið
hendur á einum innanhýs-
is brævi, sum stjórn
Suðurstreymoyar Javnað-
arfelags hevur sent limum
sínum nú undan býráðs-
valinum.
Uttan at spyrja eftir,
prenta tær eitt brot úr
brævinum. Í hesum brot-
inum heita vit, SSJ, á lim-
ir okkara, sum vilja velja
kvinnur, um at velja
kvinnur á javnaðarlistan-
um, har tær eru seks at
velja ímillum.
Ikki við einum einasta
orði ávara vit limir okkara
ímóti at velja annan lista,
t. d. kvinnulistan.
Men kvinnulistin fær
åheitan okkara til hetta i
valbladi sinum: »Fyrstu
ferd i Føroya søgu! Javn-
aðarflokkurin ávarar
ímóti at velja Kvinnu-
listan! Hvussu í víðu verð
kunnu VIT vera Fíggind-
in?« O. s. fr.
Hetta er ikki annad enn
grov lygn og reingjan vid
lit, sum er Kvinnulistan-
um til litlan heidur.
Vidari verdur sagt, at
kvinnurnar á okkara lista.
javnaðarlistanum, eru
giðslar, tí tær eru fleiri, og
so spjaðast atkveðurnar
út.
so spjaðast atkveðurnar
út.
Álvaratos, hava tit les-
arar áður hoyrt makan til
undirmetan av kvinnuni.
Sum Gisleyg Dahl
Bonde og undirritaðu
vístu á í samreðu við
Oyggjatíðindi = — har
Kvinnulistin eisini kom
við einum grovum álopi á
okkum, og kallaði Javnað-
arflokkin fyri manschauvi-
nistiskan og fyri at seta
kvinnur á listan sum pynt,
so hevur Javnaðar-
flokkurin altid sett kvinnu
og mann líka.
fundinum í heyst varð eis-
ini skotið upp at hava
helvt um helvt av kvinn-
um og monnum. Samtykt
varð at miðja ímóti at
hava helvt um helvt av
hverjum kyni. Hetta varð
eisini roynt, men tíverri
eydnaðist tað ikki á hes-
um sinni. Men kortini eru
tær seks á byrådslist-
anum.
Men hetta fær Kvinnu-
listin til, at tað er gjert
fyri at spjaða atkveður-
nar! So lítið álit hevur
Kvinnulistin á kvinnuni !
Grovasta álopið er tó, at
kvinnurnar eru til pynt á
okkara lista. Neyvan nak-
ar annar flokkur hevur
valt so nógvar kvinnur í
ålitisstørv sum Javnaðar-
flokkurin (hóast tær áttu
at verið nógv fleiri), sum
Hanna Lisberg vísti á í
frálíku grein síni í Sosial-
inum leygardagin.
Leggjast skal bert aftur-
at, at í starvsnevnd floks
ins sita ikki færri enn tvær
kvinnur, av teimum
tann eina er næstformaður
floksins.
] Javnadarflokkinum
ar. Tær eru virknar alt
árið. Hetta er munurin
millum okkum og kvinnu-
listan, har tær bert eru
virknar ein krákumánað
fyri val.
Tað er spell, at kvinnu-
listin misskilti, ella mis-
brúkti innanhýsis áheitan
okkara so groft. Tí eru tað
tveir listar, sum liggja
nær, so er tað javnaðar-
listin og kvinnulistin. Tí
hevði verið ein politisk
sjálvfylgja, at kvinnulist-
in legði eftir teimum, sum
ikki taka undir við kvinnu-
listanum og okkara sjón-
armiðum.
Í valblaðnum ljoðar, at
fær kvinnulistin eitt um-
boð, so verða málini, sum
teir (javnaðarflokkurin ?) í
mannaminni hava havt
meguleika og vald at
loysa, loyst...
Eg skal ikki siga, at
hetta er naivt hugsað,
men eitt er so heilt vist, at
við tí stóra borgarliga
meirluta sum er í býráðn-
um, hevur tað verið og
verður tað trupult at loysa
hesi mál. Helst eisini um
kvinnulistin fær umboðan.
fleiri kvinnur í býráðn-
um hevdu heilt vist kunn-
að bett munandi um polit-
iska virksemið, og nógv
hevði sæð eðrvísi út.
Tí verður einaferð enn
heitt á tey, sum velja
kvinnur, um at velja
kvinnu á javnaðarlistan-
um — tær eru nevniliga
virknar í politiska arbeiðn-
um og vita, hvat tað snýr
seg um.
Við javnaðarkveðu
Jóhann Mortensen
form. Suðurstreymoyar
Javnaðarfelags
ÚTSTOYT
Esmar Simonsen
3813 Fuglafjørdur