Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2. partur Frysting Ottosens Í árunum 1912—16 eydnaðist tað danska felagnum Ottosen at bera so í bandi. at tað við ávísum evnum kundi lata seg gera innan ein tíma at frysta fisk niður í 21 kuldastig. Arbeitt varð víðari við royndunum at frysta fisk, og í 1928 varð funnið fram til nakað heilt nýtt innan frysting. og tað var hesin háttur, ið skuldi nýtast við Ísvirkið. Út frá tí, ið kom fram í frágreiðing Roschou-Nielsens, so var hetta júst tað, ið feroyingar høvdu brúk fyri, ti flutn- ingurin av fiski tók ofta langa tíð, men nú segdust trupulleikarnir vera loystir — tað var einki í vegin fyri at flyta frystan fisk í 2—3 vikur, uttan at hetta ávirkaði góðskuna. Til tess at fiskurin skal síggja so frískur út sum gjerligt, metir Roschou-Nielsen tað vera best, um hann kemur til lands innan 24 tímar, so kann hann fara til frystingar beinan vegin. Um túrurin verður longdur, t. d. 2—83 dagar, verður neyðugt at hava ís umborð. Annars metir hann tað vera ein meguleika at innrætta kuldaakkumulat- orar umborð, so bátarnir kunna vera úti longri hverja ferð. Trupulleikarnir hjá detailhandlarun- um at halda fiskin frískan eru eisini nógv minkadir nú, ið fiskurin verður harðfrystur ístaðin fyri at vera ísaður sum vanligt var. Dagliga tapið av at selja ísaðan fisk lá uml. 25 %, sum fór fyri skeyti vegna rot, men nú eru megu- leikar keypmansins eisini munandi betr- aðir í mun til áður. Til tess at feroyingar skulu fáa so nógv fyri fiskin sum gjørligt »saa er det selvfølgeligt, at færøsk fisk maa paa det europeiske marked udenom unedven- dige mellemhandlere. Fordelingen til det købende publikum maa ske direkte til forbrugerne, gennem særlige forbindel- ser, feks. igennem de kooperative salgs- organisationer i de respektive lande«. Sum ådur nevnt, var »Det danske frysningskompagni« vid i isvirkisætlan- ini. Orsøkin var hon, at felagið hevði havt projektir i gongd i Danmark, men vegna ov litla fiskatilgongd skuldu nakrar maskinur flytast til Føroya. Ein 15 tons ismaskina við tveimum 5 tons Ottesens refigators og ein 6 tons ís- generator skuldu setast upp í Tveroyri. Harafturat skuldu gerast kuldagoymsl- ur til 120 tons av fiski og 200 tons av ísi. Í Klaksvík, ella í eini aðrari bygd, skuldi setast ein 10 tons maskina upp, saman við einum 5 tons Ottesen re- frigerator umframt kuldarúm til 60 tons av fiski. Tá hesin útbúnaðurin er komin í gongd, sølan av fiskinum byrjaður at geva kapital til landið, verður nærri um- hugsað, hvar tey næstu íólini skulu setast. Upplýst verður eisini, at tólini kunna setast upp hvar tað skal vera, bert kompressari er á staðnum. At enda sigur Roschou-Nielsen at »den paa- tænkte drift vil blive organiseret af et færøsk selskab, som vil blive ene-inde- haver af rettighederne«. tíðindablaðið Marner Lisberg heldur fram við frásegnini um fyrstu ar- beidarafyritøkuna Tingvidgerdin Til 3. viðgerð av ísvirkismálinum á løg- tingi sigur P. M. Dam m. a.: »Sakin stendur soleidis: 1) Fiskimaðurin og skiparin i Føroyum kunna fåa einarætt til Ottesensmetodu upp å so lagalig kør, sum hugsast kunnu: Patentpeningurin 'rindast vanliga í stersta partinum kontant — tað, ið restar rindast so prosentvís av veiðuni. Fiskimaðurin og skiparin fáa her einarættin fyri einki at lata alt fyri eitt. Hann skal rinda við 3/10 oyra upp á hvert kilo av fiski inntil hin 'samlaða patentsumman er goldin. 2) Ottesens frystingarfelag setur 30.000 kr. og sína vitan og kunnleika í anleggið. At hava fyrstahanda kenar menn ekspertar við, er sjálvandi av allar- stersta týdningi. 3.) Anleggið er tryggjað sum nýtt at kalla. Tað er niðurskrivað við 60 % og er so høgliga samansett, at t. d. tveir part- arnir kunna flytast til aðra bygd eftir sum fiskiskapurin fellur. Í Verður tað brúk fyri fleiri frystingar- deildum, kunna tær lættliga fáast aftur- at. Her kann soleiðis av sonnum talast um eina vaksandi landsfyritøku — sum er vorðin fiskarans og skiparans við hjálp av stati og legtingi. 4) Arbeiðarafelagið »Enigheden« setur sítt: 20.000 kr. 5) Staturin setur væntandi 120.000 kr. um legtingið gongur við. Á henda hátt er sett fiskimanninum og skipa- og bátaeigarum eitt verk upp, sum er óav- hengugt av útlendskum dominerandi høpted og sum er Føroyinga ogn og v Få Víðari upplýsir hann, at hann i figgjar- nevndini hevur skotið upp at lata 50.000 30.000 — 20.000 og nú er hann komin niður á 10.000 kr. í stuðuli til Ísvirkið, men ongin í nevndini hevur tikið undir við honum. Hann sigur eisini, at tað, ið serliga talar fyri hesum máli er: a) at 5% av brutto verða lagdar til grunnar, ið hava til endamáls at styðja fiskimannin, at veita til vegar fiski- reiðskap og seinri far. Til hesar grunnar ganga hertil 25 kr. frá hverjum báts- og skipsparti, svarandi til ein manspart, ið arbeiða við »Isvirki«. b) at fyrsta útbetalingin verður við av- reiðingina — kontant — á hædd við góðan dagspris. Hertil kemur at andeils- hugsanini tryggjað lut í ágóðanum i for- hold til virðið av veiðu har ara. e) at kunnskapur vinnist til marknaðin, so vit sum skjótast gerast kappingar- búnir. Allir »spenna føtur í bekk“, og hann, ið ikki kemur við í tíð, verður aftaná og við sviðið soð. Annars vónar P. M. Dam, ið var stjóri fyri »Isvirki«, at menn taka undir við málinum. S. P. Zachariasen dámdi væl, at hetta framtak miðaði ímóti at gera einstakl- ingin vaknan og medvitandi so væl sum andsvarsberandi. Hann metti, at foroy- ingar áttu at vera við, tá leitað varð inn á feskfiskaleiðina, tí útróðurin og fiski- skapurin undir Føroyum við sluppum var illa farin. Hann helt tað eisini vera hugs- andi, at ein meirprísur og kontanthandil við feskum fiski fór at gera, at tað loysti seg at fiska við sluppum undir Feroy- um, eftir at tær vóru komnar av lang- farafiskiskapi, og tað fór eisini at geva monnunum stærri ídni. Hann metti, at tingið í hesum máli, átti ikki at vera pírið, men síggja stórt upp á hesa sek, og metti at tingið mátti hava ráð til at lata 15.000 kr. til eitt so germerkt fiski- mannamál. ; í A. Samuelsen fanst at orðalagnum ið nýtt varð í hesi sek, sum hann helt ting- menn gera ov nógv burturúr. Hann fanst eisini at orálaghum Dam hevði nýtt um kapitalistar. Her vóru ongir kapitalistar segði hann, men hann kundi ynskt teir. Sosialistarnir kundu ikki vera kapitalistar fyriuttan — tað var har teir skulu hava pengarnar helt hann. Hann vildi tó mæla til at sakin fekk statslán og 50.000 kr. av lottarípening- Nr. 144 — 6. desember 1984 inum, um hetta kom igjøgnum. P. M. Dam svaraði A. Samuelsen, at hann hevði als ikki viljað boykotta kapitalistar. Tað einasta hann hevði sagt var, at tað skuldu vera Feroyingar og ikki einstakur útlendskur kapital- istur, ið fekk hesa sek at greiða. Einki frá løgtinginum Í figgjarnevndarålitinum um fsvirki, verður tikið undir vid tankanum um, at tað er neyðugt hjá feroyingum at gera meira burturúr at selja frystan fisk, og eigur ætlanin at stuðlast, men ført verdur fram, at: »Udvalget ser sig for tiden ikke istand til at foreslaa noget beløb fra nogen ender tinget sorterende kasse som direkte tilskud eller laan til etableringen«. Men vist verdur å, at tingið stutt síðan hevur samtykt at seta á stovn føroyskt »lottari«, go um tað kemur igjøgnum á ríkisdegi, verður leg- tingið mett at fáa væl av peningi, og verða 50.000 kr. av hesum latnar sum lån til »Isvirki«. Tingið mælir til, at danska stjórnin letur úr statsfonden ta upphædd, ið »Enigheden« hevur søkt um at fåa i lån haðani. Ein minniluti (S. P. Zachariasen, M. S Viðstein og J. Kallsoy) skjýtur upp, at tingið setur 15.000 kr. í láni år »Øko- nomisk fond«, men hetta fekk bert 9 atkveður og fall... Seinni fáa vit at vita, at uppskot leg- tingsins um eitt feroyskt lottarí fellur á ríkisdegi, og sostatt fær Ísvirki ongan stuðul frá legtinginum. Í 1929 sendir »Enigheden« aftur um- sókn til tingið um lán og stuðul til Ís- virkið. Orsekin er hon, at maskinurnar kosta munandi meira enn ætlað, samstundis sum aðrir trupulleikar taka seg upp. M.a. vildi Trongisvágs havn ikki geva virkinum loyvi at taka vatn úr havnabrunninum, og tí mátti virkið undir at byggja sín egna vatnbrunn, sum kom at kosta einar 1500—2000 kr. Dam greiðir frá, at um hesin peningur ikki kann fáast á annan hátt, verður neyðugt at taka av virkispeninginum, ið hervið vil skerjast í tann mun, at torfert verður at fáa byrjað. Ein minniluti í fíggjarnevndini (Winther, Niclasen og Paturson) setir fram uppskot um, játtað verður eitt lán upp á 5000 kr. úr >Fonden til Jordehval- ens Afløsning« at afturrinda i 10 år, og forrentað við 4 % p. a. Harímóti heldur reg er arvi i vera fyri at geva beinleidis EA gunflrlsg Ein nevndarlimur (P. M. Dam) skjytur upp at: 1) Tingið jåttar Ísvirkinum ur øko- nomisk fond 3000 kr. sum eitt roynd- artilskot. 2) Tingið jåttar Ísvirkinum 5000 kr.