Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Óhappið á Skála ein gáta Tað er framvegis ein gáta, hvussu tað bar til, at nýggi trolarin hjá strand- ingum, Heinaberg, kundi koppa týsdagin, tá hann fór av bedingini. Leysasegurnar eru tí nógvar og verður helst dúgliga gitt, hver orsekin var til hetta sera kostnað- armikla óhappið. Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við stjóran á Skála Skipasmiðju, Óla Zachariassen. Hann sigur seg standa heilt á berum. — Eg veit ikki, hver or- sekin var til óhappið, og enn er hetta ein gáta fyri okkum øll her á skipa- smiðjuni. Hann var sjálvur um- borð á nýggja servágstrol- ararnum, tá óhappið hendi og sá tí ikki tilburðin. Óli Zachariassen vísir á, at trolarin var loraður oman av bedingini sum øll onnur skip. Men tá skipið fleyt aftan og framvegis stóð framman legði tað seg á liðina og fór at drekka sjógv inn. — Vit vita, at stabiliteturin kann broyt- ast, tá skip er við at flotna aftan og stendur framm- an, sigur Óli Zachariassen. Uppá fyrispurningin um talan er um menniskjans- ligar feilir í hesum sam- bandi, sigur Óli Zacharias- sen, at tað hevur hann onga hóming av, men MM: heldur tað ikki. — Bed- ingsmeistarin hevur ar- beitt í hesum yrkinum í meira enn 25 ár og eingin hevur lorað so nógv skip sum hann. — Men er nakað í leysa- segunum um, at ov fá fólk vóru til at taka sær av skipinum, tá tað fór á sjógv? — Tað skulu ikki vera fleiri fólk til tað arbeiði. Tað klárar bedingsmeist- arin fyri stóran part einsa- mallur. Tað vóru so eisini fimm mans umborð og kunnu vit bert vera fegnir Framhald á síðu 5 Námsarbeiðarunum tervar stuðul Kolanámsarbeiðararnir í Bretlandi hava verið í verkfalli í níggju mánaðir, og teir og familjur teirra eru nú heilt illa fyri; teim- um vantar bæði mat, klæðir og annað til lívsins uppihald. Tí hava fakfeløg um allan heim sett sær fyri at hjálpa teimum við peng- um og eðrum stuðuli. Ii hevur, sum Føroya Ar Førovum tikid stig til 4 mfatandi nnga usvIniaLangcl 1i15 ing. Lokaiteløgini hjá Før Arbeiðarafela rin í gongd við at savna pengar inn. Einstaklingar nava eisini sagt seg vera til reiðar at stuðla Feroyingar plaga ikki at Fylg við, hvat hendir — les SOSIALIN standa attanfyri, tá tað ræður um at stuðla oðrum í neyð. — Vit sum arbeiðara- rersla mugu síggja tað sum skyldu okkara at hjálpa breðrum og systr- um, ið eru komin so illa fysi, í stríði teirra fyri at verja síni rættindi, sigur Feroya Arbeiðarafelag — ØIl vilja vit fegin fáa samhuga og stuðul, tá vit sjálv eru úti í stríði fyri at verja okkara, ru r heima kki evði tað erið g vit stóðu saman og stuðlaðu teim- um bretsku kolanámsar- beiðarunum og familjum vístu teimum okkara samhuga, sigur fel- agið teirra og dsÆtlanin er, at inn- savningin skal verða liðug um hálvan desember, so kolanámsarbeiðararnir kunnu fáa stuðulin at halda jól fyri. Tey, ið vilja stuðla, kunnu seta pengar á konto- nr. 495 5740 i Føroya Sparikassa. tíðindablaðið Nr. 145 — 8. desember 1984 Í flestu bygdum og býum hevur tað mest vanliga verið at velja fólk frá tí eldra endanum at stýra. Soleiðis hevur eisini verið við Gjógv. Men har er vend komin i. At aldurin fyri valrætt og valbari er settur niður til 18 år, gjørdu tey ungu við Gjógv brúk av til hetta valið. Tey gjørdu ein lista, og á honum stóðu bara ung fólk, tann elsti 23 ár. Listin fekk eisini eitt umboð í bygdaráðið. Tað er Kristian Andras Sivert- sen, sum gongur í stu- dentaskúlanum í Hoydøl- um. Eg visti ikki, at eg var uppstillaður, fyrr enn listin var gjørdur. Tað er soleiðis, at man avger tað ikki sjálvur, sigur Kristian Andras, sum einki hevur ímóti at vera í bygdaráðn- um. vera rætt, at ung fólk eisini fara í bygdaráð. — Vit ungu hava somu skyldur sum tey eldru, og tí mugu vit eisini hava lut í avgerðunum um, hvussu pengarnir skulu brúkast. Tá vit hava somu skyldur, mugu vit eisini hava somu ábyrgd, sigur Kristian Andras Tá eg nú eri valdur, må eg gera mitt besta, sigur hann. Við Gjógv er ymist, sum krevur ábetur, t.d. lendingin, og vegirnir eru í vánaligum standi. Kristian Andras er kanska tann yngsti bygdarådslimurin i Før- oyum. Hann heldur tad Jåkup Sune Jacobsen hevur i 12 år trúliga umboðað Javnaðarflokkin í býráðnum. Hann verður nú avloystur av Tórfinni Smith.