leygardagur 8. desember 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 145 — 8. desember 1984 tíðindablaðið Sosíalurin Síða 3
Christian Olsen, býráðslimur fyri Javnað-
arflokkin í Klaksvík:
— Skelkaður
av valúrslitinum“
— Eftir at hava sitið í
Klaksvíkar Byrådi í fýra
ár, noyðist eg at siga, at
eg eri ikki sert skelkaður
av valúrslitinum. Serliga
av ti stødu, sum býráðs-
formadurin er komin i,
sigur Christian Olsen, by-
ráðslimur fyri Javnaðar-
flokkin í Klaksvík.
— Líkt er til, at fólk
hava valt einkultpersónar.
So er at spyrja, um tað er
ti, at teir hava gjørt eitt
munagott arbeiði í by-
ráðnum, ella tí hesir per-
sónar einsamallir hava
arbeitt fyri ávsum velj-
arum og endamáluu..
— Sjálvsagt skal ein
býráðsformaður hava
stuðul, men mark má vera
fyri ollum.
— Byrådsarbeidid gong-
ur eftir ávísum reglum
Arbeitt verður í nevndum,
og so koma málini fyri bý-
ráðið. At fólk so velur ein,
ið ferir sín egna politikk
og arbeiðir eftir sínum
egnu reglum, gevur teim-
um ikki annað enn letu-
vinning, sigur Christian
Olsen. Hann sipar til
Jógvan við Keldu, býráðs-
formann, ið fekk 330 per-
sónligar atkveður.
Jógvan
og ikki flokkurin
— Av valúrslitinum
kunna vit eisini síggja, at
sjálvt um Fólkaflokkurin
hevði framgongd, so var
tað ikki flokkurin, men
Jógvan við Keldu, sum
vann valið. Hini valevnini
hjá Fólkaflokkinum høvdu
onga framgongd í at-
kveðutali.
— Tað er kanska ikki so
Fundur aftur
leygardagin
Mikukveldið hevði Javn-
aðarflokkurin fund við
umboðini fyri hinar flokk-
arnar í Klaksvíkar býráði.
Øllum uttan Fólkaflokk-
inum, ið Javnaðarflokkur-
in ikki hevur hug at fara í
samgongu við aftur í bý-
ráðnum, upplýsir Christi-
an Olsen.
Einki varð tó avgjert á
hesum fundinum uttan at
logið, at framgongdin hjá
teimum var so stór, tá
hugsað verður um måt-
arnar, sum Fólkaflokkurin
brúkti við at reka fólk á
val, sigur Christian Olsen.
rj
fundur verður aftur leyg-
ardagin.
Um tað fer at berta til
at skipa eina samgongu
uttan um Fólkaflokkin er
óvist. Fólkaflokkurin hev-
ur eisini spurt seg fyri hjá
Sambandsflokkinum og
Tjóðveldisflokkinum, men
einki er frætt um, hvat er
komið burtur úr ti.
rj
Helvtin
er nyvald
Ogvuliga stór útskifting
er farin fram í Klaksvíkar
býráði. Summir av bý-
ráðslimunum, sum sótu,
stillaðu ikki upp aftur.
Men tað vóru eisini teir, ið
fullu.
Av teimum 11, ið nú
sita í býráðnum, eru seks
nývald. Fyri Fólkaflokkin
eru nývald Jákup Mikkel-
sen og Margit Joensen,
fyri Sambandsflokkin
John Richard Klakkstein,
fyri Javnaðarflokkin Óli
Heinesen, fyri Sjálvstýr-
isflokkin Karl Heri Joen-
sen og fyri Tjóðveldis-
flokkin Árni Jacobsen.
Andrea Lervig, bygdarráðslimur í Fugla-
firði
við áhuga
Eisini í Fuglafirði gjørdu
kvinnurnar vart við seg í
kommunuvalinum. Tær
gjørdu ein kvinnulista, og
tad eydnadist at fåa eitt
umbod i bygdarrådid. List-
in fekk 82 atkvødur, og
valevnið, sum fekk flestar
atkvødur var Andrea Ler-
vig.
— Vit gjørdu kvinnu-
listan fyri at sleppa upp i
leikin, sigur Andrea. Jud-
ith Ellingsgaard, sum tók
stig til listan, er postboð.
Hon gongur dag og dag-
liga runt í bygdini og sær,
hvat krevst at gera nakað
við, t. d. við vegir og ann-
að. — Her eru stór ar-
beiðspláss, og tí er neyð-
ugt at fáa eina loysn á
spurninginum við barna-
ansing, antin barnagarð
ella dagrekt, sum
kommunan stuðlar, sigur
Andrea.
Fuglafjarðar kommuna
er nógv vaksin tey sein-
astu 10-15 árini. Tað eru
nógvar ungar familjur og
tí eisini nógv bern. Eina-
ferð varð ein roynd gjerd
at fáa barnagarð, men tað
steðgaði aftur. Tað má
nakað gerast nú, heldur
Andrea.
Okkurt er tó hent rætta
vegin á sosiala økinum.
T.d. umlættingarheimið,
sum virkaði í nakrar mán-
aðir seinasta summar.
Meira má tó gerast, so-
leiðis at tey eldru kunnu
verða sum longst í bygd-
ini. Tað var nakað, sum
tær tosaðu um, tá tær
gjørdu kvinnulistan.
Andrea Lervig hevur i
fyra år arbeitt å flakavirk-
inum. At hon nú er vald i
bygdarráðið tekur hon
sum eina avbjóðing og
ætlar at gera sítt besta
=
Ég fari at arbeiða
fyri at liva upp til álitið, ið
er víst henni.
— Eg eri spent og fari at
arbeiða við áhuga. At ein
kvinna er komin inn í
bygdarráðið er eitt stig á
leiðini, sigur Andrea Ler-
vig.
rj
— Hatta var meira enn eg nakrantid hevdi væntad, sigur
Leivur Johannesen, ið varð afturvaldur fyri Javnadar-
flokkin í Tórshavnar Býráð. Hann fekk 238 atkveður.
Bara Poul Michelsen og Ingi Mohr av býráðslimunum
fingu fleiri.