Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eitt ljós á gotu míni — — — v/ Johs. A. Næs „Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. Og hon átti son sín, hin fyrstafedda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum i tilhaldshåsinum.« (Luk. 2, 6—7). Viðurskiftini i eysturlondum vóru so, at fá- tæk ferðafólk ikki so sjáldan vóru noydd at gista saman við dýrum sínum. Tí vóru tey ikki so mong har í bygdini, sum bitu merki í hesi ungu hjún í fjósinum. Men í himlinum var heilagur áhugi fyri teimum. Og í teirri stund, tá ið barnið varð fett, varð himmalin opnaður, og alt í einum glógvaði himmalskt ljós um markirnar í Betlehem. Flestu menn- iskju sóu hetta ikki. Tey svóvu. Bert nakrir hirðar vóru vaknir og fingu tað at síggja. Teir stóðu har málleysir í hesum náttarljós- inum. Tá kom til teirra ein vakur eingil og segði við teir, at teir skuldu ikki vera bangn- ir. Ti nú var barnið føtt, sum Gud hevði fyri- játtað, og sum teir hevdu bíðað eftir og longst eftir teir longu dagarnar og tær myrku næturnar. Hesin ljósins eingil var ikki liðugur at tala, tá ið loftið varð fylt av talleysum einglum, sum sungu lovsong til æru fyri barnið, sum føtt var. Hetta var hin fyrsti jólasangur her á jerð. Einglarnir sungu hann, og hirðarnir lærdu hann. Hesin jólasangur kom skjótt frá bygdarlagi til bygdarlag, úr einum landi í annað, frá ætt til ætt. Í dag verður hann sungin av 500 millión- um av menniskjum á 500 tungumálum. — Hesin songurin um barnið í krubbuni talar til teir eymastu hjartastreingirnar hjá bern- um og gomlum, hjá monnum og kvinnum. Enn dagin í dag er himmalin okkum aldri so nær og skínandi reinur sum í jólasanginum um jólatræið. Her koma, Jesus, tíni smá, til tín í Betlehem at gá; upplýs tú okkum sál og sinn at finna vegin til tín inn. Gudstænastur 2. sunnudag í advent havnar kirkja: Axel Torgarð Vesturkirkjan: Hegni Poulsen Argir: Kjartan Mørkøre Haldórsvík: Jákup Magnussen kl. 12.00, altargongd Norðskáli: Emil Olsen kl. 11.00, altargongd Vestmanna: Martin R. Jacobsen kl. 12.00 Sjóvar kirkja: Ejvind Vilhelm og Petur Petersen kl. 11.00, 150 ára hátíðarhald. Leirvík: Torkil Beder, altargongd Beur: David Johannesen kl. 12.00 Skopun: Jákup R. Hansen kl. 18.00 Sandur: Jákup R. Hansen kl. 12.00 Sandvík: Jónsvein Bech kl. 12.00 Øravik: Jonsvein Bech kl. 18.00, altargongd Hov: Bjarni Bæk kl. 19.00, altargongd. Talvan gongur fyri orglid.å Leiti: Bjarni Bæk kl. 12.00 I øllum kirkjum i Våga og Eidis prestagjøldum gong- ur talvan fyri sunnudagsskulan. Norea Radio Danmark Millumbylgja 1467 kHz kl. 19.30—19.45. Månadagin 10.: »Hvor dejligt det er at mødes«. Ingemann Jørgensen, landsskrivari, luttekur. Evangeliska røddin Føroyska sendingin frå Trans World Radio, Monte Carlo hoyrist hvørt månakvøld kl. 21.45 GMT å millum- bylgju 205 m. (1466 kHz). Månakvøldid 10. talar Rólant i Skorini år Havn. Evni: »Krossurin og hin stóri bétardagurin«. Sangur: Jéannes Poulsen og Olavur å Våli. 3. desember fingu Sús- anna og Ólavur A. Ol- sen, Seldarfirði, ein son. Vælkomið lítla barn 3. desember fingu Sunn- iva Bjarnaskor, Viðar- eiði og Freddy Simon- sen, Klaksvík, eina dótt- ur. 1. desember fingu Bente Høgfeldt og Jóannes Ol- sen, Tórshavn, ein son. 4. desember fingu Fríð- Læknavaktirnar Tórshavn: Selvi W. Olsen, tlf. 16611, leygard. og Álvur av Kák, tlf. 12557, sunnud. Eysturoy: Pól Johs. í Horni, tlf. 44038, leygard. og Magnus á Stongunum, tlf. 23006, sunnud. Norðuroyggjar: ÓL- avur Gaard, tlf. 56900 Vágar: Tlf. 32413 Suduroy (nordur): Tlf. 71560 Suduroy (sudur): Tlf. 73030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13.00-14.00. TIf. 14544. 1. desember fingu Asta og Magnus Johannesen, Vestmanna, eina dóttur. 1. desember fingu Jóna Olsen og Dominique Souvy, Torshavn, ein son. 1. desember fingu Páll- fríða og Áku Petersen, Fuglafirði, ein son. 1. desember fingu Sign- hild og Rasmus Heine- sen, Miðvági, eina dótt- ur. 3. desember fingu Anna Jensen og Oluf Mylná, Tórshavn, eina dóttur. bjørg og Kristin Joen- sen, Kvívík, ein son. 5. desember fingu Elsy og Regin Lassaberg, Fuglafirði, eina dóttur. 5. desember fingu Jonna og Kristjan Gaard, Oyndarfirdi, ein son. 5. desember fingu Ulla og Ólavur Skipageta, Hoyvík, eina dóttur. %. desember fingu Inger Liss og Jón Mikkelsen, Toftir, ein son. Nr. 145 — 8. desember 1984 tíðindablaðið $0Stalurin Síða 9 Framleiðsla Viðhvert verður skrivað, at húsini eru feroysk framleiðsla. Betri er at siga, at húsini eru foroysk, at húsini eru smíðað í Foroyum Maðurin segði, at tá ið ummælarin rósti bókini, at hon var vekur og snotilig, so rósti hann fer- oyskum handverki. Hann brúkti ikki tað vánaliga málbrúkið — feroyskari framleiðslu. Tá ið heitt verður á fólk at keypa feroyska fram- leiðslu, so verður hugsað um tað útlendska orðið produkt, og ikki um, hvussu vit eru von at siga um slíkt. Flestu fólk siga ikki, at vit keypa feroyska framleiðslu; men tey siga, at vit keypa foroyska veru. Keypið føroyskar vørur. Vørurnar eru gjørdar i Føroyum, um tær eru gjørdar. Eisini skuldi borið til at nevnt veruna við navni, tå ið lýst verður í blødunum, ella skrivað á pakkan, veran er í. Før- oysk egg. Feroysk pylsa. Foroyskar troyggjur. Buksur seymaðar í Feroyum. Trol rutt og sett saman í Foroyum. Tá ið sagt verður, og skrivað verður, at nógv fólk arbeiða í oljuframleiðsluni, so er tað ikki gott málbrúk; men heldur skulu vit siga, sum ein út- varpsmaður segði: Nógu fólk arbeiða í oljuídnað- inum. Eisini fáa íslendsk skip loyvi at keypa fisk frá amerikanskum fiskiferum til framleiðslu um borð, t. d. saltfiskaframleiðslu, soleiðis var sagt. Eingin maður, ið veit um fisk at siga, sigur soleiðis. Feroyskir fiskimenn siga ikki, at teir keypa fisk til framleiðslu um borð, t. d. saltfiska- framleiðslu. Teir siga, at teir keypa fisk at flekja um borð. Vit hava hoyrt sagt, at Feroya Læraraskúli hevði framleitt 25 lærarar — 25 høvdu tikið prógv á Foroya Læraraskúla. At framleiða, framleiðsla, framleiðari troka mong góð feroysk orð og mangt gott málbrúk burtur. Okkurt er tó eftir, okkurt, sum at fram- leiða hevur ikki trokað burtur. Jeffrei Henriksen sigur í einari grein, at enn eru vit ikki farin at siga, at maður og kona framleiða bern. Skrivstovufólk Á Føroya Vanlukkutrygging er eitt fyribils starv sum skrivstovufólk leyst at søkja til 1.1.85. Løn verður veitt eftir Starvsmanna- felagssáttmálanum. Skrivlig umsókn verður at senda til: Føroya Vanlukkutrygging Postboks 59 Yviri við Strond 23 Tórshavn