Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 1984síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rip Síða 14 tíðindablaðið eimaey — oyggin har onki er Oført Eftir Hegna Djurhuus samdir. veðrinum, sum LL 5 Dagurin i Heimaey i Vestmanna- oyggjunum var avgjørt tann åhuga- verdasti å Islandsferdini. Um hetta vóru vit triggir foroysku blaðmenn, sum vórðu bodnir til Íslands herfyri, Eg fari her at greiða frá nokrum av ollum tí, vit sóu og hoyrdu um ein hósdag í november. Við undantaki av var foroyskt, var hetta ein frálíkur dagur. „Tá konurnar baka breyð, grava tær deiggið niður um kveldið. Morgunin eft- ir er breyðið bakað !<. Hetta ljóðar sum ein skemtisega, tú ikki kanst taka fyri fult. Tað hevði tú heldur ikki gjørt, hevði tú hoyrt hana onkra aðra- staðni enn júst í Vest- mannaoyggjunum. Vit trúgva Engilberti Gíslasyni, ferðafólka- stjóra, tá hann sigur okk- um søguna um heima- bakaða breyðið, meðan vit Myndir (uttan av býnum): Sigmar Bláberg fara skramblandi eftir grótbræðingini í hansara Buick van. Tí hendan nov- emberdagin á Heimaey sóu vit, við egnum eygum, so nógv óvanligt, at hóast vit bert hoyrdu um breyð- ini, so ljóðaði tað hverki sum reyp ella skemt. Engilbert Gíslason er ein fryntligur maður fyrst í tríatiárunum og hann er stjóri í partafelagnum Ferðaskrifstofa Vest- mannaeyja, sum varð stovnað fyrr í ár. Hann er sjálvur annar á ferðastov- uni. Selustjóri er Ingveld- ur Gyða Kristinsdóttir, lærari úr Reykjavík. Teirra arbeiði er at vísa ferðafólki Vestmanna- oyggjarnar, sum tær 15 oyggjarnar sunnan fyri Ís- 500 milliónir tons komu úr gossprunguni og logdust yvir oynna. Lavastreymurin oyði- legði 400 sethús. Hinvegin helt takið á sjúkrahúsinum, hóast 700 tons av øsku logdust á tað. Hetta fekk gongd á eitt tjak um byggifusk. Takið átti ikki at vera so sterkt! Teir, sum bygdu, hava oyðslað við tilfarinum. Tá gosið var liðugt og endurbyggingin byrjaði, brúktu tey øskuna til at gera byggi- búgvin nýggj bustadrøki og til at útbyggja flogvøllin. Á myndini síggjast Helgafell (h.m.), sum hevur verið deytt í nekur túsund ár, og nýggja Eldfell frá 1973. Guðlaugur, maðurin, sum svam 6 km. í land av soknum báti, kom í land hinumegin Eldfell og gekk berfettur yvir grótbræðingina til uttastu húsini í býnum. Sermerkti íslendski humorin hevur gjert, at Guðlaugur nú eisini verður kallaður Sundlaugur íeundlaug = svimjihybur). land kallast. Og tað man vera eitt lætt arbeiði, tí har er veruliga nakað at vísa. Ein og hver, sum fer til Íslands at ferðast, eig- ur, er nakar sum helst meguleiki til tess, eisini at gera eina ferð til Vest- mannaoyggjarnar. Hon verður eitt upplivlsi fyri lívið. Tað var hon í hvussu so er hjá okkum trimum foroysku blaðmonnunum, sum vóru har ein dag í heyst. Vindmegi tíggju Til Vestmannaoyggjarnar slepst við Icelandair fram og aftur sama dag og tað eru bert 25 minuttir at flúgva millum flogvellir- nar í Heimaey og Reykja- vík. Tað ber eisini til at fara við bilferjuni Herjólfi úr Þorlákshøfn og sigla í hálvanfjórða tíma. Vit flugu, men sluppu ikki fyrr enn dagin eftir, vit skuldu. Í tí vit skuldu fara á flog fyrra dagin, komu boð úr Oyggjunum, at har var knappliga komin stormur við vind- megi tíggju. Vit sluppu ongan veg, men dagin eft- ir bar til. Tá vit fingu eina frágreiðing um, hvussu floglíkindini eru í Heima- ey, varð niðursteðan: sum í Vágum. Fyri og eftir gos Vestmannaoyggjarnar hava alla tíð havt sína sjarmu og hana kundi nát- úrunnar egiliga megi í eld- gosinum tann 23. januar 1973 onki gera við. Nú er 11 ár eftir gos og á Heima- ey er aftur eitt livandi og sera virkið samfelag við 4.700 fólkum, fimm flaka- virkjum, íðnaðarvirkjum av ymiskum slag, skipa- smiðju, sevnum, fleiri blødum, hotelli, diskoteki, sum tekur 1.500 fólk, mat- stovum, barrum og elstov- um, har er ítróttarhell við svimjihyli, hitarúmi og kropsvenjingarrúmi. Ja, enntá golfvellur er á Heimaey. Eldgosið steðgaði í mai sama árið, tað byrjaði, og alt fyri eitt varð farið undir | endurbyggingina. Og nú tosa fólk um tíðina fyri ella eftir gos, spyrt tú, nær hatta ella hitt hendi. Fyri gos búðu 5.300 fólk á Heimaey. Nú eru tey 600 færri. Tað eru tó fleiri enn Nr. 145 — 8. desember 1984 Hitaverkið. 20 metrar undir okkum var flótandi lava. So nær helviti havi eg ongantíð verið. 600, sum ikki vendu aftur til oynna, millum annað nógv gomul, sum ikki hevdu nakað at koma aft- ur til, nú húsini lógu hundrað metrar niðri í grótbræðingini. Vit teim- um treytum, sum vóru, hættaðu tey sær ikki und- ir nýggj hús. Nógv ung fólk fluttu av islendska meginlandirum út í Heimaey eftir gosið. Hóast tey bara eru 4.700, ella ikki 2% av fólkatalinum í Íslandi, so skapar fólkið í Vest- mannaoyggjunum millum 10 og 17% av útflutnings- virðinum hjá Íslandi. Sogan um vatnið Vit kunnu brúka vatn til at vísa, hví segan um bak- aða breyðið ikki er ótrúlig. Tá grótbræðingin frá eldgosinum otaði seg longur og longur fram í sjónum og hótti við at fylla innsiglingina og harvið oyðileggja havnina, fóru teir at spræna sjógv á hana. Tey flestu hildu tann, sum kom við hug- Nógvir føroyingar hava arbeitt á Fiskidjuni, einum af fimm flakavirkjum í Vestmannaoyggjunum. Fyrsta flakavirkið kom longu í 1901. —