Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| á Nr. 145 — 8. desember 1984 tíðindablaðið Eitt syrgiligt minni frá 1973. Nógu hús, sum grótbræðingin ikki legði undir seg, fóru av eldi. Lavaknøttar, eitt sindur minni enn handbóltur, komu sendandi úr gosinum oman yvir býin. Tá teir raktu til domis eini hús, brustu teir. Innaní var flótandi lava og hon setti, sum vera man, eld á. »Bumbur« kallaðu tey hesar eldkúlur. Eitt bilvrak lå við hesi húsini, sum eru, har bræðingin steðgaði. Men tað er kortini ikki ein leivd frå 1973, segði Engilbert, »onkur idiotur hevur bara tveitt tað her J« skotinum, vera svakan. Svakt ella ikki. Grótbræð- ingin steðgaði og havnin bleiv nógv betri enn áður, tí nú er hon vard móti hav- alduni. Fyrr var ikki tespi- ligt og heldur ikki vanda- leyst at sigla inn og út úr havnini í ringum veðri. So er tað drekkivatnið. Í 1968 varð ein 17 km. long vatnleiðing legd úr Íslandi út í Oyggjarnar og tvey ár seinni ein afturat. Leiðing- ar skuldu vera uttan skoyti og var neyðugt at byggja serligt skip til tær. Hetta var fyrstu ferð, tí- líkt var roynt. Men tað eydnaðist og Heimaey hevur nú nógmikið av vatni, sigur Engilbert. Fyrr høvdu vit bara regn- vatn, sum bleiv savnað av tekjunum, sigur hann. Vit fáa ikki stundir at spyrja gjølligari um hetta, ti nú steðgar hann bilinum við hitaverkið, sum liggur í grótbræðingini. Óhugna- liga fáar metrar undir okk- um er bræðingin óstorkn- að. Hitin har niðri er tí øgi- ligur. Og hann kann sjálv- andi brúkast, og verður brúktur — til at hita býin við. Við einfeldum logikki og eins einfaldari alisfreði verður kalda vatnið broytt í 90 stiga heitt vatn, sum fer oman í húsini. Tá tað kemur aftur haðani er tað 30 stig og so verður tað hitað upp aftur í hesum snilda hitaverki, sum er tað einasta av sínum slag í heiminum. Hetta er tó ikki nøkur bílig orka. Tað er til demis ikki dýrari at brúka streym til at hita húsini við. Hitaverkið er gjert fyri átta árum síðani og tá varð mett, tað fór at halda í tíggju ár. Allastaðni = uttan um okkum rýkur úr jerðini og einastaðni skavar Engil- bert ovasta tumman omanav og biður okkum leggja hondina á. Har er brennandi heitt. Livandi fiskar Eldgosið í 1973 og alt í sambandi við tað lokkar sjálvandi flestu ferðafólk- ini til Vestmannaoyggjar. Men har er nógv annað TI LL 1 H Á jó BAA | BT pt 5 eisini. Ferðaskrifstofan hevur ymiskar útferðir um summarið, m.a. við báti inn í eitt helli, har ein tón- leikari spælir trompet, so tað rungar eftirí. Á náttúrugripasavnin- um ber til at síggja livandi fiskar, so sum kongafisk. Savnið er, um ikki tað ein- asta, so eitt av heilt fáum í heiminum, sum hevur liv- andi kongafisk. Eisini eru nógvir útstappaðir fiskar, summir heilt sjáldsamir og ikki minst ljótir djúp- havsfiskar. Eisini er har eitt strutsaegg, sum Árni Johnsen hevur smuglað úr onkrum fjarskotnum landi og mangt annað forvitnis- ligt er at síggja í tí lítla, hugnaliga savninum. Lívið í fiskabúrunum her var tað einasta, sum eldgosið ikki órógvaði stórvegis. Tá savnsverð- urin hevði frí, góvu brand- menninir — brandsteðin er hinu megin getuna — fiskunum at eta! Í Vestmannaoyggjun- um er eisini fjelbroytt fuglalív og vekur náttúra. Eisini ber til at spáka í Ísleifur VE 63, fyrrverandi Durið KG 728, á veg út aftur á lodnumiðini. Skrúvan av fyrsta vaktar- og bjargingarskipinum Íslandi er nú minnisvarði á havnarlagnum Vestmannaoyingar keyptu skipið í 1920 at verja fiskimenn móti bretskum trolarum, sum vóru dekan og frekir. Nøkur ár seinni bleiv so Landhelgisgæslan fyri alt landið stovnað og fekk hon skipið, sum so seinni rendi á land í Vestfjorðum. býnum og niðri á havnini og hyggja inn í Mylluhól, vertshúsið, sum hevur heili trý sleg av væl bland- aðum pilsnarøli, bjórlíki, teir rópa. Vit vó u eisini eitt rend inni á »Fréttum«, einum tíðindablað, sum Engil- bert Gíslason gevur út. Blaðið kemur eina ferð um vikuna og fæst ókeypis í handlum, peningastovn- um og aðrastaðni, har fólk koma. Blaðið livir av lýs- ingum og eðrum arbeiði, sum prentsmiðja tess ger. Tá vit hoyra, hvussu góða løn blaðmenninir fáa, einar 15.000 kr. í okkara peningi, undrast vit á, at blaðið ikki fer á heysin, tí so nógvar eru lýsingarnar ikki. Men tá vit hoyra, hvussu nógv ein lýsinga- síða kostar, skilja vit. Síð- an kostar í okkara peningi 6.000 kr. Tað er tríggjar ferðir meira enn í feroysk- um bleðum. Jú, alt ber til í Oyggjun- um. Tú kanst baka breyð úti í garðinum, tú kanst keypa eina lýsingasíðu Síða 15 fyri 6.000 kr. og tú kanst koma á flogvellin í letuni aftaná allarsíðstu letu og kortini sleppa við flogfar- inum. Frálíka olstovan Mylluhóll. Engilbert, uttast til hogru, lesir Fréttir, sum júst er komið út.