Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 1984síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — tvámál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! tá sálirnar í býunum býirnir í sálunum milliónavís glaspettir glødandi í okkum ollum oydimørk beinagrindir sálirnar í býunum i býirnir í sálunum sum sólirnar slokkja eins og seg sjálvar og eingin fær tíð til sítt síðsta amen og eingin fær tíð til tann seinasta kossin farvælini eru longu farin upp í deyðans eitrandi øsku sálirnar í býunum Sambært býráðsvalið Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. —— Tummas Ørv dugir ! Fyrst fær hann fólk at keypa bil frá sær, og tá tey hava havt hann so leingi, at tey hava fingið bilbúk, kunnu tey koma á motiónssentrið at sleppa av við hann. * Valini eru av á hesum sinni og nú veturin nærkast, haldi eg meg síggja, at Poul so smátt er við at leiðis at teir sleppa inn aftur í hitan onkra aðra staðni ? * Á »virkjunum« hjá Poul hava tey úr at gera, nú tey skulu til at pakka 427 jóla- pakkar til atkveður- nar, sum kvinnulistin fekk til býráðsvalið í Havn. Jú, vist hevur Poul teimum nógv at takka fyri. * man sosiala problem- frysta Óla út á Dag- blaðnum. Man tað ið í Havn vera stórt. Ingi Mohr fekk 450 vera við vælsignilsi frá formanninum, so- býirnir í sálunum í ollum londum á ollum hovum eingin at grava líkini niður Tóroddur Poulsen | atkvødur. | | Ein handil hvørvur Tvey hanagleiv frá húsunum, har eg búgvi, er ein handil. Ein vanligur lítil handil. Her fæst at kalla alt tað, sum neyðugast er í tí dagliga húsar- haldinum. Her kemur nógv ymiskt fólk. Leggur tú í, kanst tú steðga á og skifta orð við grannan. Eru stundir, ber eisini til at koma á tal við handilsmannin ella konu hansara — um veður og vind, um dagsins mongu smáu og stóru viður- skifti. Nakað slott er hann ikki, hesin handilin. Kortini hevur hann sín egna hugna. Nú ein dagin frætti eg, at hesin handilin skjótt fer at lata aftur. Má dvína í tí herðu kappingini, sum valdar í krambúðarheiminum. Eg helt hetta vera spell. Og tað rann mær knappliga í huga, hvussu nógvir smáir »bygdahandlar« so við og við eru horvnir, ikki bara í hesum partinum av býnum, men í býarút- jaðaranum yvirhevur. Hvat hevur hetta at týða? Hvat er tað, vit gera við býin hjá okkum ? Sjálvsagt, hevur tú ein bil — ella kanska fleiri — og er tú annars frísk- ur og væl fyri, hevur tú ikki brúk fyri einum slíkum handli. So ekur tú hvønn leygardag, saman við øllum hinum akandi medborgarum tínum, bragdliga inn í stórhandilin í mið- býnum og fyllir tær keli- og frysti- skápið. So legið tað kann ljóða, eru ikki øll so væl fyri. Tað finnast fólk, sum ikki eiga bil. Tað finnast fólk, sum av ymiskum orsekum ikki høvdu verið ment at koyrt ein bil, sjálvt um tey áttu ein. Tað finnast menn- iskju, sum av nátúrligum grundum eru soleiðis fyri, at tey sjáldan ella ongantíð fáa sett sín fót í miðbýar- marknaðin. Gomul. Sjúk. Fólk við ymiskum brekum. Fólk, sum vara av sjúkum og brekaðum. Barna- bundin. Í býnum eru fleiri einsa- mallar mammur, enn tú kanska heldur. Hjá teimum er ofta ógjerligt at sleppa inn í miðbýin. Men tað ber av illum til at renna yvir um vegin at keypa mjólk, meðan barnið fær sær ein blund. Ein dagin, eg var uppi á Ternu- ryggi, tað eru nekur ár síðan, metti eg einum gomlum manni. Hann var á veg oman í býin við einum dunki í hondini. Hetta var ein vetrardag, herðsla á ellum vegum, hetta lúnska geingið, sum ger at mangur — ser- liga eldri fólk — er áhælsin og brýt- ur seg sundur. Vit tosaðu um hálk- una, og eg spurdi, hvar hann fór. Hann skuldi oman í Havnina at keypa »olju«. Hann búði í einum av hesum smáu húsunum uppi á Ternu- ryggi og hevði ikki oljufyr, kanska heldur ikki ravmagn. Tað var ikki torført at rokna út, at hetta små- erindið fór at taka honum tað mesta av einum degi. Sannleikin tykist at vera, at vit hava gjørt henda býin til ein bý fyri tey ríku, tey frísku, tey ungu og tey sterku. Tann hvervandi smáhand- ilin er bara eitt demi um hetta. Er tað t.d. ikki øvugt, at Postverkið setir ein yvirvaksnan postkassa upp mitt inni í stórhandlinum, sam- stundis sum teir smáu postkassar- nir í útjaðaranum — sum fólk veruliga brúka — hverva ella verða niðurtiknir? Sum gongdin er, gera vit eisini okkum sjálv fátækari. Tey, sum til- komin eru, minnast enn tann gamla bygdahandilin. Skivuna. Innan fyri hana borðini við einum ótali av skuffum við træspónum í. Uttanfyri pumpuna. Vektina og loddini. Hand- ilsmannin, sum — ofta við grómut- um hondum — vigaði sukur og salt, mjøl og smør upp i gulnadar dimma- lættingar. Nakad iheimligt var vid hesi krambudini. Medan handils- maðurin pakkaði tær lampugløsini inn ella pumpadi tær upp i petrole- umsdunkin, vóru stundir til at við- gera ymisk mål. Hvussu royndist Timoshenko sum herovasti? Hvønn» tydning hevði Napoleon fyri manna ættina? Ófýsilig vetrarkveld dró hesin handilin fólk at sær. Her spurdist tíðindi. Í tí skymliga ljós- inum gleddu pípurnar, meðan prátið gekk. Hesin handilin var ikki bara handil. Hann var eisini torg, fundar- staður, samkomustað, útvarp. Hetta er at kalla alt farið. Men í tí lítla útjaðarahandlinum anir nakað eftir. Tað persónliga sambandið. Sum vit missa hvenn annan burtur, sum vit hverva aftur um glas, sum vit sessast bínandi framman fyri heimabiografinum, fækkast steðini, har tú hittir tíni medmenniskju. Tann lítli handilin er eitt av hesum stoðum. Har hittir tú fólk. Ikki bleikar, útlúgvaðar gentur, sum ar- beiðsbyrðan og umsteðurnar eru um at gera til automatar. Tú fer út úr hesum handlinum við einum slag av samljóði í sinninum. Ikki við sálini í lepum. Um nakrar mánaðir er ein handil burtur. Tað verður saknur í honum. Tá hann er farin, er útkalt eina- staðni aftrat í hevuðsstaðnum. By- urin er blivin eitt sindur berari, kaldari, ómenniskjansligari. Hanus Andreassen