Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 og Tingið Í DAG verður vatnorkuútbygging- in hjá SEV, sum nýliga er byrjað í Eysturoynni, vidgjørd á tingi. Tað snýr seg um eitt uppskot frá ting- monnum í øllum flokkum uttan Sambandsflokkinum og Sjálv- stýrisflokkinum um at heita á SEV um at steðga allari vatnorku- útbygging : 3 mánaðir, so løg- tingið kann viðgera hesa verkætl- an. Skotið verður upp, at løg- tingið velur eina 6-mannanevnd til at viðgera málið og útvega allar neyðugar upplýsingar. VATNORKUMÁLIÐ hevur fingið nógva umrødu í føroysku blød- unum seinastu árini. Tað hevði tí eisini verið ynskiligt, at hetta so stóra og tydningarmikla mál hevði fingið eina meira gjølla við- gerð á tingi, enn tað í veruleik- anum hevur fingið. Tað eigur at vera eitt krav frå Føroya fólki, at okkara fólkavaldu fáa sær innlit í eitt so álvarssamt mál. Tann stutta og lítiðsigandi umreða, sum hevur verið í tinginum av málinum, bendir ikki á, at ting- menn ganga hesum kravi á meti. NÚ HAVA TINGMENN so aftur meguleikan at siga sína hugsan um hetta mál. Síðani tað var fyri seinast, er ein nágreinilig kanning gjørd av tí nógv umrødda Veðra- nes-projektinum. Mangt áhuga- vert er í hesi kanning, sum víkir frá verandi ætlanum hjá SEV og byggifelag tess, Højgaard & Schultz. Men kanningin er tó av- markað til bert at fevna um ávísar spurningar í stóru vatnorkuút- byggingini hjá SEV. Eitt nú fevnir henda seinasta kanningin als ikki um tey árin, sum vatnorkuút- byggingin fer at hava á umhvørv- ið ALMENNA UMRØDAN av hesum stéra måli hevur helst fingið nógv fólk at halda, at talan er um tveir bólkar av fólki, har tann eini er fyri vatnorku og hin í- móti. Hetta er reingjan av veru- leikanum, tí flest øll eru vit fyri at brúka teir natúrligu møguleikar, sum finnast her á landi. Men tað, sum skilir okkum, er haraftur- ímóti, á hvønn hátt henda orka skal fáast til vega. Og tað eru ymsir mátar at gera tað uppá. TAÐ ER NÓGV, sum bendir á, at SEV longu tíðliga hevur fest (bundið) seg til eina ávísa útbygg- | ingarætlan, ið síðani nógvur pen- Argjavegur 26. 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn. Telefon 118 20. ingur er brúktur til at kanna. Danskt felag, H#S, hevur fingið hesa uppgávuna, uttan at føroy- ingar fyrst eru eftirspurdir. Hvat var meira natúrligt, at eitt land við so nógvum hundrað verkfrøding- um sum okkara, fyrst royndi at kanna meguleikarnar fyri, at okk- ara egnu verkfrødingar átóku sær slíkt arbeiði! Hvussu skulu vit nakrantíð gerast búnir til slíkt ar- beiði, um vit ikki seta spónin í, tá slíkt havi sum hetta býðst! ÚTBYGGINGARÆTLANIN hjá SEV og H&S hevur mett harðari mótstøðu. Ikki bert frá umhvørv- isfólki, men eisini frá fólki, sum arbeiða og hava arbeitt við slík- um spurningum. Sjálvt innan felagsskapin SEV eru teir mest royndu innan vatnorkuspurningin ímóti hesi SEV/H&S ætlan. LEIÐSLAN Í SEV tykist tó ikki at vera til at vika. Hon hevur alla tíð- ina havt eina og aleina eina støðu til málið, nevniliga, at útbygging- in skuldi fremjast sum tað av fyrstan tíð var ætlað. Teir hava so bert »bidad« fyri so beinanvegin at „seta hol áa, tá høvid var har. Og tað var tað eftir valið 8. nov- ember. Ti tá høvdu teir bræv frå verandi orkumålarådharra, sum staðfesti tað loyvi, ið varð givið í 1982. Í brævinum stóð eisini, at landsstýrið hevði ongar viðmerk- ingar. Tað vísti seg síðani, at hinir landsstýrismenninir høvdu als ikki vidgjørt hetta brævið. VIT KUNNU nú spyrja, hví hetta mål skal trumfast igjøgnum, kosta hvat tað kosta vil. Er her talan um eina útbygging, sum veruliga tørvur er á, og sum er tann besta av øllum meguligum ! Ella er talan um, at nakrir fáir persónar skulu fremja hesa ætlan av prestisjuorsøkum! Og hevur SEV longu fyri nógvum árum síð- ani rætt og slætt »selt« set til Høj- gaard og Schultz! Tað er altíð keðiligt at koma við gitingum. Men í einum landi, har fjølmidl- arnir als ongan møguleika hava fyri at fáa innlit í so stór almenn mál sum hetta, har eru tíanverri ikki altíð aðrir møguleikar enn git- ingar. MEN KANSKA tingmenn nú fara at umrøda hetta álvarsmál eins inniliga sum teir umrøda so mong pinkumál, ið eru fyri á Før- oya Legtingi Tað er tykkara skylda at savna alla ta vitan, sum finst um slíkt mál og sakliga við- gera tað á tingi. iamå Nr. 146 — 11. desember 1984 Vælkomin uppi skaldaliðið, Adolf! Tað var sanniliga rørandi, at siggja hasa skaldsligu perluna i valbladi tinum, Adolf. Góðan politiskan skaldskap hava vit sæd lítið til á okkara kørgu klettum. Tað nationalrom- antiska sentimentala reypið á la »tå grøna luft, tú bláa gras, alt er ikki tað bera fjas«, er nokk tað ein- asta, sum hevur nektað okkara terv. Men seinastu árini tykist at vera komin vend í, yrkjarar eru farnir at venda sær til veru- leikan. Proletariska kempan Jóanes Nielsen, Steðgið undirritaði og nú: Adolf! Deiligt ! Men, Adolf fer longur inn í veruleikan enn vit. Yrkir um ta troyttu út- slitnu mammuna, sum gongur einsamell heima við 6-7 ja mangan 12-14 bernum, meðan maðurin bert kemur heim 7. hvenn mánað, at bolla uppí. Tað einasta hon hevur at líta á, er góði gamli Guð, men tað er sjálvsagt ein uggi, tá tey smáu ganga við reyðum lingum. Tavadenn eg eri so glað- ur, at orð kunnu ikki siga ørskapinum Sum ein ið ferðast nógv innanoyggja, eigur ein sjálvsagt at fegnast um oll framstig á samferðslu- økinum. Men tá tað frætt- ist um seinasta ferjukeyp- ið hjá Strandferðsluni, má ein ásanna, at teir aldri áð- ur hava verið so nær við at missa jerðforbindilsið. Fyri tað fyrsta er ikki tervur á sterri skipi á rut- uni Tórshavn-Skálafjerð. Eg tori at siga, at vit ferðafólk mangan dag eru „illa mannað< og er bil- talið sjálvandi tilsvarandi lágt. Tínæst er lítil hepi í at keypa ein 18 ára gamlan plimsollara sum fyri at gerast nýtiligur, skal um- byggjast fyri mangar mill. Skopunarsiglingin So væl sum Tróndur egnar seg til rutuna Tórshavn- Skålafjørd, lika so illa egn- ar hann seg til skopunar- siglingina. Hann skal um- byggjast til endamálið, siga teir. Bildekkið skal innilokast o.s.fr. Alt hetta vil bara gera hann verri egnaðan, hann fer at rulla verri, taka meira vind uppá seg, og kemur harav at hava enn truplari við at sleppa inn til Skop- unar (sum tit sjálvir hava ásannað so gongur tað ikki sum er). Bæði skipini skulu um- byggjast fyri 12-14 mill, tað plagar í veruleikanum at merkja einar 18-20 mill. Plimsollarin skal keypast tað. Halt áfram Adolf Góði. Tú hevur skaldslig evnir fram um tey fáu. Eg kann so hvussu so er við góðari samvitsku, við- mæla teg til M. A. Jacob- sen virdislønina, um ikki í 1985, so kanska í 1986. Eg sigi bara: vælkomin uppí skaldaliðið Adolf! Elias P.S. Hvat við at fingið okkurt tónaskald, at sett lag undir yrkingina ? E fyri 7-8 mill. Nú eru vit uppi á minst 25 mill. Latið heldur Trónd sigla har hann siglir, tí tá leir- víksbergholið og kald- baksbergholið eru liðug, verður tervurin enn minni á stórum skipi til hesa rutu, so Tróndur er væl nýtiligur har í mong ár enn. Nýtið síðan hesar 25-30 mill, ið tit ætla at sepla burtur, til eitt nýtt skip ið veruliga egnar seg til sandoyarsiglingina. Ferðamaður P.S. Vónandi er tann nýggja figgjarnevndin so frægt at sær komin, at hbn steðgar hesum villa til- taki. Skeiv adressa — eitt svar til Jógvan í Løduni Jógvan í Leðuni hevur í lesarabrævi gjert vart við, at eg havi ta avgerandi at- kveðuna á tingi í vatn- orkuspurninginum og hann spyr um eg ætli at standa við míni vallyfti. Eg eri ikki sert bilsin yvir, at Jógvan í Leðuni vendir sær til mín júst nú. Frá blødum og útvarpi veit hann jú, at eg longu havi reist hetta mál saman við eðrum tinglimum, so eingin grund er at sáa iva um mína steðu. Heldur er tað hinvegin, at stórur ivi er um steðu fólkafloksins, ið er flokkur Jógvans í Leðuni, og eg fari tí at endurtaka ein spurning, sum eg havi sett fólkaflokkinum fleiri ferðir og hesaferð kann hann so eisini verða settur Jógvan . í Leðuni. Spurningur mín er hesin: »Tå nú fólkaflokkurin í borgarliga landsstýrinum hevði tað vápn, sum æt grein 13 í samgongusátt- málanum, hví nýtti fólka- flokkurin so ikki hetta vápn til tess at steðga Eiði 1 og 3?« Hesin spurningur hevur nógv sterri áhuga enn mín steða í dag, sum annars er óbroytt og hetta vil orða- skiftið um SEV-málið prógva, tá málið kemur til viðgerða kl. 14 í dag. Jóannes Dalsgaard Kiropraktorstovan B6kbindaragøta 6 Térshavn og Heilsumiðsteði Miðvági Anna Maria S. Jørgensen Kiropraktor Tlf. 1 7510 Dunnuspæl , , . . i Framtidini Arbeiðsmannafelagið Framtíðin skipar mána- kveldið kl. 20 fyri dunnu- spæli i + »Framtidini«. Pengarnir, sum koma inn, fara til bretsku kolanåms- arbeidararnar i verkfalli.