Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 146 — 11. desember 1984 Sosíalurin Vóru í bunkanum við ivasomum — Tær triggjar atkvødurnar, sum bjargaðu Zakariasi |leygarnáttina. Try fólk duttu úr Wang, vóru millum teirra, sum í blivu tiknar frá Hm , fyrstu uppteljingini Frá uppteljingini i Kommunuskúlanum valkvøldid. Hogi bunkin er ein partur av atkvødunum hjá Poul Michelsen, sum, tá avtornadi, fekk 1307 atkvødur. Vóru tær 97 atkveðurnar, sum í fyrsta umfari blivu lagdar til síðis og seinni góðkendar, beinanvegin býttar millum valevnini, sum áttu tær, hevði longu verið greitt mikumorgun- in, tá uppteljingin var lið- ug, at Zakarias Wang var valdur við 124 atkveðum, tveimum fleiri enn Kristi- anna Rein fekk. Hon fekk 122. Men tær 97 atkveðurnar blivu bert býttar millum flokkarnar og vóru tí ikki taldar við í úrslitinum, sum segði, at Kristianna Rein hevði fingið 122 at- kveður og Zakarias Wang 121. Ikki fyrr enn hós- morgunin var greitt, at bert ein kvinna var vald í Tórshavnar býráð. Tað bleiv, sum nógv væntaðu, at uppstillingin hjá Kvinnulistanum fekk øvugta åvirkan. I stadin fyri at fåa kvinnu i byråd- ið, gjørdi hon, at ein kvinna á einum eðrum lista ikki bleiv vald. 40 ikki góðtiknar Tá farið varð at telja val- kveldið fingu hjálparfólk- „ini boð um frá vamevndini sr: at leggja til síðis allar at- kvødursedlar, sum ikki høvdu ein greidan kross i teiginum til krossarnar. Hesar atkvødur skuldu ikki teljast vid i fysta um- fari, upplysir skrivarin hjå valnevndini i Havn, Kjart- an Kristiansen. Tå lidugt var at telja, vóru 133 seðlar lagdir til síðis. Hesar tók valstýrið síðani steðu til og góð- kendi 97. Tað var burturav hesum 97, at Zakarias Wang fekk sínar triggjar atkvødur afturat, sum tryggjadi honum sæti i býráðnum aftur eitt skeið. Í Hoyvík vóru tríggjar atkveður, sum ivi var um í fyrsta umfari. Ein bleiv góðkend, tvær ikki. Í Kaldbak vóru fýra. Tríggj- ar blivu góðkendar, ein ikki. Í Havn vóru 37 atkveð- ur ógildar, so endaliga tal- ið fyri Tórshavnar komm- unu bleiv 40. Av hesum 40 ikki góðkendu atkveðun- um vóru 27 við tveimum krossum, antin fyri flokki ella valevni, ella fyri tveimum valevnum, upp- lýsir Kjartan Kristiansen. Hann sigur, at óvanliga nógvar blankar atkveður vóru í Havn, 34. Nýggj teljing Mikudagin varð so farið undir nýggja teljing og tá tók eisini valnevndin steðu til atkveðurnar, sum vóru lagdar til síðis valkveldið. Og hósmorgunin kom so endaliga úrslitið av val- inum til býráð og skúlaráð í Tórshavnar kommunu. Tað vil siga, um ongin kærir valið ella krevur fín- teljing. Kærufreistin er átta dagar, tað vil siga hon er úti í ovurmorgin. Í valnevndini í Havn eru Viggo Planck, formaður, Helgi Øster og Heðin Mortensen. Í valstýrinum eru Petur í Gong, formað- ur, Karlot Semark og Christian Christiansen. Býráðið velur bæði nevnd og stýri. Okkurt munnu sakar- málini hjá Uttanflokka- listanum um valúrslitið í 1980 hava ávirkað teir, sum hesaferð stóðu fyri valinum. Í hvussu so er blivu atkveðuseðlarnir læstir inni í einari boks í Tekniska skúla millum uppteljingarnar. Sambært Kjartani Kristiansen er tí- líkt ikki hent fyrr. Fundur hósdagin Býráðsfundur verður hós- dagin. Hetta er fundurin, sum skuldi vera 22. nov- ember, men bleiv útsettur, millum annað tí Petur í Gong var sjúkur. Kjartan Kristiansen sig- ur, at meguliga vera tveir býráðsfundir afturat í hes- um árinum og nevnir dag- arnar 20. og 27. desember. 1. januar tekur so ný- valda býráðið við. hd Bókhalds- virki EDV-skipan tf. 61376 Politiið koyrdi á bil fyri at steðga honum | jagstraða bilinum. Ikki fyrrenn politibil- urin koyrdi inn í síðuna á honum, steðgaði ein veruvognur, sum polit- iið jagstraði gjøgnum Havnina leygarnáttina um eitt-tíðina. Politiið metti vogninum uppi á Eyst- ara Ringvegi, niðanfyri Veðursteðina ella har, sum tyrlupallurin var fyrr. Politistarnir fingu illgruna til tann unga bilferararan og góvu honum tekin til at steðga. Men tað vildi hann so yvirhevur ikki. Hann koyrdi undan politinum gjøgnum bý- in. Seinasta teinin vóru tveir politibilar eftir veruvogninum. A vegamótinum Dalavegur/Pedda við Steinsgeta fór baklúk- an a vøruvogninum upp og ut duttu try ungfólk og ymiskar veru- | | | | — Biljagstran gjøgnum Havnina matverur hvert um annað. Beint eftir hetta koyrdi annar politibil- urin inn í síðuna í kin- urin inn í síðina á hon- um og tá steðgaði illgrunin til feraran var ikki av leið og er hann nú skuldsettur fyri at koyra við kenning Maðurin, sum er 18 ár, er eisini skuldsettur fyri at stolið veruvogn- in í Fegrulíð. Politiið visti ikki, bilurin var stolin, fyrr enn aftaná, tí eigarin hevði ikki boðað frá Annars var hesin 18 ára gamli maðurin tann einasti, sum bleiv tikin í Havn um vikuskiftið Hóast jólafrokostatíð- in so smátt er byrjað og nógv blivu steðgað og kannað, varð ongin blóðroynd tikin Næsta ár við myndum frå farnum árum Aftur í ár hevur tað eydn- ast Feroya Forngripafelag at fáa álmanakkan við seguligum myndum út. Permumyndin í ár er av nótakasti á Súpanarvíkini á Tveroyri um 1900, eisini er mynd av Trongisvágs bygd um sama mundið og av mylluni á Be í Froðba. Ur Vágum eru fleiri mynd- ir. Ein mynd er av Be 1894, ein av Sandavági um aldarmótið og heilar tvær myndir av Servági á sama blaði, sum kunnu samanberast, onnur frá 1984 og hin frá umleið 1935. Ur Havn er ein for- vitnislig mynd tikin av húsunum fram við Ting- húsvegin í 1894, ein mynd er eisini av konufólkunum, sum vartaðu upp, tá kong- ur vitjaði í 1921. Harum- framt eru myndir av last- bili í 1950-unum, einum Chevroletti frá 1930-un- um, skonnartini Tinganesi og av klyvjarossum og treskikonum. Almanakkarnir hava verið sera væl dámdir, og tey sum ogna sær hesar álmanakkar, fáa so við og við eitt sera gott úrval av myndum av feroyskum fólkalívi og siðsegu. Randi Jacobsen hevur greitt ålmanakkan til prentingar fyri Feroya Forngripafelag, meðan fólk á Fornminnissavnin- um hava hjálpt til at finna myndir. Almanakkin verður at fáa í ellum bókhandlun- um,men verður eisini seld- ur á bygd. Hann kostar 45 kr Norea Radio Danmark Millumbylgja 1467 kHz kl. 19.30-1945. Í dag: »Den første kristne martyr«. Sætta og seinasta sending undir heitinum »I skal være vidner om dette«, sum Peter Krak, skulaleidari å Bornholm, leggur til rætt- is. I morgin: »Dommen er Guds«. Bjarne Lindgren Christensen, trúboðari i Ålborg, hevur andakt.