Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Presto-Booking endar sætta starvsár sítt við Showtime-84, sum teir kalla Feroya stersta und- irhaldstiltak fyri yngri og eldri. Hetta verður nú leygarkveldið kl. 20.00 í Gundadalshellini og varar í slakar tríggjar tímar. Luttakararnir eru bæði føroyskir og útlendskir: Jórun av Tveroyri, Flyers úr Onglandi, Yan Swahn úr Svøriki, Ibiza Connect- ion av Ibiza sjålvandi, Sir Funeral Band ur Havn, Sugar Ladies ur Havn, mótahandilin i Skotinum og Leif Låadal. Jåkup Magnussen verður frá- segumaður. Skotski Gordon Young skal halda skil á teknikk- inum. Atgongumerki til Show- time -84 eru at fáa í L.M. Handlinum, Kunningar- Nr. 147 — 13. desember 1984 stovuni og Video 33 í Havn, Kalli í Runavík, Radiokjallaranum á Strondum, Kato í Fugla- firði og í Hopo í Klaksvík. Showtime -84 verður ikki sum ein vanlig kon- sert. Fáir stólar vera. Ætl- anin er, at fólk skulu ganga millum báðar pall- arnar, dansa og stuttleika sær, fáa sær okkurt drekk- andi (tó ikki sterkari enn 2,5%) í barrini ella bara sita og hyggja og lurta. Blast næsta ár Annars upplýsir Presto- Booking, at longu ut er gjørdur såttmåli um fleiri vitjanir næsta år og nevn- ir Blast og Laban år Dan- mark, Art Company úr Hålandi, Winder úr Vest- urtysklandi og Stan Urban av Ibiza kemur aft- ur. Ford Thames Trader i Fuglafirdi Hesin Thames Trader lastbilurin og teir fimm arbeiðsmenninir í Fuglafirði eru í álmanakkinum hjá Forngripafelagn- im. Myndin er tikin eina ferð í fimtiárunum. Almanakkin hevur foroyskan, danskan og enskan tekst og er tí eisini egnaður sum gáva til vinir og kenningar uttanlands. Húnn kostar 45,00 kr. Einars Offsett hevur prentað álmanakkan og eru myndirnar brúntónaðar. Sugar Ladies, Aggi og Beinta úr Havn, dansa í Gundadalshollini leygarkvoldið I kveld sýnir Gríma »Brendar brýr< fyri seinastu ferð fyri jól og hendan sýningin verð- ur í skúlanum í Ser- vågi. Gríma hevur nú verið um alt landið við hes- um frálíka leiki, uttan í Suðuroynni og Nóls- oynni. Hagar verður helst farið eftir høgtid- ina. »Brendar bryr« er ikki leikur fyri børn. Men heldur ikki i hes- um leikårinum hevur i Grima gloymt børnini. i Meðan tey eru í Våg- um, fara tey at frum- framfera barnaleikin »Drongurin og gull- fuglurin«, sum er bygd- ur yvir eitt samiskt æv- intyr. Marianna Debes Dahl og Arni Dahl ——————G——wi—iwiikicwitie Gríma hevur altíð havt okkurt fyri born á skránni Hendan myndin er frá einum tiltaki, Gríma hevði á Barnabókasavninum í 1977. Gríma sýnir barnaleik hava umsett leikin Gríma sigur, at tey hava uppbygt leikin so- leiðis, at hann kann spælast allastaðni. Pallur krevst íkki. Askoðararnir sita uttanum leikararnar, sum eru í miðjumi. Roynt verður at fáa bernini við í leikin. »Drongurin og gull- fuglurin« er leikur fyri børn frå trimum årum. Laura Joensen er leikstjóri og Egi Dam, Rosa å Rogvu og Birita Mohr hava tilsamans heilar 12 leiklutir. á Rúna Hansen hevur gjert pallmynd og bún- ar og grímurnar hava fýra næmingar í fjórða flokki í Læraraskúlan- um gjert