Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 147 — 13. desember 1984 Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfóik: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Trygd og mannalív EIN gassspreinging í mexikanska høvudsstaånum nakað herfyri kravdi 500 mannalív. Spreinging- in fór við fjølmidlunum sum berg- mál um allan heimin og hoyrdist í eina stutta tíð aftaná. Síðani var tøgn. Tey týdningarmestu tidind- ini vóru brádliga sega. Vanlukkan í Mexico var farin í gloymibókina. Kortini man orsøkin til hesa hend- ing hava fest seg í minnini. Ein gassleki, sum var fráboðaður frammanundan, men sum ikki var tettur. ENN ein gassvanlukka hendi nú um dagarnar. Ein gassleki frá eini amerkikansk/indiskari verk- smiðju í indiska býnum Bhopal hevur longu kravt 2000 mannalív og onnur 200.000 skulu vera rakt onkursvegna av óhappinum. Henda vanlukkan hevur eisini fingið nógva umrødu í fjølmidl- unum, men tað man helst bert vera ein spurningur um tíð, so er eisini henda vanlukka farin í søg- una. EIN setningur í svenskari sjón- varpsumrødu í Sjónvarp Føroya friggjakvøldid fekk tó mong av okkum at rakna við. Hann segði, at amerikanarar høvdu bygt verk- smiðjuna i India, ti her vóru trygd- arkrøvini ikki so strong. Haraftur- at hoyrdu vit, at verksmidjan lå i fåtækrabylinginum. Slikir upplys- ingar fåa okkum at hugsa. HVAT hava so hendingar sum hesar at siga okkum føroyingum! Ju, tær fåa okkum at hugsa um liknandi umstødur her heima hjå okkum sjålvum. Hvørja trygd hava vit t.d. fyri, at ikki eitt óhapp hendir á Viðanesi! At bæði gass- og oljutangar fara í luftina! Og hvørjar fylgjur fer tað at hava fyri trý av Føroya størstu arbeiðs- plássum, Landssjúkrahúsið, Bacalao og Térshavnar Skiða- smiðju!!! TAÐ eru altíð nøkur, sum halda, at vit eiga ikki at bera ótta fyri trygdini, tí sjálvandi eru stjórar og Argjavegur 26, 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn. Telefon 118 20. oddagrein virkiseigarar so mikid at sær komnir, at teir hava gjørt alt fyri at seta trygdina í hásætið. Hetta er bert tíanverri ikki altíð so. Fyri nøkrum fáum mánaðum síðani skrivaðu vit á forsíðu Sosialsins, at eitt byggifelag í Havn var í ferð við at spreingja nakrar fáar metr- ar frá gasstangunum á Viðarnesi — uttan at bjálva tangarnar, sum trygdarreglurnar siga í slíkum føri. Av berari tilvild varð spreing- ingin útsett og tangarnir bjálv aðir. Ein granni hevði staðið í vindeyganum og hugt at. Hann gav alt fyri eitt boð frá sær. So lítið var millum veruleikan í Mex- ico City og Bhopal og so óvissuna í Havn. TAÐ má nú vera fremsta uppgáv- an hjá nývalda býráðnum í Havn at bera so í bandi, at tangarnir á Viðarnesi verða fluttir út um Havnina, áðrenn ov seint er. SO er spurningurin, hvar! Sund og Glyvursnes hava verið nevnd. Men hví ikki fara til Kollafjarðar við tangunum ! Her skal jú stór út- bygging fara fram — eitt nú í sam- band við bergholsgerð har. Tað kundi hugsast, at grót frá berg- holinum varð brúkt til útfylling og planering av eingum »tangaøki« ið sjálvsagt ikki skal liggja í bygd- um umráði. KOLLAFJØRDUR er kyrrupláss og kunnu skip okkara einsvæl bunkra har sum i Havn. Og hvat vidvikir flutningi av olju, bensini og gassi til kundar i Havn, so verður teinurin stuttur, tá nýggja bergholið er gjørt millum Oyra- reingir og Kaldbaksbotn. Hetta er møguliga ein góð loysn, og so koma vit eisini burtur frá tvangs- tankanum um, at alt skal liggja í høvudsstadnum. Tað er als ikki neyðugt. Verðsins ringasta servisa? Eg kann ikki lata vera vid at taka penn í hond, so herm eri um ta út av lagi vånaligu servisu, flog- ferðafólkinum, sum kom við flogfarinum úr Dan- mark fríggjadagin 7. des- ember í ár, var fyri. Flog- farið var eitt sindur seink- að. Veður og vindur má sær ráða, vita vit, so at tað var mótvindur og tjúkt í veðrinum, kundi eingin gera nakað við. Klokkan var umleið 12, tá flogfarið setti seg, og umleið hálvan tíma seinni gekk so leiðin til Oyragjåar. ""'g havi ofta ferðast loftvegis, og tá hevur ferjan SAM altíð ligið klár at taka ferða- fólkið. Men henda dag var eingin SAM á Oyrar gjógv. Ikki fyrrenn klokk- an eitt hendi nakað SAM sást fara av Vest- manna. Til alla lukku sluppu vit at sita heitt og fjálgt inni í bussinum og bíða; nakað kalt var jú. Men tá vit komu til Vest- manna í oysandi regni — tað var at kalla åarføri — og vit, sum ikki blivu av- heintaði av onkrum ella hevdu bil sjálv, við skuldi fóru at sleppa okkum und- ir tak í bussinum, sum plagdi at bíða eftir ferða- fólkinum, og sum skuldi koyra okkum til Havnar, so var eingin bussur at síggja, heldur eingin taxa- bilur. Og har standa so vit í oysregni við ellum við- ferinum. Ná, men, helt onkur, hann kann ikki vera so langt burturi, tí teir vita jú altíð, nær ferðafólkið kmur, so vit vóru tolin og bíðaðu eitt sindur aftrat, og tað oys- regnaði alsamt við sama lag; men har kom bara engin bussur. Fyri ikki at blíva heilt igjøgnum fóru vit so inn á kaffistovuna, sum er har á keiøkinum, at kroka. Framvegis eingin bussur, tískil mátti við- forið eisini fáast innum, skuldi ikki alt blíva renn- vått, so har bleiv nakað trongligt inni til endans. Tá framvegis eingin buss- ur vísti seg, fór eitt av ferðafólkunum at ringja til bilsteðina í Havn og fekk at vita, at tey kundu einki gera við hetta, tí vit vóru jú seinkað, og at bussur fór aftur úr Havn klokkan tað og tað. Men hesum vildi hesin maður okkara allra vegna - ikki finna seg í. Tey mundu kortini hava tikið sær um reiggj í Havn, tí ein bussur kom so endi- liga. Og vit fóru so øll út, settu viðferið við lúkuna til viðferisrúmið. Lúkan var aftur; eg helt, at buss- ferarin kanska ikki troyst- aði sær út í hetta ringa veðrið; men viðferið mátti inn, so eg fór fram at heita á bussferaran at fáa við- forið inn í rúmið, men har var eingin maður. iå sigur ein, sum inni í bussinum sat, at hann mundi ikki hava stundir, tí hann skuldi ringja onkustaðir. Eg haldi tó, at hann kundi havt latið lúkuna upp um ikki annað. Men so fór eitt av ferðafólkunum og fekk viðferið uppá pláss. So endiliga komu vit einaferð út Vestmanna. Klokkan var um hálvgum fýra-fýra, tá vit umsíðir komu til Havnar. Heima hjá mær hevdu tey fingið at vita frá bilsteðini, at vit fóru at vera í Havn um tvey-tíð- ina og hevdu sett ræst kjøt útá, so tað skuldi vera passaliga kókað, tá eg kom. Kókað var tað sjálvandi, men eg haldi, at ell kunnu hugsa sær, hvussu ræst kjet er, tá tað hevur kókað í fleiri tímar. Men gott var at fáa heitan mat aftaná slíka ferð. Eg veit ikki, hver hevur ábyrgdina av hesi rutu, men eg haldi, at ell hini, ið við vóru, halda við mær, tá eg loyvi mær at siga, at tílík skilaleys og ábyrdar- leys viðferð av ferðafólki ikki man finna sín líka nakra aðrastaðni um okk- ara leiðir. Tíbetur vóru vit oll røsk og væl fyri annars henda dagin, men tað hendir meira enn so, at fólk eru vid, sum kemur av sjúkrahúsi í Danmark, út- skrivað sum frísk, men kortini ikki nóg væl styrknað til, at tey høvdu klárað ein tilikan dag sum henda. Tit. sum síta við ábyrgdir i, fáið hetta í rættlag, ongantíð ov skjótt. Ti við hesum „formi fyri servisu« koma tit ikki bara tykkum, men fyrst og fremst Feroyum í ringt orð. Tað skuldi ikki verið gjørd afturstig á hes- um øi i 1984, men tvørtur- ímóti átti servisan at verðið gjerd enn betri, m. a. við at serligir bussar koyra rutuna Tórshavn/- Flogvellin og hinvegin. Onkur segði mær, sum eg síðani havi tosað við, at landið hevur yvirtikið hesa rutu nú, og at síðani tá hevur einki f..... fantilsi verið á, fyri at brúka hans- ara egnu orð. Eg veit ikki, um tað er so, altso at landið rekur rutuna, men fantilsi er einki sum er. Eg havi sum sagt ofta ferðast loftvegis, men ongantíð verið úti fyri slíkum, fyrrenn henda nevnda dag; tað plagdi at ganga sum í smøri. Ein sera misnøgd Zoneterapeutur vitjar Zoneterapeutur úr Íslandi vil fegin koma í samband við foroyingar fyri at siga teimum, hvussu góða hjálp tey kunnu fáa við zoneterapi. Fólk kunnu fáa hjálp fyri pínu í herð- um, nakka, hálsi, hondum og fótum, fyri gikt, høvud- pínu, migrenu, sjúkupínu = og mána- mangt annað. Eg vil fegin hjálpa. Nógv hava fingið hesa við- gerð við góðum úrsliti, t.d. skrivstovufólk og bil- ferarar. Viðgerðin er púra meinaleys. Tað ber ikki til at greiða frá, hvussu tað kenst, alt verður betri fyri hvenn dag. Tey, ið vilja hitta meg, mugu bera skjótt at, eg komi til Føroya beint eftir nyggjår, og vitjanin verå- ur helst stutt. Adressan er postsmoga 1361 i Havn, sum tit kunnu skriva til. Vinarliga Zoneterapeutur Apotekið Tað er leygardagur 8/12- 1984 og klokkan er umleið 12. Skuldi inn á park- eringsekið hjá apotek- inum. Har var onki park- eringspláss, bert ein stór- ur ferðsluruðuleiki. Er tað ikki andstyggi- ligt, at ein almennur stovnur — í hesum ferin- um enntá ein heilsustovn- ur — skal vera komin so í rasshaft til privatan hand- il, at ein sjúklingur, ið t. d. skal hava pensilin, noyðist at bíða, meðan SMS kapp- ast við aðrar handlar í Havn??? Åttu slikir stovnar ikki at havt egið parkeringsøki við egnari innkoyring? KJ