Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 tíðindablaðið $asíalurin, Nr. 147 — 13. desember 1984 Kirkjubøar kommuna Her er jardarbruk einasti vinnuvegur Umleid ein mjólkikúgv uppá fólkið i kommununi, sum hevur nógv flestar bóndur í mun til íbúgvar Við undantaki av Svínoyar kommunu, so er Kirkjubear kommuna tann einasta av 50 i Føroyum, sum hevur ein kvinnuligan bygdarrådsformann. Hon eitur Helma Frýdal og varð herfyri vald inn aftur i nýggja bygdarráðið. Helma Frýdal hevur stýrt kommununi hesi seinastu fýra árini. Sosialurin hevur tosað við hana. Kirkjubøar kommuna við bygdunum, Kirkube og Velbastað, man helst vera tann kommunan í landin- um, sum bert hevur eina vinnu at halda seg til, og í hesum førinum er tað ikki fiskivinnan, men jarðar- brúk. Talið í bóndum í bygd- unum liggur omanfyri 10 og talið á mjólkineytum liggur omanfyri 100, so har er nærum ein mjólki- kúgv uppá fólkið. Umframt neytahaldið, so er eisini eitt stórt vakstrarhús í Kirkjube. Tað er Ólavur Patursson, sum rekur tað. Fyriuttan jarðarbrúk er nærum einki annað arbeiði í kommununi. Ein verk- freðingur hevur tó skriv- stovu í Kirkjube. Annars arbeiða íbúgvarnir í Havn. Vit spurdu Helmu Frý- dal, bygdarrásformann, hvussu meguleikarnir eru at menna jarðarbrúkið í kommununi. Til tað sigur hon, at allur bøurin verður sligin sum er, men ein- stakir bóndur hava velt upp úr nýggjum eitt nú á Syðradalsleiðini og í Havnardali. Vatnveiting og kirkjugarður Ymisk arbeiði eru annars framd í kommununi hetta seinasta skeiðið. Nýggj vatnveiting er gjørd á Velbastað, sum stendur í samband við ein stóran vatnbrunn. Her verður ikki minst hugsað um tær nýggju útstykkingarnar. Í Kirkjube eru teir við at leggja seinastu hond á nýggja kirkjugarðin. Hann varð gjørdur fyri nógvum árum síðani, men bert helvtin av garðinum var laðað tá. Nú verður so restin av garðinum laðað. Teir eru annars í ferð við at umvæla gamla kirkju- garðin í Kirkjube, tí hann er farin nakað. Lendingin á Velbastað Lendingin á Velbastað hevur eisini fingið ymsar ábetur. Helma Frýdal sig- ur, at ætlanin hevur verið at dýpa hylin og gera tað meira kyrt m.a. við at leingja brúnna, men semja hevur ikki verið um, hvussu hetta skal gerast. Ynskiligt er at fáa ein garð, sum kann verja fyri vestanbriminum. Higartil er ekið á landi hampað. Tað nýggja bygdarráðið skal so taka stig til hetta víðari arbeiðið. Lendingin verður ikki so nógv brúkt, sum er tí her er brimpláss. Men hestfólk brúka at- løguplåssid á Velbastað, tá hevi er til tess. Nógv hestfólk, sum arbeiða í Havn, plaga at fara heim Orð: jan Myndir: kalmar Her eru teir í ferð við at laða í gamla kirkjugarðin í Kirkjube Helma Frýdal, bygdarráðsformaður um vikuskiftið við báti av Velbastað. Helma Frýdal vísir ann- ars á, at tey eru í ferð við at fáa kloakkviðurskiftini í rætt lag í kommununi. Her hugsar hon serliga um at leggja kloakk frá nýggju útstykkingunum og oman á sjógv. Fleiri uppdyrkingarveg- ir eru gjerdir hesi seinastu árini og peningur er játt- aður til onkran aftrat. Enn eingin ídnaður Uppá fyrispurning um Bygdarmyndin. Velbastaður í dag nakað eki er lagt av til ídnað í sjálvari byggisam- tyktini sigur Helma Frý- dal, at so er ikki, men um onkur hevur áhuga fyri at byrja nakran ídnað í kommununi, so skuldi borið til at broytt bygdar- samtyktina. Hvat viðvíkir nýggjum tiltøkum í kommununi sigur Helma Frydal, at neyðugt er at útbyggja vatnveitingina i Kirkjubø, m. a. til tess at hava nokk av vatni í samband við eldsbruna. Dagrekt Helma Frýdal sigur ann- ars, at kommunan uppá egið initiativ hevur sett í gongd dagrekt uttan nakran studning frá al- mennari síðu. Tvær kvinn- ur hava nekur bern í dag- rekt, meðan foreldrini ar- beiða í Havn og stuðlar kommunan hesi dagrøkt- ini. Tað ber illa til at fara til Almannastovuna og fáa studning, tí so skal ein eftirlitskvinna setast, og tað heldur bygdarráðið ikki er ráðiligt bert til tey fáu børnini. Ferjulegan! Hvat viðvíkir ætlanini at leggja eina ferjulegu i kommununi sigur Helma Frydal, at málið nú liggur í landsstýrinum, sum skal taka steðu til avgerðina hjá friðingarnevndunum, ið hava sagt, at meguleik- in at leggja ferjuleguna við Velbastað eigur at kannast. Vit spurdu Helmu Frý- dal, hverja stødu hon hev- ur i hesum måli. Hon sig- ur, at bygdarráðið hevur i