hósdagur 13. desember 1984síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nýggja bygdarráðið fer at gera ymsar ábetur á lendingina á Velbastað, eitt nú dýpa hylin og gera verjugarð til at
verja fyri vestanbriminum.
meginregluni verið fyri
eini ferjulegu i Kirkjubø,
men hevur ikki góðtikið
ætlanina hjá Landsverk-
freðinginum.
Annars hevur friðingar-
nevndin sagt frá, at allir
meguleikar eiga at verða
kannaðir, áðrenn Kirkju-
beur verður offraður —
men varð ein ferjulega
kortini legd har, so ynskti
friðingarnevndin at hava
eftirlit við arbeiðinum. So
fór málið í Yvirfriðingar-
nevndina, sum kom til
somu niðursteðu, so nú
liggur málið í landsstýrin-
um.
Bussleiðin
Tað er nakað síðani, at
Bussleiðin fór at koyra til
Velbastaðar og Kirkjube-
ar. Uppá fyrispurning
hvussu hon riggar, sigur
Helma Frýdal, at tey eru
fegin um at hava samband
við Havnina, men bussur-
in er alt ov stórur at koyra
til tær báðar bygdirnar.
Tað hevði verið ynskiligt,
um bussurin var nógv
minni. Tað eru serstakliga
skúlabernini, sum koyra
við Bussleiðini.
Nakað bygt
Nakað av húsum er bygt í
kommununi nesi seinastu
árini. Bert í ár eru bygd
fýra nýggj hús á Velba-
stað. Tað er á Stórheyggi
Nr. 147 — 13. desember 1984
Borgarhálsi.
Undir Borgarhálsi eru
annars latin trý stykki til
fólk, sum tó enn ikki hava
bygt og aftrat hesum eru
fimm nýggj stykki í hes-
um ekinum.
Uppá fyrispurning um
tað er trupult at fáa
grundstykki at byggja á í
kommununi, sigur Helma
Frýdal, at tankin hevur
verið at nekta tann natúr-
liga tervin og ikki byggja
ov nógv út í senn.
— Vit liggja so nær
Havnini og hetta bygdar-
ráðið hevur ikki havt ætl-
anir um at flyta Havnina
til Velbastaðar, sigur
kvinnuligi bygdarráðsfor-
maðurin. Hon vísir á, at
tað er avmarkað, hvussu
nógv jørd kann verða tikin
til sethús, av sjálvari bún-
aðarjerðini.
og Undir
Tey við tilknýti
fáa stykki
Hvat viðvíkir Kirkjube,
so eru eisini fleiri hús
bygd har seinastu árini,
og tey, sum sekja um
grundstykki har, fáa tað
eisini, um tey vilja taka
tað tey kunnu fáa. Uppá
fyrispurning hverji fólk
fáa grundstykki í komm-
ununi sigur Helma
Frýdal, at tey, ið sum
hava natúrligt tilknýti til
plássini, koma í fyrsta rað.
— Kemur onkur heilt
fremmandur og biður um
grundstykki, so plagi eg
tíðindablaðið
at svara, at jørdin eigur
lívið í fólkinum her býr, og
skulu vit fara at selja alt
ov nógv burtur av jerðini
til sethús, so fer tað at
minka um meguleikarnar
hjá bóndunum. So skulu
vit hava stýring á gongd-
ini, so ber ikki til bert at
selja burtur av landbúnað-
arjørdini, sigur Helma
Frýdal. Annars vísir hon
á, at tað er Jarðarráðið
sum selir grundstykkini,
men tað plagar ikki at
ganga ímóti ynskjunum
hjá bygdarráðnum og
bóndunum.
Ólavur Patursson hevur bygt hetta stóra og s
har
Góður skúli
Tað ganga í dag umleið 12
bern á skúlanum á Velba-
stað. Tá bernini fara í
sjeynda flokk, fara tey til
Havnar í skúla. Tey eru
eini 10 í tali. Men umsteð-
urnar á skúlanum á Velba-
stað eru heilt góðar, hóast
skúlin er rættiliga gamal.
Hann er annars vorðin
umvældur og utbygdur.
Upprunaliga var íbúð til
læraran bygd áfest í skúl-
an, men nú hava tey so
umbygt bygningin
soleiðis, at íbúðin í dag
virkar sum skúlastova og
skúlakekur, meðan gamli
skúlin er felagsheli eitt nú
til fimleik o. 1. Uppi á loft-
inum eru innrættað heli
til skrivstovu til lærar-
innuna og til bygdarráðið.
Helma Frýdal sigur, at
tað er gott at hava skúla
fyri teimum smærru bern-
unum í bygdunum og gera
tey eisini alt fyri at varð-
veita henda skúlan. Lær-
arinnan er Bjarma Niclas-
sen.
Síða 13
Kirkjubøar kommuna
Fevnir um
Kirkjubø og Velbastad
Stødd: 37,81?
Markatal: 71
Íbúgvar: 141
Húski:?
Bygdarráðið
Helma Frýdal, form.
Elsa Patursson
Páll Patursson
Dánjal Pauli Danielsen
Olivar Danielsen
Elsta ungmanna-
felagið
Kommunan eigur ikki bert
elstu forminnini í land-
inum. Eisini elsta ung-
mannafelagið hoyrir
heima í kommununi. Tað
er felagið Sólarmagn, ið
eigur eini felagshús á
Velbastað. Hesi húsini eru
karmur um felagslív og
frítíðarvirksemi bæði á
Velbastað og í Kirkjubø.
Ymiskt virksemi er í
ungmannafelagshúsinum.
Nú í tveir vetrar hava tey
havt rerslufimleik har.
Annars verða húsini brúkt
til fundir, kveldsetur,
dans o. a. Tað hevur eisini
verið gamal siður á Velba-
stað, at kvinnurnar koma
bygdirnar
Íbúgvaratalið
síðani 1973
(1.1.)
1973 117
1974 1i8
1975 116
1976 116
1977 117
1978 121
1979 126
1980 128
1981 142
1982 145
1983 138
1984 141
saman eitt kvøld um vik-
una um veturin. Tad er
enn ikki byrjað. Síðani
ungmannafelagshúsini
vórðu umvæld hava
kvinnurnar so verið har í-
staðin fyri í húsum í bygd-
ini.
Ungmannafelagið Sólar-
magn hevur annars júst
havt aðalfund. Í nevndini
hava verið Ragnhild Sand-
oy, form., Rasmus Paturs-
son og William Hansen.
Nevndin segði seg øll frá
og í nevndina vórðu vald
Jógvan Frýdal, form.,
Bjern Patursson og Sús-
anna Danielsen.
jan
tásiliga vakstrarhúsið í Kirkjube. Í letuni arbeiða tveir íslendingar