Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 197 - 15. oktober 2002 Nr. 197 - 15. oktober 2002 27 Willy Jan Feilberg Mong eru hugskotini, og nógv verður tosað, so ikki er altíð lætt at skilja ímillum dreymar og veru- leika. Sum menniskju eru vit borðin í heimin, hvør við sínum førleika. Tað er sera ymiskt, hvat íkast vit vilja leggja eftir okkum til tað stutta lív, okkum er lutað her á jørð. Í Fuglafirði bleiv nógv tosað um, at her hendi einki, tað var ólíka fyrr, søgdu tey eldru, og tey ungu nýttu nógva tíð uppá at vísa sína ónøgd, bæði á ein og annan hátt. Tað var ikki einki, ið hendi, men ónøgdin fyllir ofta ov nógv í lívi okkara. Hvat, ið er mest átrok- andi í eini bygd, skal eg lata verða ósagt, men eitt lív uttan samanhald, tað er eitt fátækt lív. Hettar máttu vit fuglfirðingar eisini ásanna, at tað vóru heili fýra feløg stovnað við sama endamáli, áðrenn nakað spurdist burtur úr. Hesi somu fólk leitaðu saman um síðir, og stovnaðu eitt óheft felag ið fyribils fekk av tekniskum ávum navnið Fuglafjarðar Sjónleikarafelag, felagið skuldi hava einans eitt endamál, tað var at byggja eitt mentunarhús. Nú tann altavgerandi treytin var uppfylgd, nevni- liga at standa saman og lyfta í felag, nú bar til. Seinru helvt í áttati- og fyrst í nýtiárinum var sera nógv virksemi í felagnum, tá bleiv stoypiskeiðin til- evnað. Tað var avbera hugaligt at síggja og hoyra, hvussu áhugin og forvitnið vaks millum manna. Eftir at hava fingið tað sera snotiliga grundøkið frá kommununi, bleiv Ment- unarhúsið meistarliga reist og innilokað, fyrsta byggi- stig var nátt. Jú vit kunnu í Fuglafirði, men vit vuksu við uppgávunum og sóu skjótt, at her muga nógvar góðar kreftir finnast afturat okkum í bygdini, og her vóru vit sera heppin, smátt var við pengum, men vit møttu so stórari vælvild frá kønum monnum, at uttan teir, ja so hevði okkara verk ikki lukkast so væl. Seinru helvt av nítiárin- um kom stígur í. Fólk komu og fóru úr nevndini, og bert nøkur fá møttu til aðal- fundir, ein sera strævin tíð, nógvar vóru gitingarnar, men onki var so oyðandi sum tær spillandi tungur- nar. Ein dagin eg var uttan fyri og arbeiddi kom ein maður og spurdi, hví vit skuldu gera hettar fanans hús. Tá fleyt yvir og eg hevði besta hugin at stinga í sekkin. Á veg til hús fór eg inn til eldri konu. Eftir at hava fingið góðan drekka- munn spyr hon, hvussu gekst við húsinum. Eg for- taldi sum var. Tá letur í henni, at ikki visti hon um nakran vegg, ið hevði syndað, rætt hevði hon og tær oyðandi tungurnar fakkaðust aftur, og mótið kvinkaði spakuliga upp- eftir. Eftir langan støðg við byggingini, byrjaði langt strævið nevndararbeiði at bera frukt, vit høvdu mill- um annað gingið hús úr húsi og biðið um stuðul. Hettar gav pengar og tá fólk stillttigandi fóru á loftið og løgdu stórar seðlar á borið, men helst vildu vera ónevnd, og onnur bjóðaðu seg fram sum frívilliga arbeiðismegi, tá fingu vit megi av nýggjum, nú kom rættulig ferð á. Tá bygningurin var kom- in væl ávegis uttan eitt oyra í skuld, við góðum stuðli frá sponsorum og vælvild frá kommununi, tá fyrst vildu bankarnir veita lán, men nú var trúgvin eisini so sterk millum fólkið, at ikki var pláss fyri øllum í nevndini, og hetta var at frøast um, at tað vit eina- ferð trúðu uppá og lyftu í felag, gekk upp í eina hægri eind. Bonny M., Brandur Enni, Glyntan, Eivør Pállsdóttir o.s.f. spæla í Fuglafjarðar Mentunarhúsi, jú vit hoyrdu rætt. Nú er bert trupulleikin hjá okkum, hvat skula vit fara til, ein óhoyrd støða. Sum limur í felagnum øll árini, vil eg hervið vísa á, at tit sum frívilliga á ein og hvønn hátt stuðlaðu, tit smurdu liðini, so vit saman við ómetaligum dugnalig- um fólki fingu Ment- unarhúsið til tað, tað er í dag. Nú stendur tað upp til ein og hvønn at fáa sum frægast burtur úr, tí skal tað verða mín vón, at vit møta fjølment til aðalfundir og á tann hátt stuðla um nevnd og Hús, við góðum kon- struktivum hugskotum. Heiður og tøkk til teirra, ið stuðlaðu Fuglafjarðar Mentanarhúsi VIÐMERKINGAR Johan Dahl Løgtigsmaður Nú kom útmeldingin frá formannið tjóveldisfloksins um, at lógin um skrásett parlag skal roynast í ting- inum. Tað kann undrað mangan at hetta lógaruppskotið yvirhøvur kemur hartil og grundin er sera einføld - Høgni hevur ikki meiriluta við sær í samgonguni og veit, at um hann kemur í tingið við hesum uppskot- ið, so hava samgongulimir gjørt púra greitt - AT SAMGONGAN ER FOKIN!!!! Men er orsøkin hjá Høgna kanska ikki ein heilt onnur???? Eitt figgjarlógaruppskot , ella rættari ein fíggjar- lógarkladda sum menn/ kvinnur innan samgonguna eru sera ójøvn á málið um, hevur verið til fyrstu viðger og hendan viðgerð var alt annað enn positivt við- gjørd, hvørki frá samgongu ella andstøðu. Sannleikin er nokk rætt- ari tann, at tjóveldisflokk- urin vil finna sær eitt rím- ingarhol burturúr landsins leiðslu ongantíð ov skjótt,- men tað er sera umráðandi fyri teir, at tað ikki verður fíggjarlógaruppskotið og tann ótolmaða økingin í rakstarútreiðslunum sein- astu árini og tær truplu tíðirnar við stórum spar- ingum ið liggja fyri framman, sum verða orsøk- in til slitið. Orsøkin til slitið skal verða málið um skrásett parlag - við ørðum orðum - Tjóveldisflokkurin skal ikki verða syndarin, men Miðflokkurin og adoptiv- barnið hjá fólkaflokkinum nevniliga Sjálvstýrisflokk- urin og kanska ein partir av fólkaflokkinum við. Tykist sum búmerki teirra - tjaldrið er rætt valt, - tá tað várar í Føroyum so kemur tjaldirð men tá tað øtlar í veðrinum so sleppur tað sær burtur aftur. Soleiðis er ivaleyst eisini við Tjóveldisflokkinum!!! Livst so spyrst. Panikkur ella taktikkur hjá Høgna og co. C M Y K 27 26