Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 197 - 15. oktober 2002 Tað kann fara at verða dýrt fyri EB/Streym, at teir í 1. hálvleiki misnýttu brotsspark, men B71 fekk ikki týdningarmikla málið á útivølli ENDASPÆL Jóannes Hansen Í kvøld verður greitt, um tað verður EB/Streymur, sum komandi ár skal halda fram í bestu deildini, ella um tað verður B71, sum eftir eitt ár í 2. deild, aftur skal flyta upp, hagar, sum tað gongur fyri seg. Spurningurin er púra opin eftir fyrru uppgerðina, sum í góðum líkindum á Mølini endaði við 1–0 heimasigri. EB/Streymur fekk ein- asta málið miðskeiðis í 2. hálvleiki. Jón Sigurd Gleð- isheygg legði innfyri úr vinstru, og við handara stólpan setti Hans Pauli Samuelsen krúllin undir bóltin. EB/Streymur hevði bólt- in nógv størsta partin av tíðini. B71 var komið til Eiðis fyrst og fremst fyri at verja tað, sum teir høvdu við sær, og í øðrum lagi at avmarka eitt møguligt tap so nógv, sum tað bar til. Heimaliðið fekk møgu- leikar burturúr yvirvágini, men tað gekk illa at fáa úrtøku. Eitt korter var farið, tá beinini vórðu tikin undan Sorin Anghel, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Sorin plagar at skjóta, men hann hevði fingið ilt av sendaranum, og so tók lið- formaðurin, Ronnie Samu- elsen, á seg at royna úr ell- ivu metrum. Bólturin hevði góða kós, men Valdemar í B71 málinum var sum ein køttur úti við stólpan og bjargaði í so spakuliga skotinum. Fram ímóti dystarenda hevði Jón Sigurd Gleðis- heygg púra opið mál eftir tvørbólt frá Sorin Anghel, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Bundu um B71 hevði bara Jónsvein Thomsen á toppinum. Hann hevur fyrr í summar víst, at tað eru nógv mál í honum, og hann hevði aðra av tveimum B71 royndum, sum endaðu á træverkinum. Tað var seint í 1. hálvleiki. Tíðliga í 2. hálvleiki sendi Krzystof Radziemski í samankomingina og niður í vøllin. Men tað eydnaðist ikki B71 at fáa málið á útivølli, sum kundi havt verið alt avgerandi. Um tað eftir báðar dystirnar fer at standa á jøvnum í stigum og málum, so verður tað liðið omaná, ið hevur skor- að fleiri mál á útivølli. – Vit eru ikki illa nøgdir við úrslitið á Eiði. Alt er opið, omen sjálvandi mugu vit vága meiri frameftir á heimavølli, tí vit skulu hava mál. Men samstundis mugu vit ansa eftir, at teir ikki fáa málið, sum kann avgera alt, sigur Eli Hentze, liðfor- maður hjá B71. Hann leggur afturat, at mótsatt á Mølini, har landsynningur- in var góður sunnudagin, so var hann so mikið hervilig- ur á Sandi í síðstu viku, at tað næstan ikki var hugsn- ingur um at venja. Myrkaspæl Trygvi Mortensen, venjari hjá EB/Streymi, harmast um, at tað ikki eydnaðist teimum at skora meiri enn eitt mál. Men hann hevur gott mót, nú teir fara um Skopunarfjørð seinnapartin í dag. – Um tað eydnast okkum at fáa eitt mál, so skulu teir skora tríggjar ferðir. Og undir øllum umstøðum verður neyðugt hjá teimum at vera meiri álopssinnaðir, enn teir vóru her norðuri. Trygvi Mortensen kvígir annars fyri, at tað skal ger- ast ov myrkt, áðrenn dyst- urin verður liðugur í dag. Ikki minst um tað verður neyðugt við umdysti. – Tað verður tíðliga myrkt, og tað verður spell, um tað verður tilvildin, sum skal avgera, eftir at spælararnir hava stríðst síðani fyrst í árinum. EB/Streyma venjarin heldur, at møguleikin at alt verður avgjørt í einum dysti á uttanveltaðum vølli í stað- in fyri, at tað verður spælt heima og úti átti at verið royndur: – Eg rokni við at bæði fyri B71 og okkum hevði tað kenst gott, um alt hevði havt verið avgjørt í dysti t. d. í Gundadali sunnudagin. Tað gekk illa at fáa hol á Endaspæl um pláss í 1. deild EB/Streymur–B71 1–0 (0–0) 1–0: Hans Pauli Samuel- sen 65. Dómari: Lassin Isaksen Seinni dysturin verður á Sandi í dag klokkan 17.15 EB/Streymur: Gunnar á Steig – Bárður Olsen, Es- mar Eiðisgarð (Brian Ol- sen, 88.), Andrzej Pacek, Eyðfinn Joensen – Vinj- ard Dam (Hallur Jacob- sen, 64.), Marni Djur- huus, Ronnie Samuelsen, Hans Pauli Samuelsen – Jón Sigurd Gleðisheygg, Sorin Anghel B71: Valdemar Nowicki – Ernst Løkjá, Páll á Reynatúgvu, Slawomir Radziemski – Arunas Mika, Krzystof Radziem- ski, Sverrir Kjærbo, Eli Hentze, Torbjørn Jensen (Rúni Joensen, 10./Mass Anthoniussen, 86.), Sím- un Hansen – Jónsvein Thomsen Og ein svimjari frá Reka í Leirvík, sum ikki hevur verið við í kappingum í eini átta ár, streyk avstað við einum gullmerki SVIMJING Hilmar Jan Hansen Fríggjakvøldið og leygar- dagin var árliga svimji- kappingin í Fuglafirði, FS Stevnan, og upp móti hálv- tannaðhundrað svimjarar í bólkunum 1, 2 og 3 vóru við í kappingini, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta eru tey, sum eru 12 ár og yngri, og hetta var triðja kappingin av átta í vetur fyri hesar aldursbólk- arnar. Øll feløgini uttan Vágs Svimjifelag vóru við, tí tey settust aftur av ringa veðr- inum, ið var um Suðuroyar- fjørð fríggjakvøldið. Serliga frøddust fyrireik- ararnir um at síggja svimj- arar frá Reka í Leirvík aftur í kapping, tí tað munnu vera eini átta ár síðani seinast. Enntá eydnaðist einum svimjara úr Leirvík at vinna gull, men annars var tað Havnar Svimjifelag, ið gjørdist mest vinnandi felagið. Kappingin byrjaði um 9- tíðina fríggjakvøldið og endaði seinnapartin leygar- dagin. Í bólki 1 var Hildibjørg Joensen úr Tvøroyrar Svimjifelag mest vinnandi svimjarin hjá gentum við trimum gullmerkjum, og hjá dreingjum vann Erling Jacobsen úr Skeggjum fýra gullmerki. Bjørg Seloy og Høgni Miné Rasmussen úr Havnar Svimjifelag gjørdust stóru vinnarrnir í bólki 2 við fimm gullmerkjum í part. Og hóast ikki so nógvir svimjarar vóru við í bólki 3, sum eru tey yngstu - frá átta árum og niðureftir - var kappingin spennandi. Og her var tað, at Heðin Olsen úr Reka vann sítt gull- merki, sum var í 33 metra frísvimjing. Havnar Svimjifelag vann mest Eftir seks ár í seriu 2 eydnaðist føroysku fótbóltsútisetunum í ÍF Føroyum at tryggja sær uppflyting í seriu 1 næsta ár ÚTISETAFÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Uppflytingin gjørdist veru- leiki, tá ÍF Føroyar leygar- dagin á heimavøllinum á Kløvermarken vann 5-1 á Sønderbro Fight, sum er triðniðast í bólki 4 í seriu 2, har ÍF Føroyar er oddalið. Tað skrivar føroyska úti- setafelagið á síni egnu heimasíðu (http://www.fot- boltur.dk/). Og hóast næstu kapping- arneytarnir eisini vunnu, kundi tað gera tað sama, tí ÍF Føroyar er á odda í deild- ini við 54 stigum - fimm stig framman fyri Øresunds- kollegiets Fodboldklub og átta stig framman fyri AIK Frederiksholm. Av tí at bara tvey umfør eru eftir, hevur ÍF Føroyar soleiðis tryggjað sær, at liðið ikki kann enda niðan fyri nummar tvey, og tvey tey bestu liðini flyta bein- leiðis upp. Einki bendir heldur á, at slingur er í valsinum hjá ÍF Føroyum, sum hartil hevur dystir eftir móti liðum, ið liggja langt niðanfyri á stigatalvuni. Komandi leygardag skulu føroyingar á útivølli spæla móti Christianshavns Idr- ætsklub, sum er fjórðniðast, og síðsta dystardagin, leyg- ardagin 26. oktober, tekur ÍF Føroyar á heimavølli móti Pioneren, sum er nummar níggju av teimum fjúrtan liðunum. Umframt at væl gongur í hond hjá besta ÍF Føroyar- liðnum, eru bæði annaðlið og triðjalið væl við í sínum kappingum. Bæði liðini vunnu leygardagin sín sætta sigur á rað - ávikavist 4-0 á HB í Fælledparken og 5-1 á Hvidovre. Annaðlið er nú triðfremst í sínum bólki í seriu 3, með- an triðjalið við sigrinum kom sær upp á triðapláss í sínum bólki í seriu 4. Vunnin heiðursmerki á FS Stevnuni í Fuglafirði Gull Silvur Bronsa Havnar Svimjifelag 16 12 9 Skeggjar, Gøta 10 10 7 Tvøroyrar Svimjifelag 6 2 4 Fuglafjarðar Svimjifelag 3 7 7 Flot, Toftir 3 4 6 Reki, Leirvík 1 - - Ægir, Klaksvík - - 1 Føroysku útiset- arnir flyta upp Vælnøgdu spælararnir hjá ÍF Før- oyum pakka saman á Kløvermarke n eftir av- gerandi sig- urin leygar- dagin C M Y K 24 Nr. 197 - 15. oktober 2002 25 VIÐMERKINGAR Magni Laksáfoss Streymnes 11. oktober 2002 Fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 lýkur als ikki einum av høvuðsendamál- unum við eini fíggjarlóg, nevniliga at tryggja eina skilagóða búskaparstýr- ing. Neyðugt er at hugsa um at tryggja eina javna búskapargongd við at halda aftur í góðum tíð- um fyri at hava pening til at taka í ringum tíðum.Av tí at fíggjarlógin, eins og undanfarnu fíggjarlógir, einans økir útreiðslurnar í góðum tíðum og endar við at hava hall sjálvt í gulltíðum, so kann ikki sigast annað enn at fíggj- arlógin er eitt makkverk. Í fyrstu greinini bleiv víst á, at inntøkumetingarnar og útreiðslurnar á fíggjar- lógaruppskotinum fyri 2003 eru sera lítið eftirfar- andi. Umframt at sjálv fíggjarlógin er eitt makk- verk, so er sjálvur búskap- arpolitikkurin, sum fíggj- arlógin leggur upp til, eisini eitt makkverk. At halda aftur í góðum tíðum fyri at hava pening at brúka í ringum tíðum er góður búskaparpolitikkur. Hetta átti ikki at verið ringt at skilt, men sitandi sam- gonga hevur als ikki skilt boðskapin. Fíggjarlógin fyri 2003 skal síggjast sum framhald av eini røð av fíggjarlógum við vánaligari stýring. Konjunkturjavnan Í flestu londum verður roynt at halda aftur í góðum tíðum. Hetta verður gjørt við at minka um almennu íløgurnar og við at tálma nýtsluni - bæði almennu nýtsluni og privatu nýtsl- uni. Orsøkin til at man gjøg- num fíggjarlógina roynir at skapa eina javna búskapar- gongd er, at kostnaðurin av stórum sveiggjum er sera stórur fyri búskapin. Um sveiggini gerast ov stór, vil vinnulívið alla tíðina skulu venja seg við broyttar umstøður. Um tað haraftur- ímóti er gjørligt at skapa eina javna búskapargongd, kann vinnulívið arbeiða við størri stabiliteti og størri tryggleika. Stabilitetur og jøvn búskapargongd skapar størri vøkstur uppá sikt, og harvið verður vælferðin fyri fólkið í landinum størri. Hvussu skal stýrast? Í 1986 metti borgarliga danska stjórnin, at nú var ferðin á búskapinum ov stór, og valdi tískil at minka um ferðina við at seta búskapin á kur - kartoffel- kuren. Á sama hátt valdi socialdemokratiska stjórnin hjá Poul Nyrup at seta ferð á búskapin fyrst í 90’unum, tí arbeiðsloysið var vorðið ov stórt. Hetta eru dømir um politisk átøk sum høvdu til endamáls at stýra bú- skapargongdini. Vanligu amboðini, sum verða nýtt til at stýra gongdini við, eru skatta- politikkurin og íløgurnar. Um ferð skal á búskapin verður økt um íløgurnar samstundis sum skatturin verður lækkaður. hetta økir um eftirspurningin í sam- felagnum og harvið kemur ferð á búskapin. Á sama hátt verður skatt- urin hækkaður og íløgurnar minkaðar um ferðin er vorðin ov nógv. Hvussu er stýrt? So kunnu vit seta spurn- ingin: "Hvussu hevur henda samgongan stýrt seinastu árini? Og hvussu stýrir fíggjarlógin 2003?" Sitandi løgmaður lýsti støðuna sera beinrakið undir valinum í vár tá hann segði: "Aldrin áður hava almennu útreiðslurnar vaksið so nógv, sum undir hesi samgonguni". Er tað ikki at undrast yvir, at ein samgonga letur almenna sektorin vaksa so nógv í einum valskeiðið, sum er merkt av framburð- ið og støðugt hækkandi inntøkum? Áttu teir ikki at havt hildið eitt sindur aftur í hesum gulltíðum? Sanniliga hevur búskap- arpolitikkurin seinastu árini verið eitt makkverk og hetta fíggjarlógaruppskotið er eisini eiit makkverk. Alt krútið uppi! Nú fíggjarlógin fyri 2003 er løgd fram, sæst týðuliga, at einki krút er eftir til ringar tíðir. Teir hava brúkt alt krútið í góðu tíðunum. Lærdómurin frá teimum sjey góðu og sjey ringu árunum í Egyptalandi hev- ur ikki rótfest seg í Føroy- um. "Legg til síðis í góðum tíðum fyri at hava til at taka í ringum tíðum", tað var vís- dómsorð í gamla testamenti og tað er framvegis vís- dómsorð í modernaðum búskapartíðum. Tað nyttar ikki at vera smartur og skúgva sær undan vísdóm- inum, tí tað er eingin millumvegur - man er noyddur at hugsa seg um og hava eina skilagóða bú- skaparstýring. Í síðstu greinini vil eg viðgera spurningin um vit eru komin nærri einum sjálvberandi búskapi og um kósin samgongan hevur lagt móti einum sjálvber- andi búskapi er skilagóð. Lisbeth L. Petersen Sambandsflokkurin Høgni Hoydal er skjótur at fara til telduna at skriva og rætta, heldur hann seg ella sínar vera órættvíst við- farnar. Slíkt ber at skilja, men tað sum er verri at skilja ella rættvísgera er, at sami Høgni sjáldan sparir onnur, ið hann leggur undir bæði líkt og ólíkt, eru tey ikki samd við honum parta- politiskt. Sum dømi kunnu nevnast røður hansara á tingsins røðarapalli, eitt nú tá fyrsta viðgerð var av fíggjarlógini fyri 2003. Tá var ikki lukk- uligt, um tú fanst at røðum hjá tingfólki úr Tjóð- veldisflokkinum ella tjóð- veldispolitikki.. Brævaskiftið við fólkafloksmannin Nú fær fyrrverandi tingum- boð Fólkafloksins ùr Vest- manna í bløðunum langt svar frá Høgna, tí hann, Øssur Dam Jacobsen, hevur funnist at nýggju og broyttu støðutakan Tjóð- veldisfloksins til nevnd- arumboðan á fólkatingi. Hetta mugu teir so klandrast um, tað verður teirra sak, hóast tað er eitt sindur skemtiligt, tá tað júst var fólkafloksmaðurin Óli Breckmann, sum varð valdur fyrstu ferð á fólka- ting sum føroyska røddin á Christiansborg, ið ikki skuldi fara uppí nakran danskan flokk, og sum stutt eftir valið gjørdist limur í konservativa tingbólkinum. Men lat tað nú fara. Sambandsflokkurin og Venstre Tað sum fekk meg at skriva hesar reglur er tað, sum Høgna skrivar um mína nevndarumboðan à fólka- tingi. Her má eg rætta Høgna, tí tað passar ikki, at eg umboði danska flokkin Venstre í nevndunum. Eg havi fingið tillutað nakrar nevndarsessir sum partur av tingbólkinum hjá flokk- inum, men eg umboði meg sjálva og mín flokk. Ongin krevur nakað av mær, og ongar treytir fylgja við sessunum. Sambandsflokkurin samstarvar við danska flokkin, og tað hava vit gjørt í mong ár. Sum limur í tingbólkinum havi eg nógvar fyrimunir av samstarvinum, ið umfatar nógv. Ikki minst nú Venstre hevur politisku leiðsluna í Danmark, og eg javnan eri á fundum saman við bæði fólkatingslimum eins og donskum ministarum. Skrivstovan og skrivarar mínir samstarva eisini væl við danska flokkin á prakt- iska økinum. Fólkatingsumboðanin Hvat viðvíkur fólkatings- umboðanini, so eri eg als ikki samd við Høgna, tá hann metir politisk um av- rik alt eftir hvussu nógvar ella langar spurningar tú setir, ella hvussu langt aftur teir skulu fara, um hvat hendi fyri minst 100 ella 150 árum síðan fyri síðani at fortelja dønum um im- perialistar og Danmark sum kolonimakt. Møguliga im- ponerar tað tjóðveldisfólk, ið lesa Fregnir, men um hann trýr at danskir fólka- tingslimir ella vanligar danir lata seg imponera, so fer hann skeivur. Sambandsflokkurin arbeiðir uppá annan máta; vit síggja veruleikan, sum hann er og líta frameftir. Ofta eru boð um at halda fyrilestrar ymsastaðni og í ymsum feløgum, og vanligt er við bæði brøvum og spurningum frá bæði frá føroyingum, dønum og øðrum. Høgni skrivar so avgjørd- ur um, hvat onnur gera ella ikki gera sum fólkatings- umboð, men tað er kanska ov nógv at krevja, at hann veit, hvat hann tosar ella skrivar um. Harumframt gangi eg út frá, at hann kennir orðatakið um hinar tómu tunnurnar ….. !!! Fíggjarlógin 2003 - eitt makkverk - 2. partur Hatta passaði heldur ikki Vegna Skúvadal sp/f Bjarki Skúvadal Vísandi til skriving í bløð- unum herfyri (Sosialurin leygardagin 11.oktober 2002) skulu vit rætta nakrar skeivleikar, sum eru kom- nir fyri. Sagt verður í greinini, at Súlan nærum ikki hevur verið í oynni seinastu 14 dagarnar. Tað er skeivt. Súlan hevur verið tríggjar ferðir í oynni hetta tíðar- skeiðið. Ein av hesum túr- unum var júst ein eyka- túrur, tí siglandi var ikki tann dagin, túrurin átti at vera. Hetta ljóðar kanska ikki av nógvum, men hav- ast má í huga, at hesa ársins tíð eru bert tríggir túrar um vikuna sambært ferðaætl- anini. At nakrir so eru dotnir burtur ímillum er harmiligt. Líkindini hava verið stak góð alt summar, og bert fáir túrar eru dotnir burtur vegna ring líkindi, men tað hevnir seg nú, tí veðrið hevur verið sera ófantaligt í seinastuni. Tað eru tvey ting sum avgerða, um túrarnir verða sigldir. Tað fyrra er, hvussu líkindini eru á gjónni, har báturin leggur at. Tað seinna er, hvussu er at fara um fjørðin. Í tí fyrra før- inum verður avgerðin tikin í samráð við fólkini í oynni, í tí seinna førinum tekur manningin, sum siglir bát- in, avgerðina. Sagt verður eisini í grein- ini, at arbeiðstakarin ikki hevur skyldu at gera eyka- túrar, tá túrar detta burtur vegna ring líkindi. Sum víst á omanfyri, so hevur hetta kortini verið praksis, tá veðrið hevur verið til vildar og fólk annars hevur verið at ført um fjørðin. Vit hava eisini ein áhuga í at hava góð viðurskifti við myki- nesfólk. Mykinesleiðin 25