Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 197 - 15. oktober 2002 Tá Stjørnan var um at fáa fatur á Kyndli, var tað stórspælinum hjá Lotte Sørensen fyri at takka, at Kyndil fekk riðið stormin av sær og hildið støðuna KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Eina viku frammanundan hevði Stjørnan tikið Neist- an á bóli við einum óvænt- aðum javnleiki í KÍ-høllini, men tá hitt høvuðsstaðar- liðið, Kyndil, vitjaði í Klaksvík sunnudagin, eydnaðist ikki teimum í Stjørnuni at endurtaka »kunststykkið«. Ein orsøk var kanska, at Stjørnan dagin fyri hevði verið suðuri í Vági og spælt, og at orkan tí ikki var tann, hon kanska kundi ver- ið. Men ein onnur orsøk var so sanniliga eisini Kyndla- spælarin Lotte Sørensen. Hon vísti seg frá síni bestu síðu við framúr góð- um spæli so at siga allan dystin. Tað lá væl fyri hjá henni at spæla hinar leysar til skot, umframt at væl lá fyri hjá henni sjálvari at royna seg móti málinum - ikki minst í avgerandi løt- uni. Og avgerandi løtan var mitt í seinna hálvleiki, tá Kyndil fekk troðkað seg fram um Stjørnuna og síð- ani koyrt sigurin heim. Eftir at Kyndil eftir eina framúr góða byrjan í dyst- inum við leiðslustøðum sum 7-1 og 10-3 hevði ver- ið væl og virðiliga á odda, brúktu tær í Stjørnuni síðstu kreftirnar uppá at svara aftur. Serliga í skjót- álopum høvdu tær eydnuna við sær. Tað var eisini um at eydnast, tí ta einu løtuna var bara eittans málið á muni. Men júst hesa løtuna legði Lotte Sørensen nógv fyri og skoraði eisini tvey mál, ið hildu Stjørnuni burturi frá sínari aðru sensatión upp í slag í Klaksvík. Tí var tað so skjótt, at Kyndil kom fyri seg aftur og var fimm mál framman- fyri. Tað var ein leiðsla, Stjørnan líkasum einki fekk gjørt við, og at enda vann Kyndil eisini dystin við trimum málum. Men tað kravdi sítt stríð at fáa henda sigurin, og kanska fara onnur lið eisini at sleppa at royna seg, tá tey møta Stjørnuni á heimavølli í vetur… Dysturin í tølum Stjørnan-Kyndil 19-22 (8-14) Málskjúttar: Stjørnan: Danijela Erco- vich 6 (3), Natasja Stamen- kovich 4, Jatrid Gullaksen 2, Joan Midjord Joensen 2, Una Olsen 2, Súsanna Han- sen 1 Kyndil: Lotte Sørensen 7 (4), Annika Thomsen 6, Ileana Manulescu 3, Heidi Maria Akselsen 2, Ann Mari Wang 2, Ann Hansen 1, Marjun Tróndarson 1 Brotskøst: Stjørnan 3, Kyndil 4 Útvísingar: Stjørnan 3 Dómarar: Vagnur Johanne- sen og Jákup Dam Útlendsku spæl- ararnir hjá báðum liðum settu sín dám á, tá kvinnurnar hjá Tjaldri og StÍF hittust í botndysti í Runavík KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Ikki skerst burtur, at góðir útlendskir spælarar gera tað áhugaverdari bæði at spæla og síggja føroyskan hond- bólt. Í so máta var dysturin millum bestu kvinnuliðini hjá Tjaldri og StÍF í Runa- vík sunnudagin einki undantak, tí tað vóru útl- endsku spælararnir, ið fyrst og fremst stóðu fyri undir- haldinum og spælinum í dystinum. Tjaldur hevur eina á hvørjum bakki, og hjá StÍF er ein í málinum, ein á vinstra bakki og ein spæl- skipari. Bara málini munnu siga sítt, tí av teimum 24 hjá Tjaldri skutu Milisa Ergic og Lanka Ribavic helvtina, og av teimum 27 málunum hjá StÍF áttu Asta Petraukieke og Alina Olaru 14. Dysturin var annars nokk so javnur, og liðini fylgdust allan vegin – tó við StÍF sum tónagevandi fyri tað mesta. Men hóast StÍF í løtum hevði hug at fara frá Tjaldri, svaraðu tær á heimaliðnum aftur hvørja ferð og mistu líkasum ongantíð sambandið. Men í síðsta enda gjør- dist tað ov tungt, og tá verjuparturin hjá Tjaldri ikki fekk steðgað nóg nógvum, bleiv StÍF verandi omaná og vann við trimum málum. Tað gav StÍF eitt sindur av luft, tí við sigrinum yvir- hálaði liðið Stjørnuna, meðan Tjaldur enn er nið- ast við ongum stigi. Dysturin í tølum Tjaldur-StÍF 24-27 (11-12) Málskjúttar: Tjaldur: Milisa Ergic 7 (1), Lanka Ribavic 5, Beinta Joensen 4 (1), Haidi Heine- sen 3, Turid Lamhauge 3, Kristina Ellingsgaard 1, Hansa Mikkelsen 1 StÍF: Asta Petraukieke 9 (1), Alina Olaru 5 (1), Ata Gregersen 4, Sunfríð B. Jacobsen 4, Anna B. Dani- elsen 2, Poula D. Olsen 2, Anna Petersen 1 Brotskøst: Tjaldur 6, StÍF 3 Útvísingar: Tjaldur 4, StÍF 2 Dómarar: Kristian Johan- sen og Sámal Hansen Munurin millum nýggja VB-liðið og tað »nýggja« Stjørnu- liðið var skjótleikin KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Vóru tey spent í Vági, áðrenn kappingin fór í gongd, munnu tey ikki vera tað minni nú. VB-kvinn- urnar hava spælt tveir dystir og vunnið báðar, og í spælinum hevur tað sæð bara heilt gott út. Leygardagin var útsetti dysturin móti Stjørnuni á skránni, og hann vann VB við fýra málum – og uttan at kenna nakra beinleiðis hóttan frá gestunum úr Klaksvík. Nýggja VB-liðið, ið stórt sæð er mannað við spælar- um, ið lítið og einki kenna til bestu føroysku kvinnu- deildina frammanundan, er spennandi. Men tað sama má so eisini sigast um »nýggja« liðið hjá Stjørn- uni, ið er mannað við royn- dum og garvaðum spælar- um, sum tó bara hava vant í tvær vikur. Sjálvt um VB var betra liðið í Vági leygardagin, gjørdu tær úr Stjørnuni sær avgjørt ikki fyri skommum, og í veruleikanum var tað Stjørnan, ið kom fult so frægt frá byrjanini í dystin- um sum VB. Liðini fylgdust væl í fyrra hálvleiki, men tá VB- liðið hevði fótað sær í seinna, megnaði Stjørnan ongantíð at svara aftur og taka munin innaftur. Serliga var tað skjótleik- in, ið kom VB til góðar, og avgerandi munurin millum liðini bæði var, at VB dugdi og orkaði betur at seta ferð- ina upp, tá tað kravdist. Kortini prógvaði mál- verjin hjá Stjørnuni, Agne Masenaite, at hon ikki skal undirmetast, og við nógv- um og góðum bjargingum gjørdi hon sítt til, at Stjørn- an ongantíð datt púrasta úr dystinum, men mestsum fekk fylgt VB til dyrnar. Dysturin í tølum VB-Stjørnan 26-22 (12-11) Málskjúttar: VB: Reda Kurkauskiene 8, Daiva Toumaite 8 (4), Anja Magnussen 5 (3), Arnleyð Hjelm 3, Laila Jespersen 2 Stjørnan: Danijela Ercevic 7 (3), Una Olsen 5, Sús- anna Hansen 4, Natasja Stamenkovic 4, Jastrid Gullaksen 1, Davina Gullaksen 1 Brotskøst: VB 11, Stjørnan 3 Útvísingar: VB 2, Stjørnan 3 Dómarar: Birgir Dimon og Kári Niclasen Hóast Neista-kvinn- urnar meginpartin av dystinum vóru á odda, vunnu tær ikki upp land, tá VÍF brúkti taktiskar snildir móti endanum KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen VÍF-kvinnurnar, ið vunnu alt í fjør, fingu seg royndar framman fyri hálvttriðja- hundrað áskoðarum í Vest- manna sunnudagin, tá Neistin var á vitjan. Tí Neistin stríddist væl, var á odda allan fyrra hálvleik, og helt fast um leiðsluna til langt út í seinna hálvleik. Í hálvleikinum var Neist- in á odda 11-8, og fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki útbygdu tær leiðs- luna til 14-9 í hesum spenn- andi og til tíðir væl spælda dystinum. Eftir hálvleikssteðgin var Hallfríð Isaksen komin í málið fyri Manuelu Stan, og tá Hallfríð eftir einari løtu var skotin heit, stóð hon framúr væl og tók tað mesta – eisini, tá Neista- kvinnurnar komu fríar ímóti henni. Tá so eitt sindur var liðið út á seinna hálvleik, tók Sóley Mikkelsen sær um reiggj, skoraði upp á tvey brotskøst og setti tveir aðr- ar bóltar í málið. Hesa løt- una skjeyt hon VÍF frá 14- 17 upp á 18-19. Síðani javnaði Hertha Simonsen fyri VÍF við ein- um týdningarmikilum máli til 19-19, og tá var tað, at kvinnurnar hjá Neistanum kendu seg so mikið hóttar, at tær bóðu um »time-out«. VÍF meira burturúr Henda minuttin brúkti VÍF kortini betri, tí teir síðstu átta minuttirnar av dystin- um tóku vestmannakvinnur eitt vápn í brúk, sum Neist- in ikki ordiliga dugdi at verja seg ímóti. VÍF fór út at mansverja Simonu Dziu- gyte og Katrin á Neystabø, og so fór broddurin av spælinum og leiðsluni hjá Neistakvinnunum. Ta næstu løtuna skoraði VÍF fýra ferðir upp í slag, uttan at tað bragdaði hjá Neistanum, og so var støð- an brádliga 23-19 til VÍF. Óivað eitt sindur av ein- um vónbroti fyri Neistan, sum stóran part av dystin- um hevði víst, hvussu tað kann bera til at fáa tær annars sterku VÍF-kvinn- urnar trýstar niður á knæ, men samstundis man dyst- urin eisini geva teimum bláu eina vón um, at tað sær kanska ikki so galið út í vetur. VÍF fekk kanska ta ávar- ingina, ið ofta skal til. Men taktiskt snildi og styrki móti endanum prógvaðu eisini, at VÍF veruliga er eitt lið, ið hini ikki skulu vænta sær nakaða frá, uttan at taktikkurin og orkan halda allar 60 minuttirnar. Dysturin í tølum VÍF-Neistin 24-20 (8-11) Málskjúttar: VÍF: Sóley Mikkelsen 10 (5), Nikolina Eyðbjørns- dóttir 4, Ioana Rapa 3, Hertha Simonsen 3, Jacklin Durhuus 2, Eyðbrit Andre- asen 1, Alis Høghamar 1 Neistin: Mildrið Jacobsen 6, Simona Dziugyte 4 (2), Ata Høgnadóttir 3, Katrin á Neystabø 3 (2), Súna Mørk 2 (1), Rakul Augustinussen 1, Bjørg Patursson 1 Brotskøst: VÍF 5, Neistin 7 Útvísingar: VÍF 6, Neistin 1 Dómarar: Hannis Wardum og Ragnar Simonsen VB-Stjørnan 26-22 (12-11) VB heldur tørn Stjørnan-Kyndil 19-22 (8-14) Lotte spældi Kyndil á sigurskós Tjaldur-StÍF 24-27 (11-12) StÍF vann botndystin VÍF-Neistin 24-20 (8-11) VÍF vann við mansverju Miðskeiðis í seinna hálvleiki tók Sóley Mikkelsen sær um reiggj, og við nøkrum avgerandi málum fekk hon VÍF av álvara inn- aftur í dystin Savnsmynd C M Y K 22 Nr. 197 - 15. oktober 2002 23 Hóast mansverja hjá báðum pørtum í løtum ávirkaði spæl- býtið í seinna hálv- leiki, vunnu strand- ingar ein tryggan sigur á runavíkingum MANSHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Strandingar vunnu í tølum mest sannførandi sigurin um vikuskiftið, tá teir í Runavík vunnu við seks málum á Tjaldri, ið fram- vegis eigur troystasleysa aftasta plássið í bestu mansdeildini við enn ong- um stigi. Og hevði tað ikki borið so illa á hjá StÍF, at Artur Johansen í fyrra hálvleiki beklaði og mátti fara úr dystinum, kundi kanska verið enn verri statt hjá Tjaldri, sum ongantíð veru- liga fekk fatur á StÍF. Tað var nokk so skjótt, at strandingar vóru farnir eini fýra mál framum, og í hálv- leikinum vóru teir á odda 17-11. Tjaldur svaraði eitt sindur aftur fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men eftir einari lítlari løtu mitt í hálvleikinum hevði StÍF aftur stungið seg sjey mál framum. Størsta hóttanin, Tjaldur hevði, var uttan iva Dragija Stojovic, ið smekkaði til og skoraði, hvørja ferð hann slapp so mikið leysur av verjuni hjá StÍF. Men í seinna hálvleiki bleiv hann mansvardur, og so var tann hóttanin ikki so stór. Tjaldur brúkti eisini mansverju í sínum roynd- um at vinna seg innaftur í dystin, og í seinna hálvleiki bleiv spælandi venjarin hjá StÍF, Costin Dumitrescu tikin burturúr. Hóast spælgongdin so- leiðis kundi ávirkast báðar vegir í løtum í seinna hálv- leiki, var sigurin hjá strand- ingum ongantíð í vanda, og síðsta korterið høvdu teir longu vunnið sær tað, teir skuldu hava, og so var bara at halda fast. Dysturin í tølum Tjaldur-StÍF25-31 (11-17) Málskjúttar: Tjaldur: Dragija Stojovic 13 (2), Arnfinn Langgaard 5, Sverri Justinussen 4, Tórhallur Thomsen 2, Zor- an Sarpevic 1 StÍF: Costin Dumitrescu 11 (5), Sveinur Justinussen 10 (1), André F. Danielsen 3, Bent Djurhuus 2, Leivur Justinussen 2 (1), Artur Johansen 1, Kristjan Peter- sen 1, Jón Rasmussen 1 Brotskøst: Tjaldur 2, StÍF 5 Útvísingar: Tjaldur 2, StÍF 3 Dómarar: Kristian Johan- sen og Sámal Hansen Tjaldur-StÍF 25-31 (11-17) Sigurin hjá strandingum var ongantíð í vanda Eftir undirhaldandi og spennandi kvinnu- dystin skuldu menn- inir hjá VÍF og Neist- anum vísa, hvør dug- ur var í teimum. Og tað megnaðu teir eisini MANSHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Nógv mál, lív í høllini, gott spæl, ferð, spenningur. Jú, tað var alt samalt har, tá VÍF og Neistin brustu saman í høllini í Vest- manna. Menninir høvdu eisini eitt sindur av livað upp til, tí kvinnudysturin frammanundan hevði av álvara hitað áskoðararnar upp, so teir vildu síggja meira! Og einki stóðu mann- fólkini aftan fyri konufólk- ini, tí talan bleiv um ein fín- an dyst, har Neistin fekk fylgt VÍF næstan allan vegin. Bæði lið brúktu breidd- ina og skjótleikan, og tí komu eisini nógv mál í dystinum, ið fyri tað kundi verið ein toppuppgerð nógv seinni á vetrinum. Neistin hevur nakrar ung- ar og skjótar spælarar, ið boða frá góðum í framtíð- ini, og teir yngru vóru ikki teir, ið stóðu aftast, tá tað ráddi um at bjóða saman- sjóðaða og roynda liðnum hjá VÍF av. Ikki minst hetta var við til at geva dystinum tað, ið skal til fyri at tryggja undirhaldsvirði. Olsen-beiggjarnir Kortini skal so eisini sigast, at VÍF í beiggjunum Inga og Áka Olsen hevur nakað, flestu av hinum liðunum kanska mangla í avgerandi løtunum og tá tað ræður um at halda høvdið kalt. Ingi hevði sum vanligt ein stýrandi leiklut á liðn- um, men eiisni nækur góð skot, ið góvu bæði verju og málmanni hjá Neistanum trupulleikar ferð eftir ferð. Serliga í seinna hálvleiki gjørdi hann teimum bláu lívið súrt, tí hvørja ferð Neistin vildi sleppa avstað, var Ingi har við einum máli, ið helt vestmenningum til. Og júst sum Neistin skuldi taka dik á seg tíggju minuttir fyri tíð, tók Áki við og skjeyt nøkur avger- andi mál. Eini tvey ella trý av teimum vóru hesi drep- andi undirhondsskotini, ið málverjarnir hjá Neistanum ikki vistu av, fyrr enn bólt- urin spraklaði í meskunum. Tá VÍF var komið upp á 24-20 og bara fimm min- uttir vóru eftir, munaði so lítið hjá Neistanum at gera eina síðstu roynd, tí alla tíðina hevði VÍF yvirskot til at skora afturímóti, og so- leiðis endaði hesin góði dysturin við sigri til favor- ittarnar. Vestmenningar høvdu kanska ikki spælt seg heit- ar, tá teir vitjaðu í Hoyvík mikukvøldið, men sunnu- dagin vístu og prógvaðu teir, at tú altíð kanst rokna við teimum, tá talan er um fremstu røð. Neistin kom í sínum lagi avgjørt burtur úr dystinum við varðveittari æru. Og lít- ið vantar í, at liðið er so mikið vælkoyrandi, at tað kann geva sjálvt VÍF størri trupulleikar enn hesa ferð. So eru hini eisini ávarað… Dysturin í tølum VÍF-Neistin 28-25 (12-12) Málskjúttar: VÍF: Ingi Olsen 10 (3), Ólavur Brimnes 4, Áki Olsen 4, John Zachariasen 4, Sámal Joensen 2, Piti Negru 2, Rógvi Nielsen 1, Daniel Rapa 1 Neistin: Morgan Knezevic 9 (3), Jón Ludvig 5, Dann Thorleifsson 4, Helgi K. Justinussen 3 (1), Helgi Michelsen 2, Birgir Kass 1, Ragnar Staksund 1 Brotskøst: VÍF 4, Neistin 7 Útvísingar: VÍF 3, Neistin 1 Dómarar: Hannis Wardum og Ragnar Simonsen VÍF-Neistin 28-25 (12-12) Undirhaldandi í Vestmanna Ingi Olsen og beiggin Áki høvdu sín avgerandi leiklut í sigrinum hjá VÍF á Neistanum sunnudagin Savnsmynd Hondbóltsstøðurnar 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j t mál mál munur stig 1 VÍF 2 2 - 0 0 54 38 16 4 2 Kyndil 3 2 - 0 - 81 69 12 4 3 VB 2 2 - 0 0 50 40 10 4 4 Neistin 3 1 - 1 - 60 60 0 3 5 StÍF 2 1 - 0 - 52 62 -10 2 6 Stjørnan 3 0 - 1 2 56 63 -7 1 7 Tjaldur 3 0 - 0 3 60 81 -21 0 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j t mál mál munur stig 1 VÍF 2 2 - 0 0 58 47 11 4 2 StÍF 3 2 - 0 - 89 79 10 4 3 Neistin 3 2 - 0 - 78 72 6 4 4 H71 3 2 - 0 - 71 70 1 4 5 Kyndil 2 1 - 0 1 52 53 -1 2 6 Tjaldur 2 0 - 0 2 51 62 -11 0 7 KÍF 3 0 - 0 3 60 76 -16 0 23