Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. oktober 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 15. oktober 2002 21 Sera ivasamt brots- spark feldi Luksem- borg ímóti Danmark, og Noreg vann fram- úr sigur í Rumenia EM-UNDANKAPPING Jóannes Hansen 2-0 tap á heimavølli ímóti Skotlandi var vónbrot fyri Ísland. Sviar megnaðu ikki meiri enn 1-1 á heimavølli ímóti Ungarn, og tað var eisini vónbrot. Ungarn er í fótbólti ikki tað, sum landið var nógvu tey fyrstu árini eftir 2. heimsbardaga, og Svøríki stóð seg væl í HM endaspælinum í summar. Svøríki hevði nógv mesta partin av spælinum, men teir komu ongantíð ordu- liga yvir skelkin, at Ungarn í 7. minutti legði seg á odda. Svøríki hevði nógvar møguleikar, men tað var ikki fyrrenn í 76. minutti, at teir 36.000 áskoðararnir í oysandi regninum og bara 3-4 hitastigum á Råsunda sóu Zlatan Ibrahimovic javna til 1-1. Málskjúttin fekk ikki høvi at fegnast saman við liðfeløgnum um málið. Hann brast saman við ungverska málverjan- um og varð borin av vøll- inum. Endaspælið í Portugal er kámt fyri svium, sum í fyrsta umfarinum bara megnaðu 0-0 í Riga ímóti Letlandi. Undan dystinum ímóti Ungarn varð nógv tosað um, at álopsfelagin og kappingarneytin hjá Toda Jónsson í FCK, Jörgen Pett- ersson, aftur var úttikin til svenska landsliðið. Men leygardagin var hann 19. maður og sat harvið millum áskoðararnar. Vongverjin hjá FCK, Tomas Antonelius var ímillum teir fyrstu ell- ivu. Men hann var vong- verji í vinstru og ikki á van- liga plássinum í høgru, og avrikið varð ikki mett at hava verið meiri enn passa- ligt. Tríggir góðir sigrar Donsku áskoðararnir vóru ikki til málveitsluna í Parkini, sum teir høvdu vónað. Luksemborg helt tørn fyrsta lítla tíman. Tá Danmark kom á odda, var tað við brotssparki, og Morten Olsen og øll hini vóru samd við Allani Sim- onsen í, at talan var um sera ivasaman dóm. Jon Dahl Tomasson skoraði úr ellivu metrum, og hann átti upp- leggið, tá Ebbe Sand stútaði til 2-0. – Frí tíðini sum landsliðs- venjari í Føroyum veit eg, at smáu fótbóltstjóðirnar fáa ikki nógv frá dómarun- um – serliga ikki á útivølli, segði Allan Simonsen eftir dystin. Í Bukarest var tjóðarvøll- urin eitt stórt runudýki. Men tað mundu norðmenn- inir leggja vertin á. Á heimavølli ímóti Danmark javnaðu teir til 2-2, tá tað vóru tjúgu sekund eftir. Leygardagin var aftur lítið eftir, tá teir fingu sigurs- málið i dysti, sum alt bendi á skuldi enda málleysur. Steffen Iversen var maður- in, sum alt Noreg fegnaðist um, tá sjey minuttir vóru eftir. Finnland vann sannfør- andi á heimavølli ímóti Aserbadjan. Hyppiä úr Liv- erpool staðfesti við stútara 3-0 sigurin. Mest merkis- verda við dystinum í Hels- ingfors var, at fyrsti mál- verjin hjá Aserbadjan ikki slapp í land í Finnlandi. Hann hevði einki pass, og so var einki annað at gera enn at senda hann til hús. Umframt til atgonguskjal til landið, so verður passið í fótbóltshøpi víst sum sam- leikaprógv. UEFA umboð- ið, dómarin og umboð fyri fótbóltssambondini sita nakrar tímar undan dystar- byrjan á fundi og lesa pass- ini, og tá er ikki gamans leikur, um ikki alt er, sum tað eigur at vera. Allan helt leingi tørn Hóast teir eru sjálv- sagdir favorittar ímóti Føroyum, so heldur Rudi Völler, at tað eru tjúgu ár síð- ani, at tað kundi tos- ast um, at dystir vóru vunnir undan dyst- arbyrjan TÝSKLAND-FØROYAR Jóannes Hansen Hóast týskarar í summar vóru í finaluni í HM enda- spælinum, so verður spurn- ingur settur við, hvussu væl Týskland í løtuni er fyri í fótbólti. Víst verður m. a. á, at Bayern München hongur í klønum tráði í Europa Cup fyri meistarar. Eftir at helmingurin av dystunum í innleiðandi umfarinum eru spældir, er Bayern so spert, at teir skulu vinna allar tríggjar dystirnar, sum eru eftir, um teir skulu sleppa í næsta umfarið, sum teir higartil hava verið við í hvørja ferð Bayer Leverkusen er aft- ast í sínum bólki, meðan Borussia Dortmund er á veg í millumumfarið. Í fjør misti Týskland eitt av fýra plássum í europeisku meistarakappingini, tí úrslitini høvdu ikki verið nóg góð. Lítið sannførandi Fríggjakvøldið fyrireikaði týska landsliðið seg til dystin ímóti Føroyum í annaðkvøld. Teir spældu venjingardyst í Bosnia. Tað gekk ikki meiri enn passaligt hjá týskarunum, sum ikki vóru óhepnir at røkka 1-1. Venjarin Rudi Völler – Rudi Riese ella Rudi tann Stóri, sum týsk- ararnir altíð nevna hann – var ikki nøgdur við spælið, sum hann í 1. hálvleiki segði hevði verið vánaligt. – Hetta var ikki sannfør- andi. Onkur sigur kanska, at mótstøðan mikukvøldið ímóti Føroyum verður lítil, og at tað harvið verður lætt hjá okkum at vinna og tað stórt, men tann tíðin er 15- 20 ár burtur, tá smáu fót- bóltstjóðirnar høvdu tapt undan dystinum ímóti stór- um tjóðum sum eitt nú Týsklandi. Týskarar halla sær at, at fleiri av góðu spælarunum ikki vóru við í Bosnia. Michael Ballack, sum er høvuðsálitið á miðvøllin- um, var sjúkur, og arbeiðs- hesturin Dietmar Hamann var skaddur.Ungu og evna- ríku spælararnir Christoph Metzelder og Christian Ziege vóru skaddur. Í HM endaspælinum í summar vann Týskland 8-0 á Saudi Arabia. Uttan mun til, hvat lið teir senda á vøllin í annaðkvøld, so verða teir stórfavorittar ímóti Føroyum. Tað heldur Henrik Larsen eisini. – Vit høvdu ongan mann í Bosnia. Vit fyrireikaðu okkum til dystin í Litava leygardagin, og eg veit eis- ini, hvat týskararnir standa fyri. Tað vístu teir í 2-0 sigrinum í Litava 7. sep- tember, staðfestir venjarin hjá føroyska landsliðnum. Týskland er í aldudali – Frá tíðini sum landsliðsvenjari í Føroyum veit eg, at smáu fótbóltstjóðirnar fáa ikki nógv frá dómarunum – serliga ikki á útivølli, segði Allan Simonsen eftir dystin hjá Luksemburg móti Danmark 21 20 Nr. 197 - 15. oktober 2002 Hóast fýra mánaðir eru, til steypafinalur- nar í flogbólti verða spældar, hava TB- kvinnurnar og SÍ- menninir longu spælt seg í finalurnar hjá ávikavist kvinnum og monnum FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Er tað nøkur ítróttagrein, sum er skjót á sjóvarfall- inum, má tað vera flog- bóltur. Longu sunnudagin fingu tvey feløg tryggjað sær pláss í steypafinaluni, sum ikki verður fyrr enn leygardagin 15. februar - næsta ár… Tað er einki óvanligt í tí, tí tað eru FK-kappingin um heystið og NS Cup-kapp- ingin beint eftir nýggjar, ið virka sum eitt slag av hálvfinalum í flogbólts- kappingini, og vinnararnir í teimum kappingunum fáa afturfyri eitt pláss í sjálvari steypafinaluni. FK-kappingin varð spæld um vikuskiftið. Leygardag- in møttust meistaraliðini hjá kvinnum í Gundadals- høllini og hjá monnum í Hoyvíkshøllini, og sunnu- dagin vóru finalurnar spældar í Gundadalshøllini. Kvinnurnar spældu sítt inn- leiðandi umfar í tveimum bólkum, har TB, ÍF og Fleyr vóru í øðrum bólkin- um, og Mjølnir, Dráttur og KÍF í hinum bólkinum. Tvey tey bestu møttust so í hálvfinalunum, og vinnar- arnir av teimum endaðu í finaluni sunnudagin. TB vann 2-0 í sínari hálvfinalu á Drátti og ÍF vann 2-0 á Mjølnir, so tí komu TB og ÍF í kvinnufinaluna. Hjá monnum eru fimm lið í meistaradeildini, og tey spældu tí øll móti øllum - Fram, Fleyr, SÍ, ÍF og Mjølnir - og tvey tey bestu komu í finaluna. ÍF vann, uttan at tapa nakran dyst, og SÍ gjørdist nummar tvey, við bara at tapa sín dyst móti ÍF. TB sannførandi Kvinnurnar hjá TB, sum síðsta kappingarár vunnu »greipuna«, vóru rættiliga sannførandi í finaluni móti ÍF, sum tær eisini vunnu 3- 0. Settúrslitini vóru 25-17, 25-20 og 25-22. Sum heild var TB nógv tryggari í grundspælinum, og haraftrat hevði ÍF ofta langar løtur, har servumót- tøkurnar als ikki riggaðu, og tað var nakað, tær í TB vóru skjótar at sekta. Hvørja ferð kom ÍF kortini fyri seg aftur, men sum oftast so mikið seint, at TB longu var farið avstað og kundi avgera settini, sjálvt um ÍF hevði fingið eisini sítt spæl at koyra. At TB hevur fingið Gudr- id Nolsøe aftur, umframt at Popuvic-systrarnar vísa styrki, er ein ábending um, at TB ikki verður lætt at syfta í vetur. Men eisini ÍF vísti í kappingini um viku- skiftið góðar taktir, og út- lendski styrkurin á liðnum er góður. SÍ kendi løtuna Hóast menninir hjá ÍF í innleiðandi kappingini høvdu vunnið allar dystir- nar og ikki minst tann móti SÍ, so vóru tað sørvingar, ið komu burtur úr finaluni sum vinnarar við einum 3-1 sigri. Men settini vóru jøvn, sum úrslitini eisini vísa: 19- 25, 25-22, 29-27 og 27-25. Til tað síðsta royndi ÍF at bíta frá sær, og í báðum teimum síðstu settunum mátti spælast upp um 25, áðrenn vinnarin var greiður. Munurin á liðunum var uttan iva Rajko Petrovic, ið spældi ein ótrúliga góðan finaludyst. Hann vann alt, sum hann sló - bæði frammarlaga og aftarlaga á vøllinum - og ÍF fekk ong- antíð ordiliga fatur á hon- um í øllum dystinum. Yvirhøvur stríddust teir á SÍ-liðnum sera væl og vunnu servurnar aftur bein- anvegin, so ÍF ongantíð slapp í gongd. Onkur sett fekk ÍF sloppið sær framum við fýra ella fimm málum, men so svaraði SÍ aftur og helt leiðsluni til endans. TB og SÍ vunnu seg í steypafinaluna C M Y K 20